• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Fríggjarafólkini

Snurritoppurin og bólturin lógu í somu skuffu saman við ymsum øðrum leikutoyi, og so segði toppurin við bóltin: ”Skulu vit bæði ikki vera fríggjarafólk, eftirsum vit liggja saman í skuffu?”

Men bólturin, sum var gjørdur úr fagurlittum geitarroði og helt seg tí vera eina fína frøkun, vildi als ikki svara upp á sovorðið.

Dagin eftir kom drongurin, sum átti leikutoyið. Hann málaði snurritoppin reyðan og gulan og negldi ein messingaseym í miðjuna á honum. Tað sá stórbært út, táið snurritoppurin mól í klingur.

”Hyggið at mær!” segði hann við bóltin. ”Hvat halda tygum nú? Skulu vit kortini ikki vera fríggjarafólk, tí vit hóska so væl saman, tygum hoppa, og eg dansi! Ongin kann verða eydnuríkari enn vit bæði!”

”So, tað halda tygum!” segði bólturin, ”tygum vita helst ikki, at bæði pápi og mamma mín eru gjørd burtur úr inniskóm av fagurlittum geitarskinni, og at eg sjálvur gangi við tøppi í búkinum!”

”Ja, men eg eri gjørdur úr mahognitræ!” segði snurritoppurin, ”og borgarstjórin sjálvur hevur dreyað meg, hann eigur sjálvur dreyibonk, og honum dámdi væl at evna meg til!”

”Ja, kann eg líta á tað?” segði bólturin.

”Hann lati meg ikki snúgva meir, um eg lúgvi!” svaraði snurritoppurin.

”Tygum duga væl at práta!” segði bólturin, ”men ikki ber tað mær til, tí eg eri mest sum trúlovaður við einari svalu! Hvørja ferð, eg fari upp í loft, setur hon høvdið út úr reiðrinum og sigur: ”Vilt tú, vilt tú?” og nú havi eg sagt ja innantanna, og tað er næstan tað sama sum at vera trúlovað. Men eg skal lova tygum, at eg skal ongantíð gloyma tygum!”

”Ja, tað er lítil uggi í tí!” segði snurritoppurin, og so tosaðu tey ikki longur saman.

Dagin eftir kom drongurin eftir bóltinum. Snurritoppurin sá, hvussu høgt hann fór upp í luftina sum ein fuglur, og hann fór so langt, at tú hómaði hann ikki, men altíð kom hann afturíaftur, og altíð leyp hann høgt uppfrá, táið hann aftur kom niður á jørðina. Og antin gjørdi hann tað av longsli, ella tí at hann hevði ein tøpp í búkinum. Men níggjundu ferð hvarv bólturin og kom ikki afturíaftur, og drongurin leitaði og leitaði, men burtur var hann.

”Eg veit væl, hvarið hann er!” suffaði snurritoppurin, ”hann er helst uppi í svalureiðrinum og er giftur við henni!”

Og meiri snurritoppurin hugsaði um hetta, tess meiri kom hann at halda av bóltinum. Júst tí, at hann kundi ikki fáa hana, vaks kærleikin. Og tað, at hon var farin við einum øðrum, tað bøtti onki um. Og snurritoppurin dansaði og mól í klingur, men altíð hugsaði hann um bóltin, sum í huganum gjørdist alt vakrari og vakrari. Soleiðis gingu nógv ár, og so varð hetta vorðin gamal kærleiki.

Og snurritoppurin var ikki ungur longur - ! Men so ein dagin varð hann gyltur allur, sum hann var. Aldri hevði hann verið so vakur áður. Nú var hann ein gulltoppur, og hann snurraði, so tað sang í. Men so við eitt, so leyp hann so høgt, at hann hvarv úr eygsjón.

Tey leitaðu og leitaðu, heilt niðri í kjallaranum, men ongastaðni var hann at finna.

Hvar mundi hann vera farin?

Jú, hann var hoppaður upp í ruskílatið, har sum burturkast lá, gólvsóp, rusk og onkur hømilia.

”Nú liggi eg prýðiligur! Her verður tað skjótt, at gyllingin fer av mær! Og hvat er tað fyri fólkaslag, eg eri komin ímillum?” og so kveitti hann at eini hømiliu, sum øll bløðini vóru roytt burturav, og so lá har eitt undarligt runt, sum líktist einum súrepli. Men tað var ikki súrepli, tað var ein gamal bóltur, sum hevði ligið uppi í takrennuni í nógv ár og var vatndruknaður.

”Tað var fyri neyðini, at her kom onkur av mínum javnlíkum, sum tað ber til at tosa við!” segði bólturin og hugdi at hesum gylta snurritoppinum. ”Eg eri í grundini av vakurt litaðum geitarroði, seymaður av jomfrúhondum, og havi tøpp í búkinum, men tað sæst ikki á mær nú! Eg var næstan komin til giftingar við eini svalu, men so datt eg í takrennuna, og har havi eg ligið í fimm ár og drukkið vatn í meg. Tað er long tíð, kunnu tygum ætla - fyri eina jomfrú!”

Men snurritoppurin segði onki, hann hugsaði um sína gomlu fríggjarapíku, og tess meira hann hoyrdi, vissari gjørdist hann um, at hetta var hon.

Tá kom arbeiðskonan og lyfti lokið av ruskílatinum. ”Hygga síggj! her liggur gulltoppurin!” segði hon.

Og snurritoppurin kom inn aftur í stovuna til heiðurs og æru, men bóltinum frættist onki frá, og snurritoppurin talaði ongantíð aftur um sín gamla kærleika. Hann javnar seg, táið unnustan í fimm ár hevur ligið í takrennuni og drukkið vatn í seg, ja, tað er so, at ein kennir hana neyvan aftur, um ein hittir hana í ruskílatinum.

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Kjærestefolkene [Toppen og bolden]”, ”Nye eventyr, Første bind, Første samling”, 1844

Marius Johannesen (1905-1986) týddi. H.C. Andersen: ”10 ævintýr”, Bókaforlagið Grønalíð 1980.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019