• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Bjørnin Valimann kongur

 

Nú er tað einaferð sum so mangan ein kongur. Hann eigur tvær døtur, sum hvør er misháttari og ódámligari enn onnur. Men so eigur hann eina triðju dóttur. Hon er vøkur og blíð afturfyri, sum tann skærasta summarsól. Og sum rímiligt var: Bæði kongur og øll hovfólkini vóru so góð við hana, at tey kundu ikki síggja av henni.

So eina náttina nú droymir tann vakra kongsdóttirin um eitt gullhálsband, sum tykist henni so vakurt, at hon heldur seg ikki kunna liva uttan tað. Men av tí, hon fær tað ikki, verður hon so døpur í huga og sorgarbundin, at tað fæst ikki orð av henni.

Kongur spyr nú, hvat ið bagir. Hon sigur, hvussu vorðið er. “Stúr ikki, dóttir mín,” sigur kongur, “kanska eg kann hjálpa.”

Hann letur nú klippa ein krans so vorðnan sum gullkransin, dóttirin hevur sætt í dreyminum, kallar allar gullsmiðir í ríkinum saman og áleggur teimum at smíða kransin, bæði væl og virðiliga. Jú, teir fara undir arbeiðið, smíða av einlistum. Tá ið liðugt er, bera teir fram fyri kongsdóttrina. Har eru nógvir, dýrir og vakrir gullkransar, smiðirnir hava gjørt. Summum hyggur hon at, blakar so frá sær; øðrum gitir hon ikki hyggja at. Nei, hetta dugdi ikki; tað var so eiðasørt.

Men nú er tað ein dagin, hon er burtur á skóginum, sær hon eina hvítabjørn har millum trøini. Og hvat sær kongsdóttirin? At bjørnin hevur gullhálsbandið, hon droymdi um, millum labbarnar at spæla við.

“Góðan dag, bjørn,” sigur kongsdóttirin, “vil tú selja mær gullhálsbandið?”

“Góðan dag, genta,” svarar hvítabjørnin, “nei, hálsbandið fær tú ikki fyri pengar, men kann eg eiga teg, skal tú eiga hálsbandið.”

Kongsdóttirin helt seg ikki kunna liva, uttan hon fekk gullhálsbandið, so tað kundi gera tað sama, hvar hon kom at vera, og hvat hon kom at gera, um bara hon fekk hálsbandið. Tey einast nú um, at hon skal fáa hálsbandið, og bjørnin skal so koma at heinta hana um tríggjar dagar.

Tá ið hon kemur heim til kongsgarðin, eru øll glað yvir, at tann vakra kongsdóttirin hevur fingið lívshugin aftur. Og kongur helt, tað mundi bera til at verja dóttrina móti eini neyðar hvítabjørn. Triðja dagin setir hann dastið av heri sínum runt um slottið at verja.

Men tá ið hvítabjørnin kom, kundi eingin forða henni, hvørki eldur ella stál beit á, og hon fór ótálmað gjøgnum manngarðarnar inn á kongstúnið. Teir hermenn, ið høvdu øvað sær ímóti henni, lógu deyðir.

Nú var verri vorðið, helt kongur. Men tað bar ikki til, at lata bjørnina drepa fleiri hermenn, so hann leiðir elstu dóttur sína út til bjørnina. Hon setir hana á bakið og fer av stað við henni. Tá ið tey eru komin nakað langt, spyr bjørnin:

“Hevur tú sitið bleytari, hevur tú sætt víðari?”

“Ja, í móðurfangi var mjúkari, í faðirs garði sá eg víðari,” svaraði kongsdóttirin.

“Ja, so er tú ikki tann rætta. Far heim aftur,” segði bjørnin og setti gentuna av sær.

Triðja dagin eftir kom bjørnin aftur. Tað gekk í sama navn. Hon breyt seg gjøgnum manngarðarnar, og rúgvur av hermonnum lótu lív, har hon herjaði á. Aftur ógvast kongur yvir mannfallið og sendir næstelstu dóttrina út til bjørnina. Hon tekur hana á bakið og fer av stað við henni. Tá ið tey hava gingið langt og longri enn langt, spyr bjørnin:

“Hevur tú sætt víðari, hevur tú sitið bleytari?”

“Ja, longri sá eg í faðirs garði, bleytari sat eg á móðurfangi,” segði kongsdóttirin.

“So er tú ikki tann rætta,” sigur bjørnin, “far heim aftur!” Hon setir hana av.

Triðju ferð, bjørnin kom í kongsgarðin, setti herurin seg enn meir til mótverju. Enn fleir hermenn lótu lív, tí bjørnini beit einki á, hon sló hermenninar niður, so teir lógu í dungum á vøllinum.

Kongurin mátti biðja og bøna hana ikki at drepa meir. Og so mátti hann senda sína síðstu dóttur av garði. Bjørnin tekur hana á bakið og fer av stað við henni. Tá ið tey hava gingið langt og meira enn langt, sigur bjørnin við gentuna:

“Hevur tú nakrantíð sitið mjúkari og nakrantíð sætt víðari?”

“Nei, aldri,” svarar kongsdóttirin.

“Ja, so er tú tann rætta,” sigur bjørnin og fer longur fram á vegin við henni.

Langt um leingi koma tey til eitt slott, sum er so stórt og glæsiligt, at slottið, faðir hennara býr í, er bert sum ein vesalakroysa móti tí. Her skuldi hon búgva, her skuldi hon hava alt, ið lívið lysti, og ikki skuldi hon hava annað at gera enn at ansa eldinum, so hann aldri kólnaði út.

Bjørnin var burtur um dagin, men um náttina var hon hjá henni, og tá var hon menniskja.

Hetta gongur alt í besta lagi í trý ár. Hvørt ár fekk hon eitt barn. Men tey tekur hann frá henni, so skjótt tey eru fødd. Hetta fellur kongsdóttrini tungt, sum vera man; hon verður tigandi og stúrin, leingist burtur, og biður um at sleppa heim at vitja foreldrini.

“Jú,” sigur bjørnin, “tú skal sleppa heim at vitja; men eitt skal tú lova: Lurta eftir faðir tínum, men ger ikki tað, sum móðir tín biður teg.”

Hetta lovaði gentan. Og so slapp hon heim. Nú eina ferð, hon er einsamøll saman við foreldrum sínum og hevur sagt teimum, hvussu hon hevur tað, gav móðirin henni eitt ljós og segði við hana: “Maðurin er bert hjá tær í myrkri og noktar tær ljós, tú veit ikki enn, hvussu hann er vorðin. Tak hetta ljósið, tendra tað, og hygg at honum; so sær tú, hvussu hann er.”

Men tann gamli kongurin bað hana ikki gera tað, tí tað kom at vera henni til skaða og ikki til gagn.

Men hvussu nú var og ikki, ljósastubban fekk hon av stað við sær. Tað fyrsta, hon ger, tá ið hon kemur heim, og maðurin er sovnaður um kvøldið, er, at hon tendrar ljósið og hyggur at honum. Tá sá hon, at hann var so vakur, at aldri á ævini hevði hon sætt so vakran mann. Hon varð standandi við ljósinum í hondini og hugdi at honum. Meðan hon nú stendur og hyggur, dryppar ein dropi úr ljósinum niður á pannuna á honum. Hann vaknar.

“Hvat hevur tú gjørt?” spyr hann hana, “nú gjørdi tú feigdina um teg. Hetta verður vanlagnan bæði fyri teg og meg. Nú var bert ein mánaður eftir. Hevði tú hildið á so leingi, vóru vit bjargað. Tí tað er ein gandakelling, sum hevur gjørt, at eg má vera ein hvítabjørn um dagin. Nú eru vit atskild bæði. Eg má fara til gandakellingina og taka hana til konu.”

Kongsdóttirin græt og illa læt. Men hann mátti fara, og hann fór. Hon bað sleppa sær við. Nei, tað bar ikki til, segði hann. Í tí hann brá sær í bjarnarlíki og fór av stað, greip hon við báðum hondum í ullina og kom sær á ryggin á bjørnini.

So hildu tey av stað. Tað var ikki eiti á ferð, bjørnin hevði, tey ruku yvir dalar og fjøll, gjøgnum líðir og brattar skorar. Stórir skógir vóru á vegnum, so kongsdóttirin skurslaði hendurnar til blóðis móti trøunum, tornirnir krøktu í klæðini og skræddu tey. Endin var tann, at hon var so móð, at hon misti takið og datt av, visti ikki til sín meir. Har lá hon so, meðan hvítabjørnin rann sína leið, sum einki skuldi verið.

Tá ið kongsdóttirin langt um leingi fekk vitið aftur, var hon í einum stórum skógi. Tað var einki annað at gera enn at fara aftur til gongu. Men hon visti ikki, hvar hon gekk. Langt um leingi kom hon til eitt lítið hús og fór inn. Har búgva tvey konufólk, ein gomul kona og ein smágenta.

Kongsdóttirin spyr, um tær hava sætt bjørnina Valimann kong koma henda vegin.

Jú, tær høvdu sætt hann. “Tú er kanska tann, hann skuldi hava?” spyr konan, “men hann fór við slíkari ferð, at tú fær hann ikki aftur,” søgdu tær.

Smágentan gekk og spældi um gólvið við einum gullsaksi, klipti út í luftina rundan um seg. Og hvørja ferð, hon klipti, kom tað vakrasta silkiklæði, nakar hevur sætt. Bara gentan klipti, kom so nógv klæði, hon vildi hava. Hetta var ikki eiti á saksur. Har, sum hann var, nýtti aldri klæði at tróta.

Nú sigur smágentan: “Henda konan, sum skal elta bjørnina Valimann kong, fær mangan tungan. Hon hevði havt henda saksin meira fyri neyðini enn eg til at klippa sær klæði við á ferðini.” Og hon bað ta gomlu konuna sleppa sær at geva tí fremmandu konuni saksin. Jú, tað kundi hon.

Kongsdóttirin fer nú aftur til gongu gjøgnum skógin, sum aldri tykist fáa enda, Hon gongur dagin at kvøldi og náttina við. Morgunin eftir kemur hon aftur til eitt lítið hús. Har býr eisini ein gomul kona og ein smágenta.

“Góðan dag,” sigur kongsdóttirin, “hava tit sætt bjørnina Valimann kong koma henda vegin?”

“Var tað kanska tú, ið skuldi hava hann?” spyr tann gamla konan.

“Ja, tað var tað,” segði kongsdóttirin.

Jú, tær sóu hann koma henda vegin, “men tað var sovorðin ferð á honum, at tú fær hann ikki aftur,” søgdu tær.

Smágentan gekk á gólvinum og spældi sær við eina fløsku, sum hon stoytti og stoytti úr, so tað var eingin endi á; hon varð aldri tóm. Hatta var ikki eiti á fløska. Har, sum hon var, nýttist ikki drekka at tróta.

Nú sigur smágentan: “Henda neyðar kona, sum skal elta bjørnina Valimann kong, fær mangan ringan. Hon hevði havt hesa fløskuna meira fyri neyðini enn eg, tí tostleitt verður mangan.” Og hon bað ta gomlu konuna sleppa sær at geva tí fremmandu konuni fløskuna. Tað slapp hon.

Kongsdóttirin fær nú fløskuna og fer aftur til gongu. Hon gongur dagin at kvøldi og náttina við, alsamt gjøgnum sama skógin. Triðja morgunin kemur hon til eitt lítið hús. Eisini har býr ein gomul kona við einari lítlari smágentu.

“Góðan dag,” sigur kongsdóttirin.

“Góðan dag,” svarar konan.

“Hava tit sætt bjørn Valimann kong koma henda vegin?” spyr hon.

“Var tað kanska tú, sum skuldi hava hann?” spyr konan. “Tað var eg,” sigur kongsdóttirin.

Jú, tær høvdu sætt hann koma framvið. “Men tað var sovorðin ferð á honum, at tú sær ikki halaferðina av honum,” segði tann gamla konan.

Smágentan gekk á gólvinum og spældi sær við ein borðdúk. Hvørja ferð, hon breiddi hann út og segði við hann – “Dúkur, ger búgvið borð!” so var hann avtakin við øllum góðgæti beinanvegin. Tað var ikki eiti á dúkur, tann. Har hann var, nýttist ikki mattrot at vera.

Nú sigur smágentan: “Á tann neyðar kona, sum skal elta bjørn Valimann kong, hon fær tað mangan svangligt. Betri brúk hevði hon havt fyri hesum dúkinum enn eg.” Hon bað ta gomlu konuna sleppa sær at geva tí fremmandu hann. Tað slapp hon.

Kongsdóttirin fær nú dúkin, takkar fyri seg og fer aftur til gongu. Hon gongur og gongur langt og longri enn langt alsamt gjøgnum tann sama, myrka skógin. Morgunin eftir kemur hon til eitt tvørfelli, sum byrgir leiðina fyri henni. Tað er so bratt, so høgt og so langt, at hon sær ongan enda á. Har er eitt lítið hús. Hon fer inn og spyr:

“Hava tit sætt bjørn Valimann kong komið henda vegin?”

“Tað var kanska tú, sum skuldi hava hann?” heldur konan.

“Tað var eg,” sigur kongsdóttirin.

“Jú, bjørn Valimann kongur kom henda vegin. Hann fór upp gjøgnum fjallið fyri trimum døgum síðani. Men upp á fjallið her sleppur einki uttan tað, sum fljúgvandi er,” sigur hon.

Í hesum húsinum var hópur av smábørnum. Øll hingu tey í skjúrtinum hjá mammu síni og grótu eftir mati. Konan setti eina grýtu út á eldin við smásteinum í løgnum.

“Hví setir tú grót útá at kóka?” spyr kongsdóttirin.

“Tí vit eru so fátøk,” svarar konan, “at vit hava hvørki klæðir ella mat. Tað er so tungt at hoyra børnini gráta alla tíðina. Men tá ið eg seti smásteinarnar útá og sigi, tað er eplir, bíðið nú til tey eru kókað! So tiga tey eina løtu.”

Kongsdóttirin tók nú dúkin, breiddi hann út og segði: “Dúkur, ger búgvið borð!” Síðani tók hon fløskuna, sum aldri varð tóm, og skonkti. Og skjótt ótu øll børnini seg mett og drukku seg ótyst. Tá var frøi á teimum. Síðani tók kongsdóttirin gullsaksin og klipti so nógv klæði úr luftini, at tað var meira enn nóg mikið bæði til konuna og øll børnini.

Tá sigur konan í húsinum við kongadóttrina: “Nú hevur tú gjørt so væl móti okkum øllum, at nú mugu vit afturfyri hjálpa tær tað sindrið, vit kunna, so tú kann sleppa upp á fjallið. Maður mín er av bestu smiðum. Nú bíðar tú her, til hann kemur heim. So skal hann smíða tær jarnkløur at seta upp á hendur og føtur. Tá man tú kunna kljúgva upp fjallasíðuna.”

Beint, smiðurin kemur heim, fer hann undir at smíða jarnklørnar. Annan morgunin eru tær lidnar. Kongsdóttirin letur tær upp á seg, sigur farvæl, og tekur at kljúgva upp á fjallið. Tungliga gongur. Ilt er at fáa fótafesti. Men klørnar hjálpa, hon fær tær í rivur og knastar uppeftir. Men møðin sígur á; veikari og veikari kennir hon seg, armarnir stívna av møði, og rætt sum hon missir mótið og skal lata seg detta oman, er hon á eggini og sleppur uppá.

Tá sær hon fyri sær eina ovurstóra fjallafløtu: so slætt, so slætt, alt tað eygað sá. Har stóðu teir vakrastu akrar og aldaðu í lotinum, og fenaður lá á biti í síðum, grønum grasi. Á miðj-ari fløtuni stendur eitt stásisligt slott, og uttan um er avtakið av arbeiðsfólki, sum hvørt stríðist við sínum og tykist hava nógv um at vera.

Kongsdóttirin gongur at slottinum. Tá ið hon kemur til arbeiðsfólkið, spyr hon, hvat ið er á vási - hví tey kýta seg so øll somul.

Jú, søgdu tey, her búði tann gandakellingin, sum hevði gandað Valimann kong, so hann noyddist ganga í bjarnarlíki. Um tríggjar dagar skuldi hon hava brúdleyp við honum.

Kongsdóttirin spurdi tá, um tað mundi ikki borið til at fingið nøkur orð á gandakellingina. Nei, tað hildu arbeiðsfólkini, hon fekk ikki.

Kongsdóttirin setir seg nú undir eitt vindeyga at klippa í luftina við gullsaksinum, so tað vakrasta silkiklæði, nakar hevur sætt, dettur niður rundan um hana.

Tá ið gandakellingin sær hetta, kemur hon út og biður selja sær saksin, “hetta hevði verið eitt hent ting hjá mær. Alt tað, skraddararnir seyma, munar einki, tí tey eru so nógv, sum klæði skulu hava,” sigur hon.

“Saksurin er ikki falur fyri pengar,” sigur kongsdóttirin við gandakellingina, “men sleppi eg at sova hjá unnasta tínum í nátt, so skal tú fáa hann.”

Tað vildi gandakellingin, “men sjálv skal eg fáa hann at sova, og sjálv skal eg vekja hann aftur,” sigur hon.

Tá ið Valimann kongur fer til songar um kvøldið, gevur gandakellingin honum ein svøvndrykk, so hann sovnar so fast, at alt tað kongsdóttirin roynir, fær hon hann ikki at vakna, tað batti einki, hvussu hon rópti og græt.

Næsta dagin fer kongsdóttirin undir aftur sama vindeygað og setir seg at skeinkja úr fløskuni, sum ongantíð kundi verða tóm. Tað rann sum áarfossur úr henni, bæði mjøður og vín.

Tá ið gandakellingin hetta sær, kemur hon út og biður selja sær fløskuna, “hetta hevði verið vorðið sum ting hjá mær. Alt tað, bryggjararnir bryggja, munar einki, tí tey eru so nógv, ið drekka skulu,” sigur hon.

“Fløskan er ikki fal fyri pengar,” sigur kongsdóttirin, “men sleppi eg at sova hjá unnasta tínum í nátt, so skal tú fáa hana.”

Tað vildi gandakellingin, “men sjálv skal eg fáa hann at sova, og sjálv skal eg vekja hann,” sigur hon.

Tá ið Valimann kongur leggur seg um kvøldið, gevur gandakellingin honum aftur ein svøvndrykk, so hann sovnar í løtuni, og alt tað, kongsdóttirin rópar og grætur, nyttar einki, hann kvaklast ikki við. Í tí skili gongur eisini onnur náttin, hon fær einki orð sagt við hann.

Men hesa náttina arbeiðir ein maður í rúminum hinu megin bróstið. Hann hoyrir grátin og varnast, hvussu vorðið, ið er; sigur so Valimann kongi alt um morgunin.

Triðja dagin setir kongsdóttirin seg aftur undir vindeygað, tekur dúkin, breiðir á túnið framman fyri sær og sigur:

“Dúkur, ger búgvið borð!” Og alt í einum er rokað av tí leskiligasta mati, ið hugsast kann.

Tá ið gandakellingin hetta sær, kemur hon út og biður selja sær dúkin, “hatta hevði verið hent ting hjá mær at havt, tað munar einki, vit royna at kóka og baka, tí munnarnir eru ov nógvir, sum mettast skulu,” sigur hon.

“Fyri pengar er dúkurin ikki falur, men sleppi eg at sova hjá unnasta tínum í nátt, skal tú fáa hann.”

Tað vildi gandakellingin, “men sjálv skal eg fáa hann at sova, og sjálv skal eg vekja hann aftur,” sigur hon.

Tá ið Valimann kongur hevði lagt seg um kvøldið, kom gandakellingin aftur við svøvndrykkinum at geva honum. Tá ansaði hann sær, lætst at sova. Hon trúði honum ikki, tók eina nál og stakk gjøgnum armin á honum. Illa sveið, men hann vikaðist ikki. So helt hon hann sova nóg væl og fór. Kongsdóttirin slapp so inn til hansara.

Tá var hann vakin. So er alt gleði og gaman. Nú var bara at gera av við gandakellingina, so var vunnið. Tey leggja upp ráð um hetta og gera av at stoyta gandakellingina oman. Tað er soleiðis vorðið har uppi á fjallinum, at vegurin, brúðarfylgið skal ríða eftir, liggur um eina djúpa gjógv, sum gongur inn í fjallafløtuna. Skikkur er, at brúðurin ríður fyrst í fylginum. Um náttina fær bjørn Valimann kongur træsmiðirnar at løsta undirsløgini undir brúnni, sum liggur um gjónna.

Morgunin kemur. Alt fólk er tíðliga á fótum, letur seg í veitsluklæðir. Nú skal brúdleypið standa. Ríðingarossini verða leidd fram á borgartúnið. Brúðurin og allar hinar ganda-kellingarnar seta seg í saðlarnar. Tær skulu ríða fremstar. Allur hesin mikli brúðarskari skipar seg. So verður farið av stað. Einans kongsdóttirin sleppur ikki við. Hon er ikki boðin í brúdleypið.

Ája, brúðurin og allar hennara brúðkonur koma stásiliga sporandi. Tá ið tær eru komnar út á miðja gjónna, er eitt ræðuligt brak. Tað er brúgvin, ið brotnar og hvørvir í gjónni og allar gandakellingarnar við henni. Hetta var teirra endi.

Men frá brúdleypsfólkinum reistist eitt gleðiróp so sterkt, at tað hoyrdist um alla fjallafløtuna. Valimann kongur og alt brúdleypsfólkið vendi nú heim aftur til kongsdóttrina, sum sat á vegjaðaranum og bíðaði. Síðani fóru øll inn á slottið hjá gandakellingini, tóku við sær alt tað gull og silvur, tey kundu bera. Haðani fara tey heim til hansara land. Har skuldi tað rætta brúdleypið standa.

Men á vegnum heim var Valimann kongur inni í húsunum, kongadóttirin hevði vitjað á leiðini, og tók tær tríggjar smágenturnar við sær; tí tær vóru børnini, hann hevði tikið frá henni, tá ið tey vóru fødd, so gandakellingin skuldi ikki fáa hendur á tey. Hann hevði sett tey eftir leiðini, so tær kundu hjálpa mammu síni, tá ið tann tíð kom.

Tað var nú drukkið brúdleyp heima á slottinum hjá Valimann kongi og tað bæði væl og leingi.

 

Úr bókini ”Ævintýr 2”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1964.

Upprunaheiti: ”Kvitbjørn kong Valdemon””. Norsk folkedikting (Eventyr I), Det norske samlaget, Oslo.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019