• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Barnarættindi og Happing

Vinir mínir og eg – kristni 3 er triðja bók í røðini av kristnibókum til yngstu flokkarnar í fólkaskúlanum.

Niðanfyri ber til at síggja næmingabókina og 5 síður úr lærarabókini sum viðgera evnið barnarættindi.

 

Vinir mínir og eg 3, lærarabók, s. 65 - 70

Vinir mínir og eg 3, næmingabók

 


Happing er eitt av evnunum í tilsamans 13 sjónvarpssendingum, sum Kringvarpið gjørdi saman við frískúlanum á Velbastað. Lív er vertur í sendingunum, sum kunnu leitast fram her:

kvf.fo/netvarp/old

 


Happing og barnarættindi kunnu eisini verða viðgjørd í sambandi við Altjóða barnarættindadegnum. Hann er 20. november. Hetta er ársdagurin fyri at sáttmálin varð undirskrivaður í 1989. Hin føroyska Wikipedia sigur soleiðis um Altjóða barnættindadagin:

https://fo.wikipedia.org/wiki/Altj%C3%B3%C3%B0a_barnar%C3%A6ttindadagur

 

Happing og barnarættindi eru lýst í eini yvirlýsing, sum ST gjørdi í 1959: 

 

Í Alfrøðini, Heimur okkara (1992) verða barnarættindi lýst á s. 79. Sí myndina yvirav. 


Happing og altjóða barnarættindi eru evni í danska sanginum ’Alle børn har ret’, sum Kim Larsen hevur yrkt og sett lag til. Her syngja børn á dagstovni, foreldur og starvsfólk á ráðhúsinum í Hillerød sangin:

Terje Rasmussen hevur umsett sangin hjá Kim Larsen til føroyskt (sí tekstin yvirav). Á sama hátt sum í upptøkuni omanfyri, kundu børn í grunddeild, foreldur, lærarar og starvsfólk hjá kommununi, gjørt eina upptøku, har sangurin varð sungin til eitt avtalað høvi, til dømis tá altjóða barnarættindadagur er tann 20. november.

     
    Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017