• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Dámar "Hata horuna"

Dámar „Hata horuna“ varð til í einum samstarvi millum Johanne Nilsson, Pocketförlaget og

Friends. Johanne Nilsson er svenskur rithøvundur, sum hevur givið bókina út á Pocketförlaget,

og Friends er ein felagskapur, hvørs uppgáva er at steðga happing.

 

Bókin Dámar "Hata horuna" er um happing tá hon er ringast. Bókin vekir nógvar kenslur

og tankar í okkum. Tí hava tey á www.friends.se gjørt eina læraravegleiðing fyri at stuðla upp

undir orðaskiftið, sum kann fara fram í 9. - 10. flokki ella í miðnámi. 

 

Læraravegleiðingin er ætlað sum stuðul í undirvísingini fyri at koma betur inn í evnini í bókini,

sum eru: happing á netinum, vinalag, tøgn og leiklutin sum áskoðari.

 

Nám hevur flokssett av bókini.

 

Læraravegleiðingin kann takast niður her

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017