• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

39. DRONGURIN, IÐ FEKK KONGADÓTTRINA AFTUR FRÁ SJÓTRØLLINUM

 

Uppskrift úr Sumba

Ein fátækur maður átti ein vitugan son. Tá ið hann vaks til, var pápin ikki mentur at geva honum mat og bað hann tí fara út og taka sær tænastu.

Drongurin gekk úr einum staði og í annan og kom so til endan í kongsgarðin. Kongurin fagnaði honum væl og var so glaður yvir vit hansara, at hann setti hann fram um allar teir høgu harrarnar. Teir vóru nú avundsjúkir og løgdu ráð upp um at taka hann av lívi.

Teir fara í skógin, finna har eina fuglafjøður so vakra, at eingin hevur sæð slíka, fara heim og siga fyri kongi, at drongurin hevur sagt seg føran fyri at finna fuglin, ið hesa fjøður hevur átt.

Kongur heitir á drongin og lovar honum, at, um hann kann gera hetta, skal hann vera góður við hann fram um allar aðrar: men ger hann tað ikki, skal hann missa lív. Drongurin sigur, at hann hevur hvørki hugsað ella mælt slíkt; men kongur leggur dýrt við, at so skal vera, sum hann hevur boðið.

Drongurin fer í skógin, gongur allan dag og kemur um kvøldið til eitt hús, hvar ið ljós brennur. Hann fer inn, men verður ikki varur við nakað fólk. Sum hann situr, koma tríggir menn inn, leggja dúk á borðið og fáa sær mat. Hin fyrsti sigur, at stór synd er í hesum drongi; annar samtykkir, og triði leggur honum tey ráð at fara út í skógin morgunin eftir, skjóta tað fyrsta djór, hann ber við, og biðja so Gud lata allar himmalsins fuglar koma at pikka hetta djórið.

Drongurin so ger; allir fuglar koma tá saman og í teirra tali hin fagri fuglurin. Drongurin skjýtur hann og ber kongi.

Harrarnir eru nú enn meira avindsjúkir, finna út aðra lygn og siga fyri kongi, at drongurin hevur sagt seg føran fyri at finna makan til henda fugl, ið hann hevur veitt. Kongur sigur sum áður við drongin og rekur hann burt.

Drongurin reikar um skógin, rakar við tað sama húsið, og teir tríggir menninir leggja honum tey somu ráð sum fyrru ferð. Hann fær fuglin og ber konginum, sum er ógvuliga fegin; men harrarnir eru rættuliga óðir. Teir lúgva triðju ferð og telja kongi frá, at drongurin hevur sagt, at, um sjey ertnatunnur vóru sáddar niður við kirkjugarðin sunnumorgun, tá ið kongur fór í kirkju, skuldi hann einsamallur hava tikið hvørja ertur upp aftur, tá ið kongur kom útaftur úr kirkjuni.

Kongur letur hann kalla fyri seg og sigur, at, kann hann ikki gera ta treyt, ið hann hevur lovað, skal hann missa lívið. Drongurin sigur, at hetta er logið upp á seg, men kongurin rekur hann burt.

Hann út aftur í skógin og kemur til tað sama húsið. Teir tríggir menninir koma: hin fyrsti tekur at kvarta yvir teimum illu harrunum, hvat synd teir gjørdu móti hesum neyðardrongi; annar biður leggja honum ráð, og hin triði sigur tá við drongin:

“Tú skalt fara beinan vegin heim aftur og ikki mæla eitt orð hvørki við kong ella harrar, hvat teir so siga við teg; men tá ið erturin er sáað og kongur farin í kirkjuna, skalt tú biðja Gud lata allar himmalsins fuglar koma og heinta hana upp aftur. Ikki skalt tú kvíða: fuglarnir eru so mangir, at, tá ið hvør tekur sína ertur og letur í tunnu, er einki eftir.”

Drongurin fegin heim aftur.

Kongur letur sáa av sjey ertnatunnum tað tynsta, ið sáast kundi, og fer so í kirkjuna við øllum harrunum; men bilsnir eru teir allir, tá ið teir koma úr kirkjuni og síggja, at alt er heintað upp aftur í tunnurnar.

Nú eru harrarnir hvaðna óðari enn fyrr og penta saman ta fjórðu lygn. Teir siga fyri konginum, at drongurin hevur sagt seg føran fyri at beina dóttur hansara aftur, sum horvin hevur verið so leingi.

Kongurin sendir boð eftir honum við tað sama og lovar honum dóttrina og ríkið eftir seg, um hann kann føra hana heim, sum hann hevur sagt seg at kunna: annars skal hann vera lívleysur. Drongurin sigur, at hann hevur ikki tikið slíkt upp á tunguna; men einki batar.

Hann aftur í skógin til teir tríggjar menninar og biður teir vælsignaðar vera og leggja sær ráð. Teimum tykir stóra synd í honum; kongadóttirin verður ring at fáa aftur, halda teir: tí tað versta sjótrøllið, í sjónum er, hevur tikið hana. Hin triði leggur dronginum tey ráð at fara til kongin og biðja hann lata seg fáa skip og fólk og tvær línur, aðra tjúkkari og aðra klænri. Skipinum nýtti eingin at stýra; hann skuldi bert lata vindin reka tað, til tað stadnaði av sær sjálvum. Tá skuldi hann biðja skipsmenninar lata báðar línur niður, og sjálvur skuldi hann síga niður í sjógvin í teirri tjúkkaru. Hann skuldi koma niður á grønan vøll og ganga, til hann fann tríggjar gøtur; miðgøtuna skuldi hann tá velja. Síðan skuldi hann koma til trý torn, og í miðtorninum skuldi kongadóttirin vera.

Drongurin fer fyri kong og biður um skip og fólk. Kongur letur hann fáa; men fólkið, ið hann sendir við honum, eru harrarnir, sum hava logið upp á hann. Teir halda hann fyri háð og gjøldur, tí hann hevur ongan at stýra skipinum; men tað rekur fyri vindinum, til tað stadnar av sær sjálvum.

Hann biður teir nú lata báðar línurnar niður; teir spotta hann fyri hesa vitloysuna, men hann ønir ikki aftur, uttan kastar seg í teirri tjúkkaru línuni niður í kav. Honum berst nú alt tað til, sum hin triði skógbúgvin hevur sagt honum.

Komin til miðtornið læsir hann tað upp, sær kongadóttrina og trøllið sovandi í fangi hennara. Hon er fegin at síggja kristnan mann aftur. Hann sigur seg at vera komnan eftir henni; men hon heldur onga vón vera at tí, at hann skal kunna fáa hana burtur haðani, um hann ikki er mentur at drepa trøllið. Hetta er fyrsti dagurin, at trøllið er sovnað, sigur hon: í fimm dagar skal tað liggja í fangi hennara, áðrenn tað vaknar.

So vísir hon honum á svørðið, ið trøllið eigur, og sum hann verður at drepa tað við, um hugsandi skal vera um nakran frama fyri tey. Ikki er hann mentur at vika svørðinum. Hon biður hann drekka úr einari krukku, ið har stendur, og royna so, um máttur hansara er ikki vaksin. Hann so ger og fær ridlað svørðinum á naglanum, har sum tað hongur. Hann drekkur meira og fær tikið svørðið niður. Tá ið hann hevur drukkið triðju ferð, fær hann so mikla kraft, at hann bregður svørðinum og drepur tað ljóta trøllið.

Nú fara bæði sína leið, og meðan sigur hann frá ævisøgu sínari, hvussu harrarnir hava logið uppá hann. Hon lovar honum bót afturfyri, tá ið tey eru heimaftursloppin til faðir hennara.

Tey koma at skipinum; hann bindur hana í ta tjúkku línuna og rykkir í sum tekn til, at harrarnir skulu draga upp; sjálvur bindur hann seg í ta klænu. Tá ið hann er komin upp í ljósmála, kuta teir línuna av. Tó at kongadóttirin bønar teir at fáa hann upp aftur, vilja teir halda til landa alt fyri eitt og seta segl til; men hvat galt! nú stendur skipið og fæst ikki úr stað, tó at seglini øll eru um at skrædna av vindinum.

Teir verða tá at lata línuna niður og draga hann upp.

Nú siglir skipið við tað sama.

Tá ið tey eru komin heim í kongsgarðin, tekur kongadóttirin at brigsla pápanum, at hann skal hava trúð alt tað, ið harrarnir hava logið um henda drong, ið hennara lívi hevur bjargað, og sigur honum frá øllum atburði teirra: teir høvdu longu havt hann av døgum, um lívið ikki var honum lagað.

Teir verða nú gripnir og lagdir á pínubonk, til teir noyðast at ganga við, at alt hevur verið logið fyri at fáa lívið av dronginum. Síðan vóru teir allir brendir á báli.

Drongurin fekk kongadóttrina og ríkið eftir kongsins deyða. Tey livdu mong ár saman, áttu fjøld av børnum og vóru vinasæl alla teirra ævi.

Frásøgn: Anna Sofía Janusardóttir, Sumba (V.U. Hammershaimb skrivaði niður)

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

 

39 AT 301 A,  AT 531,  AT 550

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019