Skip to main content

 

 


Brasil


Lyklatøl

Høvuðsstaður
Brasilia

Vídd: 8.511.970 km2

Fólkatal: 203.429.773

Alment mál:
portugisiskt

Átrúnaður:
kristindómur 90% aðrir 10%

Stýrsilag:
fólkaræðið, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: réalur (BRL)

Brasil

Brasil er størsta landi í Suðuramerika og er næstan helvtin av øllum meginlandinum. Úr 16. til 19. øld (1822) var Brasil portugisiskt hjáland, og tað vóru portugisar, ið nevndu landið Brasil eftir tropiska reyðviðinum bresilja. Í landnyrðingspartinum í landinum eru oyðimerkur, norðanfyri og vestanfyri eru ovurstórir regnskógir, og sunnanfyri eru óføra víðar grasfløtur. Av tí at veðurlagið er so fjølbroytt, ber til at dyrka mest sum allar búnaðarvørur. Í Brasil eru bæði nútímans stórbýir og ógranskað villmørk. Fyri sunnan eru áirnar Paraguay og Paraná vorðnar byrgdar og veittar í Itaipúbyrgingina, sum er heimsins størsta vatnorkuverkætlan. Strondin í Brasil, úr Franska Gujana til Uruguai, er 7.400 km long. Í Rio de Janeiro kemur nógv fólk úr býnum og nógv ferðafólk oman á sandin at sóla sær, hitta vinir og spæla flogbólt. Best umtókta strondin í Rio de Janeiro er Copacapana. Í baksýni er vakra fjallið Sukurtindurin. Bara góðir svimjarar fara út um lónna, tí at har rekur so hart.

Býurin Brasilia varð bygdur seinast í 1950-árunum, sum liður í at myndugleikarnir royndu at fáa fólk at búseta seg inni í landinum. Í 1960 gjørdist hann høvuðsstaður í Brasil í staðin fyri Rio de Janeiro. Býurin er bygdur sum eitt flogfar; handilsøkið er, har ferðafólkið situr, bústaðarøkið er í veingjunum, og stjórnin í stýrhúsinum. Djørv og sjáldsom byggilist - eitt nú glaskirkjan - eyðkenna henda nýmótans býin.

Stór framgongd og húsagangur hava leingi eyðkent brasilska búskapin. Í 1960- og 1970-árunum var stórur búskaparvøkstur í landinum. So kom stígur í, og stutt eftir fór Brasil á húsagang og var heimsins størsta skuldartjóð. Størsti trupulleikin hjá stjórnini er at gjalda ovurstóru skuldina aftur. Men stórt náttúruríkidømi er í Brasil, t.d. gull og jarnmálmur, og námsvinnan er ein av týdningarmestu vinnuvegunum. Brasil er bæði ríkt og fátækt land. Nakrir stórbøndur og vinnulívsmenn eru ófatiliga ríkir, men flestu fólk á bygd eru fátæk. Fólkaræði hevur verið í landinum síðan 1985, men mutur og svik er framvegis stórt vandamál í brasilskum politikki.

Fólkið í Brasil er nógv blandað. Nøkur eru ættað frá indiánunum, sum hava verið í Brasil í fleiri túsund ár; onnur frá portugisarum, sum ráddu har í 300 ár. Mangir brasilianar hava afrikanskar forfedrar, ið vórðu førdir til Brasil sum trælir í 17. øld at arbeiða í sukurlundunum. Fyrst í 20. øld komu mangir japanskir tilflytarar higar, tí at grøðin í Japan varð miseydnað. Mangir evropearar eru eisini fluttir til Brasil í 20. øld; teir hava búsett seg í syðra parti í landinum. Landsluturin Bahia í Landnyrðingsbrasil var tann fyrsti, sum evropearar løgdu undir seg. Seinni gjørdist Bahia kendur fyri, at svartir trælakokkar gjørdu góðar fiskarættir, sum teir smakkaðu til við kryddi úr Afrika. Á strondunum í Bahia selja konufólk enn hesar rættir umframt góðgæti úr kokos og leskiligar, kryddaðar fiskaposteiir.

Tríggir fjórðingar av fólkinum í Brasil búgva í býum; teir flestu eru bygdir tætt við strondina. Mong fólk eru flutt av bygd og til býirnar at leita eftir arbeiði og betri korum. Í mong ár vuksu býirnir ógvuliga skjótt, men nú vaksa teir minni. Størsti býur er Sáo Paulo; fleiri enn 19 milliónir fólk búgva har.
 
Bráður býarvøkstur og stórt íbúðartrot hava havt við sær, at einar 25 milliónir fólk búgva í vesaligum fátækrabýlingum, nevndir favelas, í býarútryðjunum. Flestu húsini hava fólk sjálv bygt av burturblakaðum byggitilfari, men bygt verður eisini við viði, múrsteinum og sementi, sum verður keypt. Mong hús hava hvørki vatn ella kloakkskipan.

Av tí at Portugal, ið er katólskt land, hevði yvirvaldið í Brasil í 300 ár, eru flestu fólk í Brasil katolikkar, og hvør býur og hvør bygd hava sítt egna verndarhalgimenni. Men fleiri milliónir brasilianar tilbiðja eisini gudar og andar úr gomlum afrikonskum átrúnaðum. Í desember og januar leggja fólk afrikonsku havgudinnuni, Iemanjá, gávur á strondina, t.d. blómur, sápu og frukt, í teirri vón, at nýggjársynski teirra skulu ganga út.

Allir brasilianar spæla fótbólt ella hyggja at fótbólti, og í øllum stórum býum eru stórir bóltvøllir. Stóri Maracanavøllurin í Rio de Janeiro, sum var gjørdur til HM-meistaraskapin í fótbólti í 1950, rúmar 85.000 áskoðarum. Brasil hevur vunnið heimsmeistaraheitið fleiri ferðir enn nakað annað land. Mangir fótbóltsspælarar úr Brasil spæla uttanlands á kendum fótbóltsliðum í Portugal, Spania, Onglandi og Italia.

Brasil er mestsum sjálvbjargið við matvørum og øðrum nýtsluvørum, men landinum tørvar inntøku til tess at gjalda aftur stóru uttanlandsskuldina. Týdningarmestu útflutningsvørurnar, eru kaffi, steinsløg og flogfør, men eisini bilar, ið serliga verða seldir til Argentina. Meginparturin av vinnuídnaðinum í Brasil er í tríhyrninginum ímillum ídnaðarbýirnar Rio de  Janeiro, Sáo Paulo og Belo Horizonte.

Brasil er tað land í heiminum, sum dyrkar og flytur út mest kaffi. Tað verður dyrkað í stórum lundum, tær flestu eru í statunum Paraná og Sáo Paulo. Kaffi er tó bara ein høvuðsgrøðin; nógv verður eisini dyrkað av soyabønum, sukurrørum og bummull. Fá lond í heiminum dyrka fleiri appilsinir, bananir og kakaobønir enn Brasil. Um triði hvør brasiliani starvast í landbúnaðinum. Garðarnir eru misjavnir til støddar, úr smábrúkum til veldugar stórgarðar. Flestu verkafólk í landbúnaðinum stríðast og strevast fyri heilt lítla løn; men nakrir fáir stórbøndur vinna ómetaligan pening og eru so ríkir, sum fá kunnu ímynda sær.

Høgi oljuprísurin í 1970-árunum noyddi Brasil at fáa sær okkurt annað brennievni. Granskarar komu eftir, at etanol, ið verður vunnið burtur úr geraðum avlopstilfari av sukurrørum, var væl nýtiligt. Tað er bíligari enn vanligt bensin og dálkar ikki so illa, tí at minni koltvísúrevni kemur frá brenningini. Triði hvør bilur í Brasil koyrir nú við hesum "grøna brennievni".
 
Amasoná og áirnar, ið renna í hana, eins og mýrar og vøtn, eru ovurstórt feskvatnsøki. Amasoná rennur úr Andesfjøllum í Peru og verður alsamt størri og breiðari, sum hon rennur eystur ígjøgnum Suðuramerika og út í Atlantshav. Áin er 6.439 km. Longra helvtin á ánni rennur ígjøgnum Brasil, og er hon týdningarmesta flutningsleið í landinum. Stór skip sigla langt inn í landið, enntá til nýmótans býin Manaus, einar 1600 km úr Atlantshavsstrondini. Á hvørjum ári fer áin upp um áarbakkarnar, og nógv móra, ið taðar væl, legst á markirnar.

Størsti regnskógur á jørðini er í Amasonlendinum; lendið er næstan líka so stórt sum Avstralia og er triðingurin av Suðuramerika. Meginparturin av skóginum er í Brasil, báðumegin Amasoná. Í skógunum liva alskyns súgdýr, fuglar, skriðdýr og skordýr; har hava eisini mong indiánsk fólkasløg búð í fleiri túsund ár. Men regnskógurin er viðbrekin, og nú eru bæði dýr og upprunafólk í vanda fyri at verða týnd, tí at skógurin verður høgdur niður. Myndugleikarnir í Brasil hava seinastu árini ruddað stór skógarlendi og eggjað ognarleysum fólki at keypa sær búnaðarjørð og búseta seg har. Men jørðin er grunn, og eftir stuttari tíð ber hon onga grøði. Stórir partar av skóginum eru týndir, tí at trøini verða feld fyri at fáa við og landbúnaðarjørð til fólk, ið flytur til skógarøkið at búgva. Slakur triðingur av regnskóginum í Brasil er ruddaður at útvega ovurstóru neytagørðunum beiti. Men eftir fáum árum er beitið avbitið. So verður flutt og farið at fella trø aðrastaðni í skóginum.

Fyrr vóru um 5 milliónir indiánar í regnskóginum. Nú eru teir færri enn 200.000. Tey flestu eru flakkfólk; brenna eitt skógarøki av, dyrka tað og veiða har um vegir eina tíð og flyta so til annað øki. Hesin lívsháttur hevur við sær, at indiánarnir hava ikki týnt skógin. Men eftir at fremmand fólk uttaneftir komu inn í skóg in, eru mangir indiánar deyðir av sjúkum, sum t.d. krími og meslingum, tí at teir eru ikki mótstøðuførir ímóti hesum sjúkum.
   
Í skógunum vaksa plantur, ið verða brúktar sum ráevni í mongum dýrum ídnaðarvørum, t.d. gummi, máling, lakki, smyrsli og týdningarmest og fram um alt í heilivági. Í børkinum á kinatrænum er kinin, ið er heilivágur fyri malariu. Í øðrum plantum eru evni, sum verða nýtt í viðgerð fyri krabbamein. Túsundtals íbinholt-, tekk- og mahognitrø verða á hvørjum ári feld til útflutnings. Nú verða fólk eggjað til at keypa møblar av nálaviði, t.d. furu, sum veksur nógv skjótari.

Síðstu tredivu árini er nógv gull og eisini onnur steinsløg funnin í regnskóginum í Amasonlendinum. Við býin Carjas var av tilvild komið fram á eitt jarnmálmsfjall, tá ið ein jarðfrøðingur noyddist at seta seg við tyrlu sínari. Koparmálmur og manganmálmur vórðu eisini funnir har. Námsvinnan hevur stóran búskaparligan týdning í Brasil; men hon fer illa við viðbrekna regnskóginum.

Í fýra dagar og nætur beint fyri føstuinngang er stórt føstulávintshald í Brasil. Fólk koma úr øllum heiminum til heimsgitna karnevalið í Rio de Janeiro, har dansur og skrúðgongur eru í gøtunum og kappingar um vakrasta skreytbúnan. Nátt og dag eru gøturnar fullar av skreytklæddum fólki; tey stuttleika sær og dansa sambadans. Hátíðarligasta løtan av øllum er, tá ið prýddu vognarnir og dansiliðini av sambaskúlunum í býnum koma ígjøgnum gøturnar.
 

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags ogFøroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.