• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Djóni Djarvi

Einaferðina vóru tað eini hjún, sum áttu eittans barn, ein son, sum æt Djóni; og av tí hann var dirvisbetri enn vanligt, varð hann róptur Djóni Djarvi. Tað var við honum, sum við einabørnum flestum, at hann fekk ov mikið eftirlæti, so hann lærdi ongantíð at lata sær siga, gjørdi altíð, sum hann vildi sjálvur, - treiskur og óhoyriligur frá barnsbeini; tess meir hann vaks, tess óflættiligari varð hann. Einki træ var so høgt, at hann skuldi ikki klíva upp í toppin, og einki hús var so høgt, at hann skuldi ikki upp á mønuna at renna.

Lesa ella læra hevði hann ongantíð bindindi til, hóast vitið treyt honum ikki, so tað, hann hoyrdi ella sá, skilti hann beinanvegin. Men hann hugsaði bert um ótangagerðir, og tað var ikki smávegis, hann kundi gera av sovorðnum. Stuttligast helt hann vera at ræða ella hvøkka fólk. - Men sjálvur ræddist hann hvørki fólk ella fæ.

Tá ið hann nú vaks til og kundi gera lít fyri seg, hildu foreldrini, tað var beinast at fáa tamt hann eitt sindur; og hóast mammuni tókti tað illa, fór pápin til deknin við honum, bað hann taka sær av dreinginum og hvørki spara hørð orð, høgg ella slag fyri at læra hann at lystra. Best hevði verið, helt pápin, um deknurin kundi rætt hann við onkrum, so hann einaferð fekk at vita, hvat tað var at óttast, tí annars fór tað at ganga honum illa í lívinum.

Tað helt deknurin við, hann skuldi drúgvast fáa hárini at reisa seg á høvdinum á honum. Sonurin verður so hjá dekninum.

Nú er tað seint eitt halgiaftanskvøld, at deknurin sigur við dreingin:

”Klokkarin hevur aftur drukkið seg fullan, sneiðursettur; tú hevði mestur stokkið niðan í kirkju og ringt fyri hann.”

”Gaman í,” sigur Djóni Djarvi og leyp av stað sum snarast, upp í kirkjutornið og ringdi, so tað hoyrdist um sjey kirkjusóknir. Tá ið hann er liðugur og kemur niður aftur, stendur eitt langt, hvítt spøkilsi í trappunum fyri honum:

”Er tú livandi so tala, er tú deytt, so slepp tær burtur!” rópar Djóni Djarvi.

Hetta letur ikki við seg koma, stendur og hóttir ímóti honum; tá ger hann ikki vandari, hirðir spøkilsið afturav, so tað fer tumblandi niður trappurnar líka á slætt. Hann læt tað bara liggja og fór heim aftur í deknagarðin, sum einki skuldi verið.

”Nú,” sigur deknakonan, ”hitti tú ongan?”

”Jú,” sigur Djóni Djarvi, ”har kom eitt spøkilsi, sum royndi at forða mær í at fara niður aftur úr torninum; men eg hirdi tað bara um koll, so tað fór bóltandi oman trappurnar.”

”Bara tað hevur ikki fingið skaða,” sigur deknakonan.

”Líka leggi eg í, hvat sum hendi tí; eg bað tað fara burtur, men tað vildi ikki,” segði Djóni Djarvi.

Deknakonan bønar hann nú at koma við sær niðan í kirkjuna at vita, hvussu gekst við spøkilsinum. Tey fylgjast so niðan gjøgnum kirkjugarðin og inn í kirkjuna. Tá liggur deknurin beinbrotin undir trappuni og gevur seg; lakið, hann hevði havt uttan um seg, var slongt av og lá longri uppi í trappunum. Tey bera hann nú heim og fáa hann í songina. - Hann kom at halta allar sínar dagar av hesum døtti.

Nú vildi deknurin ikki hava Djóna Djarva í húsinum meir, og morgunin eftir sendi hann dreingin heim aftur til foreldrini.

Pápin tekur ógvuliga kaldliga ímóti soninum, deilir hann fyri illavorðnan atburð og sigur, at hann vil ikki hava hann heima meir, og longu morgunin eftir fer hann í prestagarðin við honum og biður prest royna at fáa fólk burtur úr honum.

”Jú,” sigur prestur, ”lat meg bara fáa hann undir hond; drúgvast fái eg hann at leggja hesar ónollurnar av.” So kom Djóni Djarvi at vera í prestagarðinum.

Nú eitt leygarkvøld um midnáttina talar prestur á dreingin og sigur: ”Væl verði tær, leyp niðan í kirkjuna og tak mær bíbliuna, sum liggur á altarinum og ber mær hana higar, eg skal brúka hana tíðliga í morgin ári. Her hevur tú tólv skillingar fyri ómakin.”

”Gaman í, eg skal fara,” svarar Djóni Djarvi, fær kirkjulykilin og fer av stað. Ógviliga myrkt er; men hann trilvar seg fram gjøgnum kirkjugarðin, millum leiði og gravkrossar at kirkjuhurðini, letur upp og leitar seg fram at altarinum. Nú hómar hann, at ein stórur, svartklæddur maður stendur og lesur í bókini:

”Á latið meg fáa bókina.” sigur Djóni Djarvi við tann svarta mannin, rippir bíbliuna úr hondunum á honum og so av stað við henni. - ”Tað er einki løgið, at hasin maðurin kann lesa í myrkri, tí eyguni í honum lýsa heilt glóðreyð,” hugsar drongurin við sær, meðan hann trilvar seg út aftur. Tað er bara ein løta, so er Djóni Djarvi aftur hjá presti við bókini.

”Nú,” spyr prestur, ”sá tú einki undarligt í kirkjuni?”

”Nei, einki soleiðsini,” sigur Djóni Djarvi, ”ein svartur maður stóð fyri altarinum og las í bókini; men eg bað hann geva mær hana, tók hana úr hondini á honum og fór so av stað.”

”Óttaðist tú ikki ?” spurdi prestur.

”Nei, eg veit ikki, hvat ótti er,” sigur drongurin.

”Ja, so er best, at tú fer heim aftur til foreldur tíni,” sigur prestur, ”tí tær fái eg ikki fólk burturúr.”

So fer Djóni Djarvi á øðrum sinni heim aftur til foreldrini og sigur frá, hvussu sær hevur gingist. Tá verður pápi hansara rúkandi óður og vil koyra sonin á dyr beinanvegin. ”Ikki náttargesturin her hjá okkum meir,” deilir hann, ”far út í ta víðu verð, tín gudleysi kroppur! Eg var til sins, at tú hitti onkran, sum bardi vit og skil inn í heysin á tær.” Tað var við neyð og deyð, at mamman fekk biðið fyri honum, so hann slapp at vera inni hjá teimum um dimmið.

Tíðliga morgunin eftir fer so Djóni Djarvi av stað. Mamman sníkti seg til at geva honum eina væl fylta matskjáttu við sær; hon fylgdi honum á leið, kysti hann og segði: ”Jesus fylgi tær, mín neyðars drongur.”

Ája, hann fer so gangandi, skundar sær tað, hann kann, og gongur dagin langan, heilt út á kvøldið, hugsar sum so, at tá ið hann sleppur ikki at vera heima, er tað best at koma sær so langt burtur, sum til ber. Tá ið tað nú er vorðið myrkt, og hann kennir seg bæði móðan og svangan, kemur hann fram við einum kirkjugarði. ”Á, her er lagi manni hjá mær at hvíla,” hugsar hann við sær og klívur upp um garðin, setur seg í tað síða, turra grasið fyri innan og sovnar sum ein steinur beinanvegin.

Úti á náttini vaknar hann aftur, kulsar av náttarluftini og fer upp at ganga eitt sindur, trampar og blakar sær fyri at fáa hita í kroppin, setur seg so á eina grøv, tekur mat upp úr skjáttuni og fær sær at eta. Nú sær hann stutt frá sær fýra svartar menn sita uttan um ein gravstein og spæla kort; hann hoyrir teir tala um, at ein má fara frá spælinum, tí hann hevur tapt allar skillingarnar, hann hevði við sær. Tá rennur Djóna Djarva í hug, at hann hevur teir tólv skillingarnar, hann fekk frá presti, uppi á sær. Hann fer so til teirra og býður sær til at vera fjórði maður í spælinum. Teir svørtu menninir vóru glaðir við, og so spæla teir. Ikki var stórvegis, teir løgdu á; men so mikið var, at tá ið teir hava spælt nakað, hevði drongurin vunnið tjúgu skillingar frá teimum. - Tá sigur ein av teimum svørtu monnunum:

”Nú gelur hanin tann reyði, nú má til moldar tann deyði.”

Eina løtu seinri sigur tann næsti:

”Nú gelur hanin tann hvíti, til moldar er deydninga býti.”

Stutt aftaná sigur tann triði:

”Nú gelur hanin tann svarti, til moldar nú deydningar farti.”

Og í tí sama lupu allir upp og skuldu av stað.

Tá rópar Djóni Djarvi: ”Nei, bíðið nú! farið ongan veg, fyrr enn tit hava goldið mær teir tjúgu skillingarnar, eg vann frá tykkum.”

Teir geva honum nú hesar skillingar; men Djóni Djarvi kenst ikki við hesar myntir og talar at: ”Hetta dugir einki, tit geva mær, gamlar myntir, sum eingin vil hava nú í tíðini, eg vil hava rættiligar skillingar.”

Men teir svørtu menninir ristu við høvdinum, so tanngarðarnir ringlaðu, og skuldu fara.

”Á tykkara svikarar, ið eru,” rópar Djóni Djarvi, og so sló hann teir, so heysarnir fóru rullandi eftir vøllinum; men teir bukkaðu seg bara eftir teimum og settu teir uppá aftur, rætt sum tú fer undir eina húgvu; og so struku teir av stað tað snarasta, teir kundu.

Meðan Djóni Djarvi stendur og hyggur aftan á teimum, kemur ein maður til hansara og spyr: ”Hví slær tú dreingir mínar?”

Hetta er ein stórur gráskeggjutur maður, sveiptur í langa hvíta skikkju, ið minnir um eina líkverju.

Djóni Djarvi svarar: ”Tí teir hava svikað; teir geva mær skillingar, sum einki duga.”

”Tú er ikki ræddur av tær,” sigur maðurin í tí hvítu skikkjuni.

”Nei,” sigur Djóni Djarvi, ”eg veit ikki, hvat ræðsla er.”

”Tað líkar mær væl,” sigur maðurin.

”Hvør eru tygum?” spyr drongurin.

”Eg eri Deyðin,” sigur maðurin.

”So, so,” sigur Djóni Djarvi, ”íðan, kunnu tygum so ikki geva mær teir tjúgu skillingarnar, sum dreingir tygara hava svikað við?”

”Nei,” sigur Deyðin, ”teir buðu tær tær myntir, teir høvdu, aðrar myntir hava vit ikki her. Vit hava bert teir pengar, sum verða lagdir í grøvina við tí deyða, og hesin siður er jú langt síðani avlagdur. Men tú er ein raskur drongur, og hevur tú hug at vitja meg, so havi eg kanska okkurt til tín, sum kann verða tær meira at gagni enn teir neyðars skillingarnir.”

”Ja, hvar búgva tygum?” spyr Djóni Djarvi.

”Beint eystan fyri kirkjuna,” sigur Deyðin, ”har sum tú sær, tað lýsir upp úr jørðini, skal tú koma inn. Kom so næstu midnátt.”

Tað lovar Djóni Djarvi. Deyðin fór nú frá honum. - Dagin eftir styttir drongurin sær tíðina við at henta nøtur.

Tá ið tað leið at midnáttini, fór hann inn aftur á kirkjugarðin. Eystan fyri kirkjuna finnur hann ta opnu grøvina, sum tað lýsir uppúr: ”Her má niðurgongdin vera,” hugsar hann við sær. Men niðurgongd er eingin, bert eitt djúpt hol niður. Nú tekur Djóni Djarvi brandstakan, sum hongur undir kirkjuvegginum, skantar dýpið við honum, men røkkur ikki á botn. Nú máttu onnur ráð takast; hann fer upp í kirkjutornið, tekur reipið úr ringiklokkuni; síðani tekur hann stigan, sum hongur á kirkjugrundini, fer so aftur til holið, sum tað lýsir uppúr, leggur brandstakan tvørtur um grøvina, knýtir annan reipsenda í hann og hin endan í ovastu trappu á stiganum; so letur hann stigan niður í holið, men fær ikki botn. Nú koyrir hann stigan so langt niður, sum klokkureipið røkkur, men alsamt eingin botnur. - ”Ja, tað gerst ikki við,” hugsar Djóni Djarvi við sær, ”eg lovaði Deyðanum at koma og vitja hann, og tað vil eg halda.”

So lesir hann seg niður eftir reipinum, kemur í stigan, fer so langt eftir honum, at hann hongur á hondunum í niðastu trappu - men eingin botnur, ”ja, nú vóru eingi ráð uttan at sleppa,” hugsar hann við sær. Og hann slepti.

Væl bar til, hann fekk einki mein av døttinum, kom niður á eina bleyta, grøna ong.

Stutt frá sær hann eina hurð standa opna, og ljós sær út ígjøgnum. Hann fer inn, og har stendur Deyðin so blíðskortaður og bíðar eftir honum, biður hann vera væl komnan. Teir koma inn í eina ovurstóra stovu, har ljós standa og brenna bæði uppi og niðri. Haðani koma teir inn í eitt uppaftur nógv størri rúm, so vítt og høgt sum nøkur dómkirkja; har brenna eisini ljós allastaðni, bæði ovarlaga og niðarlaga, so tað er so ljóst sum alljósan dag. Har eru ljós av øllum sløgum og øllum støddum; summi so stór sum altarljós, onnur miðalstór, og aftur onnur so smá sum jólaljós; nøkur eru av skærasta voksi, onnur bert vánalig tálgaljós; summi brunnu við stórum, klárum loga, onnur við lágum, stillum loga; summi vóru nýkveikt, meðan onnur vóru brunnin niður í staka og næstan sloknað.

”Hví hava tygum øll hesi túsundtals ljósini brennandi?” spyr Djóni Djarvi.

”Jú, hetta er tað, ið eg havi til arbeiðis,” sigur Deyðin,” hetta eru lívsljós menniskjunnar, og fyri hvørt ljós, ið brennir niður og sloknar, havi eg eitt menniskja at heinta. Nøkur ljós eru smá; nøkur eru long enn; tað eru teirra, sum enn hava langt lív fyri sær; nøkur eru næstan niðurbrend; fyri tey er lívið skjótt at enda komið. Og øll ljósini brenna einaferð niður, fyrr ella seinri - og slokna.”

Djóni Djarvi biður vísa sær lívsljósini hjá foreldrum sínum. Tað ger Deyðin. Faðirsins var stórt enn, men mammunnar var skjótt niðurbrent, stóð og hýmdi. Djóni Djarvi bað nú sleppa sær at býta hesi bæði ljósini um, so mamma hansara fekk tað stóra ljósið. Jú, Deyðin bað hann gera, sum hann vildi. – ”Men hvar er so mítt egna lívsljós?” spyr drongurin.

”Tað brennur heilt har uppi millum tey hægstu,” svarar Deyðin og peikar honum á eitt stórt og vakurt ljós, eitt av teimum alra prýðiligastu. Tað dámdi Djóna Djarva væl at síggja.

”Men nú skal tú hava eitt sindur aftur fyri skillingarnar, tú vann frá dreingjum mínum,” sigur Deyðin. Hann tekur ein tóman staka, har ljósið var nýliga brent heilt niður og sloknað, so tað bert var eitt lítið sindur av bráðnaðum voksi eftir í. ”Hetta hevur verið eitt stórt ljós,” sigur Deyðin, ”og tað er brent heilt niður í Guds tænastu; tí er tað mikil megi í tí sindrinum av voksi, sum eftir er.”

Og hann sigur Djóna Djarva frá, at í einum kongaríki langt burtur í londunum, hevur kongur leingi verið so lamin í øllum kroppinum, at hann hevur verið heilt fyri ongum. - Tað er tí lovað tí manni, sum kann geva honum heilsuna aftur, at hann skal fáa prinsessuna og hálvt ríkið beinanvegin og hina helvtina, tá ið gamli kongurin doyr. ”Har skal tú fara,” sigur Deyðin, ”og fáa tær tænastu á kongsgarðinum, sum tú nú best kann. Tað verður tær tá álagt, at tú aldri nevnir kong; tí hann hevur givið eina lóg, sum sigur, at tann, sum nevnir kongsins navn, skal annaðhvørt gera hann frískan ella lata lív. - Tú skal so nevna kong og bera so í bandi, at hann fær tað at vita; tá fer hann at senda boð eftir tær. - Hetta voksið, eg gevi tær, kann gera hann frískan. Men ver varin, grøð honum fyrst annan armin; lat hann so geva tær bræv uppá, hvat tú skal fáa aftur fyri at grøða hann allan, annans kanska svíkur hann teg, so tú fær einki.” Síðani sigur Deyðin Djóna Djarva farvæl og vísir honum eina lættari útgongd enn inngongdina, hann var komin ígjøgnum.

Rætt sum Djóni Djarvi er komin út um kirkjugarðin, reis sólin. Hann fer nú væl hýrdur til gongu, spyr seg fram til kongaríkið, sum Deyðin hevur sagt frá; fólk veit at siga, hvar tað er: ”Men tað er so langt burtur, at tú verður longu slitin upp í nakka, áðrenn tú kemur vegin fram,” løgdu tey afturat. Men Djóni Djarvi legði einki í tað, hann gekk við góðum treysti dag um dag. Tá ið hann var svangur, bað hann mat, tá ið hann vildi sova, bað hann um náttarvist. Og góð menniskju tóku væl ímóti honum, góvu honum tað, honum tørvaði - til ein góðan dag hann kemur til eina mylnu. Hetta er um ljósatendring. Hann fer inn sum vanligt og biður mylnaran geva sær ein bita at eta og sleppa at sova har um náttina.

Mylnarin svarar: ”Mat er gaman í at fáa; men innivist, tað ber illa til at játta tær; væl hava vit stór hús, men eg skal siga tær, at her er ein harragarður í grannalagnum, og har spøkir so illa, at alt húsfólkið haðani kemur hvørt kvøld oman higar at sova; tí tey kunnu ikki vera inni hjá sær sjálvum fyri spøkilsum; tí fái eg ikki hýst tær, hvussu fegin eg vildi.”

”Men hevði eg so ikki kunnað sloppið at sovið á tí harragarðinum í nátt, síðani eingin er har,” spyr Djóni Djarvi, ”tí spøkilsi ræðist eg ikki, tað er so eiðasørt.”

Í tí sama kemur harramaðurin við øllum sínum húsfólki koyrandi til garðs at gista. Mylnarin sigur nú við hann, at her er ein fremmandur drongur, sum biður sleppa sær at sova á harragarðinum í nátt, hann skal tíðliga aftur til ferðar í morgin ári.

”Jú,” sigur harramaðurin við Djóna Djarva, ”tað gevi eg tær glaðiliga loyvi til; men eg lokki teg ikki at taka nøkur óráð fyri, tað er hættisligt at vera har á nátt; men vil tú royna tann leik, so ger tað. Mylnarin man hava sagt tær, hvussu vorðið er við spøkilsunum ?”

”Ja, tað hevur hann; men eg óttist ikki spøkilsi,” svarar drongurin.

”Far so í Guds frið og legg teg,” sigur harramaðurin, ”har er bæði matur og drekka, uppreiddar sengur, ger tær bara til góðar.”

Djóni Djarvi takkar hjartaliga fyri og skal fara av stað beinanvegin. Men tá sigur mylnaradrongurin við ein húskall á harragarðinum: ”Nú ber til hjá tær at fara við niðan á harragarðin at sova; tú hevur so leingi gingið og reypað av, at fekk tú onkran við, skuldi tú so glaðiliga ligið nátt har uppi.”

”Ja,” tekur mylnarin undir, ”so kundi tú eisini víst dreinginum svøvnrúmið, hvar matur er, brenniviður og sovorðið.”

Jú, húskallurin mátti fara við; hann hevði sagt so nógv, at nú bar ikki til at hava seg undan; men tað var eyðsýnt, at hjartað fór í brøkurnar hjá honum.

Ája, teir koma niðan á garðin. Hetta er eitt stórt og prýðiligt harrasetur. Húskallurin vísir vegin upp til eitt stórt gestarúm. Tvær reiddar sengur standa á gólvinum og rúmligur eldstaður. Nú sigur Djóni Djarvi við húskallin:

”Tú er so kunnugur, gott í teg far og finn okkum eitt kneppi av brenniviði, tað hevði komið mær væl við at fingið ein flóna inni.”

Nei, húskallurin vildi einki til at fara, bliknaði og fekk lippufelli.

”Vís mær, hvar tað er, meðni, so kann eg taka tað sjálvur,” sigur Djóni Djarvi.

Tá fór húskallurin og segði, at hann skuldi bera honum brennivið. Men smátt verði honum fyri, hann kom ikki aftur. ”Sum honum lystir,” hugsar drongurin við sær, ”ræðslan man hava tikið hann, so hann er farin til dyrs.”

Djóni Djarvi festir sær í eitt ljós og fer at leita, gongur langar gongdir og høgar trappur, til hann kemur í køkin; har trýtur ikki brenniviður - laðar sær upp í fullan handakrikan, og so upp aftur í svøvnrúmið, fær at loga á eldstaðnum.

Nú letur Djóni Djarvi seg úr og fer til songar. Hann sovnar beinanvegin, móður og troyttur, sum hann er.

Tað er ikki liðið langt út á náttina; nú vaknar hann aftur við tann ræðuliga gang; tað er, sum allar hurðar í húsinum standa og ripa upp og aftur, tað tútar og hvínur, sum tað var harðveður, ið skorast gjøgnum húsini, alt skelvur, og vindeyguni glinta. ”Tað man vera óveður úti,” hugsar Djóni Djarvi við sær, fer upp og letur seg eitt sindur í, ætlar at hyggja út fyri dyr og vita, hvussu vorðið er.

Í tí sama brestur kamarshurðin upp á víðan vegg, og fýra stórir, svartir kattar koma inn við einari líkkistu ímillum sín, seta hana mitt á gólvið, og tá ið teir hava gjørt tað, leypa teir beint í eldin, so neistarokið stendur frá, og upp gjøgnum skorsteinin fara teir, seta seg ovast uppi at mjarra og leika í, so tað hoyrist um allar geilar.

Djóni Djarvi fer at forvitnast um, hvat ið er í kistuni, lyftir lokið av. Jú, har liggur ein deyður maður í kistuni, stívur og kaldur, sum deyðir menn eru. Men hesin deyði fer at rassast í kistuni og gremja seg: ”Á, sum eg eri kaldur, huuu, huuu sum eg eri gjøgnumgosin, innkulda rættiligani, huuu, huuu!” gevur hann seg.

”So er beinast, tú kemur upp til eldin at fløva teg eitt sindur,” sigur Djóni Djarvi og tekur mannin úr kistuni, setur hann á ein stól við eldin, leggur brandarnar saman á eldstaðnum og setur meira við uttanum; tað er beinan vegin, at har brennur ein bálareldur. Djóni Djarvi tekur sær nú ein stól og setur seg beint framman fyri tí deyða.

Tað er skjótt, tann deyði fer at kvaklast við, rembir seg, setur seg betur í stólinum, spyr Djóna Djarva: ”Hvat ger tú her í nátt?”

”Eg treingi til hvíld og svøvn,” svarar hann, ”tí eg eri túraður av langari ferð, vil fegin hava náttarfrið. Men hví gongur tú her og ger ónáðir, so eg fái ikki sovið fyri tær?”

”Eg eri her av neyðum,” sigur tann deyði maðurin, ”havi ongan frið í grøvini. - Men tá ið tú spyr, skal eg svara tær - so fái eg kanska frið - kom við mær.”

Tann deyði fer undan, og Djóni Djarvi aftaná, ganga langar, myrkar skákvegir, til teir koma inn i eitt rúm, har ein stór himmalsong stendur á gólvinum. Tann deyði førkar seingina til viks, og aftan fyri hana er ein lemmur í gólvinum, sum hann letur upp. Og har niðri í sær Djóni Djarvi fleiri stórar hillar fullar av gullstykkjum; so nógv er, at Djóni Djarvi hevði aldri hugsað sær, at so nógv gullstykki vóru til í allari verðini.

Tann deyði fer nú at telja gullmyntirnar, laðar upp í stáplar lið um lið á hillunum, telur soleiðis hill fyri og hill eftir. Tá letur í honum, mest sum av neyðum: ”Soleiðis noyðist eg hvørja einastu nátt upp úr grøvini at telja gullmyntirnar, mánað eftir mánað, ár eftir ár, gjøgnum mansaldrar, tí órættvíst havi eg vunnið teir ta tíðina, tá ið eg var harramaður her á garðinum. Tak tú nú og být alt hetta gullið í triðingar. Ein partin skal harramaðurin hava, ein tey fátæku, og tann triðja skal tú eiga sjálvur.” Síðani letur hann lemmin aftur, førkar himmalseingina aftur, sum hon stóð, so upp aftur sama vegin, teir vóru komnir. Tá ið teir eru komnir aftur í svøvnrúmið, sigur tann deyði við Djóna Djarva: ”So, drongur, legg meg nú aftur í kistuna. Væl verði tær, at tú kom og hjálpti mær at fáa frið í grøvini.”

Djóni Djarvi leggur hann nú aftur í kistuna og letur lokið afturá. Í somu løtu, hetta var gjørt, koma teir fýra kattarnir aftur, tóku kistuna ímillum sín og so til dyrs við henni; men hesaferð gjørdu teir einki óljóð og gingu hóvliga.

Djóni Djarvi fer nú aftur í seingina og svevur til tann ljósa dag í frið og náðum.

Um morgunin kemur húsfólkið aftur á garðin; tað fyrsta, tey síggja, er húskallurin, sum fylgdi Djóna Djarva niðan á garðin, tað var líkt til, at hann hevði verið áhaldsin í trappunum og lá hálsbrotin á gólvinum niðriundir.

Harramaðurin harmaðist yvir henda syrgiliga skaðatilburð og syrgdi yvir, at hesin ungi maður skuldi vera tikin so brádliga av døgum, og hann helt fyri: ”Tá ið hesin meinkunnugi húskallurin er komin so illa fyri, hvat kann so ikki vera hent við tí fremmanda dreinginum?” Og hann bað sínar menn fara upp í gestarúmið og hyggja eftir, hvussu vorðið var. Tænararnir leypa av stað, ræddir fyri tí óhugnaði, teir nú fara at síggja; men tá ið teir koma inn í gestarúmið, liggur Djóni Djarvi so søtan og svevur, reyðkinnaður og tryggur. Harramaðurin bað teir lata hann fáa frið at sova so leingi, hann vildi, tí tað mundi hava verið ófriðarligt hjá honum í nátt.

So skjótt, Djóni Djarvi vaknar, loypur hann á føtur og letur seg í, leitar fólk upp, fær at eta. Øll undrast á at síggja hann aftur frískan og ferðugan. Tá ið hann hevur etið, fer hann til harramannin og vísir honum inn í rúmið við himmalseingini, førkar hana til viks, letur lemmin upp og vísir honum øll gullstykkini. Harramaðurin undrast stórliga og spyr Djóna Djarva, hvussu tað ber til, at hann hevur funnið fram á hetta, ”tá ið eg sjálvur, sum havi búð her í nógv ár, einki veit um tað.”

Djóni Djarvi sigur honum nú frá allari tilgongdini við tí deyða manninum, og hvat hann hevði sagt; eisini um hvussu gullstykkini skuldu býtast. Harramaðurin svaraði, at alt skuldi verða gjørt, sum tann deyði hevði sagt, so hann umsíðir kundi fáa frið í grøvini. - Tey fátæku fingu nú sín part; Djóni Djarvi skuldi eisini fáa sín, men tók bert eitt sindur upp á seg, bað so harramannin goyma sær restina, til hann einaferð kom aftur eftir tí - tí hann hevði langa ferð fyri, og óvist, hvussu tað fór at ganga.

Djóni Djarvi takkar nú fyri seg, sigur farvæl og fer aftur til ferðar. Nú hevur hann pengar og kann keypa sær tað, hann hevur fyri neyðini, ein gudslætti at sleppa frá at bidda. Hann keypir sær eisini nýggj klæði at fara í og ross at riða á, so nú gongur lættførari og skjótari enn áður.

Men langt var, og von tíð gekk, áðrenn hann kom fram. Men so umsíðir kemur hann til kongaríkið, sum Deyðin hevði sagt honum frá. Hann leitar fram til kongsgarðin og fær tænastu har sum rossadrongur.

Stallmeistarin sigur beinanvegin við hann, at nú má hann vara seg fyri at siga kongsins navn, tí gjørdi hann tað, galt tað lívið, - segði frá lógini, sum komin var.

Tann sjúki kongurin hevði frægd av at síggja, tá ið rossini vórðu leidd til brynningar, og hvønn dag varð hann koyrdur í sjúkastóli sínum fram at vindeyganum, so hann kundi síggja, tá ið rossini drukku.

Ein dagin, Djóni Djarvi er við til brynningina, er honum hyggjandi upp í vindeygað, har kongur situr; tá rópar hann á síðumann sín og sigur, ”á, hatta er jú kongur, ið har situr.”

Síðumaðurin verður illa við og biður hann halda munn, meðan væl er. Men ov seint er, kongur hevur hoyrt og rópar stallmeistaran til sín, setur at honum fyri, so lítið hann hevur yvir monnum sínum, at teir kunnu vera so stórorðaðir. ”Men lógin má haldast,” sigur kongur, ”rópa mær dreingin og tað beinanvegin.”

Djóni Djarvi verður nú førdur upp á slottið og fram fyri kong, sum hvassorðaður sigur við hann: ”Ja, tú veit, hvørjar treytirnar eru, tú hevur nevnt mítt navn, og tí má tú lata lív; tí hitt, at grøða meg, tað er tú - sær mítt eyga rætt - ikki førur fyri.”

”Eg kundi kanska sloppið at roynt tað kortini,” sigur Djóni Djarvi mótaður og ballar sær voksið, sum Deyðin hevði givið honum, út úr pappírinum.

”Jú, royna kann tú,” sigur kongur, ”eg eri ikki tann maður, at eg bróti mítt orð.”

Djóni Djarvi tekur nú og gníggjar voksið upp á fingrarnar á kongsins høgru hond. Jú, kongur kennir beinanvegin, at hann batnar, kann røra og liða fingrarnar, sum tá ið hann var ungur og heilsugóður, - biður Djóna Djarva grøða seg meir. Hann so ger, gníggjar allan høgra arm, sum hann er. Tað er beinanvegin, at kongur kann røra hann sum onganting. Nú verður hann so findarglaður og biður dreingin skunda sær at gera seg heilt frískan.

Djóni Djarvi svarar, at tað fer ikki at bera til, uttan so kongur setur upp bræv um, hvat hann skal fáa aftur fyri at grøða hann heilt. ”Eg geri tað ikki fyri minni enn tað, sum lovað er - prinsessuna og hálvt kongaríkið beinanvegin og hina helvtina, tá ið kongur doyr.”

Ja, her var einki annað at gera, tí hjálpina vil kongur fegin hava, enn at seta upp brævið. Tað verður skrivað beinanvegin, og kongur setur sína hond og sítt innsigli undir, rættir so Djóna Djarva. Nú er hann ikki seinur at gníggja kongin við voksinum um allan kroppin, og so skjótt hann er liðugur, loypur kongur upp, frískur og ferðugur sum aldri áður.

Hetta var dagur í viku! Kongur rennur runt í høllini og dansar av gleði, skundar sær av stað eftir einum prinsabúna og gevur Djóna Djarva, biður hann skunda sær at lata seg í, tí nú er hann jú prinsur. Djóni Djarvi so ger; og tá ið hann er liðugur, verður hann førdur fram fyri prinsessuna. - Tað verður yndi teirra millum frá fyrstu stund. Hetta hevði Djóni Djarvi nú altíð væntað; tí hann hevði tað treysti til hin gamla við ljósunum, at tað, hann tók sær uppá, gjørdi hann til lítar.

Nú verður brúdleyp hildið, og tað bæði væl og leingi. Hálvt ríkið fekk Djóni Djarvi beinanvegin at ráða yvir.

Tá ið nú ein tíð er umliðin, ynskir Djóni Djarvi at fara eina ferð at vitja foreldrini. Prinsessan kemur við. Ája, tey fara so bæði til ferðar, í gyltum vagni og fýra hvít ross fyri við ternum og tænarum, riddarum og sveinum. Hetta var annar kosturin, enn tá ið hann stríddi seg henda vegin heimanífrá fyri stuttum.

Á vegnum fara tey inn til harramannin eftir gullstykkjunum, Djóni Djarvi hevði lagt eftir har. Tey verða kongaliga móttikin har, sum vera man.

Harramaðurin segði: ”Eg hugsaði tað altíð, at hetta var eingin vanligur vallaradrongur, ið kom higar til garðs.”

Tey koyra so av stað aftur frá harragarðinum og støðga ikki ferðini, fyrr enn tey eru heima hjá mammu Djóna Djarva.

Tað var ikki eiti á frøi fyri hana at síggja sonin aftur, og tað í sovorðnum veldum. Tey einast nú um, at hon skal ikki verða sitandi her í einingi - pápin var jú deyður - men koma heim til teirra á kongsgarðin at vera. - ”Og so kann mamma kanska uppliva tann dag,” sigur Djóni Djarvi láturmildur, ”at eg verði kongur yvir øllum ríkinum, og at síggja smáar prinsar og prinsessur vaksa upp undir liðini á tygum á gamalsaldrinum.”

Tey fara nú øll heim aftur í kongsgarðin og liva bæði væl og leingi. Tá ið tann gamli kongurin doyr, verður Djóni Djarvi at ráða yvir øllum ríkinum. Og sagt er av søgufróðum monnum, at so mikil kongur sum Djóni Djarvi hevur ikki verið har í ríkinum, tað nakar veit um at siga.

Úr bókini ”Ævintýr 4”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1970.

Upprunaheiti: ”Frit Mod”. J. Byskov: ”Eventyrets Verden”, Chr. Eriksens Forlag, Kbhvn 1952.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019