• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Barnaprát

Inni hjá heilsølumanninum var stór barnaveitsla, børn hjá ríkum foreldrum og børn hjá tí frægara fólkinum. Heilsølumaðurin var ein mætur maður, og lærdur var hann eisini. Einaferð tók hann studentsprógv, og tað varð hann eggjaður til av pápanum, sum av fyrstantíð var ikki annað enn neytasølumaður, men erligur og ágrýtin. Hann vann nógvar pengar, og pengarnir nørdust í stórum, tá ið hann gjørdist heilsølumaður. Tí vitugur var hann, og hjartagóður, men tað tosaðu tey minni um enn um pengar hansara.

Inn og út um hansara dyr gekk mangur mætur maður, bæði tey av blóði, sum tey rópa tað, og tey av anda, sum tey siga, og tey av báðum teimum og tey av hvørgum teirra.

Nú var har barnaveitsla og barnaprát, og børn siga, sum tey meina. Har var ein so ógvuliga vøkur genta, men so ógvuliga stolt, tí tað høvdu húskallafólkini potað niður í hana, ikki foreldrini, tí tey vóru klókari enn so. Pápin var aðalhirðmaður, og tað var ógvuliga stórbært, visti hon.

”Eg eri aðalbarn!” segði hon. Hon kundi líka so væl verið eitt kjallarabarn, tí onki kann ein sjálvur gera við tað. Og so segði hon hinum børnunum frá, at hon var ”borin” og segði, at tá ið tú ikki ert ”borin”, so verður onki burtur úr tær heldur.

”Og tey, hvørs eftirnavn endar upp á ”sen”, segði hon, ”teimum verður aldri í verðini nakað burturúr! Tú skalt seta albogarnar langt út frá tær og skúgva hesi ”sen! sen!” langt burtur frá tær!” Og so setti hon sínar fittu armar soleiðis hendur í hupp við albogunum spískum fyri at vísa, hvussu tú skuldi bera teg at. Og teir smáu armarnir vóru so fittir. Søt var hon.

Men ilt kom í dóttur heilsølumannin. Pápi hennara æt Madsen, og tað navnið visti hon endaði upp á ”sen”, og so segði hon so stoltsliga, sum hon dugdi:

”Men pápi mín kann keypa fyri hundrað krónur av bomm og tveita tað til tann, sum tímir at henta tað! Heldur tú, pápi tín kann tað?”

”Ja, pápi mín,” segði lítla dóttir ein blaðmann, ”kann seta bæði pápa tín og pápa tín og allar pápar í avísuna.”

Og henda lítla gentan kneysaði, meðan hon segði hetta, sum hevði hon verið ein rættilig prinsessa, sum tað sømdi seg at kneysa.

Men uttan fyri dyrnar stóð ein fátækur drongur og kagaði gjøgnum tær hálvopnu dyrnar. Hann var neyðarsligari enn so, enn at hann slapp inn í stovuna, men hann hevði hjálpt kokkagentuni, og nú slapp hann at kaga inn til tey fínu børnini, sum stuttleikaðu sær, og tað helt hann vera ógvuliga hugfarsligt.

”Gævi eg hevði verið ein av teimum!” hugsaði hann, og so hoyrdi hann, hvat ið tey søgdu, og tað gjørdi lagið á honum onki betri. Ikki áttu foreldrini heima eina krónu at leggja til góða, og ikki høvdu tey ráð at halda eina avís, enn minni at skriva hana, og so kom tað ringasta av øllum, at navnið hjá pápanum og sjálvandi eisini hansara endaði upp á ”sen”! So at honum kundi onki fara at spyrjast burturúr. Hetta var syndarligt. Tó eitt visti hann, at føddur var hann, borin í heim sum hini, tað svitaðist ikki.

Ja, hetta var tað kvøldið!

Nú liðu nógv ár, og við tað gerast smábørn til vaksin menniskju.

Í bygdini var eitt hús, eitt vakurt hús fult av vøkrum lutum, og øll fólk høvdu hug at síggja tað; eisini avbygdarfólk komu at síggja tað, og hvat av teimum børnunum, sum vit hava hoyrt um, heldur tú, eigur hetta húsið. Ja, tað mátti ikki verið so ringt at gitt. Men ikki er tað so lætt kortini, tí hetta lítla húsið eigur tann fátæki drongurin. Hann kom fram í verðini, tó at navn hansara endaði upp á ”sen” - Thorvaldsen.

Og hini trý børnini? Tey, sum sipaðu til blóðið, pengarnar og lærdómin! Ja, onki av teimum kann brigda hinum nakað, tey eru hampafólk, tey gjørdust miðalfólk, tí tað var góð grund í teimum, tí tað, sum tey ta ferðina hugsaðu og talaðu um, var bara - barnaprát.

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Børnesnak”, ”Nye Eventyr og Historier. Første Række. Tredje Samling”, 1859.

Marius Johannesen (1905-1986) týddi. H.C. Andersen: ”12 ævintýr”, Bókaforlagið Grønalíð 1982.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019