• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Drongurin og oksin

Eina ferðina var tað ein fátækur maður, sum búði langt burtur hinumegin tey stóru høvini. Hann átti ein einasta son. Nú hendir honum tann ógæva, at konan doyr frá honum. Hann syrgir eina tíð, men sær meira og meira fyri hvønn dag, at hann kann ikki vera einsamallur við tí lítla soninum, og í tí skili giftir hann seg uppaftur. Við tí seinru konuni fær hann fimm døtur; tann yngsta hevði trý eygu, tann næsta fýra, tann triðja fimm, tann fjórða seks, og tann fimta sjey eygu. Eitt av teimum er í nakkanum.

Fátækramaðurin átti tveir smáar oksar. Tann nærri, ið gekk í samdragnum, róptu tey Villing.

Hvønn dag var tann lítli drongurin í bønum við oksunum og pløgdi, koyrdi, ella hvat nú fyrifall í lítla jarðarbrúki teirra. Men stjúkmamman gav honum ongantíð annað enn sáðudrýl við sær í bøin til matna.

Av tí drongurin av hesari føði verður neyðarsligari og neyðarsligari, tóktist oksanum, Villingi, synd í dreinginum og sigur við hann:

”Mín góði, ungi harri! tú fær aldri annað enn sáðudrýl at eta; tað er hungurskostur, eingin føðsla í; tak tú bara og rykk høgra horn mítt av, har er bæði matur og drekka í, so tú kann verða mettur og trívast sum aðrir smádreingir.”

Drongurin so ger, rykkir høgra hornið av Villingi, og beinanvegin stendur búgvið borð framman fyri dreinginum; hann etur seg nú mettan og drekkur seg ótystan, setur so hornið á aftur oksan. Soleiðis ger hann nú hvønn einasta dag; drongurin styrknar, trívist og veksur, so tað dylur seg ikki, at hann hevur nóg mikið fyri munnin.

Men stjúkmamman undrar seg yvir, hvussu væl hann trívist. ”Skamm fái!” hugsar hon við sær, ”hetta var ikki ætlanin við sáðudrýlinum, at drongurin skuldi verða feitur og fregin.” Hon hevur illbatan av, at her ruggar alt ikki rætt; tað má vera onkur, sum gevur honum at eta, hann kann ikki renna soleiðis upp av berum sáðudrýli. Hon tekur nú tey ráð, at senda yngstu dóttrina út í bøin at lúra eftir, hvaðani drongurin fær mat frá.

Um kvøldið fer drongurin sum vanligt í fjósið at geva oksunum fóður. Villingur, sum er spákønur, sigur tá við hann: ”Nú hevur stjúkmamman fingið illbatan av, at tú fær annan mat enn bert sáðudrýlin, hon gevur tær við í bøin; tí sendir hon í morgin dóttrina, Tríeyga, út í markina at lúra eftir, hvaðani tú fær mat. Nú skal tú spæla so leingi við hana, til hon verður móð og sovnar; men legg væl til merkis, at øll trý eyguni eru aftur, tí annans sær hon, hvaðani tú fær matin, og tá verður ein verri fløkja at standast av.”

Drongurin ger, sum Villingur hevur sagt, hann spælir við smágentuna, til hon verður móð og sovnar. Hann situr uppi yvir henni, til øll trý eyguni eru aftur; tá fyrstani rippir hann hornið av Villingi og fær sær at eta, skundar sær so at seta hornið afturáaftur.

Tá ið tey koma heim aftur um kvøldið, spyr mamman dóttur sína: ”Nú, Tríeyga, hevur drongurin etið nakað?”

”Nei, einki uttan sáðudrýlin,” sigur dóttirin.

Næsta dagin skal tann fýraoygda gentan út at síggja, hvaðani drongurin man fáa mat frá. Men oksin, Villingur sigur aftur við dreingin, at hann má ansa væl eftir og spæla dúgliga við gentuna, so hon verður væl móð og sovnar, so øll eyguni verða væl afturlatin. Drongurin gjørdi, sum hann varð biðin, leikti dúgliga við gentuna, til hon møddist og sovnaði. Hann sat uppi yvir henni, til hann var vissur í, at øll eyguni vóru aftur; tá fyrstani ripti hann hornið av Villingi, át seg mettan í skundi og setti hornið aftur á oksan.

Tá ið tey koma heim um kvøldið, spyr mamman: ”Nú, Fýraeyga, hvaðani fekk drongurin mat frá?”

”Hann át einki uttan sáðudrýlin,” sigur Fýraeyga, tí hon visti einki annað at siga.

Næsta dagin setur mamman á, at hennara fimmoygda dóttir skuldi út í bøin at síggja, hvaðani drongurin fekk mat frá.

Men oksin Villingur sigur aftur við dreingin: ”Nú má tú ansa enn betur eftir í dag, tí nú kemur tann fimmoygda gentan út at lúra eftir tær, so spæl nú bæði væl og leingi við hana, so hon verður móð og sovnar heilt fast.” Drongurin so ger, hann spælir og spælir við gentuna, til hon er so deyðamóð og sovnar. Hann situr uppi yvir henni, til hann sær, at øll fimm eyguni eru aftur. Tá fyrsta fer hann og rykkir hornið av Villingi, skundar sær at eta seg mettan, setur so hornið aftur á aftur. Hann tekur nú sáðudrýlin, etur av honum, so tann fimmoygda sær og býður henni ein bita burtur av frá sær. Men tað vil hon ikki, tí hon hevði sjálvandi fingið við sær tað, sum mætari var.

Tá ið tey koma heim aftur um kvøldið, spyr mamman: ”Nú Fimmeyga, hvaðani fekk drongurin mat frá?”

”Hann át einki uttan sáðudrýl, og hann beyð mær eisini ein bita burtur av frá sær.” Hon visti einki annað at siga.

Mamman ger nú av, at næsta morgunin skal tann seksoygda fara í bøin at lúra eftir, hvaðani drongurin fær mat frá. Men tað gekk henni, sum tað hevði gingið hinum systrunum, at um kvøldið, tey komu heim aftur, visti hon einki annað at siga, enn at stjúkbeiggin hevði einki etið uttan sáðudrýlin, hann hevði við sær heimanífrá.

Tá verður mamman so ovursint á dóttrina Sekseyga, at hon flongdi hana so dygt, tí hon visti ikki at siga, hvaðani drongurin fekk mat frá.

Hetta kvøldið ger mamman av, at morgunin eftir skuldi tann sjeyoygda dóttirin fara í bøin við teimum.

Aftur sigur Villingur við dreingin, at nú galt meira um enn nakrantíð at ansa eftir, at gentan, tá ið hon sovnar, hevur øll sjey eyguni aftur. Tá ið oksin Villingur sigur hetta, er hann so illa heitin, at hann tárar og tekur uppaftur: ”Síggj nú til, drongur, at tú spælir so leingi við hana, at hon sovnar væl og virðiliga á øllum sjey eygunum, tí eru øll eyguni ikki aftur, verður tað ein verri fløkja fyri okkum.”

Drongurin spælir dúgliga við gentuna, bæði væl og leingi. At endanum er hon deyðgivin og sovnar. Hann situr uppi yvir henni og ansar væl eftir at hyggja í eyguni og vissa seg um, at øll eru aftur, men hann gloymir tað sjeynda, sum situr í nakkanum, og tá ið hann nú rippir hornið av oksanum Villingi og fær sær at eta, sær gentan alt við hesum sjeynda eyganum.

Um kvøldið, tey koma heim aftur, sigur mamman: ”Nú, Sjeyeyga, hvaðani fær drongurin mat frá?”

”Jú, mamma,” sigur dóttirin, Sjeyeyga, ”hann rykkir bert høgra horn av oksanum Villingi, og beinanvegin stendur búgvið borð framman fyri honum við øllum mati og drekka; tá ið hann so hevur etið, setur hann bara hornið afturáaftur, og borðið hvørvur beinanvegin.”

Stjúkmamman fer nú til songar og letst vera sjúk, sigur við mannin, at hon kann ikki verða frísk aftur, uttan hon fær kjøt av Villingi at eta, ”so tú ger tað fyri mína bøn, at tú drepur oksan í morgin.”

”Tað var ein vanlukkustandur,” sigur maðurin, ”Villingur er mær eitt so eiggiligt kríatúr; men er tað tín heilsa um at gera, kona, so gerst væl ikki annað enn at drepa hann.” Tað verður nú avgjørt, at oksin skal latast til slátringar í morgin.

Grátandi kærir Villingur sína neyð fyri dreinginum og sigur honum, hvat tey hava samtykt, tí drongurin veit jú einki um, hvat henda skal.

”Tú skal vita, drongur,” sigur Villingur, ”at tey fara at drepa meg í morgin. Legg tær tí væl í geyma hetta, eg sigi; tí so kunnu vit flýggja frá teimum báðir: Tá ið eg nú verði latin til sláturs í morgin, bið tá pápa tín sleppa tær at leiða meg. Tá ið eg so leggi meg niður á øll fýra, skal tú vera so bráður og leypa millum hornini á mær.”

Dagin eftir verður nú Villingur latin av stað at verða slátraður.

Drongurin sigur nú eymliga: ”Pápin, slepp mær at leiða Villing, hann hevur verið mín besti vinur, eg eri so ringur um, at hann nú skal slátrast. Kann hann ikki sleppa at liva nøkur ár enn?”

”Tú skal sleppa at leiða hann, lítli mín,” sigur pápin; ”men ikki kann eg gera tað fyri teg at eira honum, tá tað er mamma tín, sum kann ikki verða frísk aftur, uttan hon fær kjøt at eta av Villingi.”

Drongurin leiðir nú Villing av stað. Best sum er, leggur oksin seg niður á øll fýra, og drongurin er so bráður, loypur millum hornini á honum; alt í einum rýkur Villingur sum ein píl upp í veðrið við dreinginum og flýgur av stað, so pápin stendur einsamallur eftir sum kánus og gløðir aftan á teimum.

Teir flúgva nú gjøgnum luftina báðir, longri og longri burtur, til teir koma at einum koparskógi, har seta teir seg.

Nú vil drongurin so fegin hava eitt av hesum vøkru koparblomstrunum. Sigur við Villing, um hann kann ikki taka eitt at seta sær í hattin. Áðrenn hann hevur fingið svar, tekur hann eitt og gleðir seg yvir at eiga tað.

Men Villingur sigur við hann: ”Drongur mín, hatta skuldi tú ikki gjørt, tí tað fer at koma mær aftur um brekku.”

Tá ið teir koma út av skóginum gangandi, stendur ein úlvur fyri teimum: ”Nei, støðgið nú,” sigur úlvurin og er ovursintur, ”hví hava tit beint mær fyri einum koparblomstri á skogi mínum? Nú má tú berjast við meg. Villingur oksi!”

”Ja, ja, latum okkum so tað!” sigur Villingur.

Nú berjast teir báðir. Í triðju atløgu rennir Villingur hornið tvørtur ígjøgnum kroppin á úlvinum og hivar hann tríggjar favnar á loft; tá ið hann dettur niður aftur á jørðina, brýtur hann hálsin, og tað lirrar ikki í honum. Tá sigur Villingur við dreingin: ”Nú sær tú, hvussu illa eg kom fyri av hesum stóra úlvinum. Lat tí vera at taka nakað av skóginum meir.”

Teir eru aftur á flogi, longri og longri burtur. Umsíðir koma teir til ein sivurskóg. Her seta teir seg. Alt er so ótrúliga vakurt, tí hvørt blað er av skínandi silvuri, og silvurblomstrini standa og loka heilar fløtur, so langt eygað sær.

Drongurin fer aftur at biðja Villing sleppa sær at taka eitt silvurblomstur, bert eitt einasta lítið blomstur. Oksin sigur nei: ”Lat heldur vera, tí eg noyðist bara at berjast um tað aftaná.” Men drongurin bønar og biður so leingi, til Villingur gevur honum eftirlæti, hann tekur eitt silvurblomstur og er so hjartans glaður fyri tað.

Teir fara nú gangandi gjøgnum skógin og undrast stórliga á tann vakurleika, her er. Koma út í skógarjaðaran. Tá kemur eitt ljón turnandi ímóti teimum, ýlir og er ógviliga ilt: ”Hvat hava tit gjørt, eg hoyrdi tit beindu mær fyri einum silvurblomstri, skalaðu mín skóg! Nú má tú berjast við meg, Villingur oksi.”

So noyddist Villingur aftur at berjast við ljónið. Oksin hirðir hornið inn í síðuna á tí; men ljónið bítur høgra oyra av Villingi.

”Har sær tú!” sigur oksin við dreingin, ”hvussu illa eg kom fyri av ljóninum. Væl vann eg á tí, men nú eri eg markaður. Ger ikki soleiðis triðju ferð, tað sigi eg tær, tí so fer tað at kosta mær lívið!”

Aftur brá Villingur sær upp í luftina, og teir flúgva báðir. Langt um leingi koma teir til ein gullskóg. Har seta teir seg aftur. Her er alt nógv vakrari upp aftur enn í silvurskóginum; hvørt leyv, teir síggja, er av tí skærasta gulli, fløturnar skína av gullblomstrum, so langt eygað sær, tað glitrar og ljómar av øllum hesum gullvøkstrum, sum blaktra í lotinum, so drongurin kann ikki bara sær, hann fer aftur at biðja og bøna Villing sleppa sær at taka eitt gullblomstur, bert eitt einasta, lítið blomstur. Men Villingur sigur nei, grætur og heldur fyri: ”Tak einki, tí hesin skógur hevur tríggjar verjar, og komi eg í holtur við teir, býði eg ikki bøtur.”

Tó drongurin letur sær ikki siga, hann tekur eitt gullblomstur.

Villingur oksi verður illa við og sigur: ”Nú veit eg, at deyðin er nær. Legg tí væl til merkis, hvat eg sigi við teg, og ger eftir tí: ”Tá ið eg berjist við ta lítlu haruna, ríkur mítt høgra horn langt burtur. Skunda tær eftir tí; so skjótt tú hevur fingið fatur á tí, balla tað inn í lummaklútin og goym tað væl uppi á tær, tí so hevur tú tá altíð rívuligt av mati og drekka.”

Teir ganga nú gjøgnum skógin. Drongurin gleðir seg yvir alt tað undurbæra, hann sær. Men Villingur er dapur í huga, tí hann er spákønur og veit, hvussu leikur fer.

Nú teir koma í skógarjaðaran, kemur ein yvirvaksin tikari leypandi; har kemur eisini ein flogdreki við trimum høvdum og ein lítil, svørt hara.

”Nú, Villingur oksi! Hví løgdust tit á gullskógin hjá okkum, vit hoyrdu, at tit beindu fyri einum blomstri og skalaðu skóg okkara. Nú geva vit tær tvinnar kostir, tú má taka annan. Tann fyrri: Tú og drongurin geva tykkum undir og verða trælir okkara. Annar kostur: At tú berjist móti okkum øllum trimum.”

Nú drongurin hoyrir hetta, verður hann illa við og fer at gráta, tí Villingur oksi skal doyggja. Men Villingur sigur: ”Grát ikki drongur, eg man fara at sleppa við lívinum, verði kanska at basa hesum trimum.”

Dagin eftir um middagsleitið byrjar bardagin. Villingur hirðir hornið tvørtur ígjøgnum hálsin á tí yvirvaksna tikaranum. Tá ið oksin hevur gjørt hetta, sigur hann við dreingin: ”Eg støkki út á ongina, eitt lítið; um onkur skuldi spurt eftir mær, so sig, at eg verði aftur her um eina løtu. Skuldi onkur gingið tær ov nær, blás so í látipípuna hjá tær, so komi eg beinanvegin.”

Um eina løtu nú kemur tann lítla, svarta haran; hon spyr dreingin, hvar Villingur oksi er. Men drongurin tekur látipípuna og blæsur, ikki bert eitt lát, men eitt heilt fródligt dansilag.

Tá sigur tann lítla, svarta haran: ”Halt uppat við hasum, sig bert við oksan, at hann má berjast við meg, tí soleiðis er avgerðin hjá skógarkonginum, tí tríhøvdaða flogdrekanum.”

Í tí sama kemur Villingur og spyr dreingin: ”Hví spældi tú so lystiliga til dans?”

”Hví skuldi eg ikki verið glaður, tá ið tað bert er ein sovorðin lítil hara, sum vil berjast við teg?”

Villingur sigur: ”Hetta fer at kosta mær lívið.”

Villingur oksi skal nú berjast við haruna. Í fyrstani hoppar bert tann lítla, svarta haran rundan um oksan, til hon at enda fær høvi til at stoyta seg móti búkinum á Villingi við slíkari megi, at oksin reyk av um helvtina, og tað høgra hornið fleyg tríggjar favnar burtur.

Drongurin skundar sær eftir tí, ballar tað í lummaklútin og koyrir upp á seg.

Illa heitin og einsamallur fer drongurin haðani. Tá ið hann hevur gingið nakað leingi, kemur hann til eina vakra ong; her setur hann seg við eitt lítið áarskapilsi, tekur hornið og etur seg mettan, drekkur seg ótystan. Leggur seg so at sova.

Tá ið hann vaknar aftur, sær hann, at ongin er full av neytum; tey eru øll komin út úr horninum. Men tað eydnast ikki at fáa tey inn aftur, hann dugir ikki snildirnar.

Nú kemur har ein gomul kona, og tað var ein rættilig gandakelling. Hon hyggur at hesum sorgarbundna dreinginum og spyr, hvat ið honum hevur verið fyri, síðani hann er so dapur í huga.

Hann kærir nú sína neyð fyri henni og sigur, hvat ið hent er, at hasin neytaflokkurin var sloppin út úr horninum, og nú dugir hann ikki at fáa hann inn aftur.

”Ikki annað enn tað?” lær hon, ”tað er eingin skaði, eg skal hjálpa tær at fáa tey inn aftur. Men eitt lítið ting krevji eg afturfyri: Svørj mær, at tú aldri vil gifta teg. Annað krevji eg ikki.”

Drongurin svør við tungum hjarta. Men tað er eitt, tvey, so eru øll neytini aftur í horninum. Drongurin sigur farvæl við ta gomlu konuna, takkar fyri hjálpina og fer av stað. Hann hevur ikki gingið leingi; nú kemur hann til eina mylnu. Hann fer inn og biður um at sleppa at vera har um náttina. Hetta verður honum játtað, og hann verður væl móti tikin.

Nú ber tað so á, at mylnarin eigur eina so ógviliga vakra dóttur. Drongurin fær beinan vegin hug á henni. Mylnaradóttirin í sínum lagi verður eisini so burtur í dronginum, at hon biður hann um at taka seg til konu.

Tá sigur drongurin og er ógvuliga sorgarbundin: ”Tað var einki, eg heldur vildi, enn fingið teg til konu, tí eg yndi teg av heilum huga; men eg eri soleiðis fyri, at eg ongantíð í veranum kann fáa mær konu.”

”Tú hevur so eina unnastu frammanundan, sum tú vil ikki svíkja,” heldur mylnaradóttirin.

”Nei, tú er tann fyrsta genta, sum eg havi kent yndi til, so tað er ikki til bága,” sigur drongurin.

”Hvat er tað tá?” spyr mylnaradóttirin.

”Tað nyttar einki at siga tað fyri nøkrum, tí eingin kann bøta tað,” sigur drongurin og er enn meira hugtungur.

”Jú, hvør veit,” sigur mylnaradóttirin, ”kanska eg kortini kann hjálpa tær. Sig mær bert frá øllum, tað kann so ikki gera verri, ið hvussu er.”

Nú sigur drongurin henni, at hann hevur verið soleiðis fyri, at hann hevur einaferð noyðst at svørja tann eið, at hann aldri skuldi gifta seg.

Mylnaradóttirin spyr eitt sindur nærri um atstøðurnar við hesum eiði. Tá ið hon hevur fingið alt at vita, sigur hon: ”Ikki annað enn tað! Hasum kann eg hjálpa tær við, miss bert ikki mótið, tað skal einki ilt henda teg, fyri tí vit giftast bæði, tað skal tú líta á.”

Nú giftast tey bæði, og brúdleypið stendur í mylnaragarðinum. Tá ið allir gestirnir eru farnir hvør aftur til sín, fer húsfólkið til songar.

Men mylnaradóttirin tekur eitt krúss við vatni og setur á borðið, leggur eitt breyð hjá tí. Upp við durastavinum setur hon eina jarnskeið við skaftinum niðureftir, og upp við hinum durastavinum ein kust við skaftinum niðureftir. Tá ið hetta er gjørt, fer brúðarparið til songar.

Á midnátt kemur gandakellingin, sum hevði fingið dreingin at gera eiðin. Hon rópar á kustin: ”Kustur, lat upp dyrnar!”

Men kusturin svarar: ”Eg fái ikki latið upp, tí eg standi á høvdinum!”

Nú rópar gandakellingin á skeiðima: ”Jarnskeið, lat upp dyrnar!”

Skeiðin svarar: ”Eg kann heldur ikki lata dyrnar upp, tí eg standi eisini á høvdinum!”

Tá rópar gandakellingin inn í húsið: ”Kom út tín meinsvørjari, tí tú sleppur kortini ikki undan.”

Nú svarar breyðið á køksborðinum: ”Tín meinska gandakelling! Tú vil ikki fyrigeva honum, hóast eg vildi fyrigivið tær! Meg grevur tú niður í jørðina. Eg veksi til, tá verði eg skorið av rótini, treskt, malið, sáldað; síðani verði eg elt upp í vatn, bakað í eldinum og at endanum etið. Alla hesa neyð skal eg tola - og kann enn tá fyrigeva tær av reinum hjarta.”

”Á, fyri tann illa!” skrálar gandakellingin fyri uttan, ”her er onkur innanfyri, sum dugir meir enn eg!” Og hon verður so ovursint, at hon brestur við eitt brak í túsund petti.

Men tey ungu bæði, ja, tey liva enn tann dagin í dag - um tey tá eru ikki deyð at siga.

Úr bókini ”Ævintýr 6”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1974.

Upprunaheiti: ”Drengen og studen”. Gyldendals Bibliotek Verdenslitteratur, bind 1. Kbhvn. 1967.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019