• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Fuglurin, træið og keldan

 

Eina ferðina var tað ein ungur kongur, sum var á veiðiferð við øllum sínum monnum. Best sum er, villast teir í skóginum og koma hvør frá øðrum.

Í skýmingini nú sær kongur eitt ljós millum trøini, gongur eftir tí, kemur til eitt lítið hús og fer inn.

Har sita tríggjar ungar gentur og spinna.

Kongurin biður gott kvøld og spyr, hvør tað er, ið býr her.

Tær svara, at pápi teirra, ein gamal hermaður, hevur átt húsið, men nú er hann deyður, og so hava tær tað eftir hann.

Kongurin biður tær nú um náttarvist.

Tað fær hann, hóast tær halda, hetta er ov fínur gestur at vera hjá teimum.

Hann fær nátturða frá teimum og fer síðani at leggja seg í eitt lítið kamar beint við, har tær sita og arbeiða. Sjálvar verða tær hugaliga við at spinna til langt út á kvøldið.

Meðan tær spinna og halda, at gesturin svevur, siga tær søgur hvør fyri aðrari ella tala sínámillum um hetta og hatta. Tá sigur tann elsta:

”Kom, skulum vit ikki ynskja okkum okkurt? Eg fyri mín part ynski at fáa kongsins køkumeistara til mann. Tá man aldri fara at tróta mær breyð.”

Tann næstelsta ynskir sær kongsins drykkjumeistara til mann, ”hann man hava tað besta vínið,” heldur hon. Men tann yngsta ynskir sær at fáa sjálvan kongin til mann, tí tá man aldri fara at tróta henni nakað. Hinar systrarnar læa at hennara ósmædna ynski - og kongur lær við, tí hann hoyrir hvørt orð og stuttleikar sær yvir tað.

Um morgunin takkar kongur fyri seg og etur morgunmat við teimum. Tá ið tær vísa honum veg, og hann skal av stað, lønar hann teimum ríviligt fyri innivistið.

Tær undrast á, so stórtøkin hann er, so væl hann er ílatin, og halda, at hatta mátti vera ein mikil maður - harmast um, at tær hava sitið soleiðis og tvætlað í gjárkvøldið, tí hann hevði kanska hoyrt. Men hann hevði í hvussu er lovað at hava tær í huga, um høvi skuldi verið at hjálpt teimum til okkurt.

Nakað eftir hetta ríður kongurin við veiðifylgi sínum til genturnar í skóginum. Fer fyrst einsamallur inn og takkar fyri síðst, gevur teimum gávur og sigur:

”Ja, gentur, eg skal skjótt lúka ynski tykkara.”

Tær verða heilt paff og rodna sum droyri allar tríggjar. Verri verður, tá ið fylgismenninir koma inn í tí sama og spyrja, um harra kongurin ynskir at ríða av stað nú. Tá fáa tær at vita, at tað er sjálvur kongurin, ið hevur gist hjá teimum. Hann talar blídliga við tær eina løtu og tykist hava best eyga fyri tí yngstu systrini. So fer allur riðilin av stað.

Eitt sindur seinri kemur hastiligt skjúts frá kongi, at allar tríggjar systrarnar skulu koma við til kongsgarðin beinanvegin.

Tær aftra seg við, men halda seg noyðast at fara kortini. Tá ið vognurin koyrir inn í borgargarðin, kemur kongurin sjálvur ímóti teimum og fylgir hvørjari til sítt kamar.

Kongsins køkumeistari kemur nú inn til ta elstu systrina, og tey verða trúlovað, meðan kongur er hjástaddur. Síðani kemur drykkimeistarin inn til miðlingasystrina, og tey verða eisini trúlovað. Stutt eftir hetta halda bæði pørini brúdleyp. Tá sigur kongurin við ta yngstu systrina:

”Nú vil eg eisini lúka títt ynski!”

Tá er hon ógvuliga illa við og biður seg undan, tí tað heldur hon seg ikki vera verda.

Men kongurin fer ikki eftir tí, og brúdleyp teirra verður hildið bæði væl og leingi; hon verður drotning, sum hon hevði ynskt sær tað.

Tá ið níggju mánaðir eru lidnir, fellur drotningin í gólv og føðir ein prins.

Systrarnar báðar eru har og ganga henni til handa; men tær eru avindsjúkar, tí nú er hon drotning og tær bert tegnar hennara, og tí vinna tær henni ta neis at taka barnið og leggja ein hundahvølp til hennara í staðin. Tá ið kongur hoyrir hetta, verður hann ógvuliga illa heitin, og drotningin uppaftur verri.

Barnið leggja tær í eitt skrín og blaka á ánna, sum rennur tætt fram við slottinum.

Men á hinum áarbakkanum búði kongsins urtagarðsmeistari, sum var barnleysur. Hann tekur skrínið og ber konu síni, sum tekur gleðiliga við dreinginum og elur hann upp sum sítt egna barn.

Árið eftir føðir drotningin annan prinsin. Aftur taka systrarnar barnið frá henni og leggja ein kettling afturfyri. Urtagarðsmeistarin finnur eisini henda dreingin og ber konu síni. Hann verður líka væl móttikin sum tann fyrri.

Triðja árið fær drotningin eina prinsessu, sum eisini endar hjá urtagarðsmeistaranum. Tær avindsjúku systrarnar leggja eitt træpetti undir liðina á drotningini og siga fyri kongi, at hon hevur føtt ein kálv.

Tá verður kongurin illur og heldur, at drotningin er eitt trøllkvendi, letur hana í vásaklæði og setur hana í eitt høgt torn, har skal hon vera allar sínar lividagar.

Men urtagarðsmeistarin og kona hansara aldu upp tey trý kongsbørnini og lærdu tey alt tað, sum tey dugdu. Urtagarðin røktu tey væl og funnu stóra fragd í samlívinum teirra millum.

Tá ið nógv ár vóru liðin, og urtagarðshjúnini longu vóru deyð, kemur ein gamalur maður at síggja urtagarðin, sum so nógv talan var um. Jú, honum líkst væl á tað, hann sær; ”men,” sigur hann, ”trý ting sakni eg; høvdu tit átt tey her, hevði hetta verið vakrasti urtagarður í allari verøldini.”

Kongsbørnini biðja siga sær, hvat hetta er fyri trý ting.

”Jú,” sigur hann, ”tað er tann talandi fuglurin, tað syngjandi træið og tann gula, livandi keldan. Men,” tekur hann aftur í orðið, ”torført er at fáa fatur á teimum, tí tað er hundrað mílir hiðani.”

Kongsbørnini verða ógvuliga altrá eftir at fáa at vita meir um hetta og siga seg vilja leggja doyðin á at fáa hesi ting, so urtagarður teirra kann verða tann vakrasti í allari verøldini. Ja, um lívið liggur á, so vilja tey royna, biðja tann gamla mannin leggja sær ráð.

Hann svarar: ”Mong eru tey, sum roynt hava, men ongum er tað eydnast at fáa hesi ting. Vilja tit kortini royna, so skal eg, í hvussu er, vísa tykkum vegin. Tá ið tit so eru komin hálva leiðina, býr har ein gomul kona, hana skulu tit fara inn til og fáa ráð um, hvat síðani er at gera.” Tá ið tann gamli maðurin hevði sagt hetta, hvarv hann.

Kongsbørnini ráðagera nú um, hvussu tey skulu gera, og koma til tað, at tann eldri bróðirin skal fara av stað at vita, hvussu fer.

Ája, hann fer so til gongu og kemur í øllum góðum hálvan vegin, fer inn til ta gomlu konuna. Hon situr har og er so ógvuliga elliljót og bogin, at høvdið er niðari enn knøini, og annað beinið er komið upp um hálsin. Hann biður góðan dag. Men hon orkar ikki at svara, ikki fyrr enn hann lyftir beinið upp av hálsinum, grælaði í henni, og hann bað siga sær vegin til tann talandi fuglin, tað syngjandi træið og ta gulu, livandi kelduna.

Konan svarar: ”Prinsur mín, royn hetta ikki, tí í mangar øldir hevur aldri eydnast nøkrum at vinna á teimum forræðum, sum eru á vegnum, og tí illa harkaliði, ið er har frammi á fjallinum. Og lítur tú teg aftur um bak, verður tú beinanvegin til stein. Men vil tú kortini royna tað, so tak hesa kúluna, hon rullar undan tær og vísir vegin fram til fjallið. Tú má so royna at koma upp á fjallið. Har situr ein fuglur í búri. Vinnur tú upp og fær fatur á fuglinum, sigur hann tær alt, sum tú síðani skal gera.”

Nú fyrsta fekk hann at vita, av tí henda gamla segði, at hann var prinsur. Hann takkaði henni fyri ráðini og fór til gongu aftan á kúluna, sum trúliga rullaði av stað framman fyri honum. Hann kemur at fjallinum og roynir at klintra upp. Komin hálvan vegin, nú hoyrir hann sovorðið tumbul aftan fyri seg, róp og gang, illbønir og skelmarins orð, dun og óhugnalig fís; men einki kykt hann sær. Og tað geylar aftan fyri hann sovorðið sum: ”Stikk hann, skjót hann, sorla hann niður!” Hann heldur, at eitt tekur í beinið á sær og skríggjar so andskræmiligt: ”Tak og jarðlegg hann, nú, ripa til!”

Tá verður prinsurin so illa við, at hann lítur seg um øksl, og beinanvegin verður hann til stein.

Tá ið nú hini systkini einki spyrja aftur frá tí eldra beiggjanum, gera tey av, at tann yngri skal fara av stað at leita eftir teimum trimum tingunum og sóknast eftir beiggjanum. Men tað gekst ikki betur hesa ferð; tann yngri bróðirin verður eisini til stein.

Tá ið nú systirin sær, at brøðurnir koma ikki aftur, verður hon so illa heitin, at hon setur sær fyri at fara út at finna tey trý tingini, tey leita eftir, og bjarga brøðrunum báðum, ella sjálv liggja eftirá. Ája, hon fer avstað og kemur í øllum góðum fram til ta gomlu konuna.

Hon ræður henni frá, alt tað hon kann:

”At tú skal ditta tær á at fara og royna, tá ið so mangir riddarar og prinsar í mangar øldir hava roynt og ikki borið boðini, sum nú til síðst tínir egnu brøður; nei, tað líkist ongum! Ein so fínlig og lítil prinsessa sum tú?”

Nú hoyrdi hon frá hesi gomlu, at hon var prinsessa. - Jú, hon skuldi royna, ”standist hvat av, ið má!” Hon fær kúluna og fer av stað. Tá ið hon kemur til fjallið, støðgar hon, setur sær proppar í oyruni og fer so at klúgva upp. Men tá ið hon er komin hálvan vegin, fær hon kortini at hoyra almikið av goraganginum aftan fyri seg - róp, dun, illbønir og skemdarorð, men hon fírir ikki, lær fyri seg sjálva og klívur alsamt. Tá ið hon langt um leingi kemur upp á fjallið, fær hon eyga á ein vakran fugl, sum situr í búri. Og hann er ikki mætastur at deila og físa. Men hon letur seg ikki ræða, gongur sína leið - og lær.

Men rætt sum hon skuldi taka búrið við fuglinum, er eitt ræðuligt dundur inni í fjallinum, tað skelvur bæði grót og grund, og tað er, sum eitt tekur um beinini á henni. Fuglurin reisti fjaðrarnar og gorraði í øði; træið, sum stóð har tætt við, bognaði, so tað brakaði í bulinum; og keldan, sum var skamt frá, goysti so høgt á loft, datt so niður aftur.

Men prinsessan ræddist ikki og leit ikki um øksl, læði bara. Nú fekk hon fatur á búrinum, og beinanvegin var friður, alt óljóðið helt uppat í somu løtu.

Tá sigur fuglurin: ”Nú hevur ein prinsessa fangað meg, og so eru vit bjargað.” Hann sigur henni nú frá øllum her á fjallinum.

Prinsessan spyr fuglin: ”Hvar finni eg nú tað syngjandi træið og ta gulu, livandi kelduna?”

Fuglurin svarar: ”Brót bert ein kvist av trænum, har stendur, og set hann í urtagarðin har heima, so verður hann eitt træ líka vakurt og yndisligt sum tað, ið her stendur. Fyll hesa fløskuna úr kelduni, her er, so kemur ein líka undurfull kelda í urtagarð tín har heima.”

Og nú fer prinsessan niður av fjallinum við búrinum og fuglinum í, kvistinum og vatnfløskuni. Allastaðni sær hon smærri og størri steinar liggja spjaddar á vøllinum.

Tá sigur fuglurin við hana: ”Lat ein dropa dryppa úr fløskuni á hvønn stein.”

Hon so ger, og beinanvegin verða steinarnir aftur til menniskju, sum teir hava verið fyrr - prinsar og riddarar burtur úr øðrum londum, sum hava staðið her í hundrað ár, eisini brøður hennara koma aftur til lívs.

Allir takka teir hesi vøkru, djørvu prinsessuni, sum hevur bjargað teimum. So siga teir farvæl og fara glaðir hvør aftur til sítt.

Tá ið tey trý kongsbørnini koma til ta gomlu konuna, er húsið tómt.

Fuglurin sigur tá: ”Hon hevur sitið har og verið vegvísari í fleiri hundrað ár; men tá ið prinsessan nú hevur tikið meg, er hon sloppin frá og hevur fingið frið.”

Tey fylgjast nú heim øll. Fuglurin sigur, hvussu træið skal plantast í urtagarðinum, og hvar keldan skal vera.

Urtagarður teirra verður nú vakrasti í allari verøldini; tí har er nú tann talandi fuglurin við síni ljómandi rødd, tað syngjandi træið við sínum klingandi ljóði og tann gula, livandi keldan við sínum dragandi tutli. Og tey trý kongsbørnini eru bæði glað og fró uppi yvir hesum.

Ein dagin nú ræður fuglurin prinsunum til at fara veiðiferð út í skógin, tí so mundu teir fara at hitta kongin.

Teir fara, og tað ber ikki beinari á, enn at teir hitta kongin. Hann er bæði blíður og týður, kemur at dáma hesar fremmandu veiðimenn so væl, at hann bjóðar teimum at eta við sær. Soleiðis gongur eisini næsta dagin.

Men tá ið prinsarnir triðja dagin fara út aftur at veiða, sigur fuglurin, at nú skal prinsessan bjóða konginum heim til teirra at eta, og soleiðis verður gjørt.

Tá ið kongurin kemur inn í tann vakra urtagarðin, verður hann heilt ovfarin og veit ikki orð fyri at rósa øllum tí vakra, her er, og allarmest er hann burtur í tí talandi fuglinum, tí syngjandi trænum og tí gulu, livandi kelduni.

Tá ið kongur kom nærri, bað tann talandi fuglurin hann vera vælkomnan, og kongurin setist bilsin til borðs, meðan træið syngur so fagurliga, keldan tutlar, og fuglurin talar so hugvekjandi.

Tann talandi fuglurin leggur prinsessuni lag á, hvørji matsløg hon skal bera fram. - Nú kemur eitt slag, sum eingin kann eta.

Tá sigur kongur: ”Hetta fái eg ikki niður.”

Fuglurin svarar: ”Líka so ógjørligt tað er hjá kongi at eta henda matin, líka so ógjørligt man tað vera at trúgva, at hesir báðir prinsarnir og henda prinsessan eru børn kongs.”

Tá ið tey hoyra hetta, undrast øll stórliga, tí hvørki kongur ella tey trý børnini høvdu grunað, at tey vóru skyld.

Fuglurin sigur nú konginum frá allari søguni, líka frá tí hann hitti tær tríggjar genturnar úti í skóginum, til ta sakasleysu drotningina, sum situr í fangatorninum, og hvussu illa systrarnar gjørdu við hana, hvussu urtagarðsmeistarin hevði uppalt tey trý børnini, og teir trupulleikar, teimum høvdu verið fyri, og so hvussu tann trúgva, raska prinsessan hevði bjargað brøðrum sínum.

Kongurin verður ógvuliga glaður fyri hetta, hann fær at vita, kunnu tit ætla. Men hann skundar sær út í fangatornið at sleppa síni sakleysu drotning leysari, lata hana aftur í sín drotningabúna og føra hana til børnini.

Tá er alt gleði og gaman. Nú, hetta frættist á slottinum, verður stór veitsla, og alt fólkið tekur undir í hesum stóra fagnaði.

Men tær avindsjúku systrarnar verða settar í sama fangatorn, sum drotningin sakleys hevði sitið í so nógv ár av teirra illgerðum.

 

Úr bókini ”Ævintýr 3”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1968.

Upprunaheiti: ”Talende fogeln, sjungande trädet, lefvande vatten-källan”. Svenska Sagor och Sägner. A/B Lundequistska Bokhandeln, Uppsala.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019