• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

38. DRONGURIN, IÐ BJARGAÐI KONGADØTRUNUM

 

Uppskrift úr Fugloy

Eina ferð vóru tveir brøður, sum foreldrini vóru deyð frá; teir hugsaðu um at fara út í verøldina til at søkja teirra lukku.

Tveir vegir vóru at fara eftir: annar beinur, men hættisligur - helst av skálkum og tjóvum - annar krókutur og gekk ígjøgnum skógir.

Hin eldri bróðirin fór tann beina og styttra vegin; hin yngri tók tann krókuta. Myrkt var, tá ið hann kom í ein skóg; har kleiv hann upp í eitt træ til at søkja sær skjól fyri rovdjórum.

Hann droymdi, at bróðirin var komin til eitt kongaríki, hvar ið hann hevði verið væl fagnaður.

Tá ið hann vaknaði aftur, hoyrdi hann slíkt skrál og sá tríggjar risar koma. Hvør teirra helt í annan, og allir høvdu teir hol í enninum. Hann hoyrdi teir tosa um eyga teirra; ikki høvdu teir meira enn eitt, allir tríggir, sum teir rættu ímillum sín.

Hin fremsti, sum hevur eygað, sigur, at ein situr uppi í trænum: hann skulu teir taka. Drongurin loypur so kvikur niður og aftur um risarnar; øksi hevur hann hjá sær.

Ikki eru risarnir snarir í vendi, og stórsleingið var at fáa vent sær hjá hesum trimum, av tí at allir vóru áfastir. Drongurin høggur øksina í beinið á tí aftasta risanum; hesin rópar á hin fremsta og biður hann kasta sær eygað. Hin fremsti skal rætta honum tað; men drongurin er heppin og fær rippað tað úr hondini á honum.

Nú er neyð á risunum, og teir biðja drongin so bønliga lata teir fáa eygað aftur.

“Nei, tit vildu drepa meg,” sigur drongurin: “nú taki eg eygað frá tykkum afturfyri.”

Men risarnir lova, at, um hann vil geva teimum eygað aftur, skal hann fáa so góða løn, at hann skal einki hava at iðra seg eftir.

Hin fyrsti lovar eina tasku: tá ið hann slær á hana, kemur so nógv krígsfólk út úr henni, sum hann vil hava, og tá ið hann letur hana upp, fer tað sjálvt niðurí aftur.

Annar lovar eitt skip, sum er so lítið, at hann kann bera tað í lummanum: men floytir hann tað, verður tað so stórt sum kongsins størsta orlogsskip, og hvar ið hann biður tað sigla, hagar fer tað av sær sjálvum.

Hin triði lovar eina látipípu: blæsur hann í hana, livnar hvør upp aftur, sum hann ynskir.

Hetta kundi vera sær til gagns, helt drongurin, gav teimum eygað aftur og fekk alt tað, ið teir høvdu lovað.

So fór hann til gongu, kom til ein gásahirðil og bað um lov til at vera hjá honum. Tað var gaman í, helt gásahirðilin og tók við tað sama at siga honum frá, hvussu illa tað stóð til í kongsgarðinum, tí tvær kongadøtur vóru burturrændar av einum risa, og hin triðja væntaðist nú at fara eisini, so kongurin tordi ikki at hava hana heima, men hevði gjørt henni eitt loynihús nakað burtur frá: har var hon.

Ein dagin fór drongurin í hirðilins stað at sita hjá gásum tætt hjá hesum húsunum. Prinsessan bar eyga við hann og helt seg ikki hava sæð so vakran mann fyrr, fór tí at tosa við hann og beyð honum inn. Hann spurdi, um hon væntaði risan at koma eftir henni. Ja, hann var væntandi at koma, helt hon.

“Eg kann verja teg,” sigur drongurin.

Tað helt hon vera óført, men líktist so væl á hann, at hon bant ein ring upp í hárið á honum til marks. Sum tey sita og tosa, nú myrknar alt í einum, og tey hoyra buldur og duna. Ein ræðuliga stórur risi kemur; drongurin fer út við tað sama, slær á taskuna, og krígsfólk tysur út, alt alverjað. Hann heldur so við at sláa, til hann ætlar nóg mikið fólk at vera komið.

Smátt er krígsfólkið ímóti risanum - tey hægstu náa honum upp til kníggja. Risin skal sláa krígsfólkið sundur; men einki gerst, tí har er so nógv, og so høgga teir hann sundur í kníggjunum. Hann setur stubbarnar niður í jørðina; men teir høgga lørini undan honum, so hann dettur. Síðan høgga teir høvdið av.

Kongurin er nú so ógvuliga fegin, tekur dóttrina heim, kallar drongin til sín og biður hann vera í kongsgarðinum fyri góða løn.

Hinir, í kongsgarðinum eru, verða avindsjúkir inn á hann og lúgva fyri kongi, at hann hevur sagt seg føran fyri at fáa hinar báðar kongadøturnar aftur eisini. Kongur letur hann kalla fyri seg; men hann noktar at hava sagt slíkt.

Ger hann tað ikki, skal hann verða lívleysur, sigur kongurin vreiður: harrarnir fóru ikki at lúgva upp á hann.

Ja, sigur drongurin: um kongur vil flýggja sær átta sterkar menn og átta sterkar, langar línur, skal hann royna tað.

Kongurin velur tað frægasta fólkið, hann hevur; men teir eru ikki mikið um at fara við honum: so býtt hevur ikki verið fyrr sum hann - um hann ætlar sær at fara uttan skip?

“Skipið havi eg í lummanum,” sigur hann.

“Tí kanst tú fara í sjálvur,” siga teir: “vit fara ikki í tí.”

Men kongur býður teimum at fylgja honum oman til strandar. Har floytir hann skipið, og við tað sama veksur tað so, at kongurin eigur ikki so stórt og prútt skip. Teir eru ræddir at fara í tí, men noyðast. Drongurin setur seglini til og biður skipið fara hagar, sum kongadøturnar eru, og ikki steðga fyrr enn har.

Skjótt fer tað og steðgar knappliga langt úti á havi, har sum teir síggja einki land. Drongurin biður ein av monnunum fara niður at botni í línu; men tá kærir hvør hatt av sær, og eingin vil fara.

So sigur hann, at, um teir vilja lova honum trútt at draga hann upp aftur, tá ið hann gevur trý rykk í línuna, so skal hann sjálvur fara. Hetta lova teir og lata hann niður.

Hann kemur fyri einar dyr og bangar uppá - tá kemur onnur kongadóttirin og letur honum upp.

Her er ikki lukkuligt at koma hjá honum, sigur hon: tí her liggja tveir risar og sova - vakna teir, so gera teir skil á honum við tað sama.

Hann sær eitt óføra stórt svørð hanga á vegginum og roynir at fáa tað niður, men er neyvan førur at vika tí.

Tær - tí báðar kongadøturnar eru har saman - fara tá eftir einari krukku og biðja hann drekka úr henni. Hann so ger, og nýggjur alvi tykist honum at renna út í hvønn fingur. Tá orkar hann at taka svørðið niður. Hann drekkur aðra og triðju ferð og krukkuna úr, og nú liggur svørðið so lætt í hondini á honum, at hann kann reiggja tí, sum hann vil.

So høggur hann høvdini av báðum risunum. Tær samla nú alt tað gull og silvur saman, ið er í hellinum, fleiri kistur fullar, og binda upp í línuna; teir í erva draga upp. Tá ið gullið og silvurið er uppdrigið, fara prinsessurnar báðar upp í línuni; hann sjálvur vil vera seinastur. Men nú vilja menninir ikki kasta línuna niður aftur; teir seta segl til, men skipið stendur stilt og vil ongan veg fara, so teir noyðast at kasta niður eftir honum.

Hann biður við tað sama skipið sigla heim, har sum kongurin býr.

Nú er gleði í kongsgarðinum; kongur letur gera veitslu og býður dronginum hvørja konu, ið hann vil hava, og ríkið eftir seg.

So giftist hann við teirri yngstu prinsessuni, tí hana hevði hann kosið sær, og hon kendi ringin aftur, sum hon hevði bundið upp í hárið á honum.

Men tá ið hann var vorðin kongur eftir hin gamla, kom bróðir hansara, ið var vorðin kongur í grannaríkinum, og herjaði inn á hann. Tað kom til bardaga, og hin eldri bróðirin varð dripin. Hetta gjørdi hinum yngra ilt; hann mintist til látipípuna, blásti í hana og fekk bróðurin til lívs aftur. So samdust teir og livdu í friði.

Síðan er einki frætt til teirra.

 

Frásøgn: Johan Hendrik Matras, Kirkju

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

 

38 AT 301,  AT 303,  AT 531,  AT 550

 

 

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019