• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Eldføristólið

Tað kom ein hermaður marsjerandi eftir landavegnum: Eitt, tvey! Eitt, tvey! Pjøka hevði hann á bakinum og svørð við lið, tí hann hevði verið í kríggj, og nú var hann á veg heim. So møtti hann eini gamlari kelling á landavegnum. Hon var ljót at síggja til, undirvørrin hekk líka niður á bringuna. So segði hon:

”Gott kvøld, hermaður! Sum svørðið er vakurt, tú hevur við lið, og sum pjøkin er stórur, tú hevur á bakinum! Tú ert ein rættur hermaður! Nú skalt tú fáa so nógvar pengar, sum tú vilt!”

”Takk skalt tú hava, gamla kelling!” segði hermaðurin.

”Sært tú hatta stóra træið?” segði gamla kellingin og peikaði á eitt træ, sum stóð har tætt íhjá. ”Tað er opið innan! Tú skalt klúgva upp í toppin, og har sært tú eitt hol, sum tú kanst krúpa niðurí og koma langt niður í træið! Eg skal hava tog á tær, so eg kann toga teg uppaftur, tá ið tú rópar á meg!”

”Hvat skal eg so gera niðri í trænum?” spurdi hermaðurin.

”Taka pengar!” segði kellingin, ”tú skalt vita, at tá ið tú kemur niður á botnin á trænum, so ert tú í eini stórari gongd. Har er alljóst, tí har brenna meir enn hundrað lampur. So sært tú tríggjar hurðar, sum tú kanst lata upp, tí lykilin stendur í. Far so inn í tað fyrsta kamarið. Har sært tú mitt á gólvinum eina stóra kistu, og uppi á henni situr ein stórur hundur. Hann hevur eygu sum te-koppar, men tað skalt tú onki leggja í! Eg gevi tær blárútaða fyriklæð mítt, tað kanst tú breiða út á gólvið. Far so skundisliga og tak hundin, set hann á fyriklæðið, lat kistuna upp og tak so nógv oyru, sum tú hevur hug til. Men oyruni eru bert koparpeningur. Vilt tú hava silvur, so skalt tú fara inn í næsta kamar. Men har situr ein hundur, sum hevur eygu sum kvarnarsteinar. Tað skalt tú kortini onki leggja í, set hann bara á fyriklæðið og fá tær peningin. Men vilt tú hava gull, so kanst tú eisini fáa tað og so mikið, sum tú hevur hug til. Tá skalt tú fara inn í triðja kamarið. Men hundurin, sum har situr á pengakistuni, hevur eygu so stór sum Rundatorn. Tað er hundur, ið dugir, skal eg siga tær. Men tað skalt tú onki leggja í. Set hann bara á fyriklæðið, so ger hann tær onki, og far tú í kistuna eftir so nógvum gulli, sum tær líkar.

”Hatta ljóðar ikki so býtt!” segði hermaðurin.

”Men hvat skal eg fáa tær, tín gamla kelling? Tí okkurt vilt tú hava, kann eg hugsa mær!”

”Nei,” segði kellingin, ”ikki eitt oyra vil eg hava! Tú skalt bara fáa mær eitt gamalt eldføristól, sum omma gloymdi, tá ið hon seinast var har niðri!”

”Íðan, bint so bandið um miðjuna á mær!” segði hermaðurin.

”Ja, her er bandið!” segði kellingin, ”og her er blárútaða fyriklæðið.”

So kleiv hermaðurin upp í træið, lesti seg niður í holið og stóð nú, sum kellingin hevði sagt, í eini stórari gongd, har fleiri hundrað lampur brunnu.

So læt hann fyrstu hurðina upp. Uff, har sat hundurin við eygum so stórum sum tekoppar og gløddi upp á hann.

”Tú ert bara fittur!” segði hermaðurin, setti hundin á fyriklæðið hjá kellingini og tók so nógvar koparpengar, sum hann fekk havt í lummunum, læt kistuna aftur, setti hundin upp á hana aftur og fór so inn í næsta kamar. Oy, oy! Har sat hundurin við eygum so stórum sum kvarnarsteinar. ”Sit ikki har og glø upp á meg!” segði hermaðurin, ”tú kanst fáa ilt í eyguni av tí!” Og so setti hann hundin á fyriklæðið hjá kellingini, men tá ið hann sá allar silvurpengarnar í kistuni, hvølvdi hann allar koparpengarnar úr lummunum og fylti teir í staðin við silvurpengum. So fór hann inn í triðja kamarið! Nei — tað var ræðuligt! Hundurin har inni hevði veruliga eygu, sum vóru líka stór sum Rundatorn, og tey mólu sum hjól í høvdinum á honum.

”Gott kvøld!” segði hermaðurin og tók húgvuna av høvdinum, tí sovorðnan hund hevði hann aldri sæð áður. Men tá ið hann so hevði hugt at honum eina løtu, helt hann, at tað gjørdi tað sama, tók hann og setti hann niður á gólvið og læt kistuna upp. Hann gløddi við. Har var gull! Har var so nógv, at hann kundi keypt alla Keypmannahavn og allar sukurgrísarnar, sum vóru at fáa, allar tinhermenn, pískar og rugguhestar, sum vóru til í verðini. Jú, har vóru so sanniliga pengar! - Nú hvølvdi hermaðurin alt silvurið, sum hann hevði í lummunum, á gólvið, og fylti gull í staðin í lummarnar, í pjøkan á bakinum, í húgvuna og stivlarnar, og tá var tað ikki meir, enn hann var mentur at ganga. Nú trutu ikki pengarnir! Hundin setti hann uppáaftur kistulokið, læt hurðina aftur og rópti so upp gjøgnum træið:

”Drag meg nú upp, tín gamla kelling!”

”Hevur tú eldføristólið við tær?” spurdi kellingin.

”Satt er tað!” segði hermaðurin, ”nú mundi eg gloymt tað,” og so fór hann eftir tí. So dró kellingin hann upp, og glaður var hann, tá ið hann stóð aftur á jørðini í øllum góðum og við lummum, pjøka, stivlum og húgvu fullum av gulli.

”Hvat ætlar tú at gera við eldføristólið?” spurdi hermaðurin.

”Tað kemur tær onki við!” segði kellingin. ”Nú hevur tú fingið pengarnar! Gev mær so eldføristólið!”

”Tvætl í teg!” segði hermaðurin, ”nú skalt tú beinanvegin siga mær, hvat ið tú skalt gera við tað, annars taki eg svørðið og høggi høvdið av tær!”

”Nei!” segði kellingin.

So høgdi hermaðurin høvdið av kellingini. Har lá hon! Men hann legði alt gullið í fyriklæðið, bant samanum og hevði tað sum eitt knýti á bakinum, stakk eldføristólið í lumman, og so fór hann inn í býin.

Hetta var ein deiligur býur, og hann fór inn í tað besta gistingarhúsið, bað um besta kamarið, tey áttu, og um mat, sum honum dámdi best, tí nú var hann ríkur av øllum gullinum, hann átti.

Tænarin, sum bustaði honum stivlarnar, helt, at tað vóru einir vánaligir, gamlir stivlar, ein so ríkur maður gekk í, men hann hevði ikki fingið tíð til at keypa sær nýggjar. Men dagin eftir keypti hann sær nýggjar stivlar og vøkur klæðir! Nú var hermaðurin ein fínur harri, og tey søgdu fyri honum um alt tað vakra, sum var í býi teirra, og um kongin og ta yndisligu prinsessuna, sum hann átti.

”Hvar kann eg sleppa at síggja hana?” spurdi hermaðurin.

”Hana sleppur ongin at síggja!” søgdu tey øll somul. ”Hon býr í einum koparslotti, sum so nógvir múrar við tornum eru uttanum. Ongin uttan kongur torir at ganga út og inn hjá henni, tí spáað er, at hon skal giftast við einum heilt vanligum hermanni, og tað dámar kongi onki!”

”Hana vil eg sleppa at síggja!” hugsaði hermaðurin, men tað mundi ikki fara at bera til.

Nú stuttleikaði hann sær óført, hugdi at sjónleiki, koyrdi til stuttleika í rossavogni og gav teim fátæku pengar, og tað var vakurt gjørt av honum. Hann visti frá gomlum døgum, hvussu ringt tað var onki at eiga! Nú var hann ríkur, var vakurt ílatin og fekk nógvar vinir, sum allir søgdu, at hann var ein sannur kavalerur. Hetta dámdi hermanninum, men tá ið hann hvønn dag brúkti nógvar pengar, og ongar fekk ístaðin, so var tað skjótt, at hann átti bert tveir skillingar eftir og varð noyddur at flyta úr tí vøkru íbúðini, hann higartil hevði búð í, og leiga sær eitt pinkalítið kamar heilt úti undir væðingini, mátti sjálvur busta sær stivlarnar og væla um teir við eini stoppinál, og ongin av vinunum komu at vitja hann, tí har vóru so nógvar trappur at ganga, søgdu teir.

Tað var myrkt á kvøldi, og hann hevði ikki so frægt ráð, at hann kundi keypa sær eitt ljós, men so mintist hann til eldføristólið, hann hevði tikið úr trænum, sum kellingin hevði hjálpt honum at koma niðurí. Hann fekk fatur á eldføristólinum og einum kertustubba, men í tí hann bresti, so neistarnir ruku úr eldføristólinum, brast kamarshurðin upp, og hundurin við eygum so stórum sum tekoppar, sum hann hevði sæð niðri í trænum, stóð nú framman fyri honum og segði:

”Hvat ynskir harri mín?”

”Pílar og skot!” segði hermaðurin, ”hetta var sanniliga eitt hent eldføristól! Kann eg upp á henda mátan fáa tað, sum eg biði um? Fá mær fatur í nakað av pengum!” segði hann við hundin, og hey, so var hann burtur! Og hey, so var hann aftur við einum stórum posa av smápengum í kjaftinum.

Nú visti hermaðurin, at hetta var eitt hent eldføristól. Bresti hann eina ferð, kom hundurin, sum sat á kistuni við smápengum í, bresti hann tvær ferðir, kom tann, sum hevði silvurpengarnar, og bresti hann tríggjar ferðir, kom tann, sum hevði gullið. Nú flutti hermaðurin aftur í tær vøkru stovurnar, hann búði í áður, fekk sær aftur góð klæðir, og so komu vinirnir beinanvegin aftur, og teir vóru so ógvuliga góðir við hann.

So kom hann eina ferð at hugsa um, at tað var merkiligt, at tað ikki skuldi bera til at sleppa at síggja prinsessuna. ”Hon skal vera so ógvuliga vøkur, siga tey øll! Men hvat hjálpir tað, tá ið hon alla sína tíð skal sita inni í hasum koparslottinum við øllum tornunum. Skal eg als ikki sleppa at síggja hana? Hvar er eldføristólið?” og so bresti hann, og hey, so kom hundurin við eygum so stórum sum tekoppar.

”Væl er hetta mitt á nátt,” segði hermaðurin, ”men eg vildi so ógvuliga fegin sloppið at sæð prinsessuna bara eina lítla løtu!”

Hundurin var beinanvegin uttandura, og áðrenn hermaðurin visti av, var hann aftur við prinsessuni. Hon sat og svav uppi á rygginum á hundinum, og hon var so vøkur, at tað sóu øll, at hon var ein sonn prinsessa. Hermaðurin fekk ikki hildið sær, hann mátti mussa hana, tí hann var ein rættur hermaður.

Hundurin fór so avstaðaftur við prinsessuni, men um morgunin, tá ið kongurin og drotningin fingu sær drekkamunn, segði prinsessan, at hon hevði droymt ein so undarligan dreym í nátt um ein hund og ein hermann. Hon hevði riðið á hundsbakinum, og hermaðurin hevði mussað hana.

”Hatta var sanniliga ein stuttlig søga!” segði drotningin.

Nú skuldi ein av teim gomlu hovdámunum vaka við songina hjá prinsessuni komandi nátt fyri at vita, um hetta var ein dreymur, ella hvat ið tað mundi vera.

Hermanninum longdist so øgiliga eftir aftur at sleppa at síggja ta deiligu prinsessuna, og so kom hundurin aftur um náttina, tók hana og rann alt, hann var mentur, men gamla hovdáman læt seg í vatnstivlar og rann eins skjótt aftan á hundinum. Tá ið hon sá, at tey hvurvu inn í eitt stórt hús, hugsaði hon, at nú visti hon, hvar ið tað var, og hon tók eitt kritpetti og setti ein stóran kross á portrið.

So fór hon heim at sova, og hundurin kom eisini við prinsessuni, men tá ið hann sá, at ein krossur var ristur á portrið, har hermaðurin búði, tók hann eisini eitt kritpetti og risti kross á øll portrini í øllum býnum. Var tað ikki klókt gjørt? Tí nú kundi hovdáman ikki finna tað rætta portrið, tá ið krossur var á øllum portrum í býnum.

Tíðliga um morgunin komu kongur og drotning, tann gamla hovdáman og allir yvirhermenninir at hyggja eftir, hvar ið tað mundi vera, at prinsessan hevði verið.

”Her er tað!” segði kongur, tá ið hann sá fyrsta portrið við krossi á. ”Nei, tað er har, góði maður mín!” segði drotningin, sum sá eitt annað portur við krossi á.

”Men har er eitt, og har er eitt!” søgdu tey øll somul, tí hvar ið tey hugdu, so sóu tey krossar á portrunum. Og so sóu tey, at har hjálpti onki at fara at leita.

Men drotningin var ein ógvuliga klók kona, sum dugdi meir enn at mata seg. Hon tók sín stóra gullsaks, klipti eitt stórt stykki av silkitoyi sundur og seymaði lítlan, fittan posa, sum hon fylti við smáum, fínum kornum av bókahveiti, bant hann upp á bakið á prinsessuni, og tá ið tað var gjørt, klipti hon eitt lítið hol í posan, so at grýnini kundu stroyast allan vegin, har prinsessan kom.

Um náttina kom hundurin aftur, tók prinsessuna upp á bakið og rann við henni til hermannin, sum var vorðin so góður við hana, og sum vildi so fegin verið ein prinsur fyri at kunna fingið hana til konu.

Hundurin ansaði als ikki eftir, at grýnini runnu úr posanum líka frá slottinum og til vindeygað, har hermaðurin búði, og har hundurin rann upp eftir vegginum við prinsessuni. Morgunin eftir sóu nú bæði kongur og drotning, hvar ið dóttir teirra hevði verið, og so tóku tey hermannin og settu hann í brummuna.

Har sat hann. Á, sum har var myrkt og ringt at sita, og so søgdu tey við hann: ”Í morgin skalt tú verða hongdur!” Hetta var ikki stuttligt at hoyra, og eldføristólið hevði hann gloymt heima á gistingarhúsinum. Um morgunin sá hann gjøgnum jarnstengurnar, sum vóru fyri vindeyganum, hvussu fólk tustu út úr býnum fyri at sleppa at síggja, tá ið hann varð hongdur. Hann hoyrdi trummurnar og sá hermenninar marsjera. Øll runnu, og so var tað eisini ein skómakaralærlingur við skinnsvintu og í tuflum, sum fór stórleypandi av stað, so at hann misti aðra tufluna, sum reyk heilt yvir móti múrinum, har sum hermaðurin sat og kagaði út millum jarnstengurnar.

”Hey, tú skómakaradrongur! Tær nýtist ikki at skunda tær so,” segði hermaðurin, ”tí tað hendir onki, fyrr enn eg komi. Men vilt tú ikki gera so væl at renna hagar, sum eg havi búð og taka mær eldføristólið, so skalt tú fáa fýra skillingar afturfyri! Men tú mást skunda tær óført!”

Skómakaradrongurin vildi so fegin hava teir fýra skillingarnar, og hann dreiv av stað eftir eldføristólinum, fekk hermanninum tað, og - ja, nú skulu vit hoyra!

Uttan fyri býin var ein stórur gálgi reistur, og uttan um hann stóðu hermenn og ein rúgva av fólki, fleiri túsund, kongur og drotning sótu á eini vakrari trúnu beint yvir av dómaranum og øllum ráðnum.

Hermaðurin stóð longu uppi í stiganum, men tá ið teir skuldu binda togið um hálsin á honum, segði hann, at siður var, at ein syndari, áðrenn hann skuldi heingjast, slapp at ynskja sær okkurt. Hann vildi so fegin sleppa at roykja sær eina pípu, tí hetta fór at vera síðsta pípa, hann roykti í hesari verð.

Tað vildi kongurin ikki nokta honum, og so fór hermaðurin eftir eldføristólinum og bresti, og eitt, tvey, trý! So stóðu allir hundarnir har, tann, við eygum sum tekoppar, tann við eygum sum kvarnarsteinar og tann, sum hevði eygu so stór sum Rundatorn.

”Hjálpið mær nú, so at eg ikki verði hongdur!” segði hermaðurin, og so ruku hundarnir eftir dómarunum og øllum ráðnum, tóku í herðatoppin á teimum og kastaðu teir fleiri favnar upp í loft, og tá ið teir komu niður aftur, fóru teir í smæsta smildur.

”Eg vil ikki!” segði kongurin, men tann størsti hundurin tók bæði hann og drotningina og kastaði tey upp á sama máta. Tá kom ræðsla á hermenninar, og alt fólkið rópti: ”Lítli hermaður, tú skalt verða kongur okkara og fáa ta vøkru prinsessuna!”

So settu tey hermannin í karetina hjá kongi, og allir tríggir hundarnir dansaðu frammanfyri og róptu hurrá! Og dreingirnir bríkslaðu við fingrunum, og hermenninir heilsaðu við byrsunum. Prinsessan kom út úr koparslottinum og gjørdist drotning, og tað dámdi henni væl. Brúdleypið stóð í átta dagar, og hundarnir sótu til háborðs, og tá vóru glómur í teimum.

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Fyrtøjet”, ”Eventyr fortalte for børn. Første samling, Første hefte”, 1835.

Marius Johannesen (1905-1986) týddi. H.C. Andersen: ”11 ævintýr”, Bókaforlagið Grønalíð 1981.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019