• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

4. GENTAN Í RISAHELLINUM ella TEIR TÓLV SKÓGRØVARARNIR

 

a. Uppskrift úr Skálavík

Ein prestur átti ein hjall, sum hann goymdi brenni í; men brenniviðurin varð so illa burturstolin frá honum.

Ein sunnudag, sum prestafólkini vóru farin í kirkju og arbeiðskonan var einsamøll eftir, fór hon í hjallin at taka brenni. Meðan hon var har, sá hon eina lúku ganga leysa í gólvinum og ein røvara koma upp ígjøgnum. Hon tók svørðið og høgdi høvdið av honum, og síðan drap hon ellivu røvarar, hvønn undan øðrum, sum teir komu upp ígjøgnum lemmin; men tá ið hin tólvti og síðsti kom, faftaði hon við; hann slapp undan og lovaði, at hann skuldi minnast henni, hvat hon hevði gjørt.

Hon læsir seg nú inn í kamarið hjá presti. Tá ið tey koma aftur úr kirkjuni, er eingin døgurði og eingin arbeiðskona at síggja. Umsíðir finna tey hana í kamarinum og spyrja hana, hví hon situr har. Hon sigur, at hon hevur dripið ellivu mýs í hjallinum í dag.

Prestakonan fer leypandi í hjallin til at síggja hesar mýs, men fellur í óvit, við tað sama hon sær teir deyðu kropparnar. Hini fara aftaná og fáa hana til at rakna við, og arbeiðskonan sigur teimum nú tilstand sín, og hvat hin undanslopni røvarin hevur lovað henni. Prestur heldur, at tað skal eingin neyð vera: hon skal ongantíð fara út einsumøll.

Einusinni komu stórir harrar at gista prestin, og av tí at einki fólk var til hendis í teirri løtuni uttan hin nevnda arbeiðskonan, varð hon at fara einsumøll út í urtagarðin at heinta urtir til matin. Best sum hon gongur, er røvarin fyri henni, sleppur millum hana og húsið og forðar henni so at sleppa inn aftur.

Hon rennur og hann aftaná ígjøgnum skógvin til ein hamara, hvar berg er fyri; har loypur hon útav og kemur niður í ein grønan dal. Hon reikar, til hon kemur at einum húsi, fer inn og sær ein stóran risa sita fyri sær. Hann er fegin uppyvir hesari gentu og sigur:

”Fjør mítt! tú ert góð til krásir hjá mær.”

Hon biður hann ikki mæla slíkt og sigur honum frá, hvussu hon er stødd í váða.

Eitt pláss var skamt ífrá, hvar skip ofta brutust í briminum, og har royndi risin at bjarga til sín, hvat hann kundi.

Ein dagin, sum eitt skip var komið inn í brimið og risin hevði tikið tað alt upp á land, kendi hann sær mein í rygginum av tí. Hann gremur seg fyri arbeiðskonuni, at nú fer hann at doyggja, og gevur henni eitt svørð, sum hon skal høgga hann sundur við og síðan grava stykkini niður.

So lovar hann henni níggju ynski og fær henni ein lykil at einum kamari, hvar hon kann síggja alt, ið tilberst úti; men eingin kann síggja hana har, tí tað er friðskjól; um hon hevur lykilin uppi á sær, skal einki granda henni.

Tá ið risin er deyður, høggur hon hann sundur í fýra partar og grevur hann. Hon gongur nú úti um dagarnar; men ein dagin, sum hon er setst inn í kamarið, sær hon røvaran koma gangandi gjøgnum dalin - hann hevur funnið veg niður um stíggin í hamrinum.

Hon skundar sær at leggja ein kagga, fullan av brennivíni, í roykstovuna og læsir seg so inni í kamarinum. Hann kemur inn í roykstovuna, sær kaggan og drekkur, til hann sovnar.

Annan dagin, sum hon situr í kamarinum, sær hon ein her koma gjøgnum dalin, og ein so vænur og væl klæddur maður gongur fremstur. Hon fer út til teirra og sigur frá, hví og hvussu hon er komin hagar. Teir spyrja hana, um hon veit eingi ráð, hvussu teir skulu sleppa haðani, og hon sigur teimum frá tí brotna skipinum, sum risin tók upp á land.

Teir smíða nú skipið aftur, og tá ið liðugt er, fer kongasonurin til hennara - tí kongasonurin av Onglandi er tað, ið fyri liðinum stendur - og noyðir hana til at fara heim við sær í skipinum. Hann førir hana heim, læsir eina gullkeðu um armin á henni og setur hana í læru; síðan fer hann út aftur at sigla.

Hon lærir bæði skjótt og væl allar listir; men móðir hansara, drotningin, er so ógvuliga forharmað um, at hann hevur í huga at giftast við hesari gentu, og fær ein skipara til at taka hana við sær og royna at forkoma henni á sjónum.

Gentan biður skiparan ikki drepa seg, men sleppa sær út á eitt sker: so vil flóðin brátt taka hana burtur. Hann eftirlíkar henni og setur hana á eina oyggj, sum einki annað er á uttan løvur og bjarnir; men einki av hesum djórunum býður til at granda henni. Urtir hevur hon sær til føði.

Ein dagin kemur ein bátur av einum skipi til oynna at taka vatn. Hon sleppir sær við bátmonnunum á skipið, og kemur so aftur til staðin, har sum drotningin býr, og tekur innivist hjá einum bónda skamt frá kongsgarðinum.

So kemur kongasonurin aftur; móðirin sigur honum, at festarmoyggj hansara er deyð, og fær hann til at halda brúdleyp við eini aðrari.

Nú ið brúdleypið er fyri hond, fer risagentan at búgvast í hátíðsskrúðir, tí hon ætlar sær í brúdleypið við. Tá ið alt er samankomið og setst til borðs, taka øll at rósa prinsessuni uttan henda fremminda gentan. Tey spyrja hana, hví hon rósar ikki prinsessuni; men hon svarar, at hon er tað ikki verð. Kongasonurin sigur nú, at hon skal sanna, at hon sjálv er betri. Gentan sigur seg kunna dansa á bylgju blá; brúðurin heldur seg kunna tað eisini, og báðar avstað til at royna leikin.*)

Gentan, ið hevur risalykilin undir beltinum, dansar á sjónum og søkkur ikki; men tað fyrsta ið brúðurin stígur á sjógvin, søkkur hon til botns, og tað varð hennara deyði.

Kongasonurin er nú heilt út av øllum lagi óður og býður, at gentan skal verða dripin, men heldur tað vera ovgott fyri hana at drepa hana skjótt og biður tí fyrst fútan taka æruna av henni.

Hon skundar sær til songar at leggja seg, áðrenn fútin kemur, men leggur lumma sín á borðið eftir sær og biður fútan, tá ið hann kemur, fáa sær lumman. Fútin tekur eftir lummanum, men stendur fastur alt í einum og fær ikki vikað sær. Og so verður hann at standa alla náttina.

Um morgunin kemur kongasonurin og spyr hann, um hann hevur gjørt, hvat ið honum var boðið; men fútin svarar:

”Náðugi harri, eg havi staðið her fastur í alla nátt.”

Nú setur kongasonurin bøðilin til at útrætta gerningin næstu nátt. Hon ger sum fyrru ferð, leggur seg niðurundir og bíðar so, til bøðilin hevur latið seg úr til undirklæðini. So biður hon hann veita sær tann beina at fara út fyri dyr og heinta sær ein lumma, sum hongur uttantil á húsinum. Hann so ger og verður standandi fastur har úti alla náttina í frosti og illveðri, hálvnakin. Mestan deyður í kulda sleppur hann heim.

Um morgunin spyr kongasonurin, um hann hevur gjørt, hvat hann skuldi; men hann svarar, at hann hevur staðið fastur har alla nátt.

Kongasonurin vil nú royna sjálvur ta triðju náttina; hann leggur seg fyrri og biður hana koma til sín, men hon heldur tað einki hasta. So loypur hann upp, trívur í hana, og bæði at togast; tá fær hann at síggja gullkeðuna, sum hann sjálvur hevur lagt um armin á henni, og spyr, hvussu hon hevur fingið hesa gullkeðu.

Hon sigur honum nú frá øllum, ið tilborist hevur við henni, og hann øsist so upp, at hann lovar at brenna móður sína í hevnd; men gentan biður fyri lívi hennara.

So giftust tey bæði, fóru til risahellið og førdu heim alt gullið, ið risin hevði samlað; síðan livdu tey bæði væl og leingi.

Frásøgn: Jógvan Danielsen, Skálavík (V.U. Hammershaimb skrivaði upp)

*) Um brúdleypið verður eisini sagt á henda hátt:- - - Eitt kvøld, sum risagentan gongur úti, sær hon ljósini brenna so bjørt í kongsins høll. Bóndin sigur henni frá, at kongasonurin skal giftast. Hon fer í kirkju við og hevur slør fyri eyguni, at hon skal ikki kennast aftur. Síðan verður hon boðin í brúdleypið og sett til borðs næst brúðrini. Til skemtar fara tey at siga hvør frá sínum ævintýri, og tað ið henda fremminda gentan sigur frá sínari søgu, tykist øllum so nóg betri, enn tað ið brúðurin sigur frá. Brúðurin verður ónd og sigur seg kunna nakað, sum hin ikki kann: at dansa á bylgju blá. Hin heldur seg kunna tað líka so væl, og báðar avstað at royna leikin. - - -

 

b. Uppskrift av Syðradali í Kalsoy

(Fyrsti parturin av hesum ævintýrateksti er um leið tann sami sum undanstandandi, til tess at gentan í risahellinum eftir boðum frá teirri óndu drotningini skal verða tikin av døgum og verður førd út á eina oydna oyggj. So verður hildið fram:)

Hon (risagentan) gekk, men fann eingi hús. So bar hon eyga við eina grasvaksna túgvu. Har vóru dyr á; hon fór inn, men sá einki uttan ein deyðan mann sita við eitt borð. Hon tók í hondina á honum; tá fall hann í støv.

Eitt bræv lá á borðinum framman fyri henni; har stóð í, at tann, sum gravsetti henda sama mann, skuldi fáa níggju ynski afturfyri. Hon gravsetti hann og ynskti seg so í kongsgarðin sjálvan brúdleypsdagin, sum prinsurin (onglandsprinsurin) skuldi giftast við eini aðrari.

Um kvøldið komu brúðurin og hon upp á skjarr báðar; risagentan segði seg kunna dansa á sjónum, og hin vildi ikki dvína fyri henni. Tær at royna; risagentan lappaði leys og fataði ikki við, men hin søkk við tað sama.

Gentan varð nú tikin og dømd lívleys: á nátt og í song skuldi hon verða dripin. Ein húskallur varð settur til hetta arbeiði; men tá ið hon fór niður, setti hon fingurbollan í vindeygað, bað hann taka sær hann og ynskti so mannin at standa fastan alla nátt.

Næstu nátt gjørdi hon tað sama við ein annan húskall - hann bað hon taka sær ein saks.

Triðju nátt bað hon triðja húskallin taka lykilin av hurðini fyri uttan og ynskti hann so at standa fastan har úti. Ringt veður var og kuldi, so lívið mundi skolvið av honum.

So vildi prinsurin sjálvur royna og lovaði, at hann skuldi sleppa sær í song undan henni; men av tí at hon ikki vildi lata seg úr, ilskaðist hann, sprakk upp og tók um armin á henni.

Tá førkaðist erman so mikið upp, at hann bar eyga við gullringin, sum hann hevði givið henni; hann kendi hana nú aftur og frætti av hennara munni alt, sum henni hevði tilborist.

Síðan tók hann hana til drotning.

Frásøgn: Erika Katrina Johannessen, Syðradali í Kalsoy

 

c.  Uppskrift úr Oyndarfirði

Denne falder sammen med opskrift b fra Sydredal, Kalsø. Efter c drømmer ”risepigen” på den øde ø, at den døde mand, som faldt sammen i støv, da hun rørte ved ham, kommer til hende og fortæller, at han er en strandet skipper: hvis hun nu vil samle hans støv op og  gemme det, skal alting gå hende vel, og hun skal få hvad hun ønsker. Dette drømmer hun tre gange, hvorpå hun ønsker sin kiste til sig og lægger mandens støv deri.  Den første, som skal røve hendes ære, beder hun om at hente en på bordet liggende bog og tryller ham fast; den anden tryller hun fast ved kisten, da han skal tage nøglen af.

Frásøgn: Anna Sofía Joensen, Oyndarfirði

 

d.  Uppskrift úr Porkeri

Denne står forholdsvis selvstændig overfor de andre varianter. Følgende afvigelser kunne bemærkes. I de tolv skovrøveres sted træde de tolv trolde. Pigen dræber de elleve, en for en, men bliver lidt bange for den tolvte, som har to hoveder; han undkommer... Da risen, som pigen er hos efter at være undsluppet den forfølgende trold, er død, sidder hun i kammeret under gulvet, hvor hun kan se alt, men ingen hende. Hun ser trolden komme; han går ind i hulen, drikker sig fuld af en øltønde og falder i søvn. Hun gløder så et jærnspid i ilden og jager det gennem troldens øjne, så han dør (Polyfemæventyrmotiv)... Skipperen, som den onde dronning har befalet at drukne den unge pige, lader hende kaste over bord; men ved hjælp af nøglerne, som hun har fået af risen, går hun på havet uden at synke, når land og kommer til et sted, hvor der bor tolv riser. Disse blive henrykte, da de høre af pigens egen mund, at hun har dræbt deres dødsfjender, de tolv trolde. Pigen er hos riserne indtil kongesønnen (af England) kommer tilbage; så hjælpe de hende hjem igen.         

Da ”risepigen” ved bryllupet har voldt prinsebrudens død under forsøget på at danse på ”bølgen blå”, bliver hun dømt til halshugning; men hun skal dø æreløs. Prinsen befaler først en bøddel at røve hendes ære; hun tryller ham fast i det øjeblik, da han skal tage nøglerne, som hun har hængt udenfor vinduet. Den anden tryller hun ligeledes fast til nøglerne, men under bordet. Tredje gang genkendes hun af prinsen på ringen. Han lader sin onde moder brænde.

Frásøgn: Margreta Danielsen, Porkeri

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

 

4a AT 956 B

4b AT 956 B

4c AT 956 B

4d AT 956 B og AT 1137

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019