• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

17. GELDINGARNIR Á SLOTTINUM

 

Uppskrift úr Fugloy

Eina ferð var tað ein maður, sum átti tríggjar synir. Tá ið hann lá á sóttarsong, lovaði hann teimum, at hvør teirra skuldi fáa sítt ynski eftir hann. So doyði hin gamli, og synirnir tóku at royna ynskini.

Hin elsti ynskti, at hann skuldi koma at vera so høgur á slottinum, at hann stóð næstur konginum; annar ynskti, at hann skuldi koma at vera næstur bróður sínum, og hin triði ynskti, at hann skuldi fáa góða eydnu til konufólk. So fóru allir tríggir til slottið at geva seg í tænastu.

Tað var skjótt, at teir tveir elstu komu at sita næstir konginum; men yngsta bróðurin vanvirdu teir: hann skuldi vera rossadrongur teirra.

Ein dagin fór hin elsti út at ríða og bað hin yngsta koma við sær til at ansa eftir hestinum. Hann kom til ein stórstað, fór av baki og bað beiggjan vera hjá hestinum, til hann kom aftur. Sum hann stendur, hesin yngsti, kemur ein hálvgomul kona til hansara og býður honum inn til sín: hann eigur at vera kaldur. Hann torir ikki at fara frá hestinum, sigur hann; men hon svarar, at hon skal fáa annan mann í hansara stað, og hann sjálvur skal vera aftur, áðrenn bróðirin kemur. So fer hann heim við henni, fær gott at eta og drekka og góða song at sova í.

Um morgunin, áðrenn hann fer, gevur hon honum ein dúk, sum hevur ta natúr, at, tá ið hann verður útbreiddur, standa allir konguligir rættir á honum.

Tá ið elsti bróðirin kemur, er hin longu aftur hjá hestinum. Hin elsti heldur við hann, at nú man hann vera bæði svangur og kaldur.

Nei, sigur hann: ein kona beyð honum inn og gav honum bæði mat og drekka.

Var tað soleiðis, hann hevði ansað eftir hestinum! segði elsti bróðirin: hevði hann ikki forboðið honum at fara nakran veg burtur? Og hin yngsti varð at lova ikki at gera slíkt uppaftur. Síðan fóru teir heim til slottið.

Ein annan dag fór miðlingarbróðirin út at ríða og hevði hin yngsta við sum rossadrong. Teir komu til ein keypstað; miðlingarbróðirin gekk inn í staðin, og meðan hin stóð eftir hjá hestinum, kom ein kona til hansara og beyð honum inn.

Síðan gekk alt sum fyrru ferð, og við skilnaðin gav konan dronginum ein tút: hvar hann setti hann í, streymaði vín út, hvat slag hann vildi.

Nú var hann bæði svangur og kaldur, helt bróðirin, sum kom úr staðnum og sá hin standa hjá hestinum.

Ja, tað vóru líkindi til, segði hin yngsti.

Triðja dagin reið hin elsti uppaftur avstað, og alt gekk sum hinar báðar fyrru ferðirnar. Ein kona beyð hinum yngsta inn til sín og gav honum ein saks, sum hevði ta natúr, at hvat ið hann klipti við honum, kom at vera nýtt og skínandi fagurt, ið hvussu gamalt tað var.

Aftur var hann hjá hestinum, áðrenn bróðirin kom.

Hin elsti spurdi hann, hvussu honum visti við. Hann var, sum hann kundi vera, helt hin yngsti, og síðan fóru teir heim.

Eina tíð eftir hetta frættist, at drotningin var við barn; men kongurin hevði verið burtur og vildi ikki vita, at hann átti nakað í tí. So beyð hann, at allir hovmenninir skuldu vera geldir, eisini teir tveir brøðurnir, ið næstir honum vóru - hin triði, sum hevði fingið so góða eydnu til konufólk, kom ikki upp í part: hann var einki uttan rossadrongur. Men nú slapp hann frá at vera rossadrongur, av tí at hinir eldru brøðurnir kundu ikki longur ríða, og var so settur til at sita hjá gásum úti á einum hólmi.

Tá ið hann hevði verið har í nakra tíð, komu brøðurnir at vitja hann; tá vóru teir meira lítillátnir enn fyrr. Hann spurdi, hvussu teir livdu.

“Vánaliga!” søgdu teir.

Um teir vildu hava nakað at eta frá sær?

Ja, søgdu teir: um hann hevði nakað eftir.

Hann breiddi dúkin út - tá stóðu teir bestu kongligu rættir á honum. Ofta høvdu teir sitið við kongsins borð; men ongantíð høvdu teir fingið betri enn tað, sum stóð á hesum dúki. Teir at dansa og halda sær at gaman og høvdu slíkan gang, at tað hoyrdist til slottið.

Um kvøldið spurdi kongurin teir, hví teir høvdu slíkan gleim úti á hólminum, og teir søgdu tá frá dúkinum hjá bróður teirra.

Tann dúk vildi hann fegin síggja, segði kongurin og fór so dagin eftir við fylgi út í hólmin.

Drongurin breiddi dúkin út - tá stóð so borðreitt, at kongurin aldri hevði havt betri mat.

Kongur vildi keypa dúkin; men drongurin vildi ógvuliga treyður selja; tó læt hann hann til endan fyri trý hundrað dálar.

Ein dag eftirsíðani fóru teir eldru brøðurnir aftur út á hólmin til at vitja hin yngsta.

Nú hevði hann einki at bjóða teimum, segði hann: uttan, vóru teir tystir, skuldu teir fáa eitt sindur av víni at drekka frá sær.

So setti hann tútin í onkustaðni; vínið streymaði út, og hann skonkti teimum. Nú vóru teir hvaðna kátari enn fyrru ferð, dansaðu og kvóðu og høvdu ógvuligan gang.

Dagin eftir, tá ið teir komu í land, spurdi kongur, hvat tað var fyri gangur, teir hildu úti í hólminum, og teir søgdu tá frá víntútinum hjá beiggjanum.

Kongurin fór við deginum morgunin eftir til at fáa tútin. Drongurin segði, at hann kundi ikki lata alt tað, ið hann átti; men av tí at kongur helt við at bøna hann, seldi hann honum umsíðir tútin fyri seks hundrað dálar.

Triðju ferð komu brøðurnir út á hólmin, illa klæddir og dálkaðir.

Ja, nú hevði hann einki at bjóða teimum, segði hin yngsti bróðirin, men tók saksin og klipti, og tað vóru tey fagrastu og fínastu klæðir burturúr. Teir vóru forstýraðir uppyvir hesum nýggju klæðunum og tóku aftur at dansa og kvøða.

Heimafturkomnir søgdu teir konginum frá saksinum. Tá segði prinsessan, at henda saks vildi hon hava, og fór so við konginum morgunin eftir út á hólmin. Kongurin býður ógvuliga nógv afturfyri saksin; men drongurin vil ikki lata hann.

Ja, tað var ikki so mikið fyri sína skuld: men dóttir hansara vildi so fegin hava henda saks, segði kongurin.

“Er tað so, skal eg geva henni hann fyri einki,” segði drongurin og fekk henni saksin.

Tá legði prinsessan slíkan ástarhug á henda drong, at tað var heilt út av øllum lagi. Kongurin var illur, men einki batti: prinsessan legðist á songina, og pápin noyddist at fremja vilja hennara.

Tey giftust bæði, drongurin og hon; hann kom at vera prinsur og síðan kongur, tá ið hin gamli kongurin doyði.

Frásøgn: Jóhan Hendrik Matras, Kirkju

b. Uppskrift frá Fossá

 

Ein maður átti tríggjar synir. Tá ið hann lá til at doyggja, gav hann hvørjum sítt ynski at ynskja eftir hann. Teir eldru ynsktu ríkdóm og høgan stand, hin yngsti góða skepnu til konufólk.

Skjótt var tað, at ríkdómur kom til teir eldru brøðurnar; teir fingu sær skreytbúnað og fóru so út at ferðast.

Hin yngsti fór aftaná og kom seint á kvøldi til ein stað, men kundi ikki koma inn, av tí at portrið var læst. Eitt konufólk kom til portrið innanfrá og læt upp; drongurin segði fyri henni, at hann var fremmindur og fann ongastaðni; men hon bað hann ikki leggja lag í tað og bað fylgja sær. Hon gav honum valamat at eta og gamalt øl at drekka og fylgdi honum til seingjarkamarið um kvøldið; um morgunin fekk hon honum ein dúk, sum tann fínasti matur kom at standa á, við tað sama hann var útbreiddur: henda dúk skuldi hann hava, um hann vildi koma aftur til sín.

Næsta kvøld kom hann til ein annan stað, og har gekk honum á sama hátt sum kvøldið fyri; henda konan gav honum ein tút, sum vín og hvat annað drekka, ið hann ynskti, streymaði útúr, hvar hann so setti hann í.

Triðja kvøldið kom hann uppaftur til ein stað, og har gekk honum sum í hinum báðum støðunum; henda konan gav honum ein saks - alt tað, ið hann klipti við honum, kom at vera fagurt og nýtt.

Fjórða dagin, sum hann reikaði, kom hann til kongsstaðin, og har møtti hann báðum brøðrunum, so ógvuliga uppskrýddum. Teir vóru nú hovmenn hjá kongi og spurdu beiggjan, hvat ið hann vildi. Hann vildi tæna í kongshirðini, segði hann.

Um hann var geldur? spurdu teir.

Nei, svaraði hann.

Ja, so kundi hann ikki vera í kongshirðini sjálvari, men kom at vera førdur út á hólmin, søgdu teir.

Tað vildi hann heldur, segði hann; brøðurnir læðu at honum, men hann læt ikki við seg komast. So varð hann tikin í tænastu og førdur út á hólmin.

Um kvøldið hoyrdist gleimur hjá fangunum úti á hólminum; prinsessan sendi boð út hagar til at fáa at vita, hvat ið títt var (hvat ið fyri var havt) og frætti um dúkin.

Boð varð sent eftir dronginum, og prinsessan beyð nógvar peningar fyri dúkin; men drongurin vildi ikki lata hann, uttan hann fekk lov til at sova innan fyri dyrnar í seingjarkamari hennara. Hon noktaði í fyrstuni, men lovaði honum tó í endanum undir teimum korum, at tveir vaktarar skuldu vera inni.

Morgunin eftir varð hann útafturførdur á hólmin. Nú ið dúkurin var burtur, vóru hinir so nipnir; men drongurin tók tútin fram, og teir tappaðu hvat drekka, ið teir ynsktu sær.

Síðani gekk sum fyrru ferð. Prinsessan fekk uppspurning um tútin og keypti hann av dronginum; tá fekk hann lov til at sita mitt á gólvinum í seingjarkamarinum. Tað leið ikki langt um: so frætti prinsessan um hin sjáldsama saksin, ið drongurin átti, og hevði ikki frið, fyrr enn hon fekk hann eisini. Tá gav hon dronginum lov til at sita framman fyri songina eina nátt og leggja høvdið á dýnuna; men vaktararnir skuldu vera inni, skipaði hon fyri.

Hann hevði ikki sitið so meira enn eina løtu, so bað hon vaktararnar fara út: drongurin hevði hildið seg so siðuligan hinar báðar næturnar, segði hon við teir: so hon nýtti teir ikki.

Tá fór gamalt øl at virka.

Morgunin eftir beyð hon, at geldingarnir skuldu vera førdir út á hólmin og hinir koma aftur á slottið at tæna.

So giftust tey bæði, prinsessan og drongurin; hann gjørdist prinsur og síðan kongur.

Frásøgn: Petur Olsen, Fossá, Borðoy

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

17 AT 580

 

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019