Megabýir í 2015
Í einum megabýi búgva fleiri enn 10 milliónir fólk. Bæði her hjá okkum og úti í heimi er gongdin, at fleiri og fleiri fólk savnast í býum at búgva. Tí veksur talið á megabýum. Á rásini TestTube hevur Kim Horcher í 2015 eina frágreiðing um teir 28 megabýir, sum tá vóru.
Uppgávur:
Hvør er heimsins størsti býur?
Leitið eftir megabýum á Wikipedia. Hvussu nógvir megabýir eru í nýggjasta yvirliti?
Hvat kalla vit gongdini, tá fólk flyta av bygd og í ein bý at búgva?