• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Ritstjórnin á Snar

Nám

Hoyvíksvegur 72

100 Tórshavn

Tlf: +298 755150

Teldupostur: snar@snar.fo

 

Telefontíð

Mánadag-Fríggjadag 10.00 - 15.00

 

Upphavsrættur

Um upphavsrætt

Alt tilfar á Snar er vart av upphavsrætti.

Um ikki annað er frámerkt, er høvuðsreglan galdandi. Høvuðsreglan er, at tilfarið kann brúkast til privata nýtslu og í undirvísingarhøpi.

Hevur tú ætlanir um at brúka tilfarið til annað, eigur tú at biðja um loyvið til hetta frá ritstjórnini á Snar, teldupostadressa snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo.

Nærri kunning um upphavsrætt og leiðreglur til tilfar fæst við at lesa skjalið Leiðreglur til ritstjórnan av Snar.

Er ivi um tilfar stríðir ímóti lóggávu verður tað tikið av portalinum til endalig staðfesting fyriliggur.

Leiðreglar til ritstjórnan av Snar

Útgáva 1.0 mars 2009 [1]

1. Dygdin á innihaldinum

Innihaldið á SNAR skal vera fakliga dygdargott og viðkomandi í undirvísingarhøpi og skal leggjast fram á sakligan og sømiligan hátt. Innihaldið skal hava eitt greitt, námsfrøðiligt endamál, skal vera aktuelt og dagført, ætlað brúkarunum av portalinum, skal vera óheft av politiskum og átrúnaðarligum áhugamálum og má ikki innihalda lýsingar av nøkrum slag.

Innihaldið skal vera í tráð við galdandi lóggávu um eitt nú upphavsrætt og persónsdáta.

2. Innihaldið er fakligt

Innihaldið verður viðgjørt við grundarlagi í fakligum sjónarhornum og verður nýtt í t.d. fakligum temum, temum viðvíkjandi undirvísing og undirvísingargongdum.

  • Fakligt tema gevur lærarum íblástur til, hvussu teir kunnu nýta eitt fakligt ella tvørfakligt tema í undirvísingini.
  • Tema viðvíkjandi undirvísing snýr seg um evni, ið ikki skulu nýtast beinleiðis í eini ávísari undirvísingarstøðu. Tað kann t.d. vera námsfrøðiligar greinir, námsætlanir, skúlamenning, eftirmeting o.s.fr.
  • Undirvísingargongd lýsir, hvussu lærarar kunnu undirvísa í ávísum evnum.

3. Lærumiðlar

Lærumiðlar skulu vera framleiddir av ella mentir sambært avtalu við eksternar partar. Tað skal týðuliga tilskilast hvaðani innihaldið stavar, sí punkt 5.  Innihald ætlað næmingum, ið ikki beinleiðis miðar ímóti eini undirvísingarstøðu, lýsingar av góðum dømum, verkætlanir, verkevni v.m. eins og innihald, ið einans greiðir frá og ger verandi næmingatilfar atkomandi í undirvísingini, verður tó loyvt.

4. Vinnuligt innihald

Fylgjandi leiðreglur eru galdandi fyri vinnuligt innihald á SNAR:

  • Gjaldstænastur kunnu í ávísum førum liggja á SNAR, um tær lúka dygdarkrøvini, sí punkt 1. Tað skal sjónliga viðmerkjast, at talan er um gjaldstænastur.
  • Loyvt er at umtala og leinkja til viðkomandi vinnuligar lærumiðlar og viðkomandi undirvísingartilfar, tá ið tey eru liður í fakligum samanhangi, t.d. eini undirvísingargongd. Í hesum sambandi er tað loyvt at leinkja til framleiðaraheimasíður fyri at fáa meiri kunning um tilfarið. Tá ið vinnuligt tilfar verður umtalað, er tað av stórum týdningi at vera varur við ikki at taka ávísar framleiðarar fram um aðrar.
  • Ummæli av lærumiðlum eru loyvd, um ummælarin er ein eksternur partur. Búmerkið ella líknandi hjá tí eksterna partinum skal vera á síðuni har sum ummælið stendur. Somuleiðis skal tað týðiliga síggjast, hvør ið hevur skrivað ummælið.
  • Leiðreglurnar (hjá brúkaraumboðsmanninum viðvíkjandi marknaðarføring til børn og ung) skulu haldast, sí marknaðarføringslóg frá 1. jan. 2009.
  • Tó kunnu framleiðarar í sambandi við samarbeiði á SNAR fáa loyvi at vera sjónligir á portalinum, sí punkt 5 í hesum leiðreglum.
  • Stuðul frá vinnuni kann vera nýttur sum fígging ella partvís fígging av verkætlanum og verkevnum í SNAR. Innihaldið skal lúka galdandi leiðreglur fyri portalin. Tær vinnuliga stuðlaðu verkætlanirnar kunnu á jøvnum føti við aðrar samstarvspartar gerast sjónligir á portalinum, sí punkt 5.

5. Samstarv við eksternar partar

Eksternir partar kunnu nýta SNAR sum netpall, um leiðreglurnar fyri portalin verða hildnar.

6. Vevtænastur og plugins

Fyri at nýta vevtænastur og plugins í SNAR eru fylgjandi leiðreglur galdandi:

  • Fleiri vevtænastur frá SNAR kunnu nýtast á síðunum.
  • Tað ber til hjá lærarum, ið eru innritaðir, at gera viðmerkingar til tilfar, at senda tilfar inn til SNAR og at nýta sýnisgluggan í undirvísingini.
  • SNAR loyvir sær at strika viðmerkingar, ið ritstjórin metir óhoskandi.
  • Somuleiðis skal alt tilfar góðkennast av eini ritstjórn áðrenn tað verður lagt út.
  • Innlegging av eksternum vevtænastum sum t.d. Google Maps, YouTube, Flickr, Facebook, MySpace o.s.fr. krevur góðkenning frá SNAR ritstjórnini.
  • Sýnisgluggin er eitt tykisarbeiðsrúm hjá lærarunum, har lærarar og næmingar kunnu leggja tilfar út. Tilfarið verður ikki lagt út alment, fyrr enn lærarin sendir tað til SNAR og ritstjórnin hevur góðkent tilfarið.

7. Leinkjur

  • Tá talan er um leinkjur til onnur støð á netinum, skal havast í huga:
  • At tey støð, ið leinkjað verður til, skulu vera fakliga dygdargóð, skulu vera saklig og sømilig og vera aktuell og dagførd. Um tað er týðuligt, at innihaldið, ið leinkjað verður til, hevur ávísan politiskan ella átrúnaðarligan lit, skal hetta tilskilast í metadáta (innihaldslýsing) til leinkjuna.
  • At tær síður, ið leinkjað verður til, halda lóggávu, eitt nú í samband við upphavsrætt og persónsdáta.
  • At leinkjur til vinnuligt tilfar og innihald við vinnuligum upplýsingum skal fylgja punkt 4 í leiðreglunum, samstundis sum at leinkjurnar eisini lúka treytirnar í vegleiðing (hjá brúkarasamtakinunm frá jan. 2009) viðvíkjandi marknaðarføring til børn og ung.
  • At tað altíð verður tilskilað, hvagar leinkjað verður til.
  • At síðan, ið leinkjað verður til, ikki má vísast sum partur av egnari síðu.
  • Um eigarin av staðnum, ið leinkjað verður til, bara hevur givið loyvi til at vísa forsíðuna, so má tað ikki leinkjast inn í staðið – (deeplink).
  • At sleppast kann undan broti á upphavsrættin til leinkjur við at søkja um loyvi at leinkja til staðið frá eigaranum av staðnum.

8. Upphavsrættur

Alt innihald og øll sløg av tilfari skulu vera í tráð við upphavsrættarlógina, t.e.

  • Myndir – fotomyndir, grafikkur og livandi myndir (teknimyndir og video).
  • Tekstur.
  • Tónleikur og ljóð.

Á SNAR skal keldan til tilfar, ið er endurgivið í síðunum, altíð upplýsast. Kelduupplýsing til t.d. mynd hjá triðjaparti, ið verður víst á SNAR, krevur umsókn um loyvi, og at loyvi er fingið frá upphavspersóninum ella umboði hansara til, at myndin kann vera víst á SNAR. Hetta loyvi skal goymast og um neyðugt kunna vísast fram. Harafturat skal ein tryggja sær, at lóggávan eisini verður hildin á teimum síðum, ið leinkjað verður til.

9. Persónsdáta

Persónsdátalógin skal haldast. Verður eitt nú ein listi við nøvnum, bústøðum, telefonnumrum og teldupost-bústøðum á lærarum/næmingum í ávísum skúla vístur, skal hvør einstakur persónur skrivliga hava givið loyvi til tað. Hetta loyvi skal goymast og um neyðugt kunna vísast fram. Harafturat skal ein tryggja sær, at lóggávan eisini verður hildin á teimum síðum, ið leinkjað verður til.

10. Bygnaðurin á síðunum

Valmyndir, síður, bygnaður á síðum og yvirskriftir skulu gera tað lætt hjá brúkaranum at finna fram áhugavert tilfar.

  • Punkt í valmynd skulu navngevast neyvt og geva meinig.
  • Fyrsta síða skal lýsa innihaldið í valmyndapunktinum.
  • Tað fakliga innihaldið skal býtast í evni.
  • Samsvar skal vera ímillum navnið á valmyndarpunktinum og yvirskriftina á síðuni, ið hoyrir til valmyndarpunktið.
  • Hvør síða hevur ein stuttan, greiðan inngang, ið lýsir innihaldið á síðuni.

11. Beinrakni

Leinkjur, slóðir og innliman av online-tænastum skulu hjálpa til at gera brúkarin beinraknari, tá ið hann reikar á netinum.

  • Brúkararnir eiga at verða hjálptir víðari, tá ið teir ikki finna svar á SNAR.
  • Har tað er møguligt, skulu slóðir vera til líknandi innihald á SNAR.
  • Leinkjulýsingar skulu geva fleiri upplýsingar um leinkjuna.
  • Pdf-dokument og Word-dokumentir verða einans nýtt til útskrift.
  • Innlima viðkomandi skúlaráðstevnur. (SkoleKom)
  • Vís beinleiðis til online- parttænastur.

 12. Bygnaður í tekstunum

Tekstirnir skulu fylgja leiðreglunum fyri at skriva til netið. Brúkarar skimma tekstir á skýggjanum, teir lesa teir ikki á sama hátt sum tekst á pappíri.

  • Být tekstin upp í stuttar partar.
  • Hav tey týdningarmestu orðini fyrst í setningunum.
  • Nýt sigandi yvirskriftir.
  • Langir tekstir skulu byrja við samandrátti.
  • Nýt punktuppstilling í tekstunum, tá tað er møguligt.

 13. Skriftlitir

Á SNAR kunnu bara teir skriftlitir nýtast, ið ritstjóraamboðini gevur atgongd til. Týdningarmikil orð kunnu markast við litum, men við máta. Síðan verður harmoniskari, um ein nýtir fáar skriftlitir.

14. Grafikkur, foto og kassar

Gafikkur og foto skulu viðvirka til fatan av tilhoyrandi teksti ella leinkju.

  • Nýt sigandi grafikk og foto til at myndprýða innihaldið.
  • Nýt ongantíð sama grafikk ella foto til ymiskt innihald.
  • Kassar og kassalitir (eisini yvirskriftsbjálkarnir og teirra litir) er ein av teimum møguleikunum, ið er til at ‘styla’ innihaldið á SNAR. Grøni liturin er høvuðslitur á næmingasíðuna, og blátt er høvuðslitur á lærarasíðuni.
  • Nýt pop-up vindeygu eftir avtalu við SNAR ritstjórnina.

15. Eintáttað, partískt innihald ella innihald, ið brýtur lógina

  • Snar  savnar tilfar frá øðrum stovnum, sum Snar ikki kann ábyrgdast fyri. Er ivi um tilfar stríðir ímóti lóggávu eigur tað at verða tikið av portalinum, til endalig kanning og staðfesting fyriliggur.

16. Høvuðsregla

Tilfarið á Snar kann brúkast privat og í undirvísingarhøpi. Hevur tú ætlanir um at brúka tilfarið til annað, eigur tú at biðja um loyvi til hetta frá snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo

&nb


 

[1] Týtt og tillaga eftir leiðreglum hjá EMU.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017