Jemen
Lyklatøl
Høvuðsstaður:
Sana
Vídd: 527.970 km2
Fólkatalautodesk inventor 2010 free download autocad 2011 viewer autodesk psg oem software autocad 2004: 22.858.238
Almentmál: arabiskt
Átrúnaður: islam 97% aðrir 3%
Stýrirlag: fólkaræði fleirflokkaskipan
Gjaldoyra: jemenskur riyal (YER)
Jemen
Lýðveldi Jemen varð sett á stovn í 1990, tá ið Norðurjemen og Suðurjemen løgdu saman. Jemen er í útsynningshorninum á Arabianesi. Landið er nógv fruktabetri enn hini londini har um leiðir. Í hálendinum fyri vestan er gott akurlendi, og tað regnar summarhálvárið. Við strondina og í fjøllunum fyri eystan er turt, heitt og berligt. Jemen er fátækari og minni framkomið enn grannalondini. Men í 1980 varð olja funnin har, og tað hevur bøtt um framtíðarútlitini í landinum.
Sana, høvuðsstaðurin í Jemen, var bygdur í fornøld og er gitin fyri jemensku byggifrøðilist sína. Í gamla býlinginum eru enn mong 400 ára gomul sambygd hús í trimum til fýra hæddum. Tey eru úr sólturkaðum tigulsteini, og útveggirnir eru prýddir við ljósum myndbondum. Nú verður arbeitt við at friða og varðveita henda sjáldsama býling.
Aden er ein av størstu býunum í Jemen og størsti havnabýur í landinum. Av tí at býurin er við Adenflógva, hevur hann alt síðan fornøld verið týdningarmikil havnabýur. Nú á døgum er hann ídnaðarmiðdepil, har eru oljureinsiverk og altjóða flogvøllur.
Nógvastaðni í Jemen hava teir í øldir laðað bríkar upp eftir líðunum fyri at fáa meiri dyrkilendi. Summar bríkar eru fleiri enn 1.300 ára gamlar. Meiri enn helvtin av jemenska fólkinum eru bøndur. Teir dyrka korn, t.d. hveiti og durra, aldinfruktir og dadlur, og halda seyð, geitir og neyt. Kaffi og bummull verða eisini dyrkað, mest til útflutnings.
Sagt verður, at jemenittar vóru fyrstu fólk, ið drukku kaffi, og nakrar av bestu og kendastu kaffibønunum verða dyrkaðar her. Jemen er eisini kent fyri eina plantu, sum eitur qat. Bløðini á henni verða tugd ella nýtt til te, og stimbrandi evni er í teimum. Qatgildi eru týðandi partur í jemenskari mentan.
Flestu jemenittar eru muslimskir arabar, ið hoyra til ymsar ættir. Hvør ætt velur ein høvding, "shaykh" (merkir gamal maður), og hevur egnar siðir, egin klæði og egna fólkamentan. Ættarbondini eru sterk, fólk liva í stórættum, ofta mong ættarlið saman í stórum húsum. Ættarbondini er sterkast í Norðurjemen.
Mannfólkini í ættini ganga ofta við stórum slíðraknívi hangandi við beltið.
Miðeystur
Hetta landaøkið fer inn í Útsynningsásia. Meginparturin av lendinum er turr oyðimørk og berligt fjallalendi. Fyrst í 20. øld var nógv olja funnin við Persaflógva. Nú á døgum er olja høvuðsinntøka hjá mongum londum í hesum øki. Økið hevur eisini djúpar søguligar røtur, tí at tað varð her, at heimsins fyrstu býir vórðu bygdir, og her tók ein av størstu átrúnaðum í heiminum seg upp - islam. Meginparturin av fólkinum í hesum londum eru muslimar, og høvuðsmálið er arábiskt - heilaga mál muslimanna. Mong kríggj og hart stríð hava verið í hesum londum seinastu árini.
Meiri enn 65% av allari olju, vit nú vita um, er í londunum við Persaflógva, og hiðani kemur triðingurin av allari olju, sum heimurin framleiðir um dagin. Hesi lond eru vorðin ovurrík, og ríkidømið hevur havt við sær stórar samfelagsligar broytingar og menning í ídnaðinum. Oljan hevur eisini gjørt, at hesi lond hava fingið stóran altjóða týdning, alstóra ávirkan á heimsbúskapin og politisku viðurskiftini í heiminum.
Tá ið fruktagóða lendið fram við Evfrat og Tigris er frá og lendið við strendurnar og kring grønurnar, er meginparturin av Miðeystri heit og turr oyðimørk. Ein teirra er Rub al Kali (Tómi Fjórðingurin), sum er ovurstór sandoyðimørk í Saudiarábia. Stórir partar av oyðimørkunum eru púra óbygdir, tí at har er einki vatn.
Seinastu árini hevur javnan verið kríggj ímillum lond við Persaflógva, og hundrað-túsundtals fólk hava latið lív. Í 1980 elvdi gamla markna-ósemjan ímillum Iran og Irak til víðfevnt kríggj, sum vardi líka til 1988. Í 1990 hertók Irak Kuveit, men í Flógvakrígnum fyrst í 1991 rak altjóða herlið við USA á odda irakar úr aftur Kuveit.
Mong lond í Miðeystri eru rættiliga ung ríki, sett á stovn fyrst í 20. øld, tá ið vesturlendskir valdsharrar býttu tey sínámillum. Hetta marknabýtið, ofta bara teknað á kortið, hevur verið atvold til drúgvt marknastríð, helst ímillum Irak og tey seks grannalondini.
Islam varð til í Miðeystri í 6. øld e. Kr. og er enn størsti átrúnaður her. Muslimar trúgva á ein gud, Allah, og á Muhammed, profet hansara. Muhammed varð føddur í Mekka í tí, sum nú er Saudiarábia. Heilaga bókin hjá muslimum eitur Koranin; í henni stendur læra Allah, soleiðis sum eingilin Gabriel opinberaði hana fyri Muhammedi. Nú á døgum eru fleiri enn ein milliard muslimar um allan heimin.
Í Miðeystri eru nakrir av teimum býum í heiminum, sum vaksa skjótast. Atvoldin er ovurstóra ríkidømi, ið oljuvinnan hevur við sær, og av fólkavøkstrinum, sum stendst av hesi vinnu. Býirnir verða oftast bygdir sum nútímans býir í Vesturheiminum, við høgum íbúðarhúsum og skrivstovuhúsum av glasi, stáli og betongi.