• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Eldførið

Har kom ein soldátur traskandi eftir gøtuni: eitt tvey! eitt tvey! Hann hevði skjáttu á baki og korðu við liðina, hann hevði verið í kríggj og var nú á veg heim aftur. So møtti hann eini gamlari kelling á gøtuni; hon var ræðuliga ljót, lippa hennara hekk líka niður á bringuna. Hon segði: ”Gott kvøld, soldátur! Sum tú hevur vakra korðu og stóra skjáttu, tú ert ein rættur soldátur! Nú skalt tú fáa so mangar pengar, tú vilt hava!” ”Takk skalt tú hava, tín gamla kelling!” segði soldáturin.

”Sært tú hatta stóra træið?” segði kellingin og peikaði at tí trænum, ið stóð tætt við tey. ”Tað er opið innan! Tú skalt klúgva heilt upp í toppin, har sært tú so eitt hol, sum tú skalt lata teg glíða niður ígjøgnum, til tú kemur langt niður í træið! Eg skal binda eitt reip um miðjuna á tær, so eg kann draga teg uppaftur, tá tú rópar á meg!”

”Hvat skal eg so gera niðri í trænum?” spurdi soldáturin.

”Fáa tær pening!” segði kellingin, ”tú fært at síggja, at tá tú kemur niður á botn í trænum, so ert tú í eini stórari gongd, har er heilt ljóst, tí har brenna yvir hundrað lampur. So sært tú tríggjar hurðar, tú kanst lata tær upp, lykilin stendur í. Fert tú inn í tað fyrsta kamarið, sært tú eina stóra kistu standa mitt á gólvinum; omaná situr ein hundur; eyguni á honum eru so stór sum tekoppar; men tað skalt tú einki leggja í! Eg gevi tær blápuntutu svintu mína, hana kanst tú breiða á gólvið; far so óræddur yvir og tak hundin og set hann á svintuna, lat kistuna upp og tak so mangar peningar, sum tú vilt. Teir eru allir av kopar; men vilt tú heldur hava silvur, so skalt tú fara inn í eitt annað kamar, har situr ein hundur, ið hevur eygu so stór sum mylnuhjól; men tað skalt tú einki leggja í, set hann bert á svintuna og fá tær av peninginum! Vilt tú har ímóti hava gull, kanst tú eisini fáa, og tað so nógv, sum tú orkar at bera, tá tú fert inn í tað triðja kamarið. Men eyguni á hundinum, ið situr á peningakistuni, eru so stór sum ”Rundatorn”. Tað er ein rættur hundur, kanst tú ætla! men tað skalt tú einki leggja í! set hann bert á svintuna, so ger hann tær ikki petti, og fá tær so mikið úr kistuni, sum tú vilt!”

”Hetta var nú ikki so heilt av lagi!” segði soldáturin. ”Men hvat skal eg geva tær, tín gamla kelling? Tí nakað vilt tú saktans hava, kann eg ætla!”

”Nei,” segði kellingin, ”ikki so mikið sum eitt oyra vil eg hava! Tú skalt bara taka mær eitt gamalt eldføri, sum omma mín legði eftir, tá hon seinast var har niðri!”

”Nú, bint so á meg!” segði soldáturin.

”Hygg her!” segði kellingin, ”og her er blápuntuta svinta mín,” So kleiv soldáturin upp í træið, læt seg glíða niður í holið og stóð nú sum kellingin segði niðri í eini gongd, har fleiri hundrað lampur brunnu. Nú letur hann ta fyrstu hurðina upp. Og! har sat hundurin, ið hevði eygu sum tekoppar og gløddi at honum.

”Tú ert prúður, ert tú!” segði soldáturin, setti hann á kellingasvintuna og fekk sær so mangar koparpeningar, sum gingu í fikkuna, læsti so kistuna, setti hundin upp á aftur og fór inn í hitt næsta kamarið. Eya meg! Har sat hundurin, ið hevði eygu so stór sum mylnuhjól. ”Tú skuldi ikki hugt so stívt at mær!” segði soldáturin, ”tú kundi fingið ilt í eyguni!” Og so setti hann hundin á kellingasvintuna; men tá hann sá allan silvurpeningin í kistuni, tveitti hann allar koparpeningarnar, hann hevði, og fylti fikkurnar og skjáttuna við berum silvuri. Nú fór hann í tað triðja kamarið. - Hetta var ræðuligt! Hundurin, har inni var, hevði sanniliga so stór eygu sum ”Rundatorn”, og tey mólu í klingur í høvdinum á honum sum hjól!

”Gott kvøld!” segði soldáturin og strikaði hattin, tí slíkan hund hevði hann ongantíð sæð fyrr; men tá hann hevði hugt at honum eina løtu, hugsaði hann:

”Nú er ivaleyst,” lyfti hann niður á gólvið og læt kistuna upp, nei pílar og skot! sum har var nógv gull! hann kundi keypt heila Keypmannahavn fyri tað, og sukurgrísarnar frá køkukonuni, allar tinsoldátar, pískar og vagguhestar, ið til vóru! Jú, her vóru sanniliga nógvir peningar! - Nú tveitti soldáturin allar silvurpeningarnar, hann hevði í fikkunum og skjáttuni, og tók gull í staðin, ja, allar fikkur, skjáttu, hatt og stivlar fylti hann, so tað var ikki meir, enn hann var mentur at ganga! Nú átti hann nógvan pening! Hundin setti hann upp á aftur kistuna, smelti hurðina aftur og rópti upp gjøgnum træið:

”Drag meg nú uppaftur, tín gamla kelling!”

”Hevur tú eldførið við tær?” spurdi kellingin.

”Tað er satt!” segði soldáturin, ”tað hevði eg heilt gloymt,” og fór hann so eftir tí. So dró kellingin hann upp, og brátt stóð hann aftur á gøtuni og hevði fikkur, stivlar, skjáttu og hatt, alt fult av peningi.

”Hvat skalt tú nú gera við hetta eldførið!” spurdi soldáturin. ”Tað liggur tær einki á!” segði kellingin, ”tú hevur fingið peningin! Lat meg nú bert fáa eldførið!”

”Einki tvætl!” segði soldáturin, ”sig mær straks, hvat tú skalt gera við tað, ella dragi eg úr slíðra og høggi høvdið av tær!”

”Nei,” segði kellingin.

So høgdi soldáturin høvdið av henni. Har lá hon! Men hann bant allan peningin inn í kellingarsvintuna, slongdi pjøkan upp á bakið, stakk eldførið í fikkuna og fór síðan til býin.

Tað var ein frálíkur býur, og tað besta gistingarhúsið fór hann til, kravdi tað alrabesta kamarið og mat, sum honum dámdi, tí nú var hann ríkur, tá hann átti so mangar peningar.

Tænarin, ið skuldi busta skógvarnar, helt tó, at tað vóru einir vána skógvar fyri ein slíkan mann; men enn hevði hann ongar nýggjar keypt; dagin eftir fekk hann nýggjar skógvar og vøkur klæði. Nú var soldáturin ein væl skrýddur maður, og tey søgdu honum frá øllum tí stásiliga, í býinum var, og um kong teirra, og hvussu yndislig dóttir hansara var.

”Hvar kann eg sleppa at síggja hana?” spurdi soldáturin. ”Hon er als ikki til skjals!” søgdu tey øll, ”hon býr í einum stórum koparslotti við nógvum virkisgørðum og tornum uttanum!” Eingin uttan kongurin tordi at fara inn til hennara, tí tað var spátt henni, at hon skuldi giftast við einum almennum soldáti, og tað kundi kongurin ikki tola! Hana hevði eg havt góðan hug at sæð! hugsaði soldáturin, men tað kundi hann als ikki fáa loyvi til.

Nú livdi hann kátar dagar, hugdi at sjónleikum, ferðaðist í urtagarði kongs og gav teimum fátæku hópin av peningi, og tað var væl gjørt! hann mintist nokk frá gomlum døgum, hvussu ringt tað var einki oyra at eiga! - Nú var hann ríkur, hevði vøkur klæði og fekk nógvar vinir, ein rættur kalur, og tað dámdi soldátinum sera væl! Men tá hann nú hvønn dag læt pening og als ongan fekk aftur, var endin tann, at hann ikki átti meir enn einar tveir skillingar eftir og mátti tí fara úr tí vakra kamarinum, har hann hevði búð, og upp á loftið í eitt evurslítið kamar, nú mátti hann sjálvur busta skógvar sínar og seyma teir aftur við eini stoppinál, og eingin av vinum hansara kom til hansara, tí har vóru so høgar trappur upp til hansara.

Um kvøldarnar var heilt myrkt hjá honum, hann átti ongar peningar at keypa ljós fyri, men so mintist hann, at ein ljósastubbi lá í hinum gamla eldførinum, sum hann hevði tikið úr tí opna trænum, sum kellingin hevði hjálpt honum niðurí. Hann fekk fatur á eldførið og ljósastubban, men í sama bili, hann sló eld, og neistarnir ruku úr flintusteinunum, sprakk hurðin upp, og hundurin, ið hevði so stór eygu sum tekoppar, og sum hann hevði sæð niðri í trænum, stóð á gólvinum og segði: ”Hvat býður húsbóndi mín?”

”Hvat er hetta?” segði soldáturin, ”hetta er eitt frálíkt eldføri, kann eg fáa, hvat eg vil hava! fá mær eitt sindur av peningi!” segði soldáturin, og sum eitt fok hvarv hann og var aftur í sama bili við einum posa fullum av peningi í kjaftinum.

Nú visti soldáturin, hvussu frálíkt hetta eldførið var! Sló hann eina ferð, kom hundurin, ið sat á kistuni við koparpeningunum, sló hann tvær ferðir, kom tann við silvurpeningunum, og sló hann tríggjar ferðir, kom tann, ið sat á henni við gullinum. -

Nú flutti soldáturin niður aftur í hitt prýðiliga kamarið og fór í tey góðu klæðini, og alt fyri eitt kendu vinirnir hann, og teir vóru so ógvuliga góðir við hann. -

Einaferð hugsaði hann: Tað er so løgið, at ein ikki kann sleppa at síggja prinsessuna! Øll siga, hon skal vera so yndislig! men hvat nyttar nú tað, tá hon alla ævi sína má sita innistongd í tí stóra koparslottinum við teim nógvu tornunum. - Kann eg als ikki sleppa at síggja hana? - Hvar er eldførið mítt! og sló hann so eld, og eitt, tvey var hundurin við eygum sum tekoppar har.

”Víst er tað mitt á nátt,” segði soldáturin, ”men eg vildi so ógvuliga fegin sloppið at sæð prinsessuna, bert eina lítla løtu!”

Hundurin var uttanduraður alt fyri eitt, og áðrenn soldáturin fekk hugsað seg um, sær hann hundin aftur við prinsessuni á bakinum, hon sat og svav og var so yndislig, at ein kundi síggja, at hon var ein sonn prinsessa, soldáturin kundi ikki halda sær, hann mátti kyssa hana, tí hann var ein rættur soldátur.

Hundurin fór so heim aftur við henni; men um morgunin, tá drotningin skonkti drekka, segði prinsessan, at hon hevði havt ein so undarligan dreym í nátt, um ein hund og ein soldát. Hon hevði riðið á hundinum, og soldáturin hevði kyst hana.

”Hatta er sanniliga prýðiligt,” segði drotningin.

Nú skuldi ein av teimum gomlu hirðkonunum vaka uppi yvir prinsessuni næstu nátt og vita, um tað var ein dreymur ella nakað annað.

Soldáturin longdist so ræðuliga illa eftir at síggja prinsessuna, og so kom hundurin um náttina, tók hana og streyk avstað, alt hann orkaði; men hin gamla hirðkonan fór í vatnstivlar og rann líka skjótt; tá hon sá tey hvørva inn í eitt stórt hús, hugsaði hon:

”Nú veit eg, hvar tað er,” og við einum kriti risti hon ein stóran kross á hurðina, so fór hon heim aftur og legði seg, og hundurin kom eisini aftur við prinsessuni, men tá hann sá, at krossur var ristur á hurðina, har soldáturin búði, fekk hann sær eisini krit og risti so kross á hvørja hurð í býnum, og tað var klókt gjørt, tí nú kundi hirðkonan sjálvandi ikki finna á ta røttu hurðina, tá krossur stóð á teimum øllum. -

Tiðliga morgunin eftir komu kongurin og drotningin, hin gamla hirðkonan og allir hermenninir at hyggja, hvar tað var, ið prinsessan hevði verið!

”Har er tað!” segði kongurin, tá hann sá ta fyrstu hurðina við krossi á.

”Nei, tað er har, mín góði maður,” segði drotningin, ið hevði fingið eyga á eina aðra hurð við krossi á.

”Men har er ein, og har er ein!” søgdu øll somul; hvar tey hugdu, var krossur á hurðini. Og sóu tey tá, at tað einki nyttaði at leita.

Men drotningin var ógvuliga klók kona, hon dugdi meir enn at mata seg. Hon tók ein stóran gullsaks, klipti eitt stórt stykki av silki sundur og seymaði ein vakran posa; hann fylti hon so við smáum grýnum, bant hann síðani upp á ryggin á prinsessuni, og tá tað var gjørt, klipti hon eitt lítið hol á posan, so grýnini spakuliga kundu renna burtur allastaðni, har prinsessan kom.

Um náttina kom hundurin aftur, tók prinsessuna á bakið og fór til soldátin við henni, ið var so ógvuliga góður við hana og so ógvuliga fegin vildi verið prinsur, so hann kundi fáa hana til konu.

Hundurin ansaði als ikki eftir, hvussu grýnini stroyddust líka frá slottinum til vindeygað soldátsins, har hann rann upp eftir múrinum við prinsessuni. Men um morgunin var gott hjá konginum og drotningini at síggja, hvar dóttir teirra hevði verið um náttina, og so tóku tey soldátin og settu hann í skansan.

Har sat hann. Uff, sum har var myrkt og keðiligt, og so søgdu tey við hann: ”Í morgin verður tú hongdur.” Tað var nú ikki so stuttligt at hoyra, og eldførið hevði hann gloymt eftir heima á gistingarhúsinum. Morgunin eftir sá hann millum jarnstengurnar á tí lítla vindeyganum, hvussu fólkini skundaðu sær út úr býnum at síggja hann verða hongdan.

Hann hoyrdi trummurnar og sá soldátarnar ganga. Øll skundaðu sær, har var eisini skósmiðjupiltur við svintu og í tuflum; hann tuskaði so, at onnur tuflan slongdist burtur av fóti hansara og yvir móti múrinum, har soldáturin sat og kagaði út millum jarnstengurnar.

”Hey, tú piltur! tú skalt ikki skunda tær so,” segði soldáturin, ”tað verður einki av nøkrum, fyrr enn eg komi; men vilt tú ikki leypa heim, har sum eg havi búð, og taka mær eldføri mítt, so skalt tú fáa fýra skillingar afturfyri! Men tú mást skunda tær!” Skósmiðjupilturin vildi fegin hava teir fýra skillingarnar og sprakk av stað eftir eldførinum, gav soldátinum tað, og - nú skulu tit fáa at hoyra!

Uttan fyri býin var reistur ein ógvuliga høgur gálgi, kring um hann stóðu soldátarnir og hundrað túsund menniskju. Kongurin og drotningin sótu í einum prýðiligum hásæti beint yvir av dómaranum og øllum ráðinum.

Soldáturin var longu komin upp í stigan; men tá teir skuldu leggja bregdið um hálsin á honum, segði hann, at siður var, at ein syndari, áðrenn hann var revsaður, slapp at ynskja sær eitt smáting. Hann vildi so ógvuliga fegin sleppa at festa sær í eina pípu, tað var tann seinasta, hann fekk í hesi verð.

Hesum vildi kongur ikki sýta, og so tók soldáturin eldførið, sló eld, eitt, tvey, trý! Og har stóðu allir hundarnir, tann við eygum so stór sum tekoppar, tann við eygum so stór sum mylnusteinar, og tann, ið hevði eygu so stór sum ”Rundatorn.”

”Hjálpið mær nú, so eg ikki verði hongdur!” segði soldáturin, og so lupu hundarnir á dómarar og ráðið, tóku í beinini á summum og í nøsina á øðrum og tveittu teir fleiri favnar í loft, so teir fóru í smæsta smyldur, tá teir komu niðuraftur.

”Eg vil ikki!” segði kongurin; men hin størsti hundurin tók bæði hann og drotningina og tveitti tey aftan á øllum hinum; tá kom ræðsla á soldátarnar, og øll fólkini róptu: ”Lítli soldátur, tú skalt vera kongur okkara og fáa hina yndisligu prinsessuna!”

So settu tey soldátin í vogn kongsins, og allir tríggir hundarnir dansaðu frammanfyri og róptu: ”Hurrá!” Og dreingirnir bríkslaðu í fingrarnar, og soldátarnir drógu úr slíðra. Prinsessan slapp út úr koparslottinum og gjørdist drotning, og tað dámdi henni sera væl! Brúdleypið stóð í átta dagar, og hundarnir sótu til borðs; tá skuldu tit sætt glómur.

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Fyrtøjet”, ”Eventyr fortalte for børn. Første samling, Første hefte”, 1835.

Poul Olsen (1896-1933) týddi. ”Sáttmálin mikli II”, Oddmar á Steig savnaði. Føroya Lærarafelag 1969.

 

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019