• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Andras veiðimaður

Nú er tað ein mikil keisari langt burtur í londunum, sum ræður yvir einum stórum ríki. Hann er ógiftur, men hevur tólv veiðimenn hjá sær. Ein teirra er Andras; hann skeyt einaferð ein falk á flogi og varð yvirveiðimaður. Veiðan var soleiðis skipað, at seks dagar arbeiddu veiðimenninir hjá keisaranum og sjeynda dagin fyri seg sjálvar. - Soleiðis hevði Andras nú verið hjá keisaranum í fimm ár. Arbeiðið var altíð tað sama.

Nú var Andras farin at halda, at hann fekk ov lítið burtur úr hesari tænastu og ætlaði sær at rýma. Men so hugsaði hann við sær: ”Lat meg kortini verða so mikið afturat her, at eg fái ein veiðidag enn fyri meg sjálvan, so skal eg fara hiðani.”

Tá ið nú hesin dagurin kemur, at Andras kann veiða fyri seg sjálvan, gongur hann út á skógin, leitar runt allan dagin, hyggur bæði uppi og niðri; men einki hann finnur at skjóta. Rætt sum hann ætlar sær at venda aftur at húsum, sær hann eina falkabøgu høgt uppi í einum træ. Ája, lat meg skjóta hana, hugsar hann við sær - og skjýtur, rámar, og hon dettur niður. Hann tekur hana upp, tekur yppingartak á hana; men áðrenn á stendur, talar falkabøgan á hann. ”Tá ið tú kemur inn og hevur sett teg at fáa tær ein temunn, legg meg so í vindeygakarmin. Tá ið tú er liðugur at drekka teið, skal tú blaka meg út av vindeyganum. Legg tá til merkis, hvat ið hendir. Um tú sjálvur leggur ikki í at hava tað, sum eg tá verði til, gevur tú onkrum øðrum tað .” Andras veiðimaður gongur nú at húsum, leggur falkabøguna í vindeygakarmin og setur seg at drekka ein temunn. Tá ið hann er liðugur við teið, blakar hann bøguna út av vindeyganum. Alt í einum verður hon til eina gentu, vakrari enn eitt blomstur. Hann hyggur at henni, men fær ikki orðið upp, er heilt málleysur.

Hon spyr nú: ”Hvat heldur tú, Andras yvirveiðimaður, gevur tú onkrum øðrum meg, ella hevur tú meg sjálvur?”

”Eg havi teg sjálvur.”

”Ja, hav meg so,” sigur hon, ”men tú má vinna mær føðina.” Hon kemur inn í húsið og verður búgvandi hjá honum. Tá ið tey hava búð eina viku saman, sigur hon við hann: ”Tú, Andras, heldur tú, vit hava tað ikki fátæksligt?”

”Jú, tað sær tú, her er fátæksligt.”

Hon sigur: ”Hoyr meg Andras yvirveiðimaður, er eingin millum tínar kunningar, sum kundi lænt okkum hundrað rublar? Far og royn! Tá ið tú hevur fingið pengarnar, far so inn í ein handil og keyp okkum sjeyti metrar av silkitráð, so skal eg seyma eitt teppi av tí.”

Andras fer beinanvegin til ein keypmann og sigur: ”Gott í teg, lána mær tjúgu rublar.”

”Til hvat?” spyr keypmaðurin.

”Tí vit líða neyð.”

”Ja, men hvat duga tá tjúgu rublar? Hygg, her hevur tú fjøruti.”

Andras takkar honum hjartaliga, fer til ein annan keypmann og sigur: ”Vinur mín, lána mær tjúgu rublar frá tær, eg havi teir so fyri neyðini.”

”Ja, men hvat fær tú burtur úr tjúgu rublum?” sigur keyprnaðurin, ”hygg, her hevur tú fjøruti rublar.”

Andras takkar hjartaliga fyri og fer; nú hevur hann longu áttati, tað tróta bert tjúgu. Hann fer til triðja keypmannin: ”Vit kennast so væl báðir, vælsignaður lána mær tíggju rublar frá tær.”

Keypmaðurin gevur honum tjúgu. Nú hevur hann hundrað. Fer inn í ein handil, keypir sjeyti metrar av silkitráð og fer heim til konuna við tí: ”Her havi eg silkitráðin til tín, vakra Jelena.”

Hon sigur við hann: ”Hvørjum fekk tú pengarnar frá, Andras, einum ella trimum keypmonnum, hvussu nógv frá hvørjum?”

”Frá trimum. Bað um tjúgu rublar frá tí fyrsta; hann gav mær fjøruti. Sama við tí næsta. Tann triðja bað eg um tíggju rublar, hann gav mær tjúgu. Soleiðis fekk eg hundrað rublar,” sigur Andras.

”Hoyr meg,” sigur Jelena, ”tá ið tú fær pengar og letur lánini aftur, skal tú eisini lata dupult. Honum, sum gav tær fjøruti, skal tú gjalda áttati; soleiðis við øllum trimum.”

Andras fer nú út at veiða, og konan setur seg at seyma teppið. Seks dagar er Andras burtur; so kemur hann aftur. Hetta er ein leygardagur. Sunnumorgunin gevur Jelena honum teppið og sigur: ”Her er teppið, eg havi seymað, Andras; far nú og sel tað á torginum. Men tú skal ongan prís seta á tað, bert taka við tí, tú fær boðið fyri tað.”

Andras tekur teppið og skal fara; men tá sigur hon: ”Hoyr meg, Andras; tá ið tú hevur fingið pengarnar fyri teppið, far so beinanvegin til teir tríggjar handilsmenninar og gev teimum dupult aftur, tað teir hava lænt tær.”

Andras fer á torgið við teppinum, breiðir tað út. Tað koma so nógv menniskju uttanum at síggja hetta teppið, at tað er ikki komandi framat. Men eingin býður upp á tað, standa bara og hyggja at tí. Á teppinum eru myndir, har er skógur, áir, vøtn, havið; har eru fuglar og fiskur, alt sum í verøldini er. Henda stóra mannamúgvan stendur stív og hyggur at. - Tá kemur lívherhøvdingi keisarans: ”Nú, hvat er hetta fyri trunkan av fólki?” heldur hann fyri, ”gevið rúm!” Og hann trokar seg gjøgnum mannamúgvuna fram at teppinum. Undrast stórliga, verður standandi tríggjar tímar og hyggur at. Heldur óført um. Spyr, hvør ið eigur teppið, og hvat tað kostar.

Tá trínur Andras fram fyri herhøvdingan og sigur: ”Tað er mítt teppi.”

”Og tað kostar?”

”Taki við tí, tygum geva fyri tað,” letur í Andrasi. Tá sigur keisarans lívherhøvdingi: ”Eg gevi tær tríatitúsund rublar fyri teppið; er tú nøgdur við tað?” ”Ja,” sigur Andras yvir-veiðimaður.

Herhøvdingin telur pengarnar upp úr lummanum og gevur homum. Fer glaður av stað við teppinum.

Andras fer nú fyrst til keypmannin, gevur honum áttati rublar. Handilsmaðurin spyr: ”Hví skal eg hava áttati rublar, Andras veiðimaður, eg gav tær bert fjøruti?”

”Tí eg bað bert um tjúgu, og tú gav mær dupult, tí vil eg eisini geva tær dupult aftur.”

Soleiðis ger Andras eisini hjá hinum báðum keypmonnunum. Teir takka Andrasi, og hann ber pengarnar, sum eftir eru, heim til konuna: ”Her eru pengarnir, Jeletschka.”

Hon: ”Hvussu nógv fekk tú fyri tað, Andras?”

”Tríatitúsund rublar.”

”Hevur tú goldið pengarnar aftur, tú lænti?”

Andras: ”Ja, ja.”

Hon: ”Ja, Andras, her sær tú, hvat vit hava vunnið!”

Andras: ”Tað má eg siga, tað er vorðið sum!”

Hon: ”Nú er einki at stúra fyri útkomuni hjá tær meir.”

Tá ið nú keisarans lívherhøvdingi hevur hongt teppið upp á bróstið, kemur tann ungi keisarin inn at hyggja at tí. Honum dámar tað ógvuliga væl og spyr: ”Hvaðani hevur tú fingið tað, og hvat læt tú fyri tað?”

”Havi keypt tað á torginum fyri tríatitúsund rublar,” sigur lív-herhøvdingin.

”Frá hvørjum?”

”Frá Andrasi yvirveiðimanni.

”Sel mær tað,” sigur tann ungi keisarin,” eg gevi tær tríatifimmtúsund rublar fyri tað.”

”Ja, tak tað. Eg kann fara til Andras og biðja um eitt annað.”

Keisarans lívherhøvdingi fær pengarnar. Um tíggjutíðina um kvøldið, fer hann til Andras at biðja um eitt nýtt teppi. Tá ið hann kemur, hevur Andras longu lagt seg at sova. Dyrnar eru stongdar. Lívherhøvdingin dunkar.

Andras: ”Vit noyðast at lata upp, Jeletschka, onkur er fyri durunum; eg skal fáa eitt sindur av klæðum upp á meg og lata upp. Man vera onkur av keisarans monnum.”

Hon: ”Tú hevur latið teg úr og lagt teg, ligg við frið, Andras, eg lati upp.” Hon fer og letur hurðina upp.

Keisarans lívherhøvdingi stendur fyri uttan. - Hyggur at henni, setur annan fótin inn um gáttina, men ikki hin. Starir bara at henni, fær ikki orðið upp. Nú spyr hon: ”Hví er tú komin, keisarans lívherhøvdingi? Hevur tú sjálvur brúk fyri Andrasi, ella keisarin? Tit vita væl, at Andras yvirveiðimaður hevur lagt seg at sova, og í morgin skal hann til verka hjá keisaranum.”

Men maðurin fyri uttan tagdi alsamt. Leingi bíðar hon eftir svarinum; men so kann hon ikki bíða longur, tekur í økslina, vendir keisarans lívherhøvdinga frá aftur hurðini og letur aftur. Hann fer nú heim, tigur alsamt; ikki fyrr enn hann er komin langt frá Andrasarhúsi, vaknar hann við: ”Á, eg kom jú til Andras at biðja eitt nýtt teppi; nú gloymdi eg tað heilt. - Andras hevur eina ósigiliga vakra konu!” Tá ið hann kemur heim til sín sjálvs, er tann ungi keisarin har: ”Nú, hvussu gekst, bað tú um teppið?”

”Nei!”

”Hví ikki?”

”Eg fekk annað at hugsa um enn teppið. Andras hevur so vakra konu, at eg gloymdi meg sjálvan so heilt fyri hana - so ovurvøkur, at tað er ikki at siga frá.”

Um áttatíðina kvøldið eftir fer tann ungi keisarin til Andras. Tá ið hann kemur hagar, hevur Andras nýliga lagt seg í seingina. Dyrnar eru stongdar. Keisarin dunkar.

Tá sigur Andras: ”Vakra Jelena, nú má eg lata meg í aftur, onkur er á hurðini, eg má fara at lata upp.”

”Nei, nei, Andras,” sigur Jelena, ”tú hevur latið teg úr, ligg bara; eg fari út at lata upp.”

Nú hon letur hurðina upp, stendur tann ungi keisarin fyri uttan. Hann setur annan fótin inn um gáttina, men ikki hin; tí tá ið hann sær ta vøkru Jelenu, stívnar hann og verður standandi. Sigur ikki eitt orð. Hon hyggur leingi at honum. Spyr so: ”Hvat vil ungi keisarin, okkurt at biðja Andras yvirveiðimannin um? Sig tað nú, eg standi og bíði. Tygum vita sjálvur, at Andras má hava frið at sova, tí hann skal tíðliga upp aftur í morgin at arbeiða.”

Tann ungi keisarin fær ikki orðið upp, stendur bara stívur og gløir at henni. Hon tekur í økslina og vendir honum frá hurðini: ”Hava tygum einki at siga, keisarin, so mugu tygum fara, tí Andras skal sova.” Hon letur dyrnar aftur og steingir.

Tann ungi keisarin fer. Ikki fyrr enn langt frá húsinum vaknar hann við: ”Tað má eg siga, Andras hevur eina vakra konu, eg má fyri alt ting fáa hana frá honum. Ella kanska hann vil geva mær hana við góðum.”

Tá ið hann kemur heim, kallar hann allar stórmenn sínar saman, fer at tosa við teir:

”Hvussu halda tit, eg kann faa konuna frá Andrasi yvirveiðimanni? Hon er so vøkur, at eg má fáa hana! Tað ber jú ikki til, soleiðis fyri einki at taka lívið av honum. Føra hann burtur við makt dugir heldur ikki. Ráðið mær tí, hvat ið er at gera - senda hann burtur í onkrum ørindum kanska?”

Allir stórmenninir eru samdir um, at Andras yvirveiðimaður má sendast burtur í onkrurn ørindum, so hann annaðhvørt verður noyddur til at geva konuna frá sær ella lata hana við góðum. Teir hugsa seg um. Grunda leingi, men finna ikki upp á ráð. At endanum er tað ein hovmaður, sum fyri tíggjutúsund rublar átekur sær at finna eini ráð, áðrenn tríggir dagar eru lidnir.

Keisarin gevur honum hetta upp í hendur: ”Tá ið tú kemur við ráðunum, fær tú pengarnar; men finnur tú eingi ráð til ásetta tíð, missir tú høvdið.” Keisarin gongur nú út av høllini.

Hovmaðurin hugsar um hetta í tveir samfullar dagar; men eingi ráð hann finnur. Kennir seg í vanda. ”Finni eg upp á ráð, fái eg pengarnar, eg legði á; finni eg eingi ráð, heingi eg meg bara beinanvegin; tí tað verður úti við mær, ið hvussu er.”

Við hesum tungu hugsanum raggar hovmaðurin út á skógin. Hugsar alsamt, men eingi ráð hann finnur. Tað líður at kvøldi. Heim nyttar einki at fara, tað er tann vissi deyði. Hann fer sjálvur at hyggja sær eftir einum hóskandi træ at heingja seg í.

Tá kemur har ein gomul kona, sum sigur við hann: ”Nú maður, hvussu er vorðið við tær, tú er mær so hugtungur?”

”Á, lat meg bara vera í frið, kona!” svarar hovmaðurin bítskur og fer sína leið. Men nú iðrar hann seg: ”Skuldi kanska ikki verið so hvassur við hina gomlu, kanska hon veit okkurt.” Vendir aftur til hennara: ”Tað var ikki ætlanin at vera so illfýsin; men eg eri so illa heitin, kona. Kanska tú veit, hvat eg grundi yvir?”

Tann gamla konan sigur við hovmannin: ”Legg tær í geyma, hvat eg nú sigi, góði maður; tað eru ikki øll menniskju, ein soleiðis turnar framvið. Sig við tann unga keisaran, at hann skal senda Andras gjøgnum tríggjar ferðir níggju lond, inn í tað tríggjar ferðir tíggjunda ríkið, á oynna Bujan og hava lambið við tí gylta høvdinum heim aftur við sær. At sigla við skal hann fáa eitt skip, sum lekur, og eina manning, sum drekkur. Fer Andras hesa ferð, kemur hann ikki heilur heim. Gev honum fýra mánaðir til ferðina, ikki meir. Verður henda treyt løgd á, má hann avlukta konuna.”

Hovmaðurin takkar konuni fyri ráðini og fer beinanvegin heim á borgina at hitta tann unga keisaran. Sigur honum ráðini, hann hevur funnið: ”Harra keisari! Míni ráð eru: Sendið Andras yvirveiðimann út á ferð. Hann skal fara gjøgnum tríggjar ferðir níggju lond, gjøgnum tríggjar ferðir níggju líðingar, inn í tað tríggjar ferðir tíggjunda keisararíkið á oynna Bujan og hava lambið við tí gylta høvdinum heim aftur við sær. Hann skal fáa at sigla við eitt skip, sum lekur, og eina manning, sum drekkur. Hann skal hava fýra mánaðir til ferðina, ikki meir. Fer Andras hesa ferð, kemur hann ikki heilur heim.”

Keisarin er nøgdur við ráðini. Hovmaðurin fær pengarnar, sum hann legði á. Ein tænari verður sendur eftir Andrasi, hann skal koma sum snarast.

Tá ið tænarin kemur til Andras og sigur, at keisarin vil hitta hann beinanvegin, verður hann illa við. Sigur við konuna:

”Vakra Jelena, sig mær, hvat eg skal gera.”

Jelena: ”Far bara yvir til tann unga keisaran, Andras. Hann ætlar at senda teg burtur onkustaðni. Tá ið tú kemur, fer hann at siga við teg: ”Hoyr nú, Andras: Um tú gevur mær konu tína, so áleggi eg tær einki; men gevur tú mær hana ikki, leggi eg eina tunga treyt á teg.”

Tú skal tá siga: ””Ja, ja, eg taki treytina. Latið eitt skip laða við breyði og víni.” Halt fast við, at tíðarfreistin verður fýra mánaðir.”

Andras fer nú til keisaran, kemur inn og heilsar kurteisliga.

Tann ungi keisarin sigur: ”Hoyr nú, Andras, hvat eg vil siga tær. Gev mær konu tína. Avluktar tú hana, geri eg einki við at leggja nakað á teg. Men noktar tú mær hana, áleggi eg tær eina tunga treyt at lúka.”

Andras sigur: ”Eg havi gift meg fyri mína egnu skuld, harra keisari, ikki fyri ein annans. Lati tí ikki konuna, men taki treytina. Latið eitt skip laða við breyði og víni.”

Tíðarfreistin fyri ferðina verður sett til fýra mánaðir. Keisarin sigur: ”Lúkar tú ikki treytina, missir tú høvdið.” Hann gongur út av høllini.

Andras fer eisini, hugsar við sær: ”Ja, ja, eg havi ikki høvdið leingi afturat; fýra mánaðir til hasa ferðina! nei, eg missi høvdið.” Hann kemur hálvgrátandi heim aftur til sín sjálvs. – ”Jeletschka, eg verði helst ikki at síggja teg aftur.”

Hon sigur: ”Far bara, Andras; handa treytin hevur einki at týða; seinri verður tað helst verri. Nú skulu vit fáa okkum at eta; so fara vit til songar at sova; tí um morgunin liggur alt betur fyri enn um kvøldið.”

Tey eta nátturða. Jeletschka leggur seg at sova saman við honum, hvílir seg, til tað er midnátt. Tá fer hon upp aftur, tekur eitt gandaklæði upp úr lummanum og veittrar við tí. Tá koma tveir smádreingir til sjóndar og níga fyri henni.

”Hoyrið hvat tit skulu gera, dreingir,” sigur hon, ”tit skulu skunda tykkum gjøgnum tríggjar ferðir níggju høv, gjøgnum tríggjar ferðirnar níggju líðingar, inn í tað tríggjar ferðir tíggjunda ríkið, á oynna Bujan, taka lambið við tí gylta høvdinum og vera aftur her við tí, áðrenn tveir tímar eru farnir.”

Slakar tveir tímar seinri eru dreingirnir aftur við lambinum við tí gylta høvdinum. Hon tekur ímóti tí, koyrir tað í ein kassa og setur í høvdalagkrókin, leggur seg so aftur at sova.

Tá ið klokkan er seks, fer Jelena upp, heitir ein drekkamunn og vekur hann: ”Kom upp, Andras! tú má eta og drekka, áðrenn tú fer av stað.”

Tá ið Andras hevur fingið at eta, ger hann seg til at fara av stað. Fer at gráta: ”Farvæl, Jeletschka, eg fái teg ikki at síggja meir!”

Jelena: ”Grát ikki, Andras! Halt ikki, at tann ungi keisarin fær meg; nei, hann fær líka lítið at síggja meg, sum oyruni á sær sjálvum.” Hon gevur Andrasi kassan. Hann tekur við honum. - Hon sigur: ”Tá ið tú er farin við skipinum, og tveir mánaðir eru lidnir, verður stilli hjá tykkum. Tá ið tað er hent, skal tú halda veitslu umborð og skeinkja so ríviliga, at øll manningin verður full, eingin maður edrúur. Nú vendir tú skipinum. So koma tit aftur higar - tú skilir meg! Lambið við tí gylta høvdinum er í hesum kassanum; tú gevur keisaranum tað, tá ið tú kemur aftur higar.”

Nú sigur Andras farvæl og fer aftur at gráta. Hon tekur turriklæðið úr lummanum og turkar tárini burtur av honum, sigur: ”Far nú, Andras, ver ikki so bangin, eg hvørvi ikki fyri tær.”

Eftir hesi orð gekk hann til strandar.

Andras er ikki meir enn farin frá húsum, nú sendir tann ungi keisarin eina heila deild av hermonnum til ta vøkru Jelenu. Teir leita leingi eftir henni, róta alt húsið á gos, ríva upp gólvfjalir; men ikki teir finna hana, fara sum Hundasjúrður aftur til keisaran, siga, at Jelena er ikki at finna, Andras yvirveiðimaður man hava tikið hana við sær umborð á skipið.

Andras kemur oman á laðbergið, har skipið liggur búgvið at sigla; hann fer umborð, og teir halda til havs. Heilar tveir mánaðir verður siglt. Nú stillir av, seglini hanga og blaktra.

Tá sigur Andras: ”Skipsmenn! Nú skulu tit hoyra. Eftir sum tað er so fínt veður, havi eg hug til, at vit halda gildi umborð.”

Nú verður skonkt í stórum, so tað verður eitt óført drykkigildi. Tá ið allir eru avdotnir og friður er fallin yvir skipið, fer Andras til stýrið og vendir skútuni. Tað er aftur farið at lota, og hann sigur: ”Skipsmenn! Er tað eingin av øllum, sum kann taka stýrið fyri meg?”

”Jú, væl kunnu vit reisa okkum,” siga skipsmenninir, ”men vit eru so ræðuliga ringir í høvdinum.”

”Tað bøtist upp á tað,” sigur Andras, ”vit drekka okkum edrúar aftur.”

Teir drekka nú stórar javnarar og koma so líðandi fyri seg aftur.

Tað verður siglt. Frískur vindur til vildar. Dagar og nætur ganga. Teir sigla alsamt. Alt í einum nú síggja teir land. Hvat hetta er fyri strond, tosa skipsmenninir sínámillum. Skipið kemur nærri, og teir kenna: heimastrondin. Tá ið teir hava lagt at við sama laðberg, sum teir fóru frá, spyrja skipsmenninir:

”Nú, Andras yvirveiðimaður, hvar hava vit verið, hví fóru vit av stað, hví hava vit bert drukkið og drukkið, endaðir aftur her; hava vit fingið fatur á tí, sum vit fóru eftir?”

Andras svarar teimum: ”Ja, sjálvandi, góðu menn; minnast tit ikki, hvar vit hava verið?”

”Hvussu skulu vit minnast nakað, hava verið fullir allir samlir.”

”Vit hava fingið fatur á tí, vit fóru eftir,” sigur Andras.

”Harrin havi lov fyri tað,” siga skipsmenninir.

Teir ganga allir av skipinum. Beint, teir eru komnir á land, hitta teir tann unga keisaran; hann hevur svørð í hondini. Skipsmenninir ganga fram fyri hann. Andras sigur góðan dag.

”Nú, hvussu veit við?” spyr keisarin. ”Fekk tú fatur á tí, tú fór eftir?”

”Ja, her er tað,” sigur Andras og gevur keisaranum kassan, ”hygg sjálvur eftir.”

Keisarin fer heim.

Andras fer eisini heim. Tá ið hann nærkast húsunum, kemur Jelena rennandi út á trappuna, hálsfevnir og kyssir hann, leiðir hann inn í stovuna, har tekannan surrar, og alt er gjørt til at taka ímóti honum. Tey seta seg at drekka te. Jeletschka spyr: ”Nú, Andras, hvussu gekst?”

”Heilt væl” sigur Andras.

”Tú man helst noyðast av stað aftur einaferð enn.” sigur Jelena.

Tað er valla gingið meir enn tveir dagar, áðrenn keisarin fekk at vita, at Andras veiðimaður hevur konuna hjá sær.

”Eg má fram um alt fáa konuna frá honum,” hugsar keisarin, kallar hovmannin til sín aftur, so hann skal útgrunda eina nýggja treyt at leggja á Andras yvirveiðimann.

”Tað skal ikki standast á!” sigur hovmaðurin, ”ikki skulu verða langar løturnar, áðrenn eg havi eina nýggja treyt.”

Hann skundar sær út aftur í skógin at hitta ta gomlu konuna. Gongur og spákar millum trøini. So skjótt, hann fær eyguni á hina gomlu, støðgar hann.

”Nú, mín vinur, hevur Andras verið úti á ferð?” spyr konan.

”Ja, tað hevur hann,” sigur hovmaðurin, ”men er komin heim aftur í heilum líki.”

”Ja, at gera Andrasi skálkheit er lætt, men konu hansara, tað er alt verri!” sigur tann gamla konan.

”Ja, men royn nú at finna eina aðra treyt at leggja á hann,” sigur hovmaðurin.”

”Ja,” sigur hon, ”tað skal tú fáa beinanvegin. Andras skal aftur fara gjøgnum tríggjar ferðir níggju lond, yvir tríggjar ferðir níggju høv, inn í tað tríggjar ferðir tíggjunda keisararíkið til oynna Bujan og taka grísin við teimum gyltu kampunum aftur við sær higar. Hann skal fáa eitt skip, sum lekur, og eina manning, sum drekkur. Fer hann hagar, kemur hann ikki heilur heim.”

Hovmaðurin takkar konuni fyri hjálpina og fer aftur til keisaran: ”Harra keisari, treytin, eg havi útfunnið, er henda: Andras skal fara gjøgnum tríggjar ferðir níggju lond, gjøgnum tríggjar ferðir níggju líðingar, inn í tað tríggjar ferðir tíggjunda keisararíkið, til oynna Bujan og føra grísin við teimum gyltu kampunum við sær heim higar. Hann skal fáa eitt skip at sigla á, sum lekur, og eina manning, sum drekkur. Eina fýra mánaða freist at gera hetta í.”

Beint sum hetta er avrátt, skikkar keisarin boð eftir Andrasi.

Tá ið hann fær boðini, sigur hann við Jeletschku: ”Nú stendur aftur ein ógævan fyri, keisarin kallar meg til sín.”

Hon sigur: ”Lat keisaran vita, at hann skal aftur laða eitt skip við breyði og víni. Tú veit sjálvur, at tú hevur tikið meg fyri tína egnu skuld og ikki fyri nakran annan. Nú skal tú eisini vita at ansa eftir mær.”

Tá ið Andras kemur, sigur keisarin við hann: ”Hvar goymir tú konu tína, tá ið tú fer av stað?”

”Hon er heima við hús,” svarar Andras.

”Gev mær hana, annars leggi eg eina treyt á teg afturat.”

”Nei, eg lati hana ikki, havi gift meg við henni fyri mína egnu skuld,” sigur Andras.

”Ja, ja, vil tú ikki geva mær hana, so leggi eg eina treyt á teg afturat,” sigur keisarin, ”tú skal fara yvir tríggjar ferðir níggju høv, gjøgnum tríggjar ferðir níggju lond, inn í tað tríggjar ferðir tíggjunda keisararíkið, á oynna Bujan, og føra grísin við teimum gyltu kampunum við tær aftur higar til mín. Tú fær fýra mánaðir til ferðina. Kemur tú ikki við hesum grísinum, missir tú høvdið.”

Andras svarar: ”Ja, ja, latið so laða eitt skip aftur við breyði og víni, eg eri búgvin at fara.”

Andras yvirveiðimaður fer heim aftur. Tá ið hann sær Jeletschku, spyr hon: ”Nú, hvussu gekst, Andras?”

”Eg skal aftur hagar yvir sum síðst.”

”Ja, ja, Andras, vit hava betri áræði um morgunin enn um kvøldið, og hetta er ikki nøkur rættiliga torfør treyt enn; men tá ið tann triðja kemur, mugu vit rættiliga fara at hugsa okkum um.”

Síðani eta tey nátturða og leggja seg at sova. Hon fer upp aftur klokkan tólv, tekur sítt gandaklæði, veittrar við tí. Beinanvegin koma teir tveir dreingirnir til sjóndar og níga fyri henni: ”Hvat áleggur tú okkum, Jeletschka?”

”Hoyrið nú dreingir: Tit skulu rúka av stað til tríggjar ferðirnar níggjunda kongaríkið, inn í tað tríggjar ferðir tíggjunda keisararíkið, til oynna Bujan, og heinta grísin við teimum gyltu kampunum og komið higar við honum, áðrenn tveir tímar eru farnir.”

Dreingirnir nigu aftur og lupu av stað; tað vóru ikki fullir tveir tímar, fyrr enn teir koma dragandi grísin. Hon koyrir hann í ein kassa, setur hann í høvdalagkrókin og fer aftur til songar. Klokkan seks er hon uppi aftur, setur ein drekkamunn útá og vekur Andras: ”Kom nú upp og fá tær at eta, so skal tú av stað.”

Andras fær sær nú væl at eta, drekkur te og letur seg í at fara. Fer at gráta: ”Nú verði eg valla at síggja teg aftur, Jeletschka.”

”Grát ikki, Andras, tað hendir tær einki ilt,” sigur hon.

Nú hann hevur gjørt seg liðugan, gevur hon honum kassan: ”Hygg, Andras, tak henda kassan; grísurin við teimum gyltu kampunum er í honum. Nú fer tú við skipinum, siglir tveir mánaðir. Tá verður stilli; ger tá sum síðst, halt eitt drykkigildi; tá ið allir eru avdotnir, vendir tú skipinum og siglir heim aftur, nýtir onga aðrastaðni at fara, tá ið tú kemur aftur á land, gevur tú bara keisaranum kassan.”

”Og fer tann ungi keisarin at finna teg, Jeletschka?” spyr Andras við tárum.

”Nei,” sigur Jeletschka, ”hann sær meg ikki, heldur enn hann sær síni egnu oyru.”

Tá ið Andras yvirveiðimaður er farin frá húsum, fer tann ungi keisarin heim til hansara, leitar allastaðni, brýtur gólvið upp, tekur ovnarnar niður, rótar alt á gos; men eingin kona er at finna.

”Andras man helst hava tikið hana við sær,” heldur keisarin.

Andras er á veg til skipið, fer umborð og teir sigla av stað. Tveir mánaðir eru teir úti í víðum havi, sigla og sigla. Tá verður stilli, skipið liggur sum ein skerdur fuglur á sjónum. Nú ger Andras sum síðst, sigur við manningina:

”Nú, skipsmenn! Skulu vit ikki halda eina lítla veitslu, eftir sum veðrið er so frálíkt?”

Og nú verður skonkt í stórum, so allir verða fullir, hvør einasti maður dettur av og verður liggjandi steinsovandi, har hann er staddur. Tá ið nú friður er komin yvir skipið, fer Andras til stýrið, vendir skútuni, lot kemur aftur, og teir sigla móti landi. Roynir at vekja manningina:

”Komið upp, hinir gomlu, er eingin so fermur, at hann kann taka stýrið fyri meg?”

”Høvdu vit bara kunnað,” søgdu skipsmenninir, ”men vit hava so ræðuliga høvuðpínu.”

”Nú, so fáa vit okkum nakrar góðar javnarar,” heldur Andras. Og teir drekka aftur - við tí endamáli at drekka seg edrúar. Ímeðan sigla teir. Dagarnir ganga, teir sigla dagar og nætur. Tá ið teir nærkast heimastrondini, fara skipsmenninir aftur at spyrja: ”Nú, hvussu gekst, Andras yvirveiðimaður, fingu vit fatur á tí, vit fóru av stað eftir?”

”Ja, ja, tað fingu vit í øllum góðum,” sigur Andras.

”Tað var fyri neyðini,” siga skipsmenninir.

”Minnast tit tað ikki, góðu menn?” spyr Andras.

”Hvussu kunnu vit minnast nakað, hvør maður avdottin, ralafullir í langa tíð; nei, vit vita einki og minnast einki.”

Tá ið teir nú hava lagt at, og allir fara á land, kemur tann ungi keisarin og spyr: ”Nú, Andras, hvussu gekst, fekk tú tað?”

”Ja, tað er her,” sigur Andras og rættir honum kassan, ”tað er í her, hygg sjálvur eftir. Nú havi eg gjørt tað, eg skuldi.” Hann fer síðani heim til hús.

Hann er ikki komin meir enn í túnið; nú kemur Jeletschka leypandi út á trappuna, kyssir hann og leiðir hann inn í stovuna, har alt er til reiðar at taka ímóti honum. Tey seta seg til borðs. Drekka te, og hon spyr: ”Nú, Andras, hvussu gekst?”

”Heilt væl,” sigur Andras.

”Tað hugsaði eg altíð,” sigur Jeletschka, ”soleiðis man fara at verða hereftir við.”

Tað eru ikki gingnir meir enn tveir dagar, fyrr enn tann ungi keisarin hevur fingið at vita, at Andras veiðimaður hevur konuna aftur hjá sær. Hann sendir boð eftir hovmanninum at hugsa um eina nýggja treyt at leggja á Andras, so keisarin kann fáa konu hansara. Teir finna hovmannin. Hann kemur. Keisarin sigur við hann:

”Tak nú og grunda út eina triðju treyt at leggja á Andras, tí eg má fyri alt ting fáa konuna frá honum.”

”Gaman í,” sigur hovmaðurin, ”tað skal ikki vera leingi, til eg havi hana liðuga.”

Hovmaðurin fer út á skógin, gongur millum trøini, eingin kona, gongur og gongur. Mótið minkar, eingin kona. Er hon nú deyð, so missi eg høvdið, hugsar hann við sær. - Men nú er hon har, kemur gangandi millum trøini.

”Góðandag! vina mín,” sigur hovmaðurin.

”Góðandag! sonur mín,” sigur konan, ”nú, hvussu er, hevur Andras veiðimaður lokið treytina?”

”Ja, tað hevur hann,” sigur hovmaðurin, ”og hann er komin heim aftur við grísinum við teimum gyltu kampunum, frískur og ferðigur.”

”Ja, ja, lúra Andras er ikki torført, men konu hansara, tað er alt verri; hon er ikki løtt at boyggja,” sigur tann gamla konan; ”men bíða nú, hesaferð skal hon noyðast at lúta!”

Konan sigur við hovmannin:

”Tú skal fara til tann unga keisaran og siga: ”Andras veiðimaður skal sendast út til veit-ikki-hvar, og hann skal heinta veit-ikki-hvat. Gev honum onga tíðarfreist, men ið hvussu er ikki minni enn sjey ár. Andras býður kanska ikki til at royna hesa ferð, letur bara konuna frá sær; og fer hann, kann keisarin bert gifta seg við konuni, meðan hann er burtur.” –

Henda gamla konan veit ikki, at Jelena kann tann kunst at krógva seg.

Hovmaðurin fer beinanvegin til keisaran og sigur: ”Míni ráð eru, at Andras yvir-veiðimaður skal fara til veit-ikki-hvar og heinta heim aftur við sær veit-ikki-hvat. Gev honum onga tíðarfreist, men ikki minni enn sjey ár. Ímeðan giftir harra keisarin seg við konu hansara.”

Nú keisarin hevur hoyrt hovmansins ráð, sendir hann ótolin boð eftir Andrasi.

Sendimaðurin fer og sigur við yvirveiðimannin, at hann skal koma beinanvegin til keisaran.

Andras játtar hesum. Sigur við sína vøkru Jelenu: ”Nú hevur keisarin aftur eitthvørt ilt at beita meg til.”

”Ja,” sigur hon, ”tað man aftur vera einhvør treytin, hann leggur á teg; men tú skal ikki nokta at lúka hana. So fáa vit at síggja, hvussu leikur fer.”

Tá ið Andras kemur til keisaran, fer hann inn í sítt egið rúm við honum, tekur at skeinkja vín fyri honum, ætlar at fáa hann fullan, so veiðimaðurin skal samtykkja at lata konuna frá sær. Men konan hevur lagt honum eina við ikki at nema rúsdrekka.

Sjálvandi sigur Andras ikki nei, fer við keisaranum og drekkur eitt lítið glas saman við harra sínum. Hann fer nú at yvirtala yvirveiðimannin: ”Gev mær konu tína; so gifti eg teg við tí vakrastu herhøvdingadóttur í ríkinum, og tú nýtir einki at hugsa um útkomuna meir, bert liva og láta sum tú sjálvur ynskir. Men vil tú ikki tað, leggi eg aftur eina treyt á teg.”

Andras vildi ikki lúta, svaraði: ”Eg taki heldur treytina, enn eg avlukti konuna!” - Keisarin býður honum meiri vín; men veiðimaðurin vil ikki røra tað.

”Íðan,” sigur tann ungi keisarin, ”so leggi eg hesa treyt á teg, Andras yvirveiðimaður: Tú skal fara til veit-ikki-hvar og heinta heim aftur við tær til mín veit-ikki-hvat. Tíðarfreist seti eg onga á, men ikki minni enn sjey ár.”

Andras fer nú frá keisaranum við hesum boðum heim til sína vøkru Jelenu. Illa heitin við tárum í eygunum kemur hann inn. Jeletschka spyr: ”Hví grætur tú, Andras?”

”Hví skal eg ikki gráta, Jeletschka? Keisarin hevur givið mær hesa treyt: ”Far til veit-ikki-hvar og heinta mær veit-ikki-hvat.”

Hon svarar: ”Hoyr meg, Andras, tak tær tað ikki so nær; et teg mettan, drekk teg ótystan og legg teg at sova, ein er meira mótaður um morgunin enn um kvøldið. Tá ið dagur kemur aftur, fer alt at laga seg.” - Tey eta nú nátturða og leggja seg at sova. Hon svevur lítið; fer upp aftur, tekur gandabók sína og setur seg at leita eftir veit-ikki-hvat. Leitar leingi, men finnur tað sjálvandi ikki; blakar gandabókina frá sær. Tekur gandaklæðið, veittrar við tí.

Teir tveir dreingirnir koma leypandi: ”Hvat áleggur tú okkum, vakra Jelena?”

”Hoyrið nú hvat eg sigi, dreingir: Vita tit, hvar veit-ikki-hvat er?” Dreingirnir svara hvør í munnin á øðrum: ”Nei, vit vita tað ikki.” Teir hvørva so av stað aftur.

Tann vakra Jelena koyrir gandaklæðið aftur í lummam, tekur eina nøgd av tógv fram og setur seg at vinda eitt noða; tá ið hon hevur vundið tað so stórt, at hon illa fevnir um tað, fer hon og leggur tað á trappuna. Hetta fæst hon við til klokkan er seks um morgunin. Tá setur hon ein drekkamunn útá og vekur Andras: ”Kom upp, góðasti, tú hevur úr at gera í dag, gongan verður long hjá tær.”

Tey seta seg at eta morgunmat. Hon sigur: ”Hoyr nú, hvat eg sigi tær, Andras: Á trappuni liggur eitt noða. Tað skal nú rulla eftir vegnum framman fyri tær, og tú skal elta tað. Gakk so leingi, tað rullar framman fyri tær, til alt noðað er uppi. Tá ið tráðurin endar, sær tú eitt slott. Har skal tú fara inn. Tú verður væl ímóti tikin.”

Andras yvirveiðimaður fer nú av stað. Konan hevur lagt niður í ein klæðsekk, sum hon gevur honum at hava við. Hann fer at tára: ”Jeletschka, eg verði aldri at síggja teg aftur, og eg veit ikki, hvar eg skal fara.”

”Ver ikki so sorgarbundin, Andras,” sigur tann vakra Jelena. ”Keisarin fær ikki fatur á mær. Eg bíði eftir tær, til tú kemur heim; væl verður tað ein von tíð, til vit síggjast aftur! Hygg, tak klæðsekkin. Tá ið tú kemur til slottið, verður tú væl móttikin; tú fær mat og drekka, eitt rúm at sova í. Um morgunin, tá ið tú fer upp og vaskar tær, rætta tey tær eitt handklæði; men turka tær ikki í tað, tak títt egna upp úr klæðsekkinum at turka tær við.”

Andras fer nú av stað, tungur um hjartað, grætur aftur. Hon uggar hann og turkar tárini burtur við lummaklútinum. Saman ganga tey út á trappuna. Hann fer oman á vegin, leggur noðað framman fyri sær; tað tekur at rulla, og hann eltir tað. Soleiðis fer Andras yvir-veiðimaður heimanífrá.

So skjótt tann ungi keisarin frættir, at Andras er farin, setur hann menn á varðhald uttan um húsini hjá honum, fer sjálvur at leita inni eftir tí vøkru Jelenu. Alt verður rótað um, skrætt niður og alt hetta; men onga Jeletschku hann finnur. Tá verður keisarin so illur, at hann letur seta eld á húsið, og tað brennur niður í grund.

Andras gongur og gongur. Noðað rullar trúliga framman fyri honum, minkar og minkar. Andras er longu leiddur av at ganga. Alla tíðina hugsar hann um ta vøkru Jelenu sína. - Hann gongur; noðað er nú so lítið sum eitt høsnaregg. Veiðimaðurin er leiddur og keddur, tí hann møtir ikki einum livandi kykti, hvørki menniskja ella dýri. Tess minni noðað verður, tess trengri verður Andras um hjartað. Nú er noðað so lítið, at hann sær tað ikki á vegnum longur. - Og har endar tráðurin! Hann hyggur seg um, og har beint fyri er slottið. Hann fer upp trappurnar.

Nú koma tvær gentur at taka ímóti honum; tær eru so líkar, at hann sær ongan mun á teimum, og tær líkjast Jeletschku hansara; men tað torir hann ikki at siga. Tær leiða hann inn á slottið og upp á fyrstu hædd. Tað verður beinanvegin borðreitt, alskyns góðgæti av mati og drekka verður borið inn. Hann verður nú boðin til borðs, etur seg mettan og drekkur seg ótystan. Tá ið hann er liðugur, vísa tær honum til songar og ganga frá honum.

Andras svevur væl alla náttina. Klokkan átta koma genturnar aftur og vekja hann. Tá ið hann er komin upp, bera tær honum vatn at vaska sær í - og eitt handklæði. Andras vaskar sær, og tær rætta honum handklæðið. - ”Nei, takk gentur, eg havi mítt egna handklæði við í viðførinum,” hann tekur tað upp úr klæðsekkinum. Men rætt sum hann hevur fingið tað upp fyri andlitið, rippir onnur gentan tað frá honum og loypur av stað við tí; hin gentan fer aftan á henni. Andras er undarliga við; hugsar við sær: ”Hvat man nú fara at henda við mær, hví álegði Jeletschka mær hetta, at eg skuldi nýta mítt egna handklæði.”

Genturnar fara til mammu sína við handklæðnum og siga: ”Nú skal tú hoyra, mamma, svágur okkara, Andras er komin.”

”Ja, tað veit eg væl,” sigur mamman, ”veit eisini, hví hann er komin. Hetta við handklæðnum hevur hon gjørt fyri at sannføra okkum um, at tað er hann, sum komin er - tí leggur hon eitt av sínum egnu handkløðum í viðførið, so vit skulu síggja tað.”

Tann gamla fer á føtur og gongur saman við teimum inn til Andras. ”Góðan dag, versonur!”

”Góðan dag, vermamma!”

”Eg veit væl, hví tú er komin; keisarin vil hava fatur á Jeletschku míni. Ha, ha, tað skal ikki eydnast honum! Men tær vil eg hjálpa við tí, tú er komin fyri. Ver nakrar dagar her hjá okkum. - So, so, tann ungi keisarin hevur hugsað sær at fáa Jeletschku, og tí skal tú beinast av vegnum. Nei, hann skal fáa loyvi at leita, og um hann leitar í hundrað ár, skal hann ikki finna hana.”

Andras verður nú boðin til borðs, fer at eta og sissast aftur.

Tann gamla sigur: ”Ver nú her hjá mær í tríggjar dagar, eg skal beinanvegin fara undir at kanna, hvussu vorðið er.”

Hon fer frá honum, kemur inn aftur í rúm sítt. Tekur eina gandabók og fer undir at leita eftir veit-ikki-hvat; leingi leitar hon, kastar síðani bókina frá sær, kláar sær í vanganum, fann hetta ikki í gandabókini. Grundar leingi, sigur so fram fyri seg: ”Umsíðir havi eg tað!”

Hon tekur nú tveir kustar og flýgur av stað gjøgnum luftina, eitt heilt samdøgur. Kemur aftur og hevur ikki funnið tað. Fer aftur eftir gandabókini og leitar; kannar og kannar, men einki hon finnur. Kastar bókina frá sær, aftur at grunda. Situr soleiðis í átta tímar. Tá sigur hon:

”Nú havi eg funnið tað, nú veit eg, hvat eg skal gera: Omman Springbein hevur búð niðri í soyðinum í trý hundrað ár, hon veit tað ivaleyst; eg flúgvi oman til hennara.”

Gamla tekur teir báðar kustarnar og flýgur av stað. Tá ið hon kemur oman í soyðið til ommu Springbein, spyr hon:

”Hoyr, omma Springbein, veit tú, hvar veit-ikki-hvat er?”

”Tað veit eg,” sigur omman Springbein.

”So sig mær tað.”

”Nei, eg sigi tað ikki, uttan tú ber meg í kókaðari mjólk til Eldánna; tá skal eg siga tær tað, men ikki fyrr.”

Vermamman tekur ommuna Springbein heim við sær, koyrir mjólk í eina krukku og setur út á eldin. Tá ið mjólkin hevur kókað, tekur hon ommuna Springbein - sum er ein padda - sleppur niður í mjólkina. Fer so til versonin.

”Nú versonurin,” sigur gamla, ”lat teg nú í; tú skal út at ríða. Eg læni tær hest mín.”

Andras letur seg nú í og leiðir hestin út. Vermamman sigur: ”Á hesum hestinum skal tú ríða til Eldánna. Við ánna hvørvur hesturin. Tú tekur hesa krukkuna við í ferðini, omman Springbein er í henni; tá ið hesturin er horvin, spyr tú ommu Springbein, hvussu tú sleppur longur fram á vegin.”

Andras ríður nú av stað. Hann veit ikki, hvar Eldáin er, men tað veit hesturin. Teir ríða so lystiliga. Tá ið hann kemur at Eldánni, hvørvur hesturin, bert veiðimaðurin og krukkan standa eftir á áarbakkanum. Andras dregur ommu Springbein upp úr krukkuni í einum tráð og setur hana á vøllin. Omman Springbein sigur við hann: ”Set teg nú á bak mítt, áðrenn tað er ov seint, Andras.”

Men Andras undrast á hetta, hon sigur, og heldur fyri: ”Nei, tað fer ikki at bera til, tygum eru so lítil, at eg kroysti tygum.”

”Kom nú bara, skunda tær!” sigur omman Springbein.

”Ja, ja, so geri eg tað,” sigur Andras ivasamur. Men beinanvegin fer paddan at vaksa og vaksa, so hon verður hægri enn skógurin, og hon sýgur Andras heilt inn í gapið á sær, so bert høvdið stendur útúr.

”Halt tær nú fast!” sigur omman Springbein, og paddan ger eitt øgiligt lop tvørtur um ánna yvir á hin áarbakkan. Tá sleppir hon Andrasi út úr aftur gapinum.

Nú spyr veiðimaðurin: ”Men hvar er nú veit-ikki-hvat?”

”Væl var, at tú spurdi!” sigur omman Springbein, ”tí annans hevði tú einki fingið at vitað; nú skal eg siga tær tað,” og omman Springbein byrjar:

”Nú skal tú hoyra, hvar tú kann finna veit-ikki-hvat. Tú skal fara eftir hesum vegnum, eg peiki tær á. Vegurin fer at tykjast langur, men gakk bara við góðum treysti, til tú sær eitt hús, sum einki hús er, eina løðu, sum eingin løða er, og eina stovu, sum eingin stova er; har skal tú fara inn. Húsið er heilt tómt og hálvvegna avfallið; tað einasta, tú sær har, er ein ovnur. Far aftur um ovnin og statt. Nú sær tú tveir dreingir koma inn og siga: ”Naum svágur, vit vilja eta og drekka!” Tá byrjar musikkurin. Borð og sessir koma til sjóndar á gólvinum, fínastu dúkar koma á borðini, dýrastu vín og matur av øllum, sum fínt er. Dreingirnir seta seg til borðs. Men tú skal verða standandi - til teir eru lidnir, og rúmið aftur vorðið tómt at síggja. Tá stígur tú fram á gólvið og sigur: ”Naum svágur, eg vil eta og drekka!” Nú fær tú tað sama, sum dreingirnir fingu. Tá ið tú situr við borðið og fær tær, skal tú eisini bjóða Naum svági eitt glas av víni. Tá verður hann ongantíð at víkja frá tær meir. Naum svágur er veit-ikki-hvat.” Alt hetta sigur omman Springbein.

Andras takkar henni fyri beinasemið og fer til gongu eftir vegnum. Leingi og meir enn leingi gongur hann, troytkast í hvørjum, skal hetta ongantíð fáa ein enda? hugsar hann við sær. Men nú sær hann eitt hús har við vegin, sum einki hús er, eina løðu, sum eingin løða er, og eina stovu, sum eingin stova er.

Andras fer inn. Her er tómt og hálv avfallið; men ovnurin stendur har; veiðimaðurin fer aftur um hann og verður standandi. Hann hevur ikki staðið leingi, nú koma teir báðir dreingirnir inn og siga: ”Naum svágur, vit vilja eta og drekka!”

Alt í einum hoyrist hugtakandi musikkur, borð og stólar koma til sjóndar, fínur dúkur, dýrasta vín og eiggiligasti matur av mongum slag. Dreingirnir seta seg til borðs og gera sær til góðar. Fara so út, og alt hvørvur aftur, rúmið er líka kvirt og tómt sum áður.

Tá trínur Andras yvirveiðimaður fram á gólvið: ”Naum svágur, eg vil eta og drekka!” - Aftur hendir tað sama; musikkur, borð og borðstólur, sessur, fínur dúkur, vín og matur, alt av tí allarbesta, sum hugsast kann. Andras setst at borðinum og ger sær til góðar. Meðan hann etur, sigur hann: ”Naum svágur, kundi eg fingið eitt glas afturat á borðið?”

Naum svágur rættir honum tað.

Andras sigur: ”Naum svágur, kann eg, ein langferðamaður, bjóða tær eitt glas av víni saman við mær?” Veiðimaðurin skeinkir, hevur glasið á loft; hann sær hitt glasið eisini fara á loft, og teir skála báðir.

Tá ið Naum svágur hevur drukkið, sigur hann: ”Andras yvirveiðimaður, tú hevur boðið mær eitt glas; nú víki eg ikki frá tær aftur meir. Eg havi nú matskaffað hasum báðum býttlingunum í tríati ár, og aldri havi eg fingið so mikið sum eina brenda breyðskorpu frá teimum.”

”Lat meg síggja teg, Naum svágur,” sigur Andras.

”Nei,” sigur hann, ”eg eri ein andi, sum eingin kann síggja. Eg eri veit-ikki-hvat.”

Andras veiðimaður er liðugur og reisist frá borðinum, takkar fyri hetta góða borðhald: ”Nú, hvussu verður tað, kemur tú við mær, Naum svágur?”

”Sjálvandi, eg verði altíð hjá tær.”

”Hvar skulu vit nú fara?” spyr Andras.

”Vit fara bara, sum høvdið vendir.”

Andras gongur bæði langt og leingi; spyr upp ímillum, ”er tú her, Naum svágur?”

”Eg eri her, fari aldri frá tær.”

Langt um leingi kemur Andras út til sjóvarstrondina. Tá sigur hann: ”Hvat skulu vit nú gera, Naum svágur?”

”Bíða eitt sindur Andras, um eina løtu kemur eitt skip, sum vit skulu sigla við,” sigur Naum svágur.

Best sum er, kemur eitt stásiligt skip siglandi onkustaðni frá, ein bátur kemur í land, leggur at, Andras fer í hann, báturin fer aftur at skipinum, og Andras klívur upp á dekkið. Hann spyr: ”Er tú her, Naum svágur?”

”Ja, eg eri her, víki aldri frá tær.”

Á skipinum er ikki eitt menniskja at síggja. - ”Hvussu er hetta vorðið, Naum svágur?” spyr Andras, ”eingin manning á skipinum; hvør av okkum skal stýra - og hvar skulu vit stýra?”

Tá sigur Naum svágur: ”Legg tú teg bert at sova, stýrinum taki eg mær av, tað hevur einki at týða.”

Andras leggur seg at sova. Tá ið hann vaknar aftur, sigur Naum svágur við hann: ”Nú koma vit skjótt at einari oyggj, Andras; har fara vit í land, ja vit fara at búseta okkum har fyri fyrst.” Skipið kemur at oynni, og beinanvegin verður ein bátur latin niður, Andras verður førdur í land. So skjótt, hann hevur fingið fótin fastan, er skipið horvið. Oyggin liggur langt til havs. Teir ganga niðaná og hyggja seg eitt sindur um.

”Hoyr nú, hvat eg sigi,” heldur Naum svágur, ”á hesi oynni byggja vit okkum eitt slott og ein urtagarð uttan um tað. Trý skip fara at sigla fram við oynni, og fólkið á teimum fer at koma í land at vitja okkum.”

Naum svágur byggir slottið og ger urtagarð uttanum beinanvegin. Teir fara inn og taka búgv har. Naum svágur sigur við Andras: ”Um tveir dagar koma tey trý skipini; tey hava aldri sætt nakað so sjáldsamt, hesi tríati árini, tey hava siglt framvið, at her er eitt slott við urtagarði uttanum; tí fara tey at steðga her, og manningarnar koma til okkara. Skipararnir á hesum skipum hava hvør sítt undrunarverda ting, sum vit mugu fáa fatur á, við at býta meg burtur. Tað vilja teir fegin; men eg vil ikki fara frá tær. Tá ið vit borðreiða fyri teimum, bera vit so í bandi, at teir verða nakað fullir, so teir fara at skrøgga við teirra undurmiklu tingum og spyrja teg, hvat tað er fyri ein Naum svágur, tú hevur hjá tær.”

Tá ið nú tveir dagar eru lidnir, koma skipini siglandi. Øll manningin hópast á dekkinum og starir móti landi. Undrast: ”Hvat er nú hatta? Vit hava siglt í tríati ár henda vegin, men eitt sovorðið undurverk hava vit ikki sætt áður. Her má onkur vera komin til oynna, sum hevur bygt eitt slott við urtagarði uttanum, tað mugu vit síggja.”

Øll trý skipini kasta nú akker. Allir skipararnir við sínum manningum fara í bátarnar og rógva í land, ganga niðan á slottið. - Andras yvirveiðimaður tekur væl ímóti teimum. Hann sigur út í luftina:

”Naum svágur, vit vilja hava at eta og drekka, so vit kunnu verða blíðir við gestirnar, sum eru komnir at vitja.” Og áðrenn nakar veit av, nú kemur øll tann fínasta borðreiðing fram, drekkandi av øllum sløgum, sum hugsast kann, hartil matur av tí allra besta, so gestirnir sita heilt ovfarnir og gløa.

Gestirnir setast nú til borðini; fyrst leggjast teir á brennivínið og fáa stóra kenning, taka at spyrja vertin: ”Tú Andras yvirveiðimaður, hvat er hetta fyri ein Naum svágur, tú hevur hjá tær, hvat er hann fyri eitt menniskja, og hvussu leingi hevur tú búð her á oynni?”

”Tað er Naum svágur, vinmaður mín; hann ger alt, sum eg áleggi honum; hvar vit enn vilja búgva, so fari eg bara við honum.”

”Hvat er hann fyri eitt menniskja?” spyrja skipsmenninir aftur, ”kundu vit ikki fingið hann at síggja.”

”Tað veit eg ikki,” sigur Andras, ”sjálvur havi eg ongantíð sætt hann. Hann er ein andi, og einki eyga kann síggja hann.”

Tá ið gestimir eru vorðnir fullir, taka skipararnir til at reypa. Ein av teimum sigur: ”Ja, Andras yvirveiðimaður, eg havi eisini eitt undrunarsamt ting; tað er ein øks, sum er soleiðis, at tá ið eg vil, finni eg eitt træ og sigi við øksina: ”Øks, øks, høgg so til, verð eitt skip, sum eg vil.” Og í somu løtu hendir tað.”

Nú sigur annar skiparin: ”Ja, hatta er eitt vorðið sum ting; men eg eigi eitt svørð; tá ið eg fari til strandar við tí og høggi út yvir sjógvin, kemur beinanvegin ein krystalbrúgv; tá ið eg høggi tvørtur við landi, fer brúgvin burtur aftur. Vil eg byggja eitt slott, finni eg mær eitt gott stað, sveiggi tríggjar ferðir við svørðinum, so er slottið har, rætt soleiðis sum eg ynski tað.”

Nú sigur triði skiparin við tann síðsta: ”Eg eigi eisini eitt óføra hent ting; tað er bert eitt sovorðið lítið rør; men tá ið eg fari út á markina og blási í tað, havi eg beinanvegin ein stóran her, sum ger alt, eg áleggi honum.”

Tá ið nú allir skipararnir hava sagt frá sínum undurbaru ognarlutum, teskar Naum svágur Andrasi í oyrað: ”Hoyr nú hvat eg sigi við teg: Být meg burtur! Vit hava allar hesar lutir fyri neyðini; men eg skal ikki fara frá tær kortini. Bið teir býta um við teg; teir taka av.”

Andras sigur við skipararnar: ”Hoyrið meg, vinir, kanska vit býta um, eg gevi tykkum Naum svág, og eg fái tey trý undurbaru tingini, tit nevndu.”

Skipararnir hugsa um hetta eina góða løtu; tosa saman, ráðaleggja, geva sær góðar stundir. So siga teir hvør í munnin á øðrum: ”Vit taka av.” - Teir tosa víðari sínámillum og eru ógviliga ivrigir: ”Vinir, nú gera vit soleiðis: Sigla heim, taka konur og børn við okkum og búseta okkum her á oynni. Naum svágur tekur sær av útkomuni, vit nýta ikki at gera peningsverk.” Allir tríggir skipararnir fara beinanvegin oman á skipini eftir teimum undurbaru tingunum, taka tey úr goymslum sínum og rógva aftur í land við teimum, ganga skundisliga niðan á slottið. Meðan teir eru á veg, sigur Naum svágur við Andras: ”Tá ið teir koma aftur, má tú fáa teir at drekka seg fullar; tú fær tær so hendur á hesi tingini hjá teimum, skundar tær síðani burtur, gongur hastiliga út á hin endan á oynni.”

Skipararnir eru nú aftur, seta seg væl hýrdir til borðs at drekka í stórum, siga við Andras:

”Her eru tey trý tingini.” Andras yvirveiðimaður tekur ímóti teimum og sigur: ”Ja, Naum svágur, nú verður tú hjá skiparunum og tænir teimum líka so væl, sum tú hevur tænt mær. Eg fari av stað nú.”

Andras sigur nú farvæl, tekur tingini við sær og fer til gongu. Tá ið hann hevur gingið eina løtu, sigur hann: ”Er tú her Naum svágur?”

”Ja, eg havi verið her eina góða løtu. Men bíða eitt sindur, teir drekka nakað enn, so sovna teir, og tá ið teir vakna aftur, liggja teir allir úti á barajól, slottið og urtagarðurin uttanum, alt er burtur.”

Tá ið Andras er komin út á endan á oynni spyr hann: ”Nú Naum svágur, hvat gera vit nú?”

”Tað veit tú best sjálvur,” sigur Naum svágur, ”tú hevur øksina.”

”Ja,” sigur Andras.

”Bygg tær so eitt skip.”

Andras skundar sær nú at finna eitt træ og høggur: ”Øks, øks, høgg nú til, verð eitt skip, sum eg vil!” Í somu løtu er skipið liðugt og flýtur fyri strondini. Andras sigur: ”Naum svágur, hvussu sleppa vit nú umborð?”

”Hevur tú ikki eitt ting afturat, sum tú fekk frá skiparunum?”

”Jú, tað veitst tú, eg havi svørðið,” hann tekur og høggur út yvir sjógvin. Beinanvegin er ein brúgv út til skipið. Teir fara umborð. Andras høggur tvørturum við svørðinum, og brúgvin er horvin.

Nú sigla teir av stað við skipinum. Teir sigla og sigla eitt langt og sjey breitt, so tað tykist ongan enda at fáa. Andras trákkast eftir at koma heim til vøkru Jelenu sína. Langt um leingi nú sær hann land; og tá er tað rætt sama staðið, haðani Andras sigldi út frá á sinni, tá ið hann skuldi heinta lambið við tí gylta høvdinum og grísin við teimum gyltu kampunum heim til keisaran. Tá ið teir eru komnir innat, tekur Andras svørðið og høggur út yvir sjógvin. Í somu løtu er ein brúgv millum skipið og land.

Teir ganga nú av skipinum niðan í býin, og Andras leitar upp hús síni. Nú eru tey burtur, brend í grund, bert øskan liggur á støðnum, og grasið veksur upp úr henni. Tá fellur fátturin hjá Andras yvirveiðimanni, og hann sigur fram fyri seg: ”Ja, so er Jeletschka mín eisini deyð, tann øri keisarin hevur brent hana í hel!”

Nú veit Andras einki at taka sær til, kundi eisini vera tað sama, nú hann hevði mist sína vøkru Jelenu, so var alt einki. Spyr: ”Hvat skal eg nú gera, Naum svágur?”

”Bygg tær eitt hús,” sigur Naum svágur, ”so man Jeletschka drúgvast fara at koma afturíaftur; ivast einki í tí!”

Nú tekur Andras yvirveiðimaður svørðið, reiggjar tað tríggjar ferðir í kring og sigur: ”Nú vil eg hava bygt mær eitt slott, og tað skal vera tríggjar ferðir so fínt sum keisarans.”

Í somu løtu stóð slottið har, og uppi yvir inngongdini stendur eitt silvurkelvi, har tað er skrivað: ”Andras yvirveiðimansins hús.”

Nú hann sær, hvussu yvirhonds vakurt slottið er, skundar hann sær inn, rennur rúm úr rúmi, gleðir seg yvir, hvussu alt er vorðið, rætt sum hann hevur ynskt tað At endanum kemur hann inn í sovirúmið; har er ikki minst vakurt. Hann trívur í songartjaldið og dregur frá; tá liggur Jeletschka og svevur í seingini. Hann vekur hana. Hon hyggur upp, loypur á føtur og kyssir hann, sigur: ”Er tað tú, eg síggi, mín kæri Andras veiðimaður?”

”Ja, tað eri eg. Kom nú niður í salin, vit vilja minnast heimkomuna við einum hátíðarhaldi, og eg skal siga tær frá ferðini.”

Tá ið tey koma niður í salin, seta tey seg til borðs, og hon spyr: ”Fekk tú fatur á veit-ikki-hvat?”

”Ja,” sigur Andras glaður, ”kom nú Naum svágur, vit vilja eta og drekka. Nú skulu vit stuttleika okkum, tak tær av tær sjálvum, konu míni og mær!”

Tá spyr tann vakra Jelena: ”Ja, men hvør er tú, Naum svágur, lat meg síggja teg!”

”Nei, vakra Jelena,” sigur Naum svágur, ”síðani eg varð føddur, havi eg aldri víst meg fyri nøkrum; eg eri ein andi, eingin kann síggja meg, eg eri veit-ikki-hvat.”

Hon spyr ikki meir. Men tá sigur Andras: ”Ja, Naum svágur, hvat heldur tú, vit skulu gera nú? Vil tú fara til keisaran, ella vil tú vera hjá mær?”

Naum svágur sigur: ”Nú skal tú hoyra, Andras: Tú tekur tað lítla rørið, sum líkist einari tubbakspípu og kemur við út á markina; tá ið vit eru komnir út hagar, blæsur tú eina ferð í tað.”

Andras tekur rørið og fer út á markina; tá ið hann er komin har út, blæsur hann. Alt í einum er har ein stórur herur, so stórur, at hann hevur aldri sætt so stórt herlið áður. Her-høvdingarnir koma sporandi og níga fyri honum:

”Hvat áleggur Andras yvirveiðimaðurin okkum?”

Men Andras veit ikki, hvat hann skal siga við teir. Tá teskar Naum svágur honum í oyrað:

”Bið teir skjóta ávaringarskot inn yvir borgina og krevja keisaran at koma út higar, tí annars søkir herurin at.”

Hetta sigur Andras við herhøvdingarnar, og beinanvegin dynja ávaringarskotini.

Tá keisarin hoyrir hesi ræðuligu dundur og fær korini frá herinum at vita, verður hann heilt uppi á gosi, veit ikki síni livandi ráð, tekur og sendir tjúgu og fimm hermenn út og biður teir fáa at vita, hvat hetta er fyri herur, og hvat teir hava í hyggju.

Tá ið hesir hermenn koma út á markina, spyr Andras: ”Hvat skulu vit nú gera, Naum svágur, við hesar hermenninar?”

”Vit leggja tjúgu av teimum niður og knýta hárið á teimum fast í grasið; hinar fimm senda vit aftur til keisaran við teimum boðum, at hann skal ikki senda so fáar hermenn, antin skal hann koma sjálvur, ella senda ein heilan her.”

Soleiðis verður nú gjørt, tjúgu verða bundnir fastir í grasið, og fimm verða sendir aftur til keisaran.

Tá ið teir koma aftur til keisaran við svarinum, verður hann illa heitin, situr og grundar. Endin er tann, at keisarin sjálvur setur sær fyri at ríða út.

Tá ið keisarin kemur út av borgini, og Andras fær eyga á hann, spyr yvirveiðimaðurin Naum svág, hvat hann nú skal siga við sín høga harra.

”Eg haldi, tað er einki ivamál,” sigur Naum svágur, ”drep hann og verð so keisari.”

Andras svarar: ”Nei, Naum svágur, eg drepi hann ikki, vil ikki minnast tað illa, hann hevur ætlað at gera mær, vil heldur ikki gera nakað annað við hann, men hoyra hvat hann hevur at siga.”

Tá ið keisarin kemur til Andras yvirveiðimann, verður hann ógviliga ræddur og biður um náði: ”Andras yvirveiðimaður, ger við meg tað, tú vil; men høgg ikki høvdið av mær.”

Keisarin sær tann stóra herin og sigur. ”Eg vil einki hava av tí, tú hevur aftur við tær - ella hevur ikki aftur við tær. - Eg krevji als einki; lat meg bert sleppa at liva.”

”Ja, ja, so siga vit tað, tú sleppur at liva,” sigur Andras.

Keisarin sigur: ”Eg gevi tær trónu mín, set teg á hana og verð keisari, eg gevi frá mær.”

Andras sigur: ”Ja, tað er so ein avgerð, eg verði keisari, tú sleppur at liva; men tey fyrstu fjøruti árini skal tú vera geitureki.”

”Nú blæsur Andras tvær ferðir í rørið hjá sær, og tann mikli herurin hvørvur. Teir fara so inn á slottið. Keisarin gevur Andrasi ræði á øllum, sum hansara er, og gongur sjálvur út til geitrekarnar.

Andras setur seg á trónuna og er keisari. Tað verður nú búgvið til brúdleyp, sum verður hildið bæði væl og leingi.

Andras keisari og Jeletschka drotning ráða nú í ríkinum alla ævi sína. Naum svágur er hægsti ráðgevari og slotsvørður.

Úr bókini ”Ævintýr 5”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1973.

Upprunaheiti: ”Jægeren Andrej”. Gyldendals Bibliotek Verdenslitteratur, bind 1. Kbhvn. 1967.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019