• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Ritstjórnin á Snar

Nám

Hoyvíksvegur 72

100 Tórshavn

Tlf: +298 755150

Teldupostur: snar@snar.fo

 

Telefontíð

Mánadag-Fríggjadag 10.00 - 15.00

 

Søgan um Snar

Tann 23. oktober  í 2006 gjørdu Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag øðrumegin og Mentamálaráðið  hinumegin samstarvsavtalu um at menna ein føroyskan undirvísingarportal.

Sambært samstarvsavtaluni útvega kommunurnar í kommunufelagskapunum  og Mentamálaráðið fígging til undirvísingarportalin, sum Føroya Skúlabókagrunnur skuldi menna og reka. Føroya Skúlabókagrunnur setti eitt portaltoymi at arbeiða við menningini av Snar. Í hesum portaltoymi  vóru  frá 1. oktober 2008 fýra fólk, tilsamans 3,5 ársverk. 

Ein verkætlanarbólkur var fyrstu árini við í arbeiðinum at menna Snar. Í hesum bólkinum vóru umboð fyri Fróðskaparsetri, KT-depilin og LMS. Harafturat var ein tilvísingarbólkur mannaður við fólki úr skúlaverkinum, serliga lærarum. Hesin bólkur var kunnaður um arbeiðið og kom samstundis við góðum hugskotum til bygnað og innihald.

Snar kom fyrstu ferð alment út 19. mars í 2009. Á sumri 2010 vóru Føroya Skúlabókagrunnur, LMS og KT-depilin lagdir saman í nýggjan stovn, nevndur Nám. Síðan hevur Nám havt ábyrgdina av undirvísingarportalinum. 10. februar 2014 kom Snar út í nýggjari útgávu. Størsta broyting er nýggja bygnaðin, har tilfarið verður skipað eftir námsætlanini.

Endamál
Snar er ein opin undirvísingarportalur, sum hevur til endamáls at savna og skipa talgilt tilfar til undirvísing.  Bygnaðurin er gjørdur út frá námsætlanunum. Endamálið er at gera tað lættari hjá lærarum, undirvísarum, næmingum, foreldrum og øðrum  at finna fram tilfar, tænastur og aðra kunning, sum eru ætlað skúla og undirvísing.

Dentur verður lagdur á, at tilfar, tænastur og kunning eru í miðdeplinum á Snar. Tilfar, tænastur og kunning skulu so vítt gjørligt vera frítt atkomulig hjá brúkarunum. Upphavsrættur og annað kann kortini í ávísum førum avmarka atkomuna.

Vísjón og mál

Nám hevur vísjónina um, at savna og slóða fyri, so at borgarin hevur bestu fortreytir at læra og mennast.

Snar er partur av hesari vísjón og hevur sett sær málini, at útvega lærarum og næmingum dygdargott, fjølbroytt  og tíðarhóskandi nettilfar til allar lærugreinir og øll aldursstig í fólkaskúla, í miðnám, í dagstovnum og  í øðrum útbúgvingum. Hetta eru stór mál, ið ikki kunnu røkkast eftir stuttari tíð. Í fyrstu atløgu verður mesta orkan brúkt at savna og skipa tilfar til fólkaskúlan, men málið er, at tað við tíðini legst meira tilfar afturat øllum málbólkum.

Alt nettilfar á Snar er fakliga, námsfrøðiliga og málsliga væl viðgjørt og í tráð við námsætlanir og regluverk annars.

Umframt vísjónina hevur ritstjórnin sett sær mál, ið tryggja skilagóða raðfesting og dygd. Hesi mál eru:

At raðfesta tilfar um føroysk viðurskifti, so sum mál, søga, samfelagskunning og landafrøði.

At menna nettilfar í einum formi sum hóskar til miðilin, soleiðis at samvirkni, myndir, filmar og ljóð verða ein natúrligur partur av tilfarinum.

At skipa og menna nettilfar á Snar, ið stuðla næmingalagaða  undirvísing og læra alt lívið.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017