Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Asia


Japan


Lyklatøl

Høvuðsstaður:
Tokyo

Vídd: 377.800 km2

Fólkatal: 126.804.433  

Almentmál:
japanskt

Átrúnaður: 
shintoisma og buddisma 92%, aðrir 8%

Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: 
yen (JPY)

Japan

Japan er sum ein oyggjabogi suður við eysturstrond Asia. Landið er 2.500 km langt, og har eru um 4.000 oyggjar. Mesta fólkið býr á teimum fyra stóru oyggjunum - Honshu, Hokkaido, Shikoku og Kyushu. Slættlendi er næstan einki. Meiri enn tríggir fjórðingar av landinum er berligt fjallalendi og kann hvørki nýtast sum byggilendi ella dyrkilendi. Men japanar leggja lendið inn, har teir kunnu - skjóta bríkar at dyrka á inn í brøttu líðirnar og byrgja og turka láglendi fram við strondini. Veðurlagið í Japan er ymiskt. Í oyggjunum fyri sunnan er lýtt alt árið, men longri norður tú kemur, kaldari verður, og um veturin legst nógvur kavi í fjallalendinum fyri norðan. Á japonskum eitur landið Nippon, "Sólarrislandið".

Fleiri hundrað jarðskjálvtar eru í Japan um árið. Næstan hvønn dag eru veikar ristingar í jørðini, og eisini eru harðligir skjálvtar, ið kortini ikki gera stóran skaða. Harðir jarðskjálvtar, ið gera stóran skaða og týna mong mannalív, eru nógv sjáldnari. Tá rapa hús og brýr, vegir og jarnbreytir fara í sor, og stórir eldar kykna. Tílíkur jarðskjalvti var í havnabýnum Kobe í januar 1995; fleiri enn 5.000 fólk doyðu. Jarðskjálvtavenjingar eru javnan í skúlum, á verksmiðjum og heima við hús. Skúlabørnini skulu læra at leypa undir skúlaborðini at verja seg fyri tí, sum kann detta undan loftinum.

Fujiyama á oynni Honshu er hægsta fjall í Japan, tað er 3.776 m. Tey, sum hoyra til shintotrúnna, ið er ein av størstu átrúnaðunum í Japan, halda fjallið verða heilagt. Á hvørjum ári fara túsundtals pílagrímar tungu leiðina upp á fjallið í shintohalgidómin hægst á fjallinum. Mangir japanar halda Fujiyamafjall vera tjóðarmerki landsins og hava mynd ella málning av fjallinum uppi á bróstinum í húsum sínum. Fujiyamafjall er stórt, strýtuskapað gosfjall. Seinastu ferð tað goysti, var í 1707.

Bæði nýggir og gamlir bygningar í Japan eru bygdir við tí í huga, at har javnan er jarðskjálvti. Sterk súla, sum er sett langt niður í jørðina, stendur mitt upp ígjøgnum gomlu templini, ið verða nevnd pagodur. Nýmótans háhús eru rætthyrnt og hava tjúkkar veggir, styrktir við stálbjálkum. Mong háhús standa á stál- og gummiputum, sum minka munandi um ristingarnar av einum jarðskjálvta.

Í øldir var Japan stonkt fyri útlendingum og avbyrgt frá umheiminum. Nú á døgum er Japan ógvuliga framkomið ídnaðar- og tøkniveldi og av ríkastu londum í heiminum. Hetta er merkisvert, tí at næstan einki náttúrutilfeingi er í landinum og dyrkilendi lítið; tí má Japan keypa og flyta inn næstan alla rávøru. Japanska fólkið arbeiðir nógv. Lívskorini eru góð, og onga aðrastaðni uttan í San Marino liva fólk so leingi í miðal. Ávirkanin úr Vesturheiminum er stór, men japanar eru ernir av gomlu mentan síni.

Japan er elsta trúnarvingakeisaraveldi í heiminum. Tað er upprunaliga úr 6. øld. Fyrr hevði keisarin stórt vald, og flestir japanar virdu hann sum ein gud. Men tá ið Japan tapti og mátti geva seg undir í øðrum heimsbardaga, varð hetta broytt, og keisarin mátti siga alt politiskt vald frá sær. Keisarin, sum nú er í Japan, Akihito, er 125. trúnarvingin ísomu ætt. Japanska fólkið hevur stóra virðing fyri honum, men hann hevur einki politiskt vald.

Japan er búskaparligt stórveldi, sum ger íløgur um allan heim. Sjey av tíggju teimum størstu handilsbankunum í heiminum eru japanskir. Búskapar- og ídnaðarmiðdepilin í Japan er høvuðsstaðurin Tokyo. Mitt í býnum eru heimsins  næst størsti virðisbrævamarknaður og høvuðsskrivstovur hjá mongum bankum og ídnaðarsamtøkum. Sagt verður, at harður jarðskjálvti her hevði elvt til búskaparligan ruðuleika í heiminum.

Ein av høvuðsorsøkunum, at ídnaðurin er vaksin so skjótt, er, at japanar arbeiða ógvuliga hart. Teir virða arbeiðið nógv og eru trúgvir ímóti arbeiðsgevara sínum. Mangar av stóru fyritøkunum eru sum eitt stórt húski; tær útvega starvsfólkunum íbúð og ókeypis heilsurøkt. Japanskar fyritøkur gera mest sum alla vøru, t.d. bilar, hátøkni og vísindaligan útbúnað. Bilídnaðurin í Japan er tann størsti í heiminum.

Nógva fólkið og lítla byggilendi ger, at Japan er ógvuliga fjølbygt land. Ovurdýrt er at keypa grundøki, helst í stórbýunum, og mong fólk hava langan veg til arbeiðis. Í trokingartíðini eru tokini so fullsett, at vaktarmenn mega stúva fólk inn í vognarnar. Langa og møðisliga ferðingin gav japonskum verkfrøðingum hugskotið at uppfinna  farspælaran (walkmannin), so at fólk kundu lurta eftir tónleiki, meðan tey koyrdu.

Hóast bara tíggjundaparturin av Japan er nýtiligt dyrkilendi, hevur Japan altíð verið sjálvbjargið við rísi. Mest verður velt av rísi, og tað verður etið næstan hvønn dag. Rísið verður dyrkað á smáum gørðum, og bøndurnir nýta framkomnar maskinur, bæði tá ið teir sáða og heysta. Arbeiðið er skjótt frá hondini, og mangir bøndur hava annað starv framíhjá.

Av tí at Japan er oyggjaland, er nógv fiskivinna. Japanar veiða og eta meiri fisk enn nakað annað fólk, og teir hava heimsins størsta fiskiskipaflota. Hundraðtals fiskavirki eru fram við allari strondini, haðan smá fiskifør rógva út á landleiðini. Á djúpum vatni verður fiskað við stórum trolarum. Summir trolarar hava verksmiðju og hagreiða fiskin umborð. Japanar hava eisini stóran flota, sum fiskar víða um í heiminum, teir hava m.a. roynt undir Føroyum eftir svartkjafti og tunfiski. Japanar hava eisini framkomna alivinnu.

Mong fiskasløg og ymiskur skelmatur verða etin rá, nevnt sushi. Maturin verður skreytliga lagdur á lakkaðan borðisk ella fjøl.

Japanar eru góðir við náttúruna og fylgja væl við, hvussu árstíðirnar skifta. Tá ið kirsuberjatræið blómar, er várið á veg. Tað blómar fyrst í Suður-kyushu, og í sjónvarpstíðindunum siga teir so frá, nær ið blómar norður ígjøgnum landið. Blómurnar standa bara nakrar fáar dagar, fólk hátíðarhalda hetta og fara útferð undir kirsuberjatrøunum.

Japanskir urtagarðar eru vandaliga lagdir og anda av friði og vakurleika. Har eru sandar, grótrúgvur, gøtur, trø, løkir og byrgdir hyljar. Og alt er gjørt soleiðis, at tað er í samljóði hvørt við annað, so at fólk kunnu koma hagar at hvíla seg og hugsa. Mangir urtagarðar eru gjørdir við zenbuddismuni í huga, sum er ein grein av buddismuni; hon leggur stóran dent á sjálvsaga og djúphugsan.

Í Japan verður stórur dentur lagdur á at taka sær væl av børnunum. Tey hava sín egna høgtíðardag, dagur barnanna. Ein annan høgtíðardag, "sjey fimm trýdagin", verða børnini latin í skreytklæði og tikin við í tempul. Nógv verður kravt av børnunum í skúlanum, og vanligt er, at tey hava eykaundirvísing um kvøldið og leygardag.

Japanar fara í kimino høgtíðardagar og aðrar hátíðarligar løtur. Kimino (merkir "klæði") er síðermd kápa við breiðum belti um miðjuna. Hann er vovin úr silki, bummull ella ull. Mangir silkikiminoar eru litfagrir og vakurt baldýraðir.

Japanska te-drykkjuhaldið er hátíðarligur siður, og tað tekur mong ár at læra seg kynstrið at gera teið til, seta tað á borðið og drekka tað. Te-drykkjuhald er úti ella í træhúsum, bygd at drekka te í; har skal verða stilt og friðsælt. Verturin kókar ein tjúkkan drykk av fínmalnum, grønum tei, sum so verður tynt og skonkt gestunum.

Japanar eru heilt burtur í ítrótt, annaðhvørt teir eru áskoðarar ella íðka sjálvir. Best umtókta liðítróttin er hornabóltur, sum kom til Japans úr USA - japanska hornabóltsdeildin. Ein gomul ítrótt í Japan er sumo-glíming. Skal glímari standa seg væl, má hann verða bæði tungur og sterkur, so sumoglímarar eta nógvan góðan mat. Golf er ógvuliga væl umtókt í Japan. Venjingarbreytirnar eru ofta í fleiri hæddum fyri at spara undirlendi.