• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

50. FÚTI OG FÚTAKONA

 

Uppskrift úr Fugloy

Eina ferð vóru í Føroyum ein fúti og ein fútakona, sum samdust rættiliga illa. So doyði fútin, og konan livdi eftir. Tá í tíðini var tað siður, at prestur fór í kirkjuna hvønn jólamorgun tíðliga í óttuni til at halda messu (óttusong), og vóru tá altíð ljós tendrað.

Fyrsta jólaaftanskvøld eftir tað, at fútin var deyður, orðaði fútakonan við eina vinkonu sína um at vekja seg í morgin ári og siga sær frá, nær prestur fór í kirkjuna, at hon vildi ikki vera ov sein. Hon legðist at sova, men var ikki meira enn komin í svøvn - nú rópar eitt:

“Skunda tær! prestur er longu farin í kirkjuna.”

Hon skundar sær upp at lata seg í og fer so í kirkjuna, sum longu er full av fólki, og setur seg í stólin, sum hon er von.

Nú fyrsta skettar hon um, at hetta er ikki tað vanliga kirkjufólkið. Øll venda øvugt: eyguni uttareftir og afturparturin innareftir; tey eru so ræðuliga ljót og hava hala, og eitt skepilsi stendur á prædikastólinum og tvætlar, so hon skilir ikki eitt orð burturúr.

Ein svartur hundur gongur og melur innar og uttar eftir kirkjugólvinum; hann ber eitt ljós á halanum. Hvørja ferð hann kemur fram við, har sum hon situr, letur hann so blídliga við halanum inn í stólin til hennara.

Hon talar av ræddum huga til eitt, sum situr hjá henni, og spyr, um tað er langt síðani, at prestur kom.

Hetta vendir sær á og svarar: buff!

So tekur eitt annað trøll, sum situr hinumegin hana, undir - tí trøll er tað, hon er komin ímillum - og sigur við hana, at hundurin, á gólvinum gongur, er maður hennara, sum spøkir; hann er ikki sálugur, men komin í helviti, og tí er hann nú komin at spøkja eftir henni.

Tá ið hon fer úr kirkjuni, sigur trøllið, kemur hann eftir henni og vil skræða hana sundur; tí skal hon nú kneppa stakkin sundur um seg og hava hann leysan uttan á sær (stakkur er skjúrt og troyggja í einum, opin frammantil, kneptur niður ígjøgnum og hevur stuttar ermar). Fútakonan hugsar nú við sær, at hon skal leypa út úr stólinum, tá ið hundurin fer innar um hana.

Hon so ger, loypur avstað og rennur uttar at durunum, tað skjótasta hon kann: men hundurin varnast um, loypur aftaná og fær fatur í hana á kirkjugáttini.

Men sum hann trívur í stakkin og ætlar at ríva hana sundur, smoyggir hon burtur av sær, so hundurin stendur eftir við berum stakkinum. Hann skræðir og pettar hann sundur og sleingir pettini upp um alla kirkjuna.

Eitt stykki kom upp í skriftarstólin, og har varð tað liggjandi, tí har hevði hundurin einki vald yvir tí.

Tá ið fútakonan var komin nakað aftur á vegin, møtti hon tí rætta prestinum, og tá svímaði hon.

Men tá ið tey rættu kirkjufólkini komu í kirkjuna, sóu tey einki uttan tann stakkalepan, sum lá eftir uppi í skriftarstólinum.

Frásøgn: Marianna Hansdóttir, Hattarvík

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

50 AT 1860 A

 

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019