• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

30. BÝTTLINGURIN

 

a. Býtti Gutti

Uppskrift úr Sumba

Eina ferð vóru ein maður og ein kona; tey áttu ein son, sum tey rópaðu Gutta. Hann var so býttur, at hann dugdi ikki at lata seg í klæðir, tá ið hann var fullvaksin, men hevði brøkurnar í staðin fyri kot og kotið fyri brøkur; tí varð hann ongantíð rópaður annað av fólki enn Býtti Gutti. So doyði pápin. Ein dagin sigur mamman við drongin:

“Sonur mín, tað sámir tær ikki longur at ganga ógiftur; eg eri gomul, og mær er tørvur á hjálp í húsinum.”

Gutti spyr:

”Hvat er tað at giftast, mamma? eg skilji tað ikki.”

”Tað er at fáa tær eitt konufólk, sonur mín, og lata prestin víga tykkum saman.”

”Kann ein tá ikki lata seg víga saman við eitt mannfólk, mamma?”

Men mamman risti við høvdinum og mutlaði:

”Tú mást væl eita Býtti Gutti.”

Ein dagin sigur mamman við Gutta:

”Í morgin skalt tú fara við kúnni, ið her stendur, og selja hana fyri nakrar pengar.” Gutti er fegin at sleppa.

Um morgunin letur mamman hann í, allan sum hann er, til ferðina, og biður hann royna at fáa nakað væl aftur fyri kúnna. Gutti spyr, hvussu hann skal bera seg at við kúnni at fáa hana avstað við sær. Mamman sigur, at hann skal binda eitt tog um hálsin á henni og so toga hana.

Gutti fer í fjósið, bindur tog um halan á kúnni, setur báðar føtur í spenni móti fjósgáttini og streingir á, men alt til einkis - kúgvin vikast ikki. Hann verður argur, lemjir hana og bannar; men í tí sama kemur mamman, loysir togið av halanum og bindur um hálsin á kúnni, letur so sonin avstað við henni og ynskir honum góða lukku.

Tá ið Gutti hevur gingið ein tein, møtir hann einum manni og rópar til hansara:

”Henda kúgvin kostar nakað! vilt tú keypa hana?”

Hin fremmandi spyr, hvussu mikið hann skal hava fyri kúnna; men Gutti sigur tað sama sum fyrr, at hon kostar nakað.

”So skalt tú fáa nakað,” sigur maðurin, spýtir eitt stórt sputt í hondina á Gutta og biður hann knýta nevan væl saman um tað og ikki forkoma tí: tí nú hevur hann fingið nakað fyri kúnna. Maðurin fer sín veg við kúnni, og Gutti kvikar sær heim aftur.

Á veginum møtir hann prestinum og biður góðan dag; presturin biður góðan dag aftur og tekur Gutta í hondina. Gutti hyggur í hondina á sær - sputtið er burtur. Hann rópar til prestin:

”Tín tjóvur! tú stjól tað, sum eg fekk fyri kúnna; um tú ikki flýggjar mær tað aftur, so drepi eg teg nú í stundini.”

Og Gutti ger, sum hann sigur, drepur prestin, kastar líkið í eitt mórudíki og fer so heim rópandi og bannandi:

”Prestur stjól pengarnar, sum eg fekk fyri kúnna; men eg beindi fyri honum.”

Mamman biður hann mars vísa sær á, hvar hann hevur grivið prestin, og hann fylgir henni til plássið. Hon hevur ein hund við sær, og tá ið hon hevur koyrt Gutta heim aftur, drepur hon hundin og grevur niður í mórudíkið, har sum Gutti hevði lagt prestin; men prestlíkið tekur hon upp, stoytir tað í eina á og fer so heim.

Tá ið kvøldsett er, og presturin er ikki afturkomin, fara húskallar hansara út at leita eftir honum, men til einkis. Teir koma til Gutta og spyrja, um hann hevur sæð prestin. Hann sigur ja.

”Hvar sást tú hann?” spyrja teir.

”Á veginum,” sigur Gutti; ”har drap eg hann.”

”Býttlingur tín, hvat hevði hann gjørt tær?”

”Hann stjól pengar mínar og vildi ikki fáa mær teir aftur.”

”Kom og vís okkum, hvar tú hevur lagt hann!” siga húskallarnir.

Gutti fer við teimum til mórudíkið og vísir teimum á. Men nú ið teir grava, finna teir bert ein hund og ongan prest og biðja so Gutta skammast av sær at kalla ein hund ein prest.

Ein dagin sigur mamman við Gutta:

”Far avstað í dag og bið tær Mariu til konu! hon er sami býttlingurin og tú ert.”

”Tað vil eg gera,” sigur hann, fer avstað og rópar: Maria! Maria! efttir veginum, sum hann gongur. Men best sum hann rópar, stoytir hann fótin ímóti einari túgvu og dettur. Tá ið hann er komin á føtur aftur, hevur hann mist navnið á gentuni burtur og tekur at banna túgvuni, sum er atvoldin í tí.

Hann gongur leingi og gremur seg og sær umsíðir ein mann koma gangandi við einum haka. Glaður fer hann til mannin og biður læna sær hakan. Hin fremmindi spyr, hvat tað er, hann hevst at.

”Eg ætli mær at grava í hasari túgvuni, tí at eg stoytti fótin ímóti henni, datt og misti navnið burtur á einari gentu, sum eg skuldi fara at fríggja til.”

”Grava tú!” sigur maðurin.

Gutti so ger og heldur við til myrkurs; so verður hann at sleppa sær heim aftur, og tað er alt tað, at hann finnur vegin. Mamman undrast á, at hann kemur einsamallur, og spyr eftir gentuni; men Gutti svarar:

”Eg datt um eina túgvu og misti navn hennara; so gróv eg rundan um túgvuna til at finna navnið aftur, men fann tað ikki.”

Mamman deilir:

”Tig við tær, og lat ongan hoyra slíkt! Í morgin fari eg sjálv avstað eftir Mariu til tín, og nú skal eg læra teg, hvussu tú skalt fara at, meðan eg eri burturi: tú skalt taka fruktina av tí grønasta, í garðinum er, og koyra í pottin til døgurða, og síðan skalt tú fjaðra teg í og standa fyri durunum, tá ið eg komi við Mariu; men sí nú til, at tú gert, sum eg biði teg.”

Tað fyrsta, Gutti ger næsta morgun, tá ið mamman er avstaðfarin, er at bera vatn heim og stoyta í døgurðapottin; men tá ið hann hevur hongt hann uppyvir, hevur hann gloymt, hvat tað er, sum skal koyrast í til at kóka. Í tí at hann hyggur uttan um seg, ber hann eyga við hin grøna stakkin hjá mommu sínari.

”Nú minnist eg!” rópar hann: ”tað var tað grønasta, ið kókast skuldi, og tað kann einki vera uttan hesin stakkurin.”

So koyrir hann stakkin í pottin at kóka til døgurða. Síðan minnist hann á hitt, sum mamman segði við hann: at hann skuldi fjaðra seg í, til hon kom aftur. Hann tekur eina dýnu, fer oman í kjallaran, smyr seg í tjøru, ristir dýnuna og stingur seg sjálvan inn í fjaðrarnar. Nú hevur hann fjaðrað seg í, heldur hann. So fer hann út at standa fyri durunum og sær mommuna koma við gentuni.

Maria ræðist hetta spøkilsið, fyri durunum stendur, og spyr, hvat tað er.

Tað er tilkomandi maður hennara, sigur hin gamla.

Tær fara inn - nú flýtur gólvið í vatni, so øll verða vát. Hin gamla turkar upp fyrst og fer síðan at fáa drongin reinan aftur.

Brúdleypið verður nú ásett; men fátt er um brúðrina. Mamman sigur við sonin brúdleypsmorgunin:

”Nú skalt tú royna at bera teg væl at: biðja øllum, sum tú møtir, góðan dag og kasta blíð eygu á brúðrina ímillumat.”

Tey fara í kirkju, og Gutti biður øllum kríaturum, sum hann sær, góðan dag.

Tá ið tey koma úr aftur kirkjuni, drepur Gutti bæði hundar og kettur, stingur eyguni úr teimum og koyrir í fikkuna.

Sum tey sita við brúdleypsborðið, tekur Gutti hesi eyguni upp úr fikkunum og kastar á brúðrina, sum situr heilt forskammað.

Nú er songartíð fyri hond, og øll at leggjast. Maria biður Gutta sløkkja ljósið; men best sum hann hevur sløkt tað, sigur hon, at hon noyðist út fyri dyr til at hjálpa sær. Hann sigur: nei, ikki uttan hon vil binda eitt reip um seg sjálva og geva honum hin endan, at hann kann toga hana inn aftur, tá ið hann heldur hana hava verið nóg leingi.

Ja, tað vil hon, men biður hann ikki toga til sín, fyrr enn hon rópar.

Úti fyri durunum stendur ein geitarbukkur; hon bindur reipið um hornini á honum og rýmir so sín veg. Gutti ótolnast, streingir á reipið og togar geitarbukkin inn og upp í songina til sín.

”Mamma, brúðurin er loðin!” rópar hann.

”Ligg og tig við tær!”

”Mamma, brúðurin stangar! hon hevur horn.”

Mamman fer fram, tendrar ljós og sær nú, at brúðurin er burtur og geitarbukkur teirra komin í staðin fyri. Tá vóru tey so ógvuliga forskammaði.

 

Frásøgn: Anna Sofía Langgaard, Sumba

 

b. Tápu-Kristin

Uppskrift úr Sørvági

Ein kona átti ein so ógvuliga tápuligan son, sum æt Kristin. Ein dagin, sum hann gekk úti og spákaði, kom hann fram við nøkrum monnum, sum skóru ein akur. Teir spurdu hann, hvussu nógvar skeppur av korni hann helt fáast kundu úr hesum akri, og hann svaraði: eina. So bukaðu teir hann fyri hetta býtta svarið, og hann grátandi heim til mommu sína. Hon spurdi, hvat ið bagdi honum, og hann segði frá, sum tilborist hevði.

”Tápulingur tín!” segði mamman; ”tú skuldi havt sagt hundrað skeppur.”

”Bíða, mamma! tað skal eg siga eina aðra ferð.”

Annan dagin, ið hann er úti at spáka, møtir hann einum líkskara og tekur at rópa:

”Hundrað skeppur! hundrað skeppur!”

Menninir buka hann, og hann grátandi heim til mommuna og sigur frá, hvussu sær hevur gingist.

”Tápulingur tín! tú skuldi sagt: Í himmiríki spælir sálin!”

”Bíða, mamma! tað skal eg siga eina aðra ferð.”

Triðja dagin, ið hann er úti at spáka, kemur hann til ein mann, sum situr og flettir eina ryssu, og sigur við hann:

”Í himmiríki spælir sálin á ryssuni.”

Maðurin loypur upp at buka hann, og Kristin grátandi heim til mommuna.

”Tápulingur tín! tú skuldi sagt: Bort med den tæve!”

”Bíða, mamma! tað skal eg siga eina aðra ferð.”

Fjórða dagin møtir hann einum brúðarskara og tekur nú til at rópa:

”Bort med den tæve!”

Men hevur hann ikki verið bukaður fyrr, so verður hann tað nú og kemur ýlandi heim aftur til mommuna. Hon deilir hann illa og sigur, at hann átti at hava sagt:

”Til lukku! til lukku!”

”Bíða, mamma! tað skal eg siga eina aðra ferð.”

Fimta dagin kemur hann fram við einum harragarði, sum eldur er í, og rópar til menninar, sum royna at sløkkja:

”Til lukku! til lukku!”

Men ikki gekk honum betur hesa ferð enn allar hinar ferðirnar - hann varð bukaður og tað við lít, áðrenn hann slapp heim aftur.

Tað næsta at siga frá er tað, at mamman er farin at hugsa um at fáa Kristin giftan og býr seg til at fara út at fáa konu til hansara. Áðrenn hon fer, lærir hon hann, hvussu hann skal bera seg at, meðan hon er burturi: hann skal kóka súpan, koyra gás útá og lata pipar og ingifer í.

Tá ið mamman er avstað, tekur hann gásina, ið liggur á eggjum undir borðinum, drepur hana og koyrir í pottin í staðin fyri ta gásina, í hjallinum er. Hund og kettu áttu tey, sum tey rópaðu Pipar og Ingifer; tey bæði drap hann eisini og koyrdi í pottin. Nú hugsar hann um, hvør ið skal verma gásareggini, av tí at gásin er dripin. Hann tjørar seg, meiggjar seg út í gásafjøðrunum og leggur seg so á eggini.

Nú kemur mamman aftur og rópar:

”Hvar ert tú, Kristin?”

Hann svarar undan borðinum:

”Kokk kokk kokk kokk!”

Tríggjar ferðir upp í slag rópar hin gamla og spyr eftir Kristini; tríggjar ferðir rópar hann sama aftur. Til endan finnur hon hann undir borðinum, skammar hann út og biður hann hava seg avstað í stundini til at lata seg í, tað spektakkul hann er: tí nú er brúðurin komin.

So fer mamman at búgva til brúdleyps. Kristin spyr, hvat ið fer at vera í brúdleypinum.

”Súpan, ertrar, egg og kjøt,” svarar mamman og leggur til:

”Nú skalt tú bera teg væl at við brúdleypsborðið: skera eggið sundur í fýra og taka fýra ertrar á skeiðina í senn, og tá ið tú hevur etið kjøtið, skalt tú leggja beinini aftur á fatið; blíð eygu skalt tú kasta á brúðrina ímillumat.”

Brúdleypsmorgunin drepur Kristin kríatúrini í húsinum, stingur eyguni út úr teimum og stappar í vestafikkuna, áðrenn tey fara í kirkju.

Tá ið tey koma aftur úr kirkjuni, setast øll til borðs. Kristin koyrir fýra egg í munnin í senn og sker hvørja ertur sundur í fýra. Tá ið hann hevur etið kjøtið, leggur hann síni egnu bein upp á borðið, tekur eyguni upp úr fikkuni og kastar á brúðfólkini, men eina mest á brúðrina, sum situr so forskammað og forteipað.

Tá ið dagsett er, fer alt at leggjast; men Kristin er ikki meira enn lagstur, so kennir hann svongd á sær og rópar:

”Mamma! eg eri svangur.”

”Ligg og tig!” svarar mamman; ”hví át tú ikki, tá ið hini ótu?”

Men Kristin heldur við at kæra seg um svongd.

”Pylsa liggur uppi á hillini,” sigur mamman.

Kristin fram í myrkrinum at klóra eftir pylsuni og rakar við eina kettu uppi á hillini.

”Mamma! pylsan er loðin.”

Hin gamla sigur honum frá, at eitt fat við vellingi stendur undir songini. So hann skavandi eftir tí, rakar við fatið og sýpur seg mettan.

Sum hann er afturlagstur, noyðist brúðurin fram og út fyri dyr til at hjálpa sær nakað lítið.

”Nei,” sigur Kristin: ”tú sleppur ikki.”

Men brúðurin heldur við hann, at hann kann binda hosubondini og sokkabondini saman og annan endan um armin á henni - so kann hann sjálvur halda í hin endan og toga hana inn aftur, tá ið hann vil hava hana. Hetta heldur Kristin bera til.

Tá ið brúðurin er komin út um, stendur ein geitarbukkur har fyri durunum; hon loysir bandið av sær, bindur um hornini á bukkinum og rýmir so sín veg.

Tá ið brúðgómurin heldur hana hava verið nóg leingi, togar hann á og dregur geitarbukkin inn og upp í songina til sín. Bukkurin tekur at stanga.

”Mamma! brúðurin stangar!” rópar Kristin.

”Ligg og tig!” svarar mamman; ”tað eru hárnálirnar, sum stinga.”

Geitarbukkurin tekur at kukka.

”Mamma! brúðurin sparlar!”

”Ligg og tig! tað eru perlurnar, ið detta av perlukransinum.”

Í endanum sovnar hann. Men um morgunin tá ið mamman og hann bæði vaknaðu, vóru tey so ógvuliga skammfuktað.

 

Frásøgn: Lovisa Djonesen, Sørvági (eftir Jóhonnu Jógvansdóttur, Kvívík)

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

 

30 a  AT 1006, AT 1204, AT 1538, AT 1600, AT 1685, AT 1687

30 b  AT 1006, AT 1218, AT 1685, AT 1691 B, AT 1696

 

 

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019