• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Fuglurin Fenix

Í urtagarðinum Paradísi, beint undir Træi Kunnskaparins, vaks eitt rósukjarr. Her, í teirri fyrstu rósuni, varð ein fuglur borin í heim. Hann fleyg so skjótt sum ljósið; hann var so vakur á at líta, og hann sang so ógvuliga vakurt.

Men tá ið Eva hevði etið av fruktini av Kunnskapartrænum, og tey bæði, hon og Ádam, vórðu rikin út úr urtagarðinum, datt ein neisti úr svørðinum hjá hevndareinglinum niður í reiðrið hjá fuglinum og festi eld í tað. Fuglurin kolaðist í eldinum, men úr tí reyða egginum fleyg ein nýggjur fuglur Fenix, tann einasti, tann altíð einasti Fuglur Fenix. Søgnin sigur, at hann verpur í Arábia, og hundranda hvørt ár festir hann eld í reiðrið og brennir bæði seg og reiðrið, so at hann doyr. Men ein nýggjur fuglur Fenix, tann einasti í verðini, flýgur út úr tí reyða egginum.

Fuglurin flýgur uttan um okkum, skjótur sum ljósið, vakur á liti og við undurfullum sangi. Tá ið mamman situr og vaggar barninum, er hann við høvdalagið og ger eina ljósglæmu um høvur barnsins. Hann flýgur gjøgnum fátækramanna stovuna, og har gerst sólarljómi inni, meðan tann fátæksliga dragukistan angar av viólum.

Men fuglurin Fenix er ikki bara í Arábia, hann flýgur eisini um ísfløturnar uppi í Sámalandi, har norðlýsið blaktrar um fjallatind, og hann hoppar millum tey gulu blomstrini í stutta summarinum í Grønlandi. Við koparnámini í Falun og kolanámini í Bretlandi flýgur hann sum eitt húsvætti yvir sálmabókini í hondunum á tí fróma arbeiðaranum. Hann fer siglandi á nykblómublaðnum oman eftir Ganges ánni, og eyguni á hindugentuni glógva, tá ið hon sær hann.

Fuglurin Fenix! Kennir tú hann ikki? Fuglur Paradísins! Heilagi svanur Sangsins! Hann sat á Thespisvogninum sum ein gorrandi ravnur og flagsaði við teim gordálkaðu veingjunum, og á harpustreingjunum hjá íslandsskaldunum spældi reyða svananevið. Hann sat á økslini hjá Shakespeare sum ravnurin hjá Óðini og teskaði honum ódeyðiligleikan í oyrað, og meðan sangaraveitslan var, fleyg hann gjøgnum riddarasalin í Wartsburg.

Fuglurin Fenix! Kennir tú hann ikki? Hann sang Marseillaisuna fyri tær, og tú kysti hann á fjaðrarnar, sum hann misti úr veingjunum. Hann kom til tín við ljómanum úr Paradísi, og tú vendi tær til spurvin, sum sat við gyltum fjaðrum.

Fuglurin úr Paradísi! Nýføddur hundranda hvørt ár, føddur í eldi og deyður í eldi, mynd av tær rammað inn í gulli, hongur á bróstinum hjá teim ríku, meðan tú flýgur vilstur og einsamallur — einans ein søgn: Fuglurin Fenix úr Arábia.

Í urtagarðinum í Paradísi, tá ið tú vart borin í heim undir Kunnskapartrænum, í teirri fyrstu rósu, kysti Várharra teg og gav tær títt rætta navn, Yndisskaldskapurin.

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Fugl Phøniks”, ” Den nye Børneven, illustreret Tidsskrift for Børn, udgivet af Julius Chr. Gerson. 2. Bind, 1. Hæfte, 4-5.” 1850. Seinni prentað í ”Eventyr og Historier. Andet Bind” 1863.

Marius Johannesen (1905-1986) týddi. H.C. Andersen: ”12 ævintýr”, Bókaforlagið Grønalíð 1982.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019