• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

8. november fer føroyski leikbólkurin Det Ferösche Compagnie at frumframføra leikin Hamlet eftir William Shakespeare í Norðurlandahúsinum.

Undirvísingarportalurin Snar hevur sett hetta tilfar saman til miðnám at brúka púra frítt undan og eftir sýningunum. Undirvísingargongdir eru gjørdar, og víst verður annars til temasíðuna hjá Snar um Shakespeare, sum fylti 400 ár í 2016.

Um pallsetingina sigur leikstjórin, Búi Dam: - Vit stremba eftir at skapa eina sýning, sum er eyðskild, øllum atkomulig, samstundis sum vit vilja vera trúgv ímóti ófatiliga kompleksitetinum og vakurleikanum í skaldskapinum hjá Shakespeare.


Undirvísingargongd

Studentaskúlalærararnir, Marianna Hoydal og Hanus Iversen, hava gjørt uppskot til undirvísingargongd til miðnám í føroyskum í sambandi við, at nýtýddi Hamlet-leikurin verður framførdur.

Far til undirvísingargongd

 

 


Leikarar

Hamlet: Kjartan Hansen

Ofelia: Kristina Sørensen Ougaard

Claudius: Sofía Nolsøe Mikkelsen

Gertrud: Annika Johannessen

Horatio: Búi Dam

Polonius: Hans Tórgarð

Laertes: Búi Rouch

Rosencrantz / Guildenstjern: Mariann Hansen


Longsta verk hjá Shakespeare

Leikritið hevur Shakespeare skrivað um ársskiftið 1600, og tað er hansara longsta og mest umfatandi verk. Í leikinum viðger skaldið so at siga alt: heimspeki, samfelag, politikk, mystikk, sálarfrøði, átrúnað, girnd, alsk, familju, vinalag, forelskilsi o.a. Samstundis er Hamlet ein spennandi søga um hevnd og kærleika. Hans Tórgarð hevur týtt tekstin.

Leikrit í styttari útgávu

Alt leikritið

Oftast á palli

Eingin sjónleikur er so ofta framførdur sum Hamlet, og eingin uppspunnin persónsmenska er so ofta viðgjørd og siterað sum Hamlet, ja, úr rúgvismikla tilfarinum, sum er skrivað um Hamlet, kundi ein bygt ein heilan heim. Hamlet er eitt fyribrigdi kring allan heimin, og kortini er leikurin ongantíð settur upp í Føroyum. Pallsetanin hjá Det Ferösche Compagnie av meistaraverkinum hjá Shakespeare er tí av alstórum týdningi; Føroyar verða settar á hugvísindaliga heimskortið, sum tad mesta av heiminum er felags um. 

At verða sjálvstøðug ella ikki sjálvstøðug, er tað kanska spurningurin?

Leikurin Hamlet, sum er um ein dana, er á føroyskum máli. Ein føroysk týðing eftir Heðin Brú varð givin út í 1969, men tørvur er at nútíðargera leikritið, siga fyrireikararnir og hava sett Hans Torgarð á uppgávu. Hans er ein meistari í at mýkja og tamba málið uttan at tað upprunaliga hvørvur, verður sagt undan frumframførsluni.

Høvuðspersónurin, Hamlet, er danski prinsurin á Krúnborg Slotti. Men nú leikurin tekur við, er hann ein av okkum, og tað er líkamikið, hvaðani hann kemur. Hann setir okkara leiklut í Ríkisfelagsskapinum í perspektiv og fær okkum at spyrja: hvørji eru vit?

At verða sjálvstøðug ella ikki sjálvstøðug, er tað kanska spurningurin?


Kjartan er Hamlet

Kjartan Hansen spælur Hamlet. Hamlet er krúnprinsur í Danmark. Hann lesur í útlondum, men er komin heim til jarðarferðina hjá pápa sínum, Hamlet Kongi. Heima á Kronborg slotti fær Hamlet ein hvøkk, tá ið mamma hansara giftir seg uppaftur við pápabeiggja hansara, Claudiusi, beint eftir jarðarferðina. Og tá hann so sær pápa sín spøkja á slottinum, veit hann sum er; at alt ruggar ikki rætt í danska kongaríkinum. Her er ein brellbiti, sum gevur okkum eina ábending um, hvat vit kunnu vænta at síggja, tá Det Ferösche Compagnie setur kendasta leikin hjá Shakespeare á pall í øllum Norðurlandahúsinum. - Men tað er okkara Hamlet, sigur Búi, sum er leikstjóri og spælir Horatio.


Tríggir leikarar greiða frá




Ofelia - Kristina Sørensen Ougaard sigur frá Gyllinkrans - Mariann Hansen sigur frá Polonius - Hans Tórgarð sigur frá

Byrjar við deyða

Meðan leikurin um Hamlet endar við at hann doyr, so byrjar framførslan hjá Det Ferösche Compagnie júst har. Hamlet er deyður og skal jarðast. Jarðarferðin hjá Hamlet er kjarnin í tulkingini hjá leikbólkinum, og hvat er meira føroyskt enn ein jarðarferð, spyrja fyrireikararnir.

Við teim leikandi fara vit í kirkju, út á grøvina og í ervi. Vit syngja sálmar og lurta eftir prædiku og spakuliga umskapast alt. Stórar kenslur koma í spæl og mitt í kensluliga ódnarveðrinum stendur áskoðarafjøldin og eygleiðir, hvussu leikurin ítøkiliga flytir seg yvir í tað magiska, og hvussu ein góð føroysk jarðarferð skiftir kós frá jarðbundnum ævinleika til kosmiskt kaos.

Fyrireikararnir siga, at leikurin verður "site-specific" ella staðartengdur soleiðis at skilja, at hølini í Norðurlandahúsinum hava avgerandi týdning fyri, hvussu leikurin verður mentur og samansettur. Leikstjórin vil tillaga leikin eftir arkitekturinum og húsið verður umskapað til leikin, og leikurin verður umskapaður til húsið.

Jarðarferð

Hamlet er ein tragedia og tí doyggja nógv. Ja, fá koma av pallinum á lívi. Tí setur Det Ferösche Compagnie  tað føroysku jarðarferðina sum karm um leikin. Tríeindin tá flutt verður frá stað til stað - í kirkju, út á kirkjugarð, til ervi - er ein dramaturgisk gongd, sum er okkum føroyingum avbera væl kend, og tað er ikki sørt, at  vit eru errin av okkara siðum, tá ið vit jarða okkara deyðu; ja, einki kann savna føroyingin, sum deyðin, verður sagt í skránni, sum at enda sigur: 8. novembur 2019 fer deyðin at halda hov í Norðurlandahúsinum. Eftir jarðarferð kunnu vit lesa minningarorð í miðlunum um tann deyða. Henda siðvenja stendur serliga sterk í Føroyum og Íslandi.


Hamlet í biografi

Hamlet er millum mest filmaðu søgur í allari biografsøguni. Her er ein brellbiti, sum í 40 sekund boðar frá, at Hamlet við stjørnuni Benedict Cumberbatch í høvuðsleiklutinum, eisini kundi takast niður og verða vístur í biografum í 2015:

Uppgáva: skiftið orð um munin at síggja somu søgu á palli og á lørifti.


Ein skúlatími við Cumberbatch um Hamlet

Bretski sjónvarpsverturin, Melvyn Bragg (f.1939), tosar við kenda og fleirfalt virðislønta leikaran Benedict Cumberbatch (f.1976) um at spæla Hamlet, sum er størsti leiklutur hjá Shakespeare. Samrøðan, sum varir 42 minuttir, er gjørd á The Barbican í London.

Hygg at samrøðuni

Uppgáva: Ger saman við læraranum ein lista við kendum Hamlet-leikarum og finn teir á netinum. Inngangurin í samrøðuni er ein greið ábending um teir kendastu Hamlet leikararnar. Er nakar av hesum, sum eftir tínari hugsan skarar framúr? Greið frá hví og grunda yvir, um leikluturin sum Hamlet kann kennast yvirtulkaður, og hvar tað markið møguliga er.


Sámal Soll hevur skrivað greinina, sum fyrstu ferð var á prenti í Dimmalætting 4. oktober 2019

Hóast William Shakespeare verður mettur sum heimsins fremsti leikritahøvundur, verða spurnartekn sett við, um hann yvirhøvur skrivaði sínar leikir sjálvur. Sum heild vita vit øgiliga lítið ítøkiligt um lívið hjá Shakespeare

Í sambandi við, at heimsins mætasta leikverk, Hamlet eftir William Shakespeare, verður framført í Føroyum, fer Snar í samstarvi við føroyska leikbólkin Det Ferösche Compagnie at hava greinir í sambandi við leikin og høvundan á temasíðuni. Hamlet verður sýndur fyrstu ferð í Norðurlandahúsinum 8. november.

Les meira

Sámal Soll hevur skrivað greinina, sum fyrstu ferð var á prenti í Dimmalætting 4. oktober 2019

Ofelia er ein “góð genta,” ið aktar pápa sín og verður svikin av Hamlet, sum ikki hevur tíð til hana, tí hann má spæla svakur og leggja ætlanir um at hevna pápa sín. “Get thee to a nunnery!” sigur hann, sum á døgum Shakespeares bæði merkti - bókstaviliga - nunnukleystur, men sum eisini var eitt slangorð fyri horuhús. Ikki eiti á máti at blíva dumpað av sjeikinum!

Í sambandi við, at heimsins mætasta leikverk, Hamlet eftir William Shakespeare, verður framført í Føroyum, fer Snar í samstarvi við føroyska leikbólkin Det Ferösche Compagnie at hava greinir í sambandi við leikin og høvundan á temasíðuni. Hamlet verður sýndur fyrstu ferð í Norðurlandahúsinum 8. november.

Les meira


Theodor Eli Dam Olsen hevur skrivað greinina, sum fyrstu ferð var á prenti í Dimmalætting 11. oktober 2019

Ímynda tær, at pápi tín er dripin. Pápabeiggi tín myrdi hann, og nú ert tú boðin við í brúdleypið hjá honum og mammu tíni.

Eingin sjónleikur er so ofta spældur sum Hamlet, og nú verður hann framførdur fyri fyrstu ferð í Føroyum.

Hamlet er ein spennandi søga um hevnd og kærleika. Ein sorgarleikur, har fá koma livandi av pallinum. Harafturat setur nýggja  uppsetingin ta føroysku jarðarferðina sum karm um leikin. Einki kann savna føroyingin, sum deyðin, verður sagt.

Les meira


Meinhard Jensen hevur skrivað greinina, sum fyrstu ferð var á prenti í Dimmalætting 18. oktober 2019

Fátt er sum Shakespeare. Vit eru heppin at duga so væl enskt, vit sum eru fødd eftir 1970, tí at vit fáa tað fyri onki at forstanda leikirnar hjá honum. Havi lisið um fólk í Japan, sum hava lært seg danskt fyri at forstanda Kierkegaard. Kanska fer man at læra seg russiskt fyri at kunna lesa Dostojevskij.

Les meira

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019