• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Hálskragin

Einaferð var tað ein fínur kavalerur, sum ikki átti annað í veranum enn ein stivlaknekt og ein greiðkamb, men so átti hann eisini vakrasta hálskraga í allari verðini, og tað er hálskragan, vit skulu hoyra eina søgu um.

Nú var hann so mikið tilkomin, at hann hugsaði um at gifta seg, og so bar tað so á, at hann kom í vask saman við einum sokkabandi.

”Nei!” segði hálskragin, ”ongantíð í verðini havi eg sæð nakað so klænt og fínt, so bleytt og yndisligt. Sigið mær, hvussu eita tygum?”

”Tað sigi eg ikki!” segði sokkabandið.

”Hvar búgva tygum?” spurdi hálskragin.

Men sokkabandið var so smæðið og helt, at hetta var ein undarligur spurningur at svara uppá.

”Mestur eru tygum miðjuband!” segði hálskragin, ”soleiðis at hava innanundir! Eg dugi at síggja, at tygum eru bæði til nyttu og prýði, lítla jomfrú!”

”Tygum skulu ikki tosa við meg!” segði sokkabandið, ”eg haldi ikki, at eg havi eggjað tygum til tað!”

”Jú, táið ein er so vøkur sum tygum!” segði hálskragin, ”so er tað ivaleys eggjan!”

”Verið ikki so naskur!” segði sokkabandið, ”tygum síggja so mannfólkaligur út!”

”Eg eri eisini ein fínur kavalerur!” segði hálskragin, ”eg eigi ein stivlaknekt og ein greiðkamb!” Men hetta var ikki satt, tí tað var harri hansara, sum átti tað, men hann hevði hug at reypa.

”Ver ikki so nærgongin!” segði sokkabandið, ”eg eri ikki von við slíkt!”

”Krymp títt!” segði hálskragin, og so varð hann tikin upp úr vaskiílatinum og lagdur í stívilsi, hongdur út á snórin í sólskinið og síðani lagdur á strúkibrettið. Har kom tað heita strúkijarnið.

”Frúa!” segði hálskragin, ”lítla, unga einkjan! Eg kenni meg so heitan. Tað er, sum eg broytist, eg føli meg so flatan! Tygum brenna hol á meg! Eg loyvi mær at biðja um tygum!”

”Kloddi!” segði strúkijarnið og fór so stoltsliga strúkandi eftir hálskraganum. Tí tað visti ikki betur, enn at tað var ein dampketil, sum skuldi út á jarnbreytina at draga jarnbreytarvognar.

”Kloddi!” segði tað.

Hálskragin var eitt sindur travnaður, og so kom saksurin og skuldi klippa trevsurnar burtur.

”Oh,” segði hálskragin. ”Tygum munnu vera høvuðsdansarinda! Sum tygum duga at spíla beinini út! Hatta er tað vakrasta, eg nakrantíð havi sæð. Hatta dugir onki menniskja at gera at líkna til so væl!”

”Tað veit eg,” segði saksurin.

”Tygum áttu at verið greivinda!” segði hálskragin. ”Alt, sum eg eigi, er ein finur kavalerur, ein stivlaknektur og ein greiðkambur! - Gævi eg átti eitt greivadømi!”

”Fríggjar hann!” segði saksurin, tí ilt kom í hann, og so gav hann hálskraganum eitt trivaligt klipp, og so var hann burturkast.

”Eg noyðist helst at fara at fríggja til greiðkambin! Tað er stórartað, sum tygum hava góðar tenn, lítla frøkun,” segði hálskragin. ”Hava tygum ongantíð hugsað um at trúlova tygum?”

”Jú, tað máttu tygum vita!” segði greiðkamburin, ”tí eg eri trúlovað við stivlaknektinum!”

”Trúlovað!” segði hálskragin. Og nú var ongin eftir at fríggja til, og so helt hann bara hánt um fríggj.

Nú gekk ein long tíð, og so kom hálskragin í kassan hjá pappírsmyllaranum. Har var stór kloddasamkoma, teir fínu fyri seg og teir grovu fyri seg, sum tað eigur at vera. Allir høvdu teir nógv at práta um, men hálskragin prátaði mest, hann var ein sannur reypari.

”Eg havi havt øgiliga nógv konufólk!” segði hálskragin, ”eg fekk ikki frið fyri teimum! Men eg var eisini ein fínur kavalerur, við stívilsi. Eg átti bæði stivlaknekt og greiðkamb, sum eg ongantíð brúkti! - Tygum skuldu sæð meg tá, sæð meg, meðan eg lá á liðini! Aldri gloymi eg fyrstu gentu mína, hon var miðjuband, so fín og bleyt og so yndislig. Hon leyp eftir høvdinum í eina vatnbalju - bara fyri mína skyld! - Tað var eisini ein einkja, sum gjørdist glóðheit, men eg læt hana bara standa, til hon sortnaði! So var tað høvuðsdansarindan, hon gjørdi hetta skarðið í meg, sum eg enn gangi við, hon var so slúkin! Greiðkamburin hjá mær var eisini skotin í mær, hann misti allar tenninar av kærleikssorg. Ja, mangt hevur verið mær fyri av slíkum, men tað, sum pínir meg mest, er sokkabandið - eg meini miðjubandið, sum fór eftir høvdinum í vatnbaljuna. Ja, eg havi nógv at angra og havi harðliga fyri neyðini at gerast til hvítt pappír!”

Og tað gjørdist hann. Allir kloddarnir vórðu til hvítt pappír, men hálskragin varð júst til hetta pappírið, vit her síggja, sum henda søgan er prentað á, og tað er tí, at hann reypaði so nógv av slíkum, sum ongantíð hevði verið, og tað mugu vit minnast til, at vit ikki bera okkum at sum hann, tí ongin veit, um vit ikki einaferð koma í kloddakassan og verða gjørd til hvítt pappír og fáa alla okkara lívssøgu prentaða, enntá tað allar loyniligasta og noyðast so sjálv at ganga og siga søguna, eins og hálskragin.

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Flipperne”, ”Nye eventyr. Andet bind. Anden samling”, 1848.

Marius Johannesen (1905-1986) týddi. H.C. Andersen: ”10 ævintýr”, Bókaforlagið Grønalíð 1980.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019