• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

46. GLASBJØRG (Í roynd og veru sama ævintýr sum undanstandandi)

 

Uppskrift av Kunoy

[Byrjanin (tann niðurrassaði akurin, tær tríggjar dansandi svanagenturnar o. a.) eins og í undanstandandi ævintýri, til svanabrúðurin rýmir frá dronginum, tí hann bannast. So verður framhildið:]

Drongurin gongur langan veg syrgin og kemur til ein stað, hvar nógvir menn standa og skjóta hindir til at kasta fyri eina ørn, ið býr uppi í fjallinum: hava teir einki at kasta fyri hana, tekur hon børn.

Drongurin biður leggja seg innan í eina hindina og verður blakaður fyri ørnina, sum flýgur upp í reiðrið við honum og kastar hann fyri ungarnar; men hann hevur telgimudd hjá sær og stingur bæði ørn og ungar í hel.

So sker hann sær spor í fjallveggin, kemur upp á slætt og rakar við eitt hús. Har sær hann hinar tríggjar genturnar liggja bundnar á gólvinum.

Tær biðja hann skunda sær burtur aftur, tí tær eru hjá einum risa, ið kemur sleipandi við einum manni hvørt kvøld til at eta. Men drongurin vil ikki rýma, og so biðja tær hann goyma seg í kjallaran niður undir fólkabeinini.

Risin kemur heim og luttar við tað sama fólk; hann leitar og finnur drongin, bukar hann og letur hann liggja.

So gekk tríggjar ferðir upp í slag, og síðstu ferð breyt risin annað beinið á dronginum. Tær grøddu tað dagin eftir við smyrsli, og so rýmdu tey øll frá risanum - ikki kundu jarnleinkjurnar, sum genturnar høvdu ligið bundnar í, halda teimum meira enn tríggjar dagar; so kristnar vóru tær.

Men áðrenn drongurin visti av, vóru genturnar horvnar.

Hann gekk, kom til eitt hús, hvar ein kelling sat inni, og spurdi hana, um hon hevði sæð tríggjar gentur.

“Ja, tær skulu koma tríggjar dagar upp í slag.”

So tók kellingin hann til at leita sær í høvdinum og stakk honum svøvntoll allar tríggjar ferðir, sum tær koma, so at hann vaknaði ikki, tá ið um vardi at vaka. Tær løgdu tá hvør sítt til hansara: ein teirra ein ring, onnur eina keðu og hin triðja eitt epli; síðan fóru tær upp á Glasbjørg.

Hann til gongu dagin eftir so harmur út í ta víðu verøld og kom um langt og leingi til ein stað.

Hann spurdi, um nakar var har, sum fór upp á Glasbjørg.

Ja, søgdu tey: ein skipari lá til at fara.

Drongurin bað lova sær við og slapp.

Tað var ikki meira, enn teir komu fram; men genturnar vóru meira enn fegnar at síggja drongin aftur.

So giftist hann uppaftur við teirri yngstu.

Frásøgn: Elsebeth Sørensen, Kunoy

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

 

46 AT 400

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019