• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

40. DRONGURIN, IÐ FEKK KONGADÓTTRINA AFTUR FRÁ SJÓTRØLLINUM ella TAÐ GRÁA ESILIÐ

 

Uppskrift úr Sumba

Eina ferð var tað ein kongur, sum átti eina dóttur. Eitt kvøldið, sum hon gekk og spákaði niðri við strondina, varð hon burturtikin av einum sjótrølli, og hesin missur voldi konginum stóran harm.

So er at siga frá, at ein fátækur drongur, men vitugur, kom til kongsgarðin og fekk tænastu har. Skjótt var tað, at konginum líktist so væl á hann fyri vit hansara, at hann setti hann næst sær sjálvum; men hetta loypti óndskap í kongsins sveinar, so teir lugu upp á drongin fyri harra teirra og søgdu, at hann hevði sagt seg føran fyri at finna tann fugl, sum hevði mist ta vøkru fjøður, ið hann hevði funnið ein dagin stutt herfyri.

Kongurin koyrir drongin út at leita eftir hesum fugli: kemur hann ikki aftur við honum, er hann lívleysur. Drongurin sigur, at sveinarnir hava logið; men kongurin verður við sítt.

Ólukkudýrið út at reika, kemur í ein skóg og til eitt hús, hvar ið tríggjar gamlar konur sita. Tær spyrja, hví hann sær so syrgin út; hann sigur frá orsøkini, og tær lova at hjálpa honum:

“Tú skalt fara út tíðliga á morgni og skjóta eina løvu; so skulu okur tríggjar kalla allar fuglar saman til at sleikja blóðið.”

Tað gekk so, og drongurin tók fuglin.

Sveinarnir lúgva aftur upp á hann fyri kongi, at hann hevur braggað av tí, at, um tríggjar tunnur av korni vóru stoyttar á vegin, tá ið kongur fór í kirkju, skuldi alt vera heintað upp, áðrenn hann kom aftur úr kirkjuni.

Kongurin kallar drongin fyri seg, leggur honum hesa treyt og setur tey somu kor sum áður.

Drongurin aftur í skógin til konurnar, sum lova at hjálpa honum og at lata himmalsins fuglar pikka kornið upp.

Tá ið kongur kom úr kirkju, var alt uppheintað.

Sveinarnir lúgva nú triðju ferð, at drongurin hevur sagt seg mentan at fáa kongadóttrina aftur úr sjónum; kongurin sendir boð eftir honum við tað sama og leggur treytina á hann.

Drongurin grátandi aftur til skógkonurnar, sum leggja honum ráð:

“Tú skalt læna skip av konginum og hava tríggjar tunnur av saltkjøti við tær. Skipið gongur av sær sjálvum og stadnar har, sum tað skal. Á vegnum kemur ein dreki, sum vil gloypa skip og fólk; honum skalt tú kasta ein part av saltkjøtinum og hava hitt eftir til at taka við tær, tá ið tú verður linaður av skipinum niður í sjógvin.”

Drongurin gjørdi, sum konurnar ráddu, og alt gekk, sum tær høvdu sagt.

Tá ið skipið steðgaði, var hann linaður niður í kav, kom at einum portri, hvar tríggir drekar lógu, og kastaði teimum saltkjøt, kom at einum øðrum portri, hvar tríggir hundar lógu, og kastaði teimum saltkjøt eisini.

Tá ið hann kom at triðja portrinum, vóru har tríggir svanir, ið sungu so blídliga fyri honum. Hann fór inn, fann kongadóttrina einsamalla og segði henni ørindi sítt; men hon bað hann rýma sín veg við tað sama, áðrenn risin kom og drap hann. Ikki uttan hon kom við, segði hann.

Stutt eftir kom risin og fann drongin:

“Fjør mítt, gott krás í kvøld!”

Øðiligur var hann á at líta við sjey høvdum. Drongurin segði seg vera komnan eftir kongadóttrini.

“Kant tú gera tríggjar treytir, sum eg vil leggja á teg, skulu tykur vera leys bæði: eg skal krógva gentuna tríggjar ferðir, og kanst tú finna hana hvørja ferð, skulu tykur vera leys hiðani bæði.”

Hetta helt nú risin vera ómøguligt. Kongadóttirin sigur við drongin, at hann skal fara til esilið, í stallinum stendur, og biðja tað hjálpa sær.

Esilið upplýsir fyri honum um ta fyrstu treytina: trý byggkorn skulu liggja í einari tunnu á loftinum, og kongadóttirin fer at vera tað mittasta; tað skal hann taka, hava saks hjá sær og siga:

 “Jeg klipper”

 – men hann skal leita í øllum øðrum støðum fyrst.

Drongurin so gjørdi, men tá ið hann skuldi klippa, rópaði gentan:

“Her er jeg.”

Hann aftur til esilið, sum upplýsir hann um aðra treytina: tríggir træður skulu liggja undir einum borði, ein reyður, ein gulur og ein grønur; hin guli í miðjuni er kongadóttirin. Triðja treytin: trý strá í einum brunni; miðstráið er kongadóttirin.

Drongurin vinnur allar treytirnar; men risin er óður og leggur aðrar tríggjar treytir á: drongurin skal krógva gentuna og risin leita, og finnur hann sjálvur, risin, hana bert eina ferð, hava tey tapt og sleppa ikki.

Drongurin fer til esilið, sum skapar gentuna um fyri hann: fyrst til eitt hár í gronini á sær sjálvum, so til eitt hár ímillum kleyvarnar og síðst til eitt hár í halanum á sær.

Risin gevst at leita allar tríggjar ferðir, og drongurin hevur nú vunnið; men risin er óðari enn nakrantíð og vil ikki sleppa teimum.

Meðan risin er burtur á skóginum, vísir gentan dronginum á eina krukku, og tá ið hann hevur drukkið úr henni, er hann styrknaður so mikið, at hann kann reiggja risans svørði.

Um kvøldið kemur risin heim, leggur høvdini í fangið á kongadóttrini - tí hvørt kvøld skuldi hon leita honum í teimum øllum - sovnar, og drongurin er nú so knappur at høgga øll sjey høvdini av í senn. Svørðsoddurin kom í lærið á kongadóttrini; men sárið varð grøtt við krukkusmyrslinum.

So reinskaðu tey hellið fyri alt, ið har var av dýrgripum, og fóru avstað; esilið høvdu tey við sær. Kongadóttirin varð linað upp á skipið fyrst, so esilið og dýrgripirnir, ið tey høvdu tikið. Síðst bant hann seg sjálvan í línuna; men tá ið skipmenninir høvdu drigið hann upp í ljósmála, kvettu teir línuna av, so hann fór brestandi niður aftur og meinslaðist.

Tá mintist hann á krukkuna og grumlaði til hellið, ruddi upp á seg av smyrslinum og varð heilur aftur.

Teir í erva settu segl til; men skipið gekk ikki úr stað. So lótu teir línuna niður aftur og drógu drongin, og tá tók skipið at ganga.

Men tá ið teir vóru komnir nakað langt, fírdu teir hann fyri borð. Eitt trøll undir í sjónum tók hann; hann segði tí frá, hvat ið sær hevði tilborist, og tað fór beint á land við honum.

Tá ið skipið kom til lands, var kongurin fegin at hava fingið dóttrina aftur. Skipmenninir søgdu seg hava bjargað henni; men hon helt fram bæði árla og síðla, at teir lugu. Kongurin spurdi eftir dronginum; men teir lótust ikki vita, hvat ið av honum var komið.

Ein dagin, sum kongadóttirin sat so forharmað og seymaði, sá hon drongin fara fyri vindeyganum, fór út og rópaði hann inn.

Tá greindu bæði konginum frá tí ólíkliga atburði, sum skipmenninir høvdu havt; hann trúði teimum og gav dronginum dóttur sína til ektar. Sama dag, sum tey giftust, varð skipsfólkið brent á báli.

Nú ið hann var vorðin prinsur, hesin fátæki drongurin, mintist hann á hinar tríggjar konurnar, sum høvdu hjálpt honum so væl; men tá ið hann fór at leita eftir teimum í skóginum, var eingin grundarsteinur eftir av húsi teirra.

Frásøgn: Fredrikka Langgaard, Sumba

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

40 AT 301 A,  AT 531,  AT 550

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019