• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Briti

Einaferðina er tað ein kongur langt burtur í verðini, sum eigur tríggjar synir.

Teimum eldru báðum hevur kongurin mikla gleði av, næmir og dúgligir, sum teir eru, og av tí teir høvdu so vakran og høviskan atburð, hoyrdi hann bert rós og góðorð um teir.

Men hinum yngsta, Brita, væntaði hann sær einki av; tí hann hevði ikki hug at læra nakað, var stívrendur og busasligur, legði einki í nakað uttan at valtra um á skóginum við byrsu um herðarnar. Tað var tí eisini vanligt at hoyra hann róptan Briti veiðimaðurin. Men sjálvur læði hann eitt sindur at hesum, tí nær hevði nakar hoyrt ella sætt hann skotið nakað, hóast hann altíð hevði byrsuna hjá sær.

Teir eldru prinsarnir báðir høvdu longu fingið loyvi til at hjálpa pápanum við at stýra landinum. Og væl lá fyri hjá teimum; ið hvussu er, hildu teir seg sjálvir vera óførar menn. Men Briti, hann reikaði bert runt í skógunum og hevði góðar dagar á sín vís.

Nú hendir tað, at faðir teirra, tann gamli kongurin, verður sjúkur. Tað verður sent boð eftir einum lækna fyri og øðrum eftir; men eingin av øllum kann hjálpa, hann verður bert sjúkari og sjúkari og má liggja á seingini burturav.

Nú sluppu teir eldru prinsarnir báðir rættuliga framat at ráða landi og ríki. Tað var ikki einki um tað, at teir hildu, tað meira var ein fyrimunur, at faðirin lá sjúkur.

Men Briti tók tað tungt, at pápin var fallin frá, hann stetaðist ikki, men fór umkring og helt seg í skóginum bæði nátt og dag, gekk alsamt og grundaði yvir, at eina ella aðrastaðni í tí víðu verð mátti vera eitt ella annað, sum kundi gera pápan frískan, um hann bert kundi fingið at vitað, hvar tað var.

Við hesum í huga sovnar hann eitt kvøldið á einum heyggi í skóginum og svevur, til tað aftur lýsir fyri degi. Tá vaknar hann av, at eitt pípar har undir liðini á honum. Hann reistist upp undir seg at hyggja, hvat hetta er. Tá situr ein undarligur pinkulingur í grasinum ikki størri enn ein gularót; á høvdinum hevur hann ein hatt, sum næstan fjalir hann allan, sum hann er.

“Hví pípar tú so?” spyr Briti.

”Skunda tær og hjálp mær,” sigur hetta lítla, ”eg skal løna tær tað aftur.”

”Hvørjum kann eg hjálpa tær við?,” sigur Briti.

”Eg búgvi í heygnum,” sigur pinkulingurin, ”og í nátt havi eg verið úti fyri fyrstu ferð. Tað eru bert tveir dagar, síðan eg varð føddur. Nú skal eg at vitja langabban, sum býr í heygnum har yviri. Hann er so neyðarsligur, at hann orkar ikki at koma og síggja meg; tí má eg fara til hansara.”

”Ikki eiti á, sum tú er birgur eftir aldrinum,” sigur Briti, ”men hvat er tað so, eg skal hjálpa tær við ?”

”Sær tú hasa reyðu kúnna, sum liggur á bóli har yviri?” sigur pinkulingurin, ”hon hevur lagt seg beint á sprunguna, eg skal niður ígjøgnum.”

Briti sær kúnna, ið liggur við ein jarðklett á heygnum. ”Tað er gaman í, eg skal koyra kúnna burtur.”

”Ja, men tú má skunda tær, áðrenn lýsir, tí sær sólin á meg, verði eg til kongurvág og morgundøgg; og so fara faðir og móðir at syrgja seg í hel.”

So skundar Briti sær at koyra kúnna burtur, og pinkulingurin slapp niður í heyggin, rætt sum sólin reis. Men í tí sama, hann sleppur sær niðurum, hoyrir Briti hann siga:

”Kom aftur higar klokkan tólv í kvøld, so skal eg royna at hjálpa tær, tí eg dugi at síggja, at okkurt er, sum tyngir teg. Pápi mín hevur eisini hoyrt teg sita her á heygnum og klaga tína neyð.” So var pinkulingurin horvin.

Briti reikaði allan dagin um í skóginum, men um midnáttina er hann aftur á heygnum. Rætt sum kirkjuklokkan í grannabygdini slær tólv, fer jarðkletturin til viks, og innanfyri stendur pinkulingurin við hatti sínum, sigur gott kvøld og takkar fyri síðst, ”afturfyri skulu vit hjálpa tær eftir førimuni.”

”Hevði tað verið so væl, at tit kundu hjálpt,” sigur Briti, ”tí faðir liggur deyðsjúkur heima. Vit hava heitt á allar læknar, men eingin er hann, ið hjálpa kann; so eg óttist fyri, at hann aldri verður raskur meir.”

”Ja, hetta er ring sjúka, eg veit, eg veit,” sigur pinkulingurin, ”men tó so, pápi tín hevur langa livitíð eftir, kann bert ikki verða raskur. Einans eitt einasta ting er, sum ikki bert kann gera hann frískan, men sum enntá kann fáa hann at kenna seg sum tjúgu ára gamlan aftur, tað er, um fuglurin Føniks kundi fingist at sungið fyri honum.”

”Hvar er hasin fuglurin at finna, tú talar um?” spyr Briti.

”Hvar staðið er, dugi eg ikki at siga,” svarar pinkulingurin, ”men eg skal vísa tær, hvussu tað er vorðið.” So tekur hann hattin av, heldur hann fram fyri Brita: ”Hygg í her, so skal tú síggja.”

Briti leggur seg á knæ og hyggur. Fyrst er alt myrkt, men so lýsnar so líðandi, og har stóð so ein lýsandi mynd av einum stórum, vøkrum slotti, og ovast uppi situr fuglurin Føniks og hampar sær fjaðrarnar, ið skína sum tað skærasta gull.

”Men hvussu komi eg til hatta slottið, sig mær tað,” biður Briti.

”Ikki er tað nógv, eg kann siga tær um tað,” heldur pinkulingurin; ”men eitt veit eg, at tá ið tú fer út í ta víðu verð at leita eftir fuglinum Føniks, kemur tú umsíðir til eina stóra, stóra kongsborg, har øll ganga og keða seg, tí tey hava einki at taka sær til. Tey bjóða tær inn og borðreiða við øllum tí besta, sum fáast kann. Tá skal tú svara, at tú er ikki vanur at eta so fínt, um tú ikki heldur kann sleppa at eta úr ferðaskjáttu tíni.

Um kvøldið fara tey at bjóða tær at sova í tí fínasta gestarúmi á borgini, har seingin er reidd við silki og skarlak. Tá skal tú siga, at ikki er tú vanur at sova so fínt, um tú ikki heldur má leggja teg í stallinum á einum hálmakneppi.

Morgunin eftir fara tey at geva tær eitt ríðingarross og biðja teg velja ein av teimum stásisligu gangarunum, ið har standa. Tá skal tú svara, at ikki er tú vanur at ríða so fínt, um tú ikki heldur kann fáa tað gamla gráa eslið, ið stendur aftan fyri hurðarbak og tann gamla saðilin, ið hongur har hjá tí. - Síðani verður tú ivaleyst sjálvur førur at koma tær víðari fram.”

Nú hvarv pinkulingurin inn aftur í heyggin, og jarðkletturin fall afturá aftur, so alt var heilt. Briti skundar sær nú heim, glaður í huga og sigur pápanum og brøðrunum trúliga frá hesum, hann hevur fingið at vita.

Teir verða sjálvandi eisini glaðir fyri at hoyra hetta. Men pápin ger av beinan vegin, at tað ber ikki til at senda veiðimannin Brita út at leita eftir fuglinum Føniks, tað mátti annar av teimum eldru brøðrunum gera.

Hetta hildu teir eldru brøðurnir við:

”Fer Briti av stað, skjýtur hann fuglin beinanvegin, og so fær hann ikki sungið fyri pápa.” Teir hildu hetta vera ógviliga stuttliga sagt og læðu í kíki.

Ája, tað verður nú gjørt av, at elsti bróðirin skal fara.

So ein góðan morgun ríður hann av stað. Tað lagar seg væl alt samalt, og hann kemur í øllum góðum til ta stóru kongsborgina. Kongurin kemur sjálvur út at taka ímóti honum, býður inn. So koma prinsessurnar uppí, blíðar og tekkiligar, so tað er beinanvegin, at har er alt gleði og gleimur.

Tá ið døgurðin kemur fyri, er borðreitt við tí besta góðgæti, ið fáast kann. Og kongasonurin leggur framat, sum hevði hann ikki fingið inn í munnin í langar tíðir.

Aftaná verður hann vístur upp á stásisligasta gestarúmið á slottinum, har seingin er reidd við skarlak og bleytasta silki. Tey biðja hann nú hvíla seg so væl, áðrenn hann fer víðari fram. Jú, hann takkaði fyri og fór til songar beinanvegin. Ferðamóður sum hann var og stívur av øllum matinum, hann hevði skorað í seg við borðið, sovnaði hann beinanvegin.

Tá ið hann langt úti á degnum eftir vaknaði og rullaði seg fram um stokk, kom kongur aftur og segði, at nú vildi hann geva honum eitt ríðingarross, um hann vildi koma út í stallin at velja sær eitt.

Kongasonurin fekk nú øll hesi prúðu ross at síggja og valdi sær tað, hann helt vera best, ein stásisligan gangara og hartil hóskandi saðil.

Men av tí blíðskapurin var so stórur her á slottinum, prinsessurnar so vakrar og tekkiligar, vann hann seg ongantíð av stað aftur hiðani. Hví fara frá so góðum veldum út í ta víðu verð, kanska at tola bæði vanda og vomm? Nei, hann fór ongan veg, men livdi her í gleði og gleim hvønn dag, og skjótt gloymdi hann bæði pápa sín, fugl Føniks og alt, sum var.

Heima lá gamli kongurin alsamt á seingini og versnaði í hvørjum. Nú var gingið eitt heilt ár, og tann elsti bróðirin var alsamt ikki afturkomin við fuglinum Føniks. Tað var so einki annað at gera enn at senda næstelsta sonin av stað. Hann skuldi so koma aftur bæði við fuglinum Føniks og tí elsta beiggjanum — um hann kundi finna teir, at siga.

Jú, miðlingasonurin fer av stað, kemur í øllum góðum til ta stóru kongsborgina, verður ógviliga glaður fyri at hitta elsta beiggjan har. Hann verður boðin inn og tekur av, venur seg skjótt við at eta tann góða matin, sova í bleytari song og ríða á stásisligum gangara. Tað er so hugtakandi, sum prinsessurnar eru blíðar, tær smíla so vakurt, at tað tekur um hjartað. Skjótt er tað, at næstelsti prinsurin eisini gloymir bæði pápan, fuglin Føniks og alt, verður bert hangandi har á borgini og heldur gleði og gleim hvønn einasta dag.

Aftur gongur eitt ár. Tann gamli kongurin verður uppaftur vánaligari, so fólk undrast á, at hann livir. Og hvørgin av teimum eldru dreingjunum spyrst aftur við fuglinum Føniks, sum hjálpa skuldi.

Tá sigur yngsti drongurin, Briti: ”Nei, hetta fer ikki at bera til, nú má eg heldur sjálvur fara út at fáa fatur á fuglinum Fønix, so faðir kann verða frískur.”

Nei, tað vil kongurin ikki, segði:

”Tá ið teir eldru báðir ongan fugl hava funnið, hvussu skal tú tá? Og gongur tað tær illa, so tú kemur ikki aftur, hvør skal tá arva ríkið eftir meg. Nei, drongur, sit tú heima.”

Men Briti gavst ikki og segði: ”Eg vil ikki ganga her og síggja, at pápi versnar og versnar, og eg einki geri. Nú fari eg av stað at vita, hvussu fer.” Og av stað fór hann.

Tað var sum við hinum báðum brøðrunum, at skjótt var, hann kom til ta stóru kongaborgina. Kongur kom sjálvur út at bjóða inn, og kongadøturnar stóðu fyri honum so blíðar og tekkiligar. Tey bjóða honum til borðs. Hann takkar hjartaliga fyri, at tey vilja honum so væl. ”Men tit taka meg ikki illa upp. Vildi heldur etið ein bita úr ferðaskjáttu míni, tí eg eri ikki vanur við so fínan mat.”

Jú, vildi hann heldur tað, so segði eingin honum ímóti, hildu tey.

Tá ið leggingartíð var, beyð kongur honum upp á tað fínasta gestarúmið á slottinum, har seingin var reidd við skarlak og bleytasta silki. Men Briti segði: ”Ikki eri eg vanur at liggja so bleytt, tit taka meg ikki illa upp, um eg heldur leggi meg á eitt kneppi av hálmi í stallinum.” - Ja, vildi hann heldur tað, skuldi hann bara gera, sum hann vildi, søgdu tey og vóru eitt sindur fálig.

Morgunin eftir, tá ið Briti skuldi av stað, var kongur aftur har og segði, at hann fegin vildi geva honum eitt ríðingarross, bað hann velja sær eitt millum tey vakrastu, her vóru.

“Nei,” helt Briti, “tey eru mær ov fín, eg eri ikki vanur við at ríða so stásiliga; men vilja tygum kortini geva mær eitt, so lat meg fáa hatta gamla, gráa eslið, sum stendur aftan fyri hurðina, og tann gamla saðilin, sum hongur hjá tí.”

Ja, kongur vildi ikki nokta honum hetta, men tóktist ikki dáma tað, helt fyri, at tað sømdi seg illa, at ein prinsur fór ríðandi á einum neyðars esli. Men Briti læði at og segði, at tað skuldi hann einki hugsa um, tí fekk hann tað, sum hann vildi, var hann glaður.

Og so fekk Briti eslið, legði sær saðilin á tað og reið út av kongsborgini.

Hann er ikki meir enn komin út á víðilsið, nú fær hann at síggja, hvat hetta gamla, gráa eslið dugir til. Tí best sum er, sigur tað við Brita: ”Halt tær nú væl!” og so reyk tað av stað gjøgnum ta tómu luft, so skjótt at hann mundi mist ondina. Um eina løtu eru tey komin langt út yvir havið. Undir teimum eru aldurnar og uppi yvir tann blái himmal.

Tá ið tey hava riðið ein langan tein, spyr eslið: ”Sær tú nakað framman fyri okkum?”

”Eg síggi ein lítlan, grønan blett,” svarar Briti.

”Har er tað, vit skulu,” sigur eslið.

Tey fljúgva við sama lag. Tá ið nakað er frá liðið, sær Briti, at tann grøni bletturin er ein lítil, fitt oyggj við stórari kongsborg á. Uttan um borgina er stórur urtagarður, og uttan um urtagarðin tættur skógur.

Tá sigur eslið: ”Vit fara nú niður í skógin; so bíði eg har, meðan tú fer inn í urtagarðin og roytir mær eitt sindur av grasi. Tá ið tú hevur fingið mær tað, fer tú inn aftur í urtagarðin og tekur tær epli til matna. Meðan tú gongur har, kemur tú til eitt træ, sum ber gullepli. Kljúgv upp í tað og tak seks epli, men ikki meir enn seks, og koyr tey upp á teg, tí tú fær góða nyttu av teimum seinri. Men síggj til at vera aftur her hjá mær, áðrenn sólin setur.”

Jú, Briti gjørdi alt, sum eslið segði, fór fyrst og roytti tí gras, síðani át hann sjálvur epli, fann fram á træið við gulleplunum og hentaði seks, koyrdi tey í lummarnar og var aftur, áðrenn sólin setti.

”Loyp á bak og halt tær fast,” segði eslið. Og so fóru tey aftur strúkandi út yvir havið. Úti á morgninum spyr eslið: ”Sær tú nakað framman fyri okkum?”

”Jú, langt burturi er ein grønur blettur,” svarar Briti.

”Ja, har er tað, vit skulu fara,” sigur eslið. Og so fljúgva tey, til tey koma inn yvir aftur eina grøna oyggj. Har dala tey niður, og her er eisini ein kongsgarður við urtagarði og longri burtur frá skógur.

”Lat meg bíða her í skóginum,” sigur eslið aftur, ”far tú so inn í urtagarðin og royt mær gras, eg treingi til at fáa eitt sindur at liva av. Síðani skal tú fara inn á kongsgarðin. Har hittir tú einki menniskja; men í fyrsta rúminum, tú kemur í, stendur ein lampa. Tak hana við tær, og far inn í næsta rúm. Har er myrkt, men gníggja lampuna, so lýsir hon. Har hanga seks roykt fleskastykki, tey skal tú taka við og ansa væl eftir teimum, tí vit fáa brúk fyri teimum seinri. Kom so aftur til mín. Men síggj til, at tú er her, áðrenn sólin setur.”

Briti gjørdi, sum eslið hevði sagt. Í urtagarðinum roytti hann tí gras. So fór hann inn á kongsgarðin. Fyrsta rúmið var tómt, bert tann gamla lampan stóð har. Hana tók hann við sær og fór inn í næsta rúm. Tað var kolmyrkt, men tá ið hann gníggjaði lampuna, sá hann at taka tey royktu fleskastykkini, sum hingu undir loftinum, fekk sær tey upp undir armin. Og so av stað aftur til eslið. Og tað var eisini í síðstu løtu, hann kom, tí sólin gekk beint tá niður.

”Loyp á bak og halt fast!” rópar eslið og helt av stað. Aftur sat Briti í tí gamla saðlinum við sínum gulleplum, lampuni og teimum royktu fleskastykkjunum.

Á triðja sinni fljúgva tey yvir havið.

Út móti morgni spurdi eslið: ”Sær tú nakað framman fyri okkum?”

”Ja, langt burturi er ein grønur blettur,” svarar Briti.

”Hagar er tað, vit skulu,” sigur eslið, og tað er ikki leingi, so eru tey inni yvir einari grønari oyggj, sum bæði er størri og vakrari enn hinar báðar, og her er eisini ein kongsgarður, nógv vakrari og glæsiligari enn hinir. Hann liggur í einum undurvøkrum urtagarði við stórum, tjúkkum skógum uttanum. Og sólin skein so fagurliga, so alt glæsti og glitraði.

Hóast Briti hevði ikki verið her áður, kendi hann staðið; tí hetta var slottið, pinkulingurin hevði víst honum í hattinum, heima á heygnum á sinni.

”Her er fuglurin Føniks,” sigur eslið. ”Í dag eru ikki stundir at royta gras. Nú skal tú beinanvegin fara upp á slottið. Í borgargarðinum liggja tríggir drekar. Teir eru ikki tespiligir á at líta; men blaka teimum bert trý av gulleplunum, so fara teir at renna eftir teimum, og í meðani sleppur tú framvið. Eitt sindur nærri slotsgrindini liggja tríggjar leyvur. Gev tú teimum bert hvørjari sítt fleskastykki, so gera tær tær einki.

Tá ið tú so kemur inn, er fyrst eitt myrkt rúm; men tú hevur lampuna hjá tær, so tú finnur. Næsta rúm er ein stórur salur. Har liggur ein so ovurvøkur prinsessa og svevur, men tarna teg ikki har, far longri, til tú kemur í eitt stórt rúm ovast uppi.

Har er fuglurin Fønix. Annaðhvørt flýgur hann um undir loftinum, ella situr hann og hampar sær gullfjaðrarnar. Har hongur eitt búur. Tað tykist tær ov lítið til fuglin; men tak tað kortini niður og lokka fuglin inn í tað. So ræður um at skunda sær aftur.

Tá ið tú kemur út, eru leyvurnar og drekarnir har aftur; men gev leyvunum restina av fleskinum og drekunum restina av gulleplunum, so gera tey tær ongar ónáðir. Minst so til at vera aftur her, áðrenn sólin setur, tí annars er ilt á ferð.”

Ikki var Brita at eggja, hann fór beinanvegin av stað.

Tað var, sum eslið segði: Í borgargarðinum møtir hann drekunum - eldrokið úr granunum, teir koma, og halarnir smekka í túnið, so eyrrokið stendur frá.

Men hann tekur trý gullepli og blakar. Teir leggja eftir teimum, og sloppin er hann. Fyri slotsdurinum koma leyvurnar spelandi við brøl og levint, kjaftarnir eru sum neystadyr, skulu slúka hann beinanvegin. Men hann er so kvikur, blakar hvørjari sítt fleskastykki, tær leggjast so á at skræða hetta í seg, og hann sleppur snikkasleysur inn um dyrnar.

Nú er hann í tí myrka rúminum; men lýsir fyri sær við lampuni og kemur inn í tann stóra salin, har prinsessan liggur og svevur. Aldri sín dag hevði hann hugsað sær, at nakað menniskja kundi vera so vakurt, og ikki kundi hann bara sær fyri at standa eina løtu og hyggja at henni.

Men so mátti hann fara og kom umsíðir til tað stóra rúmið ovast uppi. Fuglurin Føniks var har og fleyg umkring. Tað glitraði og skein av fjaðrunum, so tað skar í eyguni. Aldri hevði hann sætt so vakran fugl áður. Búrið hekk har. Briti skundaði sær at fáa fatur á tí og lokkaði fuglin í. Tað gekk lætt, hóast tað var lítið, rúmtist hann væl.

Nú skuldi hann sama vegin av stað aftur, sum hann var komin; men tað var ikki lætt, tí tá ið hann kom aftur í tann stóra salin, var tann vakra prinsessan vaknað og kom so blíð ímóti honum, var so tíðindafróð og fyrikomandi, at hann aldri hevði vitað so hugnaliga og hjartaliga samrøðu við nakað menniskja áður. Og áðrenn hann visti av, hevði hann gloymt alt, sum eslið hevði sagt við hann, hann var heilt burtur í hesi yndisligu gentuni, og hon eisini í honum, var tað líkt til. Soleiðis varð og ikki, at hesin fundur teirra fekk týdning langt út í framtíðina.

Hevði eslið ikki farið upp at skríggjað fyri uttan, var óvist, um hann nakrantíð hevði farið av aftur slottinum; tá ið hann hoyrdi tað, rann vitið at honum aftur, og hann leyp av stað frá prinsessuni og á dyr. Men tá eru leyvurnar har, óðari enn áður, og vilja leypa á beinanvegin. Men so blakar hann teimum restina av tí roykta fleskinum, og meðan tær leggjast at skræða hetta í seg, smýgur hann frá teimum. Tað er ikki úti við tí, kortini; tí nú koma teir tríggir drekarnir og gartera, so jørðin skelvur. Men hann tekur restina av gulleplunum og blakar fyri teir; meðan teir turna eftir teimum, sleppur hann av stað, og tað var í evstu stund, tí beint, sum hann kom aftur til eslið, setti sólin.

”Ja, nú mundi tú gjørt feigdina um teg,” segði eslið, ”kom tú ikki beint í hesi løtu, so høvdu vit bæði mist lívið. - Hvussu var, fekk tú fuglin Føniks?”

”Ja, eg havi hann her!” svarar Briti og heldur búrið upp.

”So er væl,” svarar eslið, ”loyp so á bak og halt tær fast, tí nú skulu vit skunda okkum heim aftur.”

Og tað var ikki eiti á, sum tað skundaði sær, Briti hvørki hoyrdi ella sá, sum hann baldist at halda sær føstum, tað súsaði og hvein um oyruni, so tað var ikki meir, enn hann visti til sín. Men ikki varð leingi, fyrr enn tey lendu í øllum góðum á tí stóru kongsborgini, har Briti hevði fingið eslið, og har brøður hansara alsamt gingu sum ónyttur.

”Nú skal tú seta meg aftur hagar, tú tók meg,” sigur eslið; ”men skuldi tú einaferð vorðið eydnismaður, so kom aftur eftir mær. Tá skal tú gera mær tann beina at skera høvdið og halan av mær, seta so høvdið, har halin var, og halan, har høvdið var, tá skal tú fáa at síggja, hvør eg í grundini eri.”

”Lat meg heldur gera tað fyri teg beinanvegin,” sigur Briti.

Men eslið sigur nei, ”tað dugir ikki, tað er tín eydna, sum skal senda teg aftur higar, tá fyrsta er tað mær at gagni.”

”Ja, tað skal tú líta á,” sigur Briti, ”eg skal koma so skjótt, eg kann.”

So ríður hann inn á kongsborgina, setur tað gamla, gráa eslið í stallin og heingir tann gamla saðilin, har hann hekk.

Tá koma brøðurnir báðir ímóti honum og spyrja, hvar hann hevur verið - at hann skuldi vera so býttur nakrantíð at fara hiðani, tí her høvdu teir so góðar dagar, at eingin kundi ynskja sær tað betri.

Men nú sigur Briti teimum, hvar hann hevur verið, hvørjum hann hevur verið fyri og vísir teimum búrið við fuglinum Føniks.

Tá skuldu tit sætt skortarnar á brøðrunum báðum, hvussu teir fánaðu, at veiðimaðurin Briti skuldi hava gjørt sovorðnar skreytir og skammfarið teir heilt. Teir vóru so avindsjúkir, at teir mistu málið og rýmdu, fóru í einrúmi at ráðagera um, hvussu teir skuldu fáa fatur á fuglinum Føniks og yngsta bróðurin beindan burtur.

Tá ið nú kongurin hevði hildið veitslu fyri teimum, fóru allir tríggir brøðurnir heim aftur til pápa sín.

Tá ið teir eru komnir ávegis, leggja teir eldru brøðurnir á Brita, taka fuglin frá honum, múlbinda og fjøtra hann, føra hann so skaftan fram fyri faðirin og siga, at tað eru teir, sum hava verið úti og funnið fuglin Føniks, verið í nógvum londum og liðið bæði hungur og hall á ferðini, meðan Briti bert hevði livað á einum kongsgarði í letigangi og gjørt bæði sær og sínum fyri skommum. Nú høvdu teir tikið hann við heim, so hann kundi tola tann straff, hann hevði elvt sær, og teir ráddu til at kasta hann í leyvugarðin.

Faðirin, sum var uppaftur sjúkari enn áður, var sjálvandi glaður fyri at síggja synirnar aftur, og av tí hann hevði álit á teimum eldru báðum, trúði hann øllum, teir søgdu, meðan hann aldri hevði væntað nakað gott av Brita. Tí varð hann ikki eingang spurdur, um hvat hann hevði at svara fyri seg, men beinan vegin rendur í leyvugarðin.

Leyvurnar komu beinanvegin stunandi og vildu skræða hann sundur; men til alt held hevði hann ta gomlu lampuna hjá sær, og hana gníggjaði hann. Tá løgdu leyvurnar seg beinanvegin stillar niður og vóru leiknar sum blíðir hundar. Tá ið kjøt varð kastað leyvunum, lótu tær Brita taka fyrst, áðrenn tær tóku sjálvar. Soleiðis helt hann sær á lívi í nógv ár.

Men fuglurin Føniks, sum brøðurnir settu framman fyri seingini hjá konginum, beyð ikki til at syngja, sat bert og hongdi høvdið og litfórst, so fjaðrarnar vóru heilt gráar. Og kongurin var alsamt líka sjúkur.

Men nú hendi tað, at tann ovurvakra prinsessan á slottinum, har fuglurin Føniks var, nýggju mánaðir eftir, at Briti hevði verið, fekk ein son. Og nú sat prinsessan og longdist so sáran eftir, at pápin at soninum skuldi koma aftur.

Men eitt árið fór, og annað kom, eingin maður - sum rímiligt var, tí pápin var jú Briti, og hann sat innistongdur í leyvugarðinum.

Men ein góðan dag, nú tímir prinsessan ikki at sita og bíða meir, hon ger ein stóran skipaflota út og fer at leita eftir Brita. Flotin siglir víða um, frá landi til land, og endin er tann, at hann kemur til lands við slottið, har tann sjúki kongurin býr við synum sínum.

Og prinsessan ger, sum hon er von, sendir boð í land at spyrja, um tað er her tann prinsurin býr, sum var eftir fuglinum Føniks. Var hann her, vildi hon hitta hann, bað hann koma oman til strandar.

”Á, jú, jú tað var hiðani hann var!” søgdu brøðurnir.

Og næsta dagin skuldi elsti bróðirin oman til skipini. Prinsessan hevði latið breiða skarlaksklæði líka frá skipunum og at slottinum. Tá ið nú elsti bróðirin dagin eftir kom út á trappuna í fínasta skrúð, komdi hann sær ikki at stíga á skarlaksklæðið, men fór høgrumegin við, væl burturfrá.

Prinsessan stóð við skipssíðuna við soninum undir liðini. Tá ið tey síggja elsta bróðurin koma oman, spyr hon dreingin: ”Heldur tú, hatta er pápi tín, ið har kemur?”

”Ikki haldi eg tað,” svarar hin lítli, ”ikki so frægt, at hann torir stíga á skarlaksklæðið.”

Tá ið elsti bróðirin kemur omanat, spyr prinsessan, um tað var hann, ið var eftir fuglinum.

”Ja, tað var tað,” svarar hann.

Prinsessan sigur aftur: ”Sig mær so, hvat var tað fyri vakt, ið stóð fyri slotsdurunum.”

Elsti bróðirin hugsar seg um, heldur tað man vera har, sum tað er hjá pápa hansara og sigur: ”Seks hovverjar, tveir vanligir hermenn og tveir skutilssveinar, sum nigu.”

”Tú talar, sum tú hevur vit til,” sigur prinsessan; ”tú hevur, ið hvussu er, ikki verið har. Men far nú heim aftur og sig frá mær, at kemur tann, sum var eftir fuglinum Føniks ikki oman til skipið, skal eg beina fyri tykkum øllum somlum.”

So fór elsti sonurin so nakkalangur niðan aftur og segði næsta beiggjanum, hvat hann varð spurdur um, hvat hann svaraði, og hvat endin varð.

”Tú var býttur, var tú, at siga so, tí prinsessan er ivaleyst ein gandakelling, og tær hava ikki hovverjar og nígandi skutilssveinar fyri durunum, tað mátti tú vitað. Nú skal eg fara oman til hana í morgin, og so skal tú fáa at síggja.”

Morgunin eftir skal so næstelsti bróðirin fara. Tá ið hann kemur út á trappuna, torir hann heldur ikki at stíga á skarlaksklæðið, men fer vinstrumegin við.

Prinsessan stendur við skipssíðuna og hevur sonin hjá sær. Tá ið tey síggja mannin koma, spyr prinsessan sonin: ”Heldur tú, hatta er pápi tín, ið har kemur?”

”Ikki haldi eg tað,” svarar hin lítli, ”hann torir ikki at ganga eftir skarlaksklæðnum.”

Tá ið hann kemur oman, spyr prinsessan: ”Var tað tú, ið var eftir fuglinum Føniks?”

”Ja, tað var eg, og eingin annar, langt var, men eg kom tó heilur heim,” segði hann og læði.

”Jú, jú,” sigur hon ”og langt er tað síðani. Men sig mær, hvat var tað fyri vakt, ið stóð uttanfyri, har tú fekk fuglin?”

”Ja, har var alt annað enn lætt at koma inn,” segði næstelsti bróðirin, ”tí slottið var væl vart. Fyrst stóðu tólv kempur, hvør við sínum gassa, og tá ið eg hevði bart kempurnar niður, komu tólv dvørgar, sum bæði bitu og klóraðu, men teimum basti eg eisini.”

”So, halt nú uppat at skrøgga,” sigur prinsessan, ”eg síggi, at tú hevur aldri sætt kempur, og aldri hava dvørgar klórað teg, so tað er ikki tú, sum hevur verið eftir fuglinum. Tú er ikki minni lygivætti enn beiggi tín. Men far nú heim og ber boð frá mær, at kemur tann, sum var eftir fuglinum Føniks, ikki oman til mín - ella fái eg, ið hvussu er, ikki eitt bein at síggja av honum, so leggi eg alt landið oyðið, og eg skal gera beiggja tín til ein nígandi skutilsvein, og teg sendi eg út í ein skóg, har tað eru tólv kempur og bert ein lítil dvørgur.”

Tá var næstelsti bróðirin ikki seinur at leypa til hús, og sovorðnan skund hevði hann, at hann leyp tríggjar trappur í senn inn at siga beiggja sínum, hvat prinsessan hevði sagt.

Hetta var ein verri standur, og her var einki at gera uttan at siga gamla konginum, hvussu vorðið var. Hann var alsamt deyðasjúkur, og hvat ikki hevði verið fyrr, varð, tá ið hann hoyrir teir siga frá øllum tilganginum, og hann syrgdi so sáran Brita, sum sakarleysur var blakaður fyri leyvurnar at skræða sundur.

Men fyri at alt landið skuldið ikki verða lagt oyðið, máttu teir senda ein mann niður í leyvugarðin at royna, um teir funnu eitt bein av Brita at bera oman til skipið. Tá hendir tað ótrúliga, at har mitt í leyvuflokkinum situr Briti við sítt fríska lív. Maðurin stóð bilsin og gløddi.

Briti hyggur upp á hann og spyr, hvat hann vil her niður í leyvugarðin.

”Jú,” sigur maðurin, ”eg eri sendur at finna eitt bein av prinsinum Brita, og nú situr tú sjálvur her frískur og ferðigur.”

”Far til teir, sum hava sent teg,” sigur Briti, ”at bein fáa teir einki, men vilja teir hava sjálvan meg, so skal eg koma.”

Nú verður stór frøi á slottinum, kunnu tit ætla, tann gamli kongurin grætur av gleði. Men teir báðir eldru synirnir fóru til songar og drógu dýnurnar upp um høvdið, so ræddir vóru teir fyri, hvat Briti fór at gera við teir.

Nú verður Briti tikin upp úr leyvugarðinum og førdur inn á slottið, har hann verður móttikin so hjartaliga, sum hugsast kann. Men tá ið tey vildu hava hann at klippa sær, vaska sær og lata seg betur í, áðrenn hann fór oman til prinsessuna, segði hann nei, tað var ikki fyri neyðini, tí hon skuldi nokk kenna hann kortini.

Og tá ið hann kom á trappuna, fýrdi hann ikki, men fór leypandi mitt oman eftir tí fína skarlaksklæðnum og beint til prinsessuna og sonin.

”Heldur tú, hatta er pápi tín, ið kemur har leypandi,” spurdi prinsessan.

”Ja, hatta er líkt til at vera hann,” svarar hin lítli.

”Eg kann siga tær nógv um teir tríggjar drekarnar, tær tríggjar leyvurnar, men mest um teg sjálva,” segði Briti. ”Men tað eru ivaleyst ongar áneyðir til.”

”Nei, teg kenni eg,” svaraði prinsessan.

Og so fer Briti við teimum báðum niðan á slottið til sín gamla, sjúka faðir. Tá ið tey koma inn til hann, sker fuglurin Føniks í at syngja.

Beinanvegin verður kongurin frískur, kastar dýnuna av sær og fer upp, letur seg í og gongur frískur og ferðigur, sum hann var tjúgu ára gamal.

Tá sigur Briti: ”Nú haldi eg, at eydnan er komin til mín, og tað við lít, og so er tað eitt, ið eg fyrst og fremst havi at gera: at heinta ein góðan vin.” Og so helt hann av stað til ta stóru kongsborgina, har hann hevði sett eslið frá sær. Hann skar høvur og hala av tí, býtti tey um. Og ey! har stóð ein prinsur undir liðini á honum.

Eitt trøll, sum var kongur har á borgini, hevði einaferð umskapt hann.

Døturnar, hann hevði, vóru heksir av versta slag.

Og nú hvarv øll borgin, við konginum, prinsessunum og øllum, sum var, sakk niður í jørðina og varð burtur.

Briti ríður nú saman við prinsinum heim aftur í kongsgarðin, har tað varð avgjørt, at tann fremmandi prinsurin skuldi arva ríkið, meðan teir báðir óndu og óduguligu brøðurnir vóru settir fyri durinum sum nígandi skutilssveinar.

Har skuldu teir verða standandi til teirra doyggjandi dag.

Briti tók fuglin Føniks við sær og fór við prinsessuni og soni sínum heim til hennara ovurvakra slott og varð kongur í hennara ríki. Har hava tey síðani livað bæði glað og umhildin.

Úr bókini ”Ævintýr 4”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1970.

Upprunaheiti: ”Skytten Bryde”. Jesper Ewald: ”Danske Folkeeventyr”, Gyldendal 1954.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019