• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

68. BÓNDIN, OKSIN, ESILIÐ OG HANIN

 

Frásøgn úr Skálavík

Ein bóndi, sum dugdi at skyna bæði á djóramál og fuglamál, hevði ein oksa og eitt esil standandi í sama stalli. Oksan hevði hann til at ganga fyri plóginum, men esilið til at ríða á til stuttleika.

Eitt kvøldið er oksin so tigandi, men esilið so mælskt.

Tað spyr hann, hví hann er so tigandi, og oksin svarar, at tað er av møði.

Esilið sigur, at, hevði tað verið í oksans stað, skuldi tað stangað. Hetta hoyrir bóndin.

Tá ið húskallarnir koma aftur annan morgunin til at leggja á oksan, nú stangar hann. Bóndin biður teir lata oksan vera og leggja á esilið.

Um kvøldið, tá ið esilið kemur aftur, er einki mál í tí: tað er so mótt.

Nú er oksin so mælskur og spyr esilið, hví tað er so tigandi.

Tað kann ikki vera so mælskt, sigur esilið: tí tað hevur hoyrt, at nú skal oksin verða dripin, um hann stangar uppaftur. Bóndin hoyrir hetta og tekur at læa.

Konan er altrá eftir at fáa at vita, hví hann lær; men hann vil ikki siga henni frá tí, tí annars fær hann einki at vita meira. Hon gevur honum tó ikki frið, og bóndin er so tungur í sinni um hetta.

Sum hann gongur, sær hann, hvar ið ein hani dansar rundan um 60 hønur. Hundur bóndans sigur við hanan, at hann mátti ikki verið so lystugur, nú ið húsbóndin gongur so tungur. Men hanin svarar:

”Eg havi 60 hønur her, og allar eru tær mær undirgivnar; so mátti bóndin kunna havt eina konu, sær undirgivna; hví rópar hann hana ikki inn í eitt kamar og bukar hana har?”

Bóndin tók eftir hesum, rópti konuna inn og gav so á hana, at hon talaði ikki aftur meira um nakað slíkt.

 

Frásøgn: Jógvan Dánjalsson Øre, Skálavík

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

                                            

68 AT 670

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019