• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Fylgismaðurin

 

Leysliga eftir norskum ævintýri.

Einaferðina var tað ein bygdardrongur, sum droymdi, at hann skuldi fáa eina kongadóttur langt burtur úr øðrum londum til konu. Ljós var hon sum liljan, reyð sum hummarklógvin og rík, so eingin visti tølur á.

Tá ið hann vaknaði, stóð dreymurin so livandi fyri honum, at hann var heilt hugtikin, og so burtur í hesi yndisligu kongadóttur, at hann helt, lívið var ikki vert at liva, fekk hann hana ikki, setti sær tí fyri at fara út at leita eftir henni.

Ája, hann fer avstað og kemur langt, langt burtur til eitt land, har allar gøtur ganga beint fram, ongar til skáks. Tá ið hann hevur gingið eitt fjórðingsár eftir einum av hesum gøtum, kemur hann til ein bý og støðgar fyri kirkjudurunum.

Har liggur á túninum ein ísklumpur við einum deyðum manni innaní. Hvørja ferð eitt kirkjufólk kemur framvið, spýtir tað á ísklumpin.

Hetta helt bygdardrongurin vera løgið, og tá ið prestur kemur úr kirkjuni, spyr hann hann, hvussu hetta er vorðið.

“Jú,” sigur prestur, “hatta er ein illgerðsmaður, ið er dripin og lagdur her á túnið til háð og spott fyri kirkjufólkinum.”

“Hvat hevur hann tá gjørt?” spyr bygdardrongurin.

“Hann hevur verið vínhandlari og blandaði vatn í, áðrenn hann seldi vínið,” sigur prestur.

“Íðan, tað mátti ikki verið verri enn so,” heldur bygdardrongurin, “at tá ið hann nú hevur latið lív fyri tað, máttu tit kunnað lagt hann í vígda jørð.”

”Nei, nei, tað fer ikki at bera til,” neitar prestur, ” - ov dýrt at bróta hann innan úr ísinum, og vígd jørð kostar, gravarin skal fáa fyri at grava, kirkjuverjin fyri kirkjuna, deknurin fyri at syngja, klokkarin fyri at ringja og presturin fyri at kasta jørð á. Og hvør heldur tú vil gjalda alt hetta fyri ein illgerðsmann?”

Men dronginum tókti synd í hesum neyðardýrinum og beyð sær til at gjalda gravarferðina av tí sindrinum, hann hevði uppi á sær.

Tá settu øll á at bróta ísin burtur av tí deyða og løgdu hann í vígda mold, ringdu og sungu yvir honum, presturin kastaði jørð á. Síðani drukku tey ervi og læðu og grótu yvir honum hvørt um annað.

*

Tá ið bygdardrongurin hevur goldið alt hetta, er hann næstan eiðasørur eftir. Men hann fer so aftur til gongu.

Eitt sindur longri frammi á vegnum, hittir hann ein mann, sum spyr, um hann kann ikki sleppa at vera tænari hansara.

“Nei,” sigur bygdardrongurin, “mær líkar best einsamallur.”

Jú, men um hann kortini hevði ikki brúk fyri einum tænara?

”Nei, nei,” segði bygdardrongurin, ”eg eri vanur at vera mín egni tænari. - Og um enn eg hevði viljað, átti eg einki oyra at goldið tær løn við.”

”Eg veit betur enn tú,” sigur maðurin, ”at tú hevur fyri neyðini at hava onkran góðan, sum er tær trúgvur, tá ið á stendur. Men vil tú ikki hava meg til tænara, so slepp mær at vera fylgismaður tín. Tað skal einki kosta tær, eg bjargi mær sjálvur, eingin vandi við tí.”

Tá var bygdardrongurm findarglaður, tí undir sovorðnum umstøðum vildi hann fegin hava fylgdarmann. Síðani fylgdust teir báðir, maðurin gekk fyri tað mesta undan og vísti leið.

Teir ganga bæði langt og leingi yvir lág og heyg. Best sum er, koma teir at einum tvørfelli, ið steingir vegin fyri teimum. Men fylgismaðurin dunkar bert á bergveggin og biður lata upp. Hann hevur ikki meira enn felt orðið, nú fara tvær stórar hurðar upp á víðan vegg, og teir ganga inn í fjallið. Eina løtu seinni kemur ein gívur ímóti teimum við einum stóli í hondini og setur frá sær, biður teir bukka beinini. ”Tit munnu hava tað fyri neyðini, komnir av gongu,” tekur hon aftur í orðið.

”Set teg sjálv,” er fylgismaðurin so bráður at svara. Hon so ger, og har verður hon sitandi, tí stólurin er soleiðis skikkaður, at tann, ið setir seg á hann, verður fastur. Ímeðan ganga teir og vála inni í fjallinum, snata allastaðnis eftir, hvat ið er at síggja. Nú fær fylgismaðurin eyga á eitt svørð, ið hongur uppi yvir einum durum. Hetta vil hann eiga og biður gívrina geva sær tað, hon skal sleppa úr aftur stólinum afturfyri.

”Nei, nei,” sker hon í at geyla. ”Tað fær tú ikki, bið meg um alt annað, men ikki hetta; trísystrasvørð mítt kann eg ikki missa, so eri eg fyri ongum.” Tær eru tríggjar systrar, sum eiga tað í felag.

”Sum tær lystir,” sigur fylgismaðurin við gívrina, ”so kann tú verða sitandi í stólinum til dómadag.”

Men tá ið hon hoyrir hetta, biður hon fyri sær: ”Tak tað so meðni. Men fyri alt tað gull, ið risin eigur, slepp mær upp aftur hiðani.”

Tá tók fylgismaðurin svørðið, og horvnir vóru teir úr fjallinum, gívurin varð sitandi.

*

Tá ið teir hava gingið bæði langt og leingi yvir dalar og fjøll, yvir mýrar og brattar skorar, koma teir aftur til eitt tvørfelli, sum forðar. Tað gongur sum áður, fylgismaðurin slær á bergveggin, og víðar hurðar ríkja á gomlum leikindum, teir trína inn í fjallið. Um eina løtu kemur gívur við stóli í hondini og setur frá sær, býður sess: ”Tit kunnu hava fyri neyðini at hvíla beinini, komnir av gongu.”

”Sit sjálv,” bítur fylgismaðurin hana av. Og hon setir seg, torir ikki annað, verður so sitandi sum systir hennara. Ímeðan reika teir um fjallið. Fylgismaðurin kagar allastaðnis, letur upp skuffur og skáp, leitar niðrií, til hann finnur eitt gullnoða. Hetta vil hann eiga og biður gívrina geva sær tað, so skal hon sleppa leys afturfyri.

Men gívurin gól upp: ”Nei, nei, bið meg um alt annað, bert ikki gullnoðað, tí tað er trísystranoða mítt, og missi eg tað, eri eg fyri ongum.”

”Sum tær lystir,” sigur fylgismaðurin, ”ver so sitandi í stólinum, til tú rotnar.”

Nú hon hoyrir hetta, gevur hon honum noðað kortini: ”Tak tað so og slepp mær úr aftur hesum stólinum.”

Men fylgismaðurin slepti henni ikki leysari, tók bert noðað og so avstað.

*

Aftur ganga teir í nógvar dagar yvir soyðir og svarðloysi, gjøgnum blotar og kyksendi, til teir aftur koma at einum tvørfelli, ið stendur sum eitt forræði fyri teimum. Tað gongur sum báðar tær fyrru ferðirnar, gívur kemur við stóli og býður teimum sess. ”Sit sjálv,” sker fylgismaðurin útúr, og har sat hon, meðan teir reika um inni í fjallinum. Nú fáa teir eyga á ein hatt, ið hongur á einari naglarekkju. – ”Hent at hava,” sigur fylgismaðurin fyri munni sínum og biður gívrina geva sær hann. Men hon vil ikki: ”Bið meg um alt annað, men ikki um hetta; trísystrahattin hjá mær kann eg ikki lata av hondini, tí so er úti við mær.”

”Sum tær lystir,” sigur fylgismaðurin, ”sit so har til dómadags.”

Tá bað gívurin fyri sær: ”Tak, tak, men slepp mær upp aftur hiðani í løtuni.”

Men hann loysti hana ikki, tók bert hattin, og horvnir vóru teir.

*

Aftur ganga teir langar leiðir og koma at einum sundi, sum forðar. Tá tekur fylgismaðurin gullnoðað og blakar tað so harðliga móti berginum á hinum áarbakkanum, at tað støkkur aftur til teirra. Tá ið hann hevur blakað soleiðis nakrar ferðir, hava teir eina brúgv av gulltráð yvir ánna og fara tvørturum eftir henni.

Yvirumkomin biður fylgismaðurin bygdardrongin skunda sær at vinda noðað upp aftur, tí fingu teir ikki træðrirnar burtur aftur beinanvegin, komu allar gívrarnar tvørturum eftir teimum, og tá varð verri vorðið. Bygdardrongurin vindur av grimd, og rætt tá ið síðsti tráðurin er eftir, koma tær allar tríggjar stunandi, kasta seg á sundið eftir endanum, so rokið stendur frá teimum, men náa honum ikki og drukna í ánni.

*

Tá ið teir hava gingið nakrar dagar aftrat, sigur fylgismaðurin: ”Nú koma vit skjótt at slottinum, har kongadóttirin er, tú droymdi um. Tá ið vit koma hagar, skal tú fara inn og siga kongi frá dreyminum, lat hann so eisini vita, hvat tú hevur í hyggju.”

Tá ið teir koma fram, ger bygdardrongurin, sum hann er biðin. Jú, kongur tekur rættiliga væl ímóti honum, gevur honum eitt rúm til sín og eitt til fylgismannin, og tá ið mattíð er, verður hann boðin til kongsins borð.

Nú hann sær kongadóttrina, kennir hann beinanvegin, at hetta er hon, hann droymdi um, og ber upp bønarorð til hana. Hon svarar, at henni dámar hann væl, ”men tríggjar treytir leggi eg á, ið tú skal lúka,” tekur hon aftur í orðið.

Tá ið tey hava etið, sigur hon við hann: ”Tak henda gullsaksin, eg rætti tær, og gev mær hann aftur í morgin. Tað kann vera fyrsta treytin - løtt, skuldi eg hildið,” smálær hon, ”men ger tú tað ikki, verður høvdið kvett av knóranum á tær og hongt upp, sum hasi tú sær.” Og hon vísir honum fleiri skøltar, ið standa á steyrum runt í kongstúninum av biðlum, ið fyrr hava verið og roynt eftir henni.

”Hetta mátti verið smáting,” hugsar bygdardrongurin við sær. - Men ikki veit eg, kongadóttirin er flogsut og leikin, skjótt er tað, hann gloymir bæði saksin og seg sjálvan, tey turna har um borgina, gæsa og skemtast, og einaferð nú sær hon sær høvi til at napsa saksin frá honum, so hann ikki varnast.

Tá ið bygdardrongurin kemur upp aftur á rúm sítt um kvøldið, sigur hann fylgismanninum, hvussu gingist hevur og um ta fyrstu treytina, hann hevði fingið at luka, ”tað hevur einki at týða,” tekur hann aftur í orðið.

”Hevur tú saksin uppi á tær?” spyr fylgismaðurin.

”Tað skuldi eg havt.” Bygdadrongurin leitar í lummunum, men finnnur einki, trilvar, tekur niður innanklædna allastaðnis, men har er einki. Tá verður hann illa við og sær fyri sær biðlaskøltarnar á kongstúninum, sum krákur undir sátukollum heystardag.

Men fylgismaðurin bað hann sissa seg, ”kanska onkur ráð eru.” Hann fer niður í stallin, har stendur ein stórur havur, ið kongadóttirin eigur. Hann hevur tey evni at kunna fara sum eitt fok gjøgnum luftina við stórari byrðu. Fylgismaðurin tekur trísystrasvørðið og slær havurin dygt millum hornini: ”Nær flýgur kongadóttirin til unnusta sín?”

”Eg tori ikki at siga, eg tori ikki at siga,” jarmar havurin. Men so fær hann ein enn dyggari klikk millum hornini og jarmar: ”Hon fer um norður, hon fer um norður.” Nú setur fylgis-maðurin trísystrahattin á høvdið, og tá kemur hvørvsjón yvir hann. So setir hann seg at bíða.

Tá ið kongadóttirin kemur, tekur hon eitt horn við smyrsli, smyr upp á havurin og sigur:

»Upp, upp yvir tekjur og torn,

yvir lond, yvir høv,

yvir bjørg, yvir dal

til unnustan mín,

sum bíðar í fjallinum í nátt.«

Í tí havurin fer av stað, var fylgismaðurin so knappur, hann brá sær á bakið á honum aftan fyri kongadóttrina. Tey fara sum eitt fok gjøgnum veðrið, og alt í einum eru tey við eitt tvørfelli. Hon dunkar á bergið, og tey verða latin inn í fjallið til trøllið, unnusta hennara.

Tá mælir kongadóttirin: “Nú havi eg fingið ein nýggjan biðil, ungur og prúður er hann, men eg vil ongan hava uttan teg,” pjátrar hon fyri bergtrøllinum. “So setti eg honum treytir at lúka. Her er saksurin, hann skuldi goyma mær. Tak tú hann í varðveitslu.” Og so læðu tey bæði og stuttleikaðu sær yvir henda drong, ið tey longu sóu fyri sær høvuðleysan.

”Ja, eg skal verja, eg skal vara,

og eg skal sova á brúðararmi,

tá gorpar gorra á biðlatarmi,”

kvað trøllið og legði saksin í eitt jarnskrín við trimum lásum fyri. Men áðrenn hann fekk lokið afturá, ripti fylgismaðurin saksin til sín - og tey sóu tað ikki, tí hvørvisjón var yvir honum. Trøllið læsti skrínið væl og virðiliga, goymdi lykilin í einum brendum jaksli og helt fyri: ”Lat nú tín unga biðil koma og leita.” Og so læðu tey aftur, so tað ekkóaði í fjallinum.

Tá ið sólin nærkaðist landnorðri, fleyg kongadóttirin heim aftur, meðan fylgismaðurin sat ósæddur aftan fyri hana.

Um middagsleitið dagin eftir varð bygdardrongurin boðin niður aftur til kongsins borð. Men tá hevði kongadóttirin so løgnan atburð fyri. Hon var hvørvin og undanførlig, hugdi ikki tann vegin, ið hann var. Men tá ið tey hava etið, ger hon seg blíða aftur og heldur við hann: ”Tú hevur kanska saksin, eg gav tær í gjár?”

”Ja, hann er her,” sigur bygdardrongurin og slær hann hart í borðið framman fyri henni. Hon hvakk við, kundi ikki verið verri fyri, um hann gav henni hann í grúkin. Men hon er oddur eldri, letist blíð og fryntlig, heldur fyri: ”Eftir sum tú hevur ansað mær so væl eftir saksinum, er ivalayst eingin vandi við at biðja teg goyma mær gullnoðað til í morgin.” Hetta var so onnur treytin.

*

Bygdardrongurin var glaður, ”ikki mætari enn so,” hugsar hann við sær.

Men kongadóttirin tók aftur at spæla og flogsa, gæsaði og var kelin, fekk hann at renna eftir sær um kongsborgina, og skjótt var tað, hann hevði gloymt bæði noðað og seg sjálvan. Best sum er, sær hon sær høvi til at napsa noðað frá honum, so hann varðar ikki um.

Tá ið hann kemur upp aftur á kamar sítt, sigur hann fylgismanninum frá, hvat ið viðurfarist er.

Hann spyr tá: ”Hevur tú noðað uppi á tær?”

”Tað skuldi eg havt,” svarar bygdardrongurin, tekur niður í lummarnar. Men tá er einki.

Hann verður tungur og stúrin, veit sær eingi ráð.

Fylgismaðurin sigur: ”Nú skal tú geva tol. Lat meg royna at fáa tær noðað aftur.” Hann tekur svørðið og hattin, loypur niður til ein smið og fær hann til at sjóða sær tólv vágir av jarni upp á svørðið. Haðani fer hann í stallin og gevur havrinum ein leðrara millum hornini, so hann hoyknar: ”Nær kemur kongadóttirin?”

”Um norður, um norður,” jarmar havurin.

Fylgismaðurin fer undir hattin og setir seg at bíða. Nú kemur kongadóttirin við horninum, smyr havurin og sigur hetta sama sum fyrru ferð:

”Upp, upp yvir tekjur og torn,

yvir lond, yvir høv,

yvir bjørg, yvir dal

til unnustan mín,

sum bíðar í fjallinum í nátt”

Í tí sama, havurin fer avstað, snýr fylgismaðurin sær á bakið á honum aftan fyri kongadóttrina. Tað er eitt, tvey, so eru tey hjá bergtrøllinum.

”Hvussu er tað, tú goymir saks mín?” gevur kongadóttirin trøllinum av tonnum, ”biðilin hevur fingið hendur á hann at geva mær aftur.”

Trøllið drýpur høvur: ”Tað var løgið. Her hevur eingin verið, og lyklarnir sita í jakslinum enn,” hann trivlar inn á tanngarðin, ”jú, jú, teir eru her enn.” Tey lata skrínið upp, har er eingin saksur: ”Eyeyameg, hann hevur sneytað hann upp, sløðursettur,” mutlar bergtrøllið.

”Nú havi eg givið honum gullnoðað mítt,” sigur kongadóttirin, ”men eg napsaði tað frá honum aftur, her er tað. Hvussu skulu vit nú goyma tað, síðani hann er so listilærdur?”

Bergtrøllið visti einki at gera. Men tá ið tey høvdu hugsað seg um eina løtu, tóku tey til tey ráð at kynda bál í fjallinum og brenna noðað, tí so kundi drongurin ikki fáa hendur á tað aftur. Ája, tey kynda upp, og tá ið avrokið er, blakar kongsdóttirin noðað á gløðurnar. Men tá stóð fylgismaðurin tilreiðar og loftaði tí - ósæddur, tí hann er undir trísystrahattinum.

Eina økt er kongadóttirin hjá bergtrøllinum, so flýgur hon heim aftur. Fylgismaðurin, hann flýgur við.

Dagin eftir var bygdardrongurin aftur boðin til kongsins borð, og tá ið tey hava etið, spyr kongadóttirin og lær so smørliga:

”Tú hevði mestur givið mær hatta noðað, eg bað teg varðveita.”

”Tað er her,” sigur bygdardrongurin og ripar tað so hart í framman fyri henni, at borðið skinklar, og kongur støkkur høgt uppfrá.

Hon verður nábleik, sum hon situr, men letst sum einki: ”Tað var heppið av tær, nú er bert ein treytin eftir: Kann tú fáa mær tað, sum eg hugsi um til í morgin, so má tú bæði taka meg og hava meg,” sigur hon við hann.

*

Tá var ringur skúrsur á bygdardronginum, tí nú var deyðin vísur, hvør skuldi vita, hvat ið hon hugsaði um? Hann kemur niðurfyrikomin upp á kamar sítt og sigur fylgismanninum frá, hvussu vorðið ið er.

Fylgismaðurin biður hann hava tol, ”eitthvørt man vera til ráðar at taka, eg man fara og redda hetta við.” Tá uggaðist bygdardrongurin, so hann legði seg til at sova.

Ímeðan fer fylgismaðurin til smiðin og fær hann at sjóða sær fýraogtjúgu vágir av jarni upp á svørðið afturat. Síðani fer hann í stallin og gevur havrinum ein rennara millum hornini og spyr: ”Nær flýgur kongadóttirin til unnusta sín í kvøld?”

”Um landnorður, um landnorður,” jarmar havurin.

Fylgismaðurin stendur til reiðar undir trísystrahatti sínum. Tá ið kongadóttirin hevur smurt havurin, sigur hon sama ørindið sum tær fyrru ferðirnar, og tey halda av stað gjøgnum veður og vind at tvørfellinum. Men í nátt er fylgismaðurin ikki mildur, hann berjir kongadóttrina við svørðinum alla tíðina, meðan tey flúgva, tað er alt tað, hon kemur beinheil vegin fram.

Nú hon kemur í fjallið til unnusta sín, gremur hon seg ræðuligt um hesa ringu ferð, hon er gul og blá um allan sín kropp, sum hon er bard av tí bermiligheglingi, hon hevði riðið ígjøgnum. Ongum var tað líkari, enn at eitt hevði sitið aftanfyri og bukað hana, so ringt hevði verið. Síðani sigur hon frá tilgongdini við biðlinum, at hann hevði givið henni noðað aftur.

Trøllið grevur sær í høvdinum, so tað ekkóar í fjallinum, ristir ramar rúnir og hevur tey undarligastu hábrøgd á sær, men ikki dugir tað at loysa hesa gátu.

”Gev nú tol, gev nú tol, unnustin mín,” pjátrar kongadóttirin. ”Nú havi eg funnið ráðini, ið duga, og veitst tú, hvat tað er?”

Nei, ikki visti trøllið.

”Jú, eg havi sagt við biðilin, at hann skal fáa mær tað, sum eg hugsaði um til í morgin. Og tað var høvdið á tær, eg hugsaði um, veri ramur sum hann vil, ta treyt lúkar hann ikki.«

”Nei, ta treyt lúkar hann ikki,” samtykkir bergtrøllið. ”Hóhei, hann lúkar tað ikki, hóhei, hann lúkar tað ikki,” kvøður tað. Og tey stuttleika sær bæði yvir, at nú fara tey umsíðir at vinna á biðlinum.

Tá ið sólin var komin í eystur, skuldi kongadóttirin heim aftur; men nú torir hon ikki einsamøll, tí hon sigur tað berst sær fyri, sum eitthvørt andskræmiligt er eftir henni alla tíðina.

”Hugsa einki um tað, vina mín,” sigur trøllið, ”eg skal verja, eg skal vara og frúnna frælsa til hallar flyta, meðan angist gnagar í biðla maga.”

Trøllið tekur havur sín, saðlar, smyr hann væl millum hornini og so av stað bæði sum hvirluvindar gjøgnum veðrið. Fylgismaðurin situr aftan fyri trøllið og berjir tað við svørðinum og berjir havurin, so hann er um at missa flogið, dalar so langt niður yvir havið, tey flúgva um, at beinini taka í aldurnar. Trøllið gav seg illa og kúlaði seg saman, hvørja ferð sløgini komu; men tað setti sær fyri at fylgja kongadóttrini heilt til hallardyrnar, tí hetta var ikki konufólkaveður, tað sá hann.

Ája, tey koma til kongsgarðin, og kongadóttirin fer inn. So skjótt hon hevði latið aftur eftir sær, bregður fylgismaðurin svørðinum og høggur høvdið av trøllinum. Tað var eitt filsni at síggja, sum tað lá har á túninum. Hann tekur nú høvdið og ber tað upp á kamarið til bygdardrongin, blakar tað í ein krók og sigur: ”Hatta er tað, tú skal hava við til kongadóttrina í morgin.”

Hetta var dagur í viku, bygdardrongurin leyp av songini at pynta seg, hóast tað var meir enn økt, áðrenn hann skuldi fara í kongsgarðin. Men hann kundi ikki binda frið í songini, mátti upp at fjasa við eitthvørt fyri at fáa tíðina at ganga. Leingi tóktist vera at bíða, tó hvat ger tað? Gott er at hava gott í vón, og so einaferð koma boðini, at hann skal koma til kongsins borð.

Nú er kongadóttirin so blíð og fryntlig. Beint tey hava etið, heldur hon við hann: ”Nú, hevur tú hatta við til mín?”

”Ja, tað er her,” er hann so bráður at svara, tekur trøllahøvdið út undan skikkjuni og ripar tað so hart í framman fyri henni, at bæði borð og borðstólar fara um koll.

Tá var henni ovboðið, leingi sat hon málleys millum grát og látur, nábleik í andliti. Men so sigur hon stillisliga: ”Ja, ja, eg kann ikki nokta fyri, at hetta var tað, sum eg hugsaði um; tú hevur vunnið, og nú eri eg tín.”

*

Nú var alt fólk í ríkinum boðið saman, og brúdleyp drukkið bæði væl og leingi. Kongurin beyð bygdardronginum hálvt ríkið og ikki minni enn trý slott at búgva á. Men hann takkaði fyri og segði, at hann hugsaði, tey fóru at fara heim aftur á sín faðirs garð at seta búgv.

Brúdleypskvøldið kemur fylgismaðurin til bygdardrongin og sigur: ”Vara teg fyri at sovna, tá ið tú fer til songar, tí brúðurin ætlar at drepa teg, lít henni einki til, fyrr enn tú hevur bart trøllahamin av henni. Eg havi lagt tær níggju bjarkakervi inn til songina, berj tey øll í spønir um kroppin á henni, tváa henni so í mysukeraldinum, har stendur, og skola afturum aftur í mjólkarkeraldinum.” So fór hann.

Um kvøldið, tá ið brúðarparið fer til songar, ger hann sær at sovna beinanvegin. Hon reisir seg upp á alboga og hyggur at honum, jú, hann svevur, hon kitlar hann undir nøsina, togar í hárið, nei, hann steinsvevur, heldur hon, tekur ein stóran knív undan høvdalagnum og skal stinga. Men tá loypur hann upp, slær knívin úr hondini á henni, vindur hár hennara um hondina og tekur at berja hana við bjarkakervunum, til øll níggju eru í spønum. Síðani hirðir hann hana í mysukeraldið og tváar henni.

Tá kemur trøllahamurin til sjóndar, hon verður svørt og rísin sum skøtuskinn; men tá ið hann hevði skolað hana í nýmjólkarkeraldinum, var alt hetta burtur, og hon var tann selsama yndisliga kongadóttirin sum tann, hann hevði droymt um og stundað eftir, ljós sum liljan, reyð sum hummarklógvin og mild sum tann ungi várdagurin.

Nú var alt gleði og gaman. Hon takkar honum í nýtum orðum fyri, at hann hevur reddað seg frá hesum óhugnaliga trøllahami, ið øvundsfólk hevði gandað upp á hana, tá ið hon var barn.

*

Tíðliga morgunin eftir at brúdleypið var liðugt, kemur fylgismaðurin at boða til heimferð. Tey fara beinanvegin at gera seg til. Heimanfylgjan hevði verið til reiðar leingi, so einki var at bíða eftir. Tá ið tey koma út á túnið, hevur fylgismaðurin verið í trøllabølinum og tikið alt tað gull og silvur, har var, og reitt tað heim í kongstúnið á teimum sjey havrunum ið bergtrøllið átti av tí slagnum, sum flúgva kundi. Hartil hevði hann tikið allar aðrar dýrgripir. Tá ið alt hetta hópaðist í borgargarðinum við tí heimanfylgju, ið kongur bar út, var rúgvan so stór, at hjúnini vistu ikki síni livandi ráð, hvussu tey skuldu fáa tað vegin fram.

Kongurin helt, at tað vóru ráð fyri tí: ”Ross tróta ikki í kongsgarði”. Hann beyð teimum trinni stórthundrað.

Tað var liðið nakað á dagin, tá ið tey fóru avstað, men hóast tað, vóru rossini longu fyriløgst, áðrenn kvøldið kom. ”Hetta var ein vanlukku standur,” halda hjúnini, ”vit koma onga leið, tað verður livitíðin at fáa góðsið til garðs.”

”Tað man vera mín skyld, at rossini leggjast fyri,” sigur fylgismaðurin, ”eg legði ov nógv á tey. Men bíðið nú, eitthvørt er til ráða at taka.” Hann bindur eitt línklæði fyri eyguni á hjúnunum, biður tey halda sær væl í monuna á rossinum.

So vita tey ikki meir, fyrr enn tey kenna sús av vindi ímóti sær, hoyra fossar renna, villgás láta og brim bróta. Hetta gongur eina góða tíð, so verður kvirt. Fylgismaðurin loysir frá eygunum á teimum og sigur: ”Nú kann eg ikki vera við longur, eg má fara. Men nú eru tit við garðarnar, so um eina løtu eru tit heima.”

Tá sær bygdardrongurin sín faðirs garð aftur, húsini, bøurin, kríatúrini, alt liggur har fyri eygunum og skyggir í morgunsólini; hann frøist stórliga. – ”Men nú kemur tú heim við,” siga tey við fylgismannin, ”tú má halda heimkomuveitslu við okkum.”

Nei, nei, hann mátti fara, bað tey ikki noyða seg, tí hann kom ikki.

”Ja, ja, tá ið tú vil ikki koma, so gerst ikki við; men hvat skal tú nú hava burtur av førninginum? Minni enn helvtin kann tað ikki verða.”

”Tú kann lata meg fáa helvtina av øllum, tú eigur um fimm ár. Eg skal koma aftur eftir tí.”

So fer hann.

Ája, tey fara at húsum við øllum førninginum, og frøin er stór hjá foreldrunum at fáa dreingin aftur so múgvaðan mann. Veitsla verður hildin við gleði og gleim, so orð gongur av.

*

Tá ið fimm ár eru gingin, kemur fylgismaðurin aftur. Maðurin tekur væl ímóti honum og sigur: ”Nú havi eg býtt alt, eg eigi, í helvt millum okkum, her er tað.”

Fylgismaðurin svarar: ”Eitt er eftir at býta.”

Maðurin spyr, hvat ið tað er, hann helt seg hava býtt alt.

”Tit hava fingið eitt barn, tað er óbýtt.”

”Ja, tað er so við,” sigur maðurin, hann tekur eitt svørð og skal klúgva tað. Men tá tekur fylgismaðurin í armin á honum, so hann fær ikki høgt, og sigur:

”Var tú ikki ógvuliga fegin, nú eg forðaði tær í at skala barnið?”

”Jú, tað var eg,” svarar maðurin.

Tá sigur fylgismaðurin og reisir seg at fara: ”Líka glaður var eg hin dagin, tú fekk meg út úr ísklumpinum. - Nei, hav tú alt fæið, eg havi einki fyri neyðini, tí eg eri ein bleiktrandi andi, eg eri vínhandlarin, ið tú gjørdi væl við. Tað er tær at takka, at eg kom

í vígda mold og havi fingið frið. - Eg bað um loyvi at sleppa at fylgja tær í eitt ár. Tann dagin, eg fór frá tykkum, var árið úti. Í dag bað eg aftur um at sleppa hetta ørindið, nú er tað lokið, himmalins klokkur ringja eftir mær, eg skal fara, og nú hittast vit ikki aftur.”

 

Úr bókini ”Ævintýr 1”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1959.

Upprunaheiti: ”Fylgjesveinen”, Norsk Folkediktning. Eventyr II. Det norske Samlaget, Oslo

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019