• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Drongur í dýralíki

 

Tað var eina ferðina ein fátækur maður, sum átti ein son. Hesin maður hevði allar dagar livað í armadømi. Tá ið hann nú er vorðin gamal og liggur til at doyggja, rópar hann sonin til sín og sigur við hann: ”Eg eigi einki uttan eitt ilt svørð, eitt turriklæð og nakrar breyðmolar. Tað skal tú hava í arv eftir meg.”

Tá ið nú faðirin er deyður, setir drongurin sær fyri at fara út í ta víðu verð at vita, hvussu fer. Ája, hann bindur svørðið við liðina, koyrir breyðmolarnar í turruklæðið og knýtir samanum. Tað kundi vera hent at hava eitt sindur av ferðamati við sær.

So fer hann av stað. Húsið stendur í einum avdali. Drongurin má upp um eitt høgt fjall fyri at koma til fólk. Hann heldur so niðan líðina. Tá ið hann er komin niðaná og hyggur inn eftir fjallinum, fær hann eyga á eina leyvu, ein falk og eitt torvatrøll. Tey standa og metast uttan um eitt deytt ross, ið liggur á vøllinum.

Drongurin verður illa við, nú hann sær leyvuna, og ætlar at sleppa sær til rýmingar. Men leyvan rópar á hann, biður hann ongan ótta hava, men koma til teirra og greiða eitt trætumál fyri tey.

Drongurin fer. Leyvan biður hann nú gera teimum tann beina at býta hetta rossið millum teirra, so rættvíst er býtt. Drongurin tekur nú svørðið og býtir eftir førimuni. Krovið leggur hann í ein part, innvølin í ein og høvdið í ein. Tá ið hetta er gjørt, sigur drongurin: “Nú haldi eg, rætt er býtt. - Leyva, tú er størst og sterkast, tú skal hava krovið. Falkur, tú er so smidligur og fínur, tær gevi eg innvølin. Torvatrøll, tú er minst og sleppur so væl inn í krókarnar, tú skal hava høvdið.”

Jú, hetta hildu øll trý vera væl býtt, hvørt var fegið við sín part, og tey spurdu drongin, hvat hann vildi hava afturfyri. Nei, drongurin segði tað, at hevði hann verið so heppin at hava gjørt teimum ein beina, var hann glaður fyri tað, løn skuldi hann onga hava.

Jú, jú, onkra samsýning skuldi hann hava, hildu dýrini.

“Íðan,” sigur leyvan, “vil tú einki leggja á, hevði tú so ikki viljað havt høvi at ynskt tær trý ting frá okkum; tú skal fáa tey.”

Nei, drongurin leit sær ikki til at ynskja, hann hevði ongantíð átt nakað í lívinum og visti ikki, hvat hent kundi vera. –

Leyvan spyr nú, um hann hevði ikki viljað dugað at skapt seg um til leyvu. Falkurin spyr, um hann hevði ikki viljað dugað at skapt seg um til falk, og torvatrøllið spyr, um hann hevði ikki viljað dugað at skapt seg um til torvatrøll.

Jú, drongurin helt, at hetta kundi verið hent við hvørt, og so ynskti hann tað.

Dýrini leggjast nú á at eta, hvørt av sínum parti, og drongurin fer longur fram á vegin. Tá ið hann er komin nakað, blakar hann svørðið og turriklæðið frá sær, skapar seg um til falk og fer á flog. Hetta er lagamanni, heldur hann, nú líður væl eftir. Hann flýgur og flýgur. So kemur hann til eitt stórt vatn og ætlar sær tvørtur um tað. Men smátt veri tí fyri. Nú, hann er komin mitt útí, møðist hann, dalar meir og meir, og tá ið hann kemur at strondini hinumegin, er næstan úti við honum; men hann roynir tað dýrasta, hann orkar, og er so knáur, at hann er førur at fljúgva upp á eitt høgt berg, ið stendur út móti vatninum, og setir seg har. Hetta kom væl við at fáa hvílt seg. Ája, hann situr eina góða løtu, til hann er hvíldur. So fer hann at spáka íkring har á berginum og hyggja seg um. Hann heldur, hetta er eitt løgið fjall, hann er komin at sita á. Men av tí hann finnur einki óvanligt kortini, skapar hann seg aftur um til falk og flýgur longur fram á vegin.

Best, sum hann nú flýgur, kemur hann til kongsgarðin. Hann ger ikki vandari, setir seg í eitt træ, beint uttan fyri vindeygað hjá kongadóttrini.

Tað er ikki leingi, nú sær kongsdóttirin henda vakra, snotiliga fuglin, letur vindeygað upp og roynir at lokka hann inn til sín. Jú, tað eydnast at fáa falkin inn. Tá er hon ikki sein at ripa vindeygað aftur, taka fuglin og seta hann í búr.

Um náttina ger drongurin seg um til torvatrøll og krýpur út millum teinarnar á búrinum.

Tá ið hann er útumkomin, skapar hann seg um aftur til drong, fer so og setir seg á songarstokkin hjá kongsdóttrini. Tá ræðist hon og rópar, so kongur vaknar, kemur inn í kamarið og spyr, hvat ið áfatt er.

Jú, her var maður komin inn at gera ónáðir, segði kongsdóttirin. Men tá hevði drongurin longu skapt seg um aftur til torvatrøll, var kropin inn í búrið, skapt seg um til falk, og sat nú so trygt og svav við høvdinum undir vonginum. Kongur dugdi einki at síggja, sum var at óttast fyri, og helt við dóttrina, at tað mundi vera marran, hon hevur havt. So fer hann inn aftur til sín sjálvs.

Men kongur er ikki meir enn farin út um dyrnar, nú skapar drongurin seg um aftur sum í áðni og setir seg á songarstokkin hjá kongsdóttrini.

Hon aftur at rópa, verri enn áður. Aftur kemur kongur plárandi og spyr, hvat ið áfatt er, tað fæst ikki náttarfriður, sum hon leikar í.

Jú, her var onkur, sum hevði trokað seg inn á hana á nátt.

Tað mundi ikki vera fyri tað góða. Men kongur leitaði bæði uppi og niðri; hann sá einki, sum var at ræðast fyri, tí drongurin sat aftur í falkalíki og svav í búri sínum. Nú var kongur illur, kravdi náttarfrið. Sigur við dóttrina: “Rópar tú meg upp á triðja sinni til einkis, so skal tú kenna mína hond.” Hann fer og ripar hurðina aftur eftir sær.

Men kongur er ikki meir enn útumkomin, nú er drongurin aftur á songarstokkinum. Men tá tordi kongsdóttirin ikki at rópa. Hon lá kvirr sum ein mús og visti ikki, hvat hon skuldi gera.

Drongurin spyr, hví hon ræðist so illa.

Jú, tí hon var lovað burtur til ein risa, sum búði í einum bergi langt haðani. Fyrstu ferð, hon kom út fyri dyr, skuldi hann koma at heinta hana. Nú helt hon, at tað var risin, sum komin var. Hvønn hósmorgun kom boð frá risanum. Hetta boðið var ein flogdreki, sum skuldi hava átjan aldinsvín hvørja ferð, hann kom. Tí hevði kongur sett á, at tann, sum kundi sleppa honum frá hesum flogdrekanum, skuldi fáa dóttrina og hálvt ríkið.

Drongurin hugsar við sær, at tað hevði verið sum ein smeitur at roynt flogdrekan. Sigur við kongsdóttrina, at hon skal ikki óttast: “Eg skal sleppa tykkum frá hasum flogdrekanum.”

Hetta vóru góð tíðindi, kunna tit ætla. Kongsdóttirin verður so findarglað. Beinanvegin, tað er ljóst um morgunin, fer hon til pápa sín og sigur frá, at her er komin ein maður, sum heldur seg til at beina fyri flogdrekanum, ið etur øll aldinsvínini. Tá verður kongur eisini glaður; tí nú hevði flogdrekin gjørt næstan bart við svínum í ríkinum.

Hósmorgunin kemur. Nú fylgir kongur dreinginum út á túnið, har flogdrekin er vanur at koma. Teir eru ikki meir enn komnir, so sortnar fyri sólini. Tað er drekin. Hann er øgiligur á at líta - níggju høvd, eldgosið úr kjaftunum og klørnar sum sóknaronglar. Drongurin leyp fram ímóti drekanum. Hann leyp á; men ey, tá skapti drongurin seg um til leyvu og bardist so manniliga, at hon beit eitt høvdið av flogdrekanum fyri og annað eftir. Tungliga gekk, drekin var sterkur, og hann spýði eld. Men leyvan var upp aftur sterkari og fekk eitt høvdið av fyri og annað eftir. Tað síðsta var seigast; men so fór tað við av knóranum. Tá fell flogdrekin deyður til jarðar, drongurin hevði vunnið.

Nú var stór gleði í kongsgarðinum. Kongur gav dreinginum dóttrina, og har var hildin veitsla í nógvar dagar. Men so ein dagin, tey ganga øll úti í urtagarðinum, kemur risin sjálvur sum eitt fok gjøgnum luftina, grípur kongsdóttrina og avstað við henni. Tey, sum eftir vóru, sóu ikki halaferðina av teimum.

Nú vóru øll illa við, kunna tit ætla. Drongurin gjørdi seg til at fara at leita eftir unnustu síni beinanvegin. Men kongur bað hann ikki fara. – “Fyri mína bøn, far ikki,” sigur kongur, “hetta er triðja dóttirin, eg missi av risa ávum, fer tú nú eisini, havi eg ongan eftir.”

Men her batti hvørki bót ella bøn, drongurin brá sær í falkalíki og so avstað. Hvar skuldi hann nú taka leiðina? Ikki visti hann, hvønn veg risin fór; tað gekk alt so skjótt. Meðan hann hugsar um hetta, rennir honum í hug bergið, hann hvíldi á. Tað tóktist honum so íbygt. Mestur var tað har, risin búði. Jú, hann tekur leiðina tann vegin.

Tað er ikki leingi, so er hann har á berginum, setir seg, skapar seg um til torvatrøll og krýpur niður gjøgnum eina sprungu í grótinum. Langt er at krúpa, myrkt og ófýsið er eisini. Men so kemur hann til eitt stórt opið rúm. Tá sær hann fyri sær einar dyr. Hann tekur í lásið; men stongt er. Alt tað sama. Hann veit ráðini: skapar seg aftur um til torva-trøll og krýpur inn gjøgnum lyklarholið.

Tá ið hann kemur innum, situr ein kongsdóttir har og greiðir einum risa. So man eg vera komin rætt, hugsar drongurin við sær. Hetta man vera ein av teimum burturtiknu systrunum. So munnu hinar báðar ikki vera langt burtur; kanska eg finni tær. Hann krýpur longur inn, kemur at aðru hurðini, krýpur inn gjøgnum lyklarholið. Jú, har situr onnur kongsdóttirin og greiðir einum risa, sum er nógv størri og ljótari enn tann fyrri. Drongurin skríður til ta triðju hurðina og inn gjøgnum lyklarholið. Har situr yngsta kongsdóttirin og greiðir einum risa, sum er nógv størri og ljótari, enn hinir báðir tilsaman.

Torvatrøllið skríður nú eftir gólvinum upp eftir beininum á kongsdóttrini og bítur. Tá skilir hon, at tað er drongurin, sum vil tala við hana, og biður risan sleppa sær út eitt sindur.

“Fjørið mítt, fjørið mítt,” sigur risin, “far, men far stutt.”

Tá ið hon kom út, stóð drongurin har fyri henni og sigur við hana: “Far tú nú inn og spyr risan, um tú ongantíð sleppur heim aftur til pápa tín.”

Hann ger seg nú aftur til torvatrøll og setir seg á fótablaðið á henni. Hon fer so aftur í hellið.

Tá ið kongsdóttirin hevur aftur sitið og greitt risanum eina góða løtu, heldur hon uppat, leggur hendurnar í fangið, situr og hyggur fram fyri seg.

“Nú, nú, tú gloymir at greiða, smáttsett,” sigur risin, “hvat er tað, tú grundar yvir?”

“Á, eg siti og hugsi um - man eg ongantíð fara at sleppa heim aftur til mín faðirs garð?”

“Nei, tú sleppur ongantíð heim aftur,” svarar risin, “ikki fyrr enn onkur finnur tað sandskornið, sum liggur undir tí níggjundu tunguni í tí níggjunda høvdinum á flogdrekanum, sum var boðberi mín í kongsgarðin. Tað er eingin førur at finna. Men verður tað sandskornið borið inn yvir bergið, rivna allir risarnir; bergið verður til eitt gullglitrandi slott og tað stóra vatnið til blómandi eingir.”

Tá ið drongurin hoyrir hetta, krýpur hann út aftur gjøgnum øll trý lyklarholini, upp gjøgnum sprunguna og út á bergið. Her skapar hann seg um til falk og flýgur við ta dúvandi ferð aftur í kongsgarðin, fer har, tann deyði flogdrekin liggur, at leita eftir sandkorninum.

Jú, hann finnur tað undir tí níggjundu tunguni í tí níggjunda høvdinum. Tá er hann glaður og flýgur við tann spentar ál av stað aftur við tí.

Men tá ið hann kemur til vatnið, er hann so móður, so móður, at hann má seta seg á ein stein við strondina eina løtu at hvíla seg. Meðan hann situr, kemur tyngd á hann, og hann sovnar, bara ein lítlan fugladúr. Men tá ið hann vaknar aftur, hevur hann mist sandkornið úr nevinum; tað var dottið í sandin, sum lá uttan um steinin allastaðni. Nú var verri vorðið.

Í tríggjar dagar leitaði hann, bæði uppi og niðri. Men so út móti dagsetur triðja dagin fann hann tað.

Tá var hann so glaður, so glaður, fleyg upp á bergið við tí beinanvegin og slepti tí niður í sprunguna.

Tá sprungu allir risarnir, fjallið rivnaði, og har kom til sjóndar tað vakrasta slott í verðini, tað glampaði og glæsti av tí skærasta gulli. Og vatnið var vorðið tann vakrasta fløta við økrum og eingjum, so langt eygað sá.

Og best sum drongurin stendur hugtikin og hyggur at øllum hesum, koma tær tríggjar kongs

døturnar syngjandi ímóti honum, fróar og glaðar, sum tann ljósi dagur. Tey fara nú øll heim aftur í kongsgarðin. Har var ikki minst gleði, tá ið kongurin fekk allar døtur sínar aftur. Hann setti nú á, at drongurin og tann yngsta dóttirin skuldu halda brúdleyp. Og tað var ikki eiti á, sum hann læt boða og bjóða, bryggja og baka. Har var slátrað, og har var stokt, so tað var eingin endi á. Brúdleypið varð hildið um alt ríkið í heilar sjey vikur, so tíðindini spurdust um øll ríkir og lond.

 

Úr bókini ”Ævintýr 2”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1964.

Upprunaheiti: ”Gutten som gjorde sig til løve, falk og maur”. Norsk folkediktning ”Eventyr I), Det norske samlaget, Oslo.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019