• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Hákunar Jákup

Eingin í verðini dugir so nógvar søgur sum Hákunar Jákup! - hann dugir sera væl at siga frá søgum!

Tá tað líður nakað út á kvøldið, og børnini sita vakurt við borðið ella á skamlum sínum, so kemur Hákunar Jákup, spakuliga kemur hann upp gjøgnum trappurnar; hann gongur á leistum; hóvliga skúgvar hann hurðina og kjuff! við tað sama fýsir hann nýmjólk í eygu teirra, so fínt, so fínt, men tó so mikið, at tey ikki orka at hyggja, og tí síggja tey hann ikki; hann sníkir sær aftur um tey og blæsur spakuliga í nakkan á teimum, so tyngist høvd teirra, ok ok o ja! Tey fáa tó als ikki ilt, tí Hákunar Jákup er góður við børnini; hann vil bert hava tey at vera still, og tað eru tey, tá hann hevur fingið tey niður; tey mega vera púra still, tá hann skal siga teimum frá søgum.

Tá børnini sova, kemur Hákunar Jákup og setur seg á songarstokkin; hann er sera væl ílatin, troyggja hansara er av tí fínasta silki; men tað er ógjørligt at siga, hvussu hon er litað, tí hon skiftir lit, er grøn, reyð og blá, sum hann vendir sær til; undir hvørjum armi hevur hann eitt regnskjól, annað er fult av vøkrum myndum, og tað setir hann uppi yvir teimum góðu børnunum, og tá droyma tey tær vakrastu søgur ta heilu nátt; hitt regnskjólið hevur ongar myndir, og tað setir hann uppi yvir teimum, ið ikki hava skikkað sær væl um dagin, og so sova tey sum hýtin líka til morgunin eftir og droyma ikki eina vakra søgu.

Nú skulu tit fáa at hoyra, hvussu Hákunar Jákup hvørt kvøld í eina heila viku kom til ein lítlan drong, sum æt Hjalmar, og hvat hann segði honum! Tað verða jú sjey søgur, tí tað eru sjey dagar í eini viku.

Mánadagin.

”Lurta nú eftir!” segði Hákunar Jákup eitt kvøldið, tá hann hevði fingið Hjalmar at leggja seg, ”nú skal eg skrýða stovuna!” og við tað sama vórðu allar planturnar í urtapottunum til stór trø, ið toygdu tær longu greinarnar tvørtur undir loftinum og yvir við bróstinum, so øll stovan var blómuskrýdd, og hvør blóma var fagrari enn rósan og angaði so væl, etandi vóru tær eisini og smakkaðu søtari enn hunangur. Ávøksturnir glógvaðu sum gull, og har vóru køkur, ið vóru fullar av rosinum, tað var frálíkt! men í sama bili fór at láta so ræðuliga illa yviri í borðskuffuni, har skúlabøkur Hjalmars lógu.

”Hvat er hatta, eg hoyri!” segði Hákunar Jákup og fór yvir at borðinum og dró skuffuna út. Tá var tað talvan, ið gekk kyk, tí roknistykkið, á henni stóð, var skeivt; griffilin leyp higar og hagar í tjóðri sínum eins og ein varðhundur, hann vildi bøta um roknistykkið, men dugdi ikki! - so var tað skrivibók Hjalmars, sum eymkaði seg, so tað var syrgiligt at hoyra! Niður eftir breddanum á hvørjum blaði stóðu allir teir stóru bókstavirnir, og aftan fyri hvønn teirra stóð ein lítil, teir vóru fyrimynd, men aftan fyri hesar stóðu nakrir aðrir, ið hildu seg vera líka vakrar sum hinar, teir hevði Hjalmar skrivað, og lógu teir heilt á liðini, so tað sá út, sum vóru teir dotnir um regluna, teir skuldu standa á.

”Hyggið! so skulu tit standa!” søgdu fyrimyndirnar. ”Hyggið! gerið sum vit, gerið ein vakran bug í tykkum!”

”O, vit vildu so fegnir,” søgdu bókstavir Hjalmars, ”men vit orka ikki, vit eru so ógvuliga ússaligir!”

”So skal eg koma og klikkja tykkum títling!” segði Hákunar Jákup.

”Onei!” róptu bókstavirnir, erraðu seg upp og stóðu so vakurt, so vakurt.

”Ja, nú fái eg ikki sagt frá søguni!” segði Hákunar Jákup, ”eg má fara at læra bókstavirnar at standa. So - eitt, tvey! eitt, tvey!” og lærdi hann teir so at standa, og stóðu teir so ernir og stinnir sum nøkur fyrimynd; men um morgunin, tá Hákunar Jákup var farin, og Hjalmar fór at hyggja eftir teimum, vóru teir líka ússaligir sum áður.

Týsdagin.

Í sama bili sum Hjalmar var lagstur, nart Hákunar Jákup gandasproytu sína við alt, ið inni var í stovuni, og við tað sama fór alt at tala, og alt tosaði um sjálvan seg; einans spýtibakkin tagdi, hann var argur um, at hini vóru so hugstór, at tey bert talaðu um seg sjálvan og als ongan ans høvdu fyri honum, ið stóð so meinaleysur í einum horni og læt øll spýta á seg.

Uppi yvir dragkistuni hekk ein stór mynd í einum gyltum ramma; hon var av einum landsluti, og sóust har stór, gomul trø, og vuksu blómur ímillum grasið; har var eisini eitt stórt vatn og úr tí rann ein stór á, og rann hon fyri handan skógin tvørt við nógvum slotum líka út í tað stóra villa havið.

Hákunar Jákup nart gandasproytuna við myndina, og fóru so fuglarnir at syngja, trægreinarnar at láta, og dráttur kom í skýggini, og skuggar teirra sóust fara tvørt yvir landslagið.

Nú tekur Hákunar Jákup og lyftir Hjalmar upp móti rammanum, og stingur hann føtur sínar inn í myndina, beint inn í tað síða grasið, og har stóð hann; sólin skein millum trægreinarnar niður á hann. Hann rann so oman at vatninum og setti seg á ein lítlan bát, ið har lá. Hann var málaður reyður og hvítur, seglið var snjóhvítt, og seks svanir, allir við gullkrúnu um hálsin og eini glógvandi bláari stjørnu á høvdinum, togaðu bátin tvørt við teimum grønu skógunum, har trøini søgdu søgur um ránsmenn og trøllkonur; men blómurnar søgdu frá teimum smáu álvunum og firvøldunum.

Vakrir fiskar svumu aftan á bátinum, skræða teirra glitrandi sum silvur; við hvørt kastaðust teir, so tað klamsaði eftir í vatninum; og fuglarnir, reyðir og bláir, stórir og smáir, komu flúgvandi í tveimum longum flokkum aftaná, mýggjabitini singlaðu upp og niður, og svartaklukkurnar søgdu: dumm! dumm! øll vildu sleppa at fylgja Hjalmari, og hvørt teirra dugdi eina søgu.

Hetta var ein frálík ferð! við hvørt var skógurin so tættur, at tað var heilt skýmligt har, og við hvørt var hann so ljósur og vakur sum ein urtagarður við sólskini og blómum; har stóðu slott, ið vóru bygd av glasi og marmarasteini; kring um tey stóðu prinsessur, og allar tær vóru smágentur, sum Hjalmar kendi heilt væl, og sum hann mangar ferðir hevði spælt við. Tær rættu hondina frá sær, og í henni hevði hvør teirra ein so frálíkan sukurgrís, sum fáast kann hjá nakrari køkukonu, tá so Hjalmar kom siglandi tvørt við, tók hann í annan endan á sukurgrísinum, og togaðust tey so um hann, til hann slitnaði, og hvør fekk sín bitan, hon tann minna og Hjalmar nógv tann størra. Hjá hvørjum slotti stóðu prinsar til verju, teir høvdu gullkorðu í hendi og lótu tað regna við rosinum og tinsoldátum; slíkt eru prinsar.

Við hvørt sigldi Hjalmar gjøgnum skógir, so var tað, eins og hevði hann siglt gjøgnum stórar høllir, og aftur var tað, sum sigldi hann mitt gjøgnum ein bý; hann kom eisini til tann býin, har dadda hansara búði, hon hevði borið hann, tá hann var lítil smádrongur og hevði verið ógvuliga góð við hann, og hon nikkaði og veittraði og sang hitt frálíka vakra ørindið, ið hon sjálv hevði yrkt um Hjalmar og sent honum:

Eg hugsi um teg so mangt eitt bil,

mín egni Hjalmar! mín vinur!

mangan eg legði teg barm mín til,

tá av svøvni tú vorðin vart linur.

Eg hoyrdi teg teska tey fyrstu orð,

men frá tær tó mátti eg fara.

Harrin tær fylgi í suður og norð,

ein eingil tú ert úr hans skara.

Og allir fuglarnir tóku undir við henni, blómurnar dansaðu á stelkum sínum, og tey gomlu trøini nikkaðu, rætt sum Hákunar Jákup eisini hevði sagt teimum frá søgum.

Mikudagin.

Tað var áarføri, regnið dundi niður! Hjalmar hoyrdi tað gjøgnum svøvnin, og tá Hákunar Jákup læt vindeygað upp, stóð vatnið næstan áraka karmin; har var eitt heilt hav uttanfyri, og eitt stórt og prýðiligt skip lá tætt at húsunum.

”Hevur tú ikki hug at koma við? lítli Hjalmar!” segði Hákunar Jákup,” so kanst tú í nátt sleppa at ferðast í fremmandum londum og vera aftur í morginárini!”

Við tað sama var Hjalmar í stásklæðum sínum og stóð mitt á tí prýðiliga skipinum; veðrið var frálíkt, og teir sigldu gjøgnum gøturnar, mólu kring um kirkjuna, tí nú var vatn allastaðni. Hildu teir so til havs og sigldu so leingi, at teir mistu alt land burtur, tá sóu teir ein storkaflokk, ið eisini kom heiman og skuldi fara til tey heitu londini; hvør fleyg aftan á øðrum, og høvdu teir longu tá flogið langa leið; ein teirra var so móður, at tað var ikki meir, enn veingirnir vóru mentir at bera hann; hann var seinastur av øllum, og hann varð alt at dragna longri og longri afturfrá; at endanum kom hann hangandi niðureftir á útbreiddum veingjum, hann lækkaði í hvørjum, so sló hann einar tvær ferðir við veingjunum, men einki batti; nú nart hann føturnar við mastratogini á skipinum, nú kom hann glíðandi niður eftir seglinum og dums! har lá hann á dekkinum.

So kom ein lítil piltur og koyrdi hann inn í høsnarhúsið millum høsn, dunnur og kalkúnir; hesin neyðar storkur stóð har sum eitt bitið ross.

”Hygg hatta trøllið!” søgdu allar hønurnar.

Og kalkúnhanin gjørdi seg so bøsnan og tjúkkan, sum hann kundi, og spurdi, hvør hann var; og dunnurnar gingu eftir hæli, skotraðu hvørja aðra og søgdu: ”Kvagg! Kvagg!”

Og storkurin segði teimum frá teirri heitu Afriku, pyramidunum og strutsinum, ið livdi í oyðimørkini og var so kvikur sum ein villur hestur; men dunnurnar fataðu hann ikki, og so stumpaðu tær undir hvørja aðra og søgdu: ”Er tað ikki best, at vit allar eru á einum máli um, at hann er tápuligur?”

”Jú, men er hann tápuligur!” segði kalkúnhanin, og so deildi hann. Tá tagdi storkurin og hugsaði bert um Afriku.

”Nei, sum tygum hava frálíka kløn bein!” segði kalkúnhønan. ”Hvussu nógv kostar alinin?”

”Skratt! skratt! skratt!” flentu dunnurnar, men storkurin læt ikki við seg koma.

”Tygum kunna gott flenna eisini,” segði kalkúnhønan við storkin, ”tí hatta var vert at flenna at! ella kanska hann var ikki førur fyri at fata tað, okk, okk! hann er so einfaldur! latum okkum stuttleika okkum okkara millum!” Og so skrukkaðu høsnini, og dunnurnar søgdu: ”Kvigg, kvagg! kvigg, kvagg!” Tað var ræðuligt, sum tey hildu tað vera stuttligt.

Men Hjalmar fór yvir at høsnahúsinum, læt hurðina upp og rópti á storkin, og hann hoppaði út á dekkið til hansara; nú var hann hvíldur, og tað var, eins og hevði hann nigið fyri Hjalmari og takkað honum; síðan spenti hann veingir sínar út og fleyg til tey heitu londini; men høsnini skrukkaðu, dunnurnar kvaggaðu, og kalkúnhanin gjørdist alreyður um høvdið.

”Í morgin fara vit at hava tykkum til bót!” segði Hjalmar, og so vaknaði hann og lá í síni egnu song.

Hetta var ein sera merkilig ferð, Hákunar Jákup hevði latið hann gjørt hesa nátt.

Hósdagin.

”Hoyr! eg skal siga tær nakað!” segði Hákunar Jákup, ”men verð nú ikki bangin! her sært tú eina lítla mús!” og rætti hann so hond sína við tí lítla, fitta yvir móti honum. ”Hon er komin at bjóða í brúdleyp. Tað eru tvær smáar mýs, ið giftast skulu í nátt. Tær búgva undir kovagólvinum hjá móður tíni, har skal vera so frálíkt at búgva.”

”Ja, men hvussu skal eg sleppa niður gjøgnum tað lítla músholið í gólvinum?” spurdi Hjalmar.

”Grem teg einki um tað!” segði Hákunar Jákup, ”eg skal nokk gera teg lítlan!” og so nart hann gandasproytu sína við Hjalmar, og við tað sama fór hann at minka og minka, og at endanum var hann ikki størri enn ein fingur. ”Nú mást tú læna tær klæðini frá tinsoldátinum, eg hugsi, tey passa tær, og tað ber so væl at vera í herbúna, tá ein er í gildi!”

”Ivaleyst!” segði Hjalmar, og í sama bili var hann í tí fagrasta soldátarbúna.

”Vilja tygum gera so væl og seta tygum í fingurbollan hjá móður tygara,” segði hin lítla músin, ”so skal eg draga tygum!”

”Eya meg! skulu tygum sjálv hava so miklan ómak?” segði Hjalmar, og óku tey so til músabrúdleypið.

Fyrst komu tey niður undir gólvið í eina langa gongd, ið ikki var víðari enn, at tey nett kundu aka gjøgnum hana við fingurbollanum, og øll gongdin var lýst upp við mureldi.

”Rýkur ikki frálíkt her?” spurdi músin, ið dró, ”øll gongdin er smurd við fleskaskinni! tað kann ikki vera betri!”

So komu tey inn í brúðleypshøllina; høgrumegin stóðu allar honmýsnar, og tær tiskaðu og teskaðu, eins og tær høvdu hildið hvørja aðra fyri gjøldur; vinstrumegin stóðu allar hannmýsnar og struku sær um skeggið við labbunum; men mitt á gólvinum stóð sjálvt brúðarparið; tey stóðu í eini útholaðari ostaskorpu og kystust, so øll sóu; men tey vóru jú trúlovað og skuldu skjótt giftast.

Har komu alt fleiri og fleiri gestir; har var sovorðin troðkan, at mýsnar mestsum kleimdu hvørja aðra í hel, og brúðarparið stóð mitt í durinum, so har slapst hvørki út ella inn. Øll stovan eins og gongdin var smurd við fleskaskinni, tað var allur blíðskapurin, men omaná varð framsýnd ein ertur, sum ein lítil mús í familjuni hevði bitið navn brúðarparsins í, tað vil siga tann fyrsta stavin, tað var nakað so frálíkt.

Allar mýsnar vóru á einum máli um, at hetta var eitt frálíkt brúdleyp, og at prátið var óført.

Og so ók Hjalmar heimaftur; hann hevði sanniliga verið hjá fínum fólki; men hann mátti eisini krympa seg væl saman, gera seg lítlan og fara í tinsoldáta búna.

Fríggjadagin.

”Tað er ótrúligt, sum tað eru nógv gomul fólk, sum vilja hitta meg!” segði Hákunar Jákup, ”serliga er tað tey, ið hava gjørt okkurt ilt. ”Góði lítli Jákup,” siga tey við meg, ”vit fáa ikki blund í eyguni, og so liggja vit í andvekri alla náttini og síggja allar okkara óndu gerðir, sum eins og smá, ljót trøll sita á songarstokkinum og spræna heitt vatn í okkum; vilt tú ikki vera so góður at koma og reka tær burtur, so vit kunnu fáa ein tryggan blund,” og so suffa tey so tungan. ”Vit vilja so sanniliga geva tær góða løn; góða nátt, Jákup! peningurin liggur í vindeyganum.” Men slíkt geri eg ikki fyri pening,” segði Hákunar Jákup.

”Hvat skulu vit havast at í nátt?” spurdi Hjalmar.

”Ja, eg veit ikki, um tú hevur hug at koma í brúdleyp aftur í nátt, hetta er ikki sama slagið sum í gjár. Hin stóra dukkan hjá systur tíni, tann, sum er vorðin sum ein maður og eitur Herman, skal giftast við dukkuni Berthu, og síðan er tað burðsdagur hennara, og tí skal har koma ein mongd av gávum!”

”Jú, hatta kenni eg sera væl!” segði Hjalmar, ”altíð tá dukkunum tørvar nýggj klæði, so letur systir tær hava burðsdag ella halda brúdleyp! tað hevur ivaleyst hent hundrað ferðir.”

”Ja, men í nátt er tað brúdleyp nr. hundrað og eitt, og tá hundrað og eitt er úti, so er alt liðugt! og tí skal tað eisini vera so sera frálíkt hesa ferð. Kom bara og síggj!”

Og Hjalmar hugdi yvir á borðið; har stóð hitt lítla papphúsið við ljósum í vindeygunum, og allir tinsoldátarnir stóðu alvápnaðir uttanfyri. Brúðarparið sat á gólvinum og styðjaði seg aftur at borðbeininum, heilt burtur í øðrum heimi, tað var nú heldur ikki so undarligt. Men Hákunar Jákup, ílatin svarta skjúrt ommunnar, gifti tey; tá brúðarmessan var liðug, skóru bæði borð og stólar í at syngja henda vakra sang, sum var skrivaður við blýanti og hevði sama lag sum ”Trappenstregen”:

Vár sangur sum hvirla koma skal

til brúðarparið í stovuni inni;

tey standa bæði so sera væl

og eru gjørd av handskaskinni.

:,:Hurrá, hurrá! fyri pinni og skinni!

tað syngja vit bæði í veðri og vindi! :,:

Og so fingu tey gávurnar; men tey vildu einki etandi hava, tí teimum nýttist bert kærleiki, og honum høvdu tey ivaleyst av.

”Skulu vit nú fara út á landið at ferðast, ella skulu vit gera eina ferð til útlondini?” spurdi brúðgómurin, og so vórðu svalin, ið hevði ferðast nógv, og hønan, ið fimm ferðir hevði klakt ungar, spurd til ráðs; og svalin segði frá teimum heitu londunum, har vínberini hingu so tung, loftið var so milt, og fjøllini høvdu litir, ið als ikki kundu síggjast her.

”Tey hava tó ikki okkara grønkál!” segði hønan.

”Eitt summar lá eg úti á landinum við øllum mínum ungum, har var ein grúsgrøv, sum vit kundu skava í, sum vildu, og so kundu vit fara inn í ein kálgarð við grønkáli! nei, sum tað var grønt, eg kann als ikki hugsa mær nakað vakrari!”

”Men allar bløðkurnar eru so effinett líka vorðnar,” segði svalan, ”og so er oftast illveður her!” ”Ja, men tað eru vit von við!” segði hønan. ”Men her er so kalt, tað frystir!”

”Tað er gott fyri kálið!” segði hønan. ”Men síðan kann eisini her vera heitt! høvdu vit ikki fyri fýra árum síðani eitt summar, ið vardi í fimm vikur, og her var so heitt, at tað valla andaðist! og so hava vit eingi eiturdjór sum úti í verðini, og vit hava ongar ránsmenn! Hann er eitt vittuggi, sum ikki heldur, at okkara land er tað vakrasta! av røttum átti hann ikki at sloppið at verið her!” og so græt hønan. ”Eg havi eisini ferðast! eg havi koyrt yvir tólv mílar í eini byttu! tað er ikki petti stuttligt at ferðast!”

”Ja, hønan er ein klók kona!” segði dukkan Bertha, ”mær dámar heldur einki at ferðast upp um fjøll, tí tað er bert niðan, og so er tað oman! nei, vit vilja heldur fara út í grúsgrøvina og ganga í kálgarðinum.”

Og so varð.

Leygardagin.

”Fái eg nú eina søgu?” segði hin lítli Hjalmar í sama bili, sum Hákunar Jákup hevði fingið hann at leggja seg.

”Í kvøld verða ikki stundir til slíkt,” segði Hákunar Jákup og breiddi hitt vakra regnskjólið út og setti tað uppi yvir honum: ”Hygg nú at hesum kinesarunum!” Og heila regnskjólið var vorðið sum ein stór kinesisk skál við bláum trøum og spískum brúgvum við smáum kinesarum á, sum stóðu og nikkaðu við høvdunum. ”Vit skulu hampa heila verðina til morgins,” segði Hákunar Jákup, ”tað er jú heilagt, tað er sunnudagur. Eg má fara yvir í klokkutornið og vita, um teir smáu kirkjuvættrarnir skúra klokkurnar blankar, so tær kunna ljóða væl; eg má fara út á bøin at hyggja, um vindurin hevur blást støvið væl burtur av grøsum og bløðum, men tað strevnasta av øllum verður at taka allar stjørnurnar niður og skúra tær blankar; eg taki tær bara í svintu mína, men fyrst má eg seta nummar á tær, og holini, sum tær hava staðið í, mugu eisini merkjast, so tær koma aftur í sama stað, ella fáast tær ikki at hefta væl í, og so fáa vit ov nógv stjørnuskot, tá ein fyri og onnur eftir fer at rapla!”

”Hoyr, lat meg siga tær nakað, harri Jákup!” segði ein gomul mynd, ið hekk á bróstinum, har sum Hjalmar svav, ”eg eri langabbi Hjalmars: tygum skulu hava takk fyri, at tygum siga dreinginum frá søgum; men tygum mugu ikki villa hansara fatan. Stjørnurnar takast ikki niður at skúrast! tær eru klótur eins og jørðin, og tað er júst tað góða við teimum!”

”Takk skalt tú hava, tú gamli langabbi!” segði Hákunar Jákup, ”takk skalt tú hava! tú ert jú høvur yvir familjuni, tú ert ”langhøvur”! men eg eri eldri enn tú! eg eri ein gamal heidningi; rómararnir og grikkarnir kalla meg dreymamyndin! eg havi verið í teimum fínastu húsunum og gangi har enn! eg dugi at fáast við bæði stór og smá! nú kanst tú siga søgur!” - og so fór Hákunar Jákup og tók regnskjólið við sær.

”Nú er so vorðið, at ein ikki longur torir at siga sína hugsan!” segði hin gamla myndin.

Og so vaknaði Hjalmar.

Sunnudagin.

”Gott kvøld!” segði Hákunar Jákup, og Hjalmar nikkaði, men sprakk so yvir og vendi mynd langabbans inn mót bróstinum, so hon ikki skuldi snakka uppi í eins og í gjárkvøldið.

”Nú skalt tú siga mær søgur: um tær fimm grønu ertrarnar, sum búðu í einum ertnabjølgi, og um ”hana-pullin”, ið fjeppaðist uppi í ”kjúkuni”, og um stoppinálina, ið hevði slíkar tankar um seg sjálva, at hon helt seg vera eina seyminál.”

”Tað kann eisini fáast ov nógv av tí góða!” segði Hákunar Jákup, ”eg vil helst vísa tær nakað, sum tú veitst! eg vil vísa tær bróður mín, hann eitur eisini Hákunar Jákup; men hann kemur ikki meir enn eina ferð til nakran, og tá hann kemur, tekur hann tey upp á hest sín og sigur teimum frá søgum! hann dugir bert tvær; eina, ið er so frálíka vøkur, at eingin í verðini kann hugsa slíkt, og eina, ið er so ræðulig - ja, tað kann ikki sigast so frá!” og so lyfti Hákunar Jákup Hjalmar upp í vindeygað og segði: ”Har skalt tú síggja hin Hákunar Jákup! tey kallað hann eisini deyðan; hygg, hann er als ikki so grimur, sum í myndabókunum, har er hann tey beru bein og knútur! nei, hatta er ein silvurvovin kjóli, hann er í; hattar er tann fagrasti herbúni! ein kápa av svørtum floyal flagsar aftaná uppi yvir hestinum! hygg, hvussu hann tvísporar.”

Og Hjalmar sá, hvussu tann Hákunar Jákup tuskaði av stað og tók bæði ung og gomul upp á hestin; summi setti hann frammanfyri, og summi setti hann aftanfyri, men altíð spurdi hann: ”Hvussu stendur til í skoðsmálsbókini?” –

”Væl!” søgdu tey øll somul; ”ja, latið meg tó sjálvan síggja!” segði hann, og so máttu tey sýna honum bókina, og øll tey, sum høvdu ”rættiliga væl” og ”frálíka væl”, sluppu at sita framman

fyri á hestinum og sluppu at hoyra ta vøkru søguna; men tey, sum høvdu ”toluliga væl” og ”vánaligt” máttu sita aftanfyri og hoyra ta ljótu søguna; tey nøtraðu og grótu og vildu leypa av hestinum; men tað sluppu tey ikki; tí tey vóru alt fyri eitt grógvin føst í hann.

”Men deyðin er ein frálíka góður Hákunar Jákup!” segði Hjalmar, ”hann ræðist eg ikki petti!”

”Tað skalt tú ikki gera!” segði Hákunar Jákup, ”ansa bara eftir, at tú hevur eina góða skoðsmálsbók!”

”Jú hatta er gott at læra av!” mutlaði mynd langabbans, ”tað hjálpir at siga sína hugsan!” og so legði hann ikki í meira.

Hetta var so søgan um Hákunar Jákup! Í kvøld kann hann sjálvur siga tær frá søgum.

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Ole Lukøie”, ”Eventyr, fortalte for Børn. Ny samling. Tredie Hefte”, 1842

Poul Olsen (1896-1933) týddi. ”Sáttmálin mikli”, Oddmar á Steig savnaði. Føroya Lærarafelag 1966.

 

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019