• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Málbólkur: 8.-10. flokkur

Viðmæld nýtsla: dupulttími

Lærugrein: danskt, miðlar, søga og samtíð ella onnur lærugrein

Tilfar:

360° er danskt tilfar har ein ferðsluvanlukka á prutli verður lýst við 24 stuttum filmsklippum. Filmsklippini eru við ymsum persónum, sum lýsa høvuðspersónin í hesum umstøðum - Lívið áðrenn vanlukkuna - Upphavið til vanlukkuna - Á vanlukkustaðnum – Í sjúkrabili og skaðastovu - Á sjúkrahúsi – Lívið eftir vanlukkuna.

Endamálið við 360° er, at næmingarnir arbeiða í bólkum og kjakast um evni so sum at velja, at taka ábyrgd og avleiðingar av vali. Hetta við útgangsstøði í ítøkiligu vanlukkuni og fakta um ferðslu. Eftir bólkaarbeiðið verður endað við kjaki í flokkinum.

Upplýsingar um lóggávu, hagtøl og annað, sum er viðkomandi í sambandi við tilfarið, eru danskar. Viðvíkjandi lóggávu er sama galdandi í Føroyum sum í Danmark burtursæð frá, at tú skalt hava koyrikort til prutl í Føroyum óansæð aldur, umframt at promillumarkið er 0,2.

Fyri at koma inn á 360° krevst uni-login, sum fleiri skúlar longu hava. Um skúlin ikki hevur uni-login, kanst tú fara inn á http://www.uni-c.dk og søkja um eitt uni-login.

Leinki er beinleiðis til danska tilfarið hjá Sikker Trafik.

 

Ráðið fyri Ferðslutrygd

Brynhild Høgnadóttir

brynhild@(if you can see this please update your browser)rff.fo

Tel. 220064

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017