• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

22. BLÓÐBLØÐRAN

 

Uppskrift av Sandi

Maður og kona áttu ein son. Ein dagin sendi pápin drongin til ein vin sín at keypa ein hest. Drongurin fór og keypti hestin; men á veginum heim aftur møtti hann trimum skálkum. Teir góvu seg í tos við hann, søgdu, at hatta var eingin hestur uttan bert eitt múlesil, og fingu so lokkað hestin frá honum.

Tá ið hann kemur heim, er pápin so dáttliga deyður, og hann sigur nú fyri mommuni, hvussu sær hevur gingist.

Hon sigur við hann, at hann er vorðin narraður: skálkar hava logið fyri honum, at tað var múlesil.

Hann svør, at hann skal muna teimum tað aftur, fer eftir einari bløðru, letur blóð upp í hana og bindur upp undir hondina á mommu sínari, so aftur til teirra, skálkarnar, og sigur við teir á kvamsvís, at mamma sín hevur sagt, at teir høvdu narrað seg: tað var rættur hestur og einki múlesil; men nú skal hon fáa annað at vita, tí nú skal hann drepa hana afturfyri.

Teir biðja hann vælsignaðan ikki gera tað; men hann letst ikki at vilja lurta eftir teimum og fer tvísporandi heim - teir aftaná - og rennir so knívin í blóðbløðruna undir hondina á mommuni. Blóðið sprænir útúr, og hon fellur á gólvið sum deyð - hetta hava tey bæði ráðlagt frammanundan; men nú eru hinir rættuliga óðir.

Hann kann fáa lív aftur í hana, sigur hann, fer eftir einum pípuleggi og blæsur inn í oyru hennara.

Hon tekur at rørast, og hann heldur við at blása, til hon er komin heilt til lívs aftur.

Nú ið teir síggja hetta, biðja teir hann vælsignaðan lata seg fáa pípuleggin.

Nei, sigur hann: hann er so bráðrisin og drepur so ofta fólk; hann kann tí ikki lata pípuleggin frá sær.

Men teir gevast ikki, bjóða honum nógvar pengar og fáa so umsíðir pípuleggin.

Fegnir spela teir heim, samla nógv fólk saman í eina stovu og taka so at drepa og blása; men einki batar, ið hvussu teir blása.

Hetta frættist nú, at teir drepa fólk; teir verða gripnir og dømdir frá lívinum; men ein sleppur undan og samlar tólv skógrøvarar.

Ótti kemur á drongin, og hann torir illa at fara frá húsum.

Eina ferð ið hann hevur vágað sær nakað burtur, eru teir fyri honum, koyra hann í ein posa og skulu so fara at blaka hann útav.

Meðan teir ganga, hoyra teir buldur og háv í skóginum; teir blaka posan og leypa at krógva seg.

Nú er tað ein slaktari, ið kemur við einum flokki av kríatúrum.

Drongurin tekur at rópa í posanum:

“Eg fari meg til himmiríkis í morgin!” og heldur so við í heilum.

Slaktarin kemur, loysir kjaftbandið av posanum og biður drongin sleppa sær niðurí, at hann kann koma til himmiríkis eisini.

Nei, hann kann ikki sleppa honum, sigur drongurin.

Hann skal fáa øll kríatúrini afturfyri, sigur slaktarin.

So fer drongurin uppúr, sleppir slaktaranum niðurí, bindur væl fyri og strýkur heim við kríatúrunum.

Nú liggur slaktarin og rópar:

“Eg fari meg til himmiríkis ímorgin!”

Skógrøvararnir koma aftur eftir posanum og tosa sínámillum, hvar teir helst skulu fara til at kasta hann útav.

“Hetta er ikki hin drongurin! hetta er ein slaktari!” rópar hann sjálvur í posanum.

Teir læa: So, var hann nú komin at vera slaktari? - fara avstað við posanum og tveita hann útav. Síðan fara teir heim aftur til mommu drongsins og skulu hava pengarnar aftur, sum hann hevur narrað frá teimum.

Tá ið teir koma, stendur hann sjálvur og slaktar øll kríatúrini.

Hvussu ber hetta til? spyrja teir: teir hava nústa (nú fyrsta) blakað hann útav!

“Væl gangist tykkum allar dagar fyri meg! tit hava ikki eitt gott gjørt mær, men mangt: tá ið tit kastaðu meg á sjógvin, kom eg fyrst í eina stovu og so í aðra; har hitti eg nógv skyldfólk, og tey bóru meg undir við øllum hesum.”

Teir biðja hann vælsignaðan sleppa teimum eisini til hesi vælsignaðu skyldfólk.

Tað kann hann ikki, sigur hann; men teir bøna hann og geva honum gott afturfyri.

Ja, so verða teir at fáa sær hvør sín sterka posa og gott band á, sigur hann: hann kann ikki nokta teimum hetta, av tí at teir hava gjørt honum so mangt gott - teir fara at sleppa.

So fer hvør í sín posa og hann avstað við teimum út á sjógv í báti til at kasta teir fyri borð. So hvørt sum hann tveitir posarnar út, hevur hann á orði:

“Hasin fær pengar!”

“Hasin fær bæði eitt og annað gott” og tílíkt; men í tí hann koyrir síðsta posan út, rópar hann:

“Farið so, allir mínir óvinir!”

So fór hann heim aftur til mommu sína og livdi væl alla sína tíð.

 

Frásøgn: Lars Henriksen og Olevina Maria Olsen, Sandi

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

22  AT 1535, AT 1542, AT 1737

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019