• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Havfrúgvin og kongabørnini


Eina ferðina var tað ein kongur, sum ráddi fyri einum stórum ríki langt burturi í verðini. Hann átti nógv herskip. Best dámdi honum at vera á sjónum. Tí lá hann úti við skipum sínum í langar tíðir, bæði summar og vetur.

Nú eina ferðina, kongur kemur heim yvir havið frá herferð, støðgar skipið hjá honum úti í villini sjógv. Djúpt er og einki land at síggja, so skipsmenninir fata ikki, hvat ið bagir. Teir fara so til kongin og siga, hvussu vorðið ið er, at skipið er støðgað - hóast vindurin blæsur og seglini standa full.

Kongur kemur á dekkið, hyggur allastaðni. Jú, nú sær hann, tað situr ein havfrúgv á einari aldu framman fyri skipinum. Hann rópar á havfrúnna: ”Hvat vil tú mær?”

Hon svarar: ”Tú sleppur aldri hiðani, uttan tú lovar mær tað fyrsta lív, tú hittir, tá ið tú kemur til tína heimastrond.”

Konginum líkar hetta einki. Men hann veit sær eingi ráð uttan at geva henni hetta lyftið. Tað ger hann so. Og beinanvegin fer skipið aftur at sigla. Tað var væl av vindi, hann lá rúman, so tað leið væl eftir hjá teimum. Skjótt sóu teir land.

Kongurin átti ein einasta son. Hann var fimtan ára gamal. Nú gekk hann og stundaði eftir, at pápin skuldi koma heim. Og tá ið hann ein dagin sær skipið koma undan havsbrúnni, er hann ikki seinur til strandar.

Men tá ið kongurin stígur á land og sær sonin koma rennandi ímóti sær, er hann illa við. Tí hann minnist lyftið, hann hevur givið havfrúnni. Hann skundar sær at festa eyguni við ein galt, sum gekk har og rótaði og síðani við eina gás. Dapur í huga beyð hann monnum sínum at kasta galtin í havið. Síðani fer hann leiðandi sonin heim á borgina, meðan alt fólkið frøist við at hava fingið kongin heilan heimaftur.

Dagin eftir verður stormur; brimið stendur í grasið, og galturin verður skolaður deyður upp á aftur land.

Kongur býður nú, at gásin skal kastast í havið. Aftur kemur stormur og brimódn, so gásin breyt eisini deyð upp á aftur land.

Nú skilti kongur, at havfrúgvin vildi einki annað lív hava uttan son hansara. Og hann vildi kongur ikki lata, tí sonurin var tað besta, hann átti. Kongur ger tí tað, sum hann aldri hevur gjørt áður, hann brýtur sítt lyfti til havfrúnna og roynir at gloyma, at hann nakrantíð hevur hitt hana.

Ája, hetta gongur eina tíð. Men so má kongur sanna, at eingin kann sníkja seg frá lagnu síni. Best sum er, og kongssonurin gongur niðri við strondina saman við øðrum ungdómi, nú kemur ein fonhvít hond upp úr sjónum, tað glitrar gull og dýrir steinar á hvørjum fingri. Hondin grípur kongssonin og dregur hann oman av landi. Hann verður nú førdur langar leiðir gjøgnum havið og støðgar ikki á fyrr enn á slottinum, har havfrúgvin býr. Tí havfrúgvin hevur eitt stórt og stásisligt slott á havbotninum, har alt er prýtt við silvuri og gulli, við perlum og dýrum steinum.

Kongssonurin livdi nú leingi í hesum slotti. Her hitti hann fleiri kongabørn, ið líka sum hann vóru tikin oman av landi og førd higar. Ein av moyggjunum, havfrúgvin hevði um seg, var kongsdóttirin Singorra. Hon hevði verið har sjey ár og visti mongum at siga frá. So líðandi var hon eisini vorðin framlig í gandi. Kongssonurin fær skjótt yndi til hesa vøkru gentu. Singorra verður eisini burtur í honum, og tey geva hvør øðrum lyfti um trú og æru so leingi, tey eru á lívi.

Ein dagin kallar havfrúgvin kongssonin til sín og sigur við hann:

”Eg veit, tú er góður við Singorru. Nú leggi eg tær tríggjar treytir við. Lúkar tú tær, gevi eg tær gentuna og loyvi at fara heim aftur við henni. Lúkar tú tær ikki, skal tú vera her og tæna mær allar tínar dagar.”

Havfrúgvin leiddi hann nú til eina stóra ong, ið stóð alloðin av sævargrasi, og sigur við hann: ”Hetta veri tín fyrsta treyt, at tú sker hesa ongina og setur hvørt strá aftur á rótina, so alt verður sum áður. Og hetta skal vera gjørt, áðrenn sólin setir í kvøld.” Síðani gevur havfrúgvin honum ein akurknív í hondina og fer frá honum.

Kongssonurin setir nú á at skera. Men tað er beinanvegin, hann missir mótið; tí hann sær, at hvussu hann kýtir seg, fær hann ikki skorið hálvliðugt til dagsetur. Og so hetta at seta hvørt strá á aftur rótina, tað stóð jú ikki til. Hann leggur knívin frá sær og setir seg á vøllin.

Meðan kongssonurin situr har ráðvillur og dapur í huga, kemur tann vakra Singorra gangandi framvið og spyr, hví hann situr har so niðurfyrikomin á at líta. Kongssonurin sigur nú, hvat havfrúgvin hevur álagt honum, ”og av tí eg fái ikki gjørt tað, hon krevur, missi eg bæði teg og allan mín lívshug.”

Tá sigur Singorra: ”Lovar tú aldri at svíkja meg, skal eg hjálpa tær.”

Kongssonurin svarar, at aldri, so leingi hann livir, skal hann svíkja tað lyfti, hann hevur givið henni um trúskap.

Singorra tekur nú akurknívin og nemur við grasið. Tað er alt í einum, so er alt grasið sligið. Hon vendir knívinum, nemur við grasið við bakkanum, og beinanvegin stendur alt á aftur rótini. Síðani fór hon sín veg.

Men kongssonurin skundaði sær glaður í huga heim á borgina at siga havfrúnni frá, at hann hevði lúkað fyrstu treytina.

Dagin eftir kallaði hon kongssonin aftur til sín og segði við hann, at nú skuldi hon geva honum aðra treytina: ”Í rosshúsi mínum standa hundrað ross. Har hevur ikki verið sópað í eitt mannaminni. Fá nú alt burtur, har liggur, áðrenn sólin setir í kvøld. Ger tú tað, skal eg halda lyftið, eg havi givið tær.”

Men tá ið kongssonurin kemur í rosshúsið, sær hann, at tað nyttar einki at fara undir arbeiðið; hetta var ikki einsmansføri at sópa áðrenn dagsetur. Hann setur seg bara niður, mótleysur sum ongantíð áður.

Hann hevði ikki sitið leingi, nú kemur tann vakra Singorra til hansara og spyr, hví hann er so tungur í huga.

Kongssonurin sigur henni nú frá, hvat havfrúgvin hevur álagt honum. ”Tað eri eg ikki maður fyri at gera, og so missi eg bæði teg og allan mín lívshug. Tí eri eg so syrgin.”

Singorra sigur nú við hann: ”Lovar tú, aldri at svíkja meg, skal eg hjálpa tær.”

Kongssonurin svarar, at aldri so leingi, hann livir, skal hann svíkja lyftið, hann hevur givið henni.

Tá fór Singorra at stalldurunum, tók ein putt, har stóð, og sló í stallgólvið. Alt í einum var reint, so gullreint, at tað var ikki eitt smusk at síggja. Kongsdóttirin fór sín veg.

Men hann fór glaður og fróur heim á borgina at siga havfrúnni, at hann hevði lúkað aðru treytina.

Triðja dagin verður hann kallaður upp aftur á borgina. Havfrúgvin sigur tá við hann:

”Hetta veri tín triðja treyt: Eg eigi ein svínastall við túsund svínum. Har er ikki sópað í hundrað ár. Ger tú tað, áðrenn sólin setir í kvøld, skal eg halda lyftið, eg gav tær. Ger tú tað ikki, skal tú vera her hjá mær allar tínar lividagar.”

Tá ið prinsurin kemur í svínastallin, er har so vorðið, at hann roynir ikki at fara undir arbeiðið, tí tað var meira enn so, at nakað menniskja kundi fáa tað liðugt, áðrenn dagur setti. Hann setir seg bert niður og leggur hendurnar í fangið og er so syrgin, at tað er eingin endi á.

Hann hevur ikki sitið leingi, nú kemur tann vakra Singorra aftur til hann og spyr, hví hann situr so stúrin.

Hann sigur nú frá, hvat havfrúgvin hevur álagt honum. ”Tað er einki menniskja ført fyri at gera til dagsetur; tí missi eg bæði teg og hugin at liva longur.”

Kongsdóttirin sigur: ”Lovar tú, aldri at svíkja meg, skal eg hjálpa tær.”

Hann svarar: ”Aldri mín dag skal eg svíkja lyftið, eg havi givið tær, so leingi eg eri á lívi.”

Singorra fer nú fram at svínahúsdurunum og sigur, í tí hon hevur hondina á loft: ”Veri reint!” Og alt í einum var alt sópið burtur og gólvið so reint, at tú sá ikki eitt fon. Síðani fór kongsdóttirin sín veg.

Men hann skundaði sær upp á borgina at siga havfrúnni frá, at hann hevði lúkað triðju treytina. Tá varð hon ill, men duldi tað, hugsaði við sær, at enn einaferð skuldi hon royna at vinna á kongssoninum.

Morgunin eftir kallar havfrúgvin hann upp aftur til sín og sigur: ”Nú skal tú fara til systur mína eftir brúðarstásinum til unnustu tína.” Hon gevur honum eina eskju at hava hetta í. Tá órar kongssonurin ilt. Hann sær á eygnabránum, at havfrúgvin vil honum ann. Hon ætlar, hann skal møta feigdini á hesi ferð.

Tá ið kongssonurin skal til ferðar, kemur tann vakra Singorra til hann og sigur: ”Eg havi hoyrt, tú skal til systur havfrúnna. Tá kemur tú valla heilur heim, fylgir tú ikki mínum ráðum. Her hevur tú tveir knívar, tvær øksir, tvær húgvur og tvey breyð. Hetta skal tú taka við tær og geva burtur á leiðini, sum tú heldur best vera. Og tá ið tú kemur vegin fram, ver tá varin, hvar tú setir teg. Í høllini, tú kemur inn í, eru fimm stólar. Setir tú teg í tann hvíta, søkkur tú í jørðina og kemur aldri upp meir. Setir tú teg í tann reyða, kemur eldur í teg, sum aldri sløknar. Setir tú teg í tann bláa, fær tú ólívssótt og doyr. Setir tú teg í tann gula, fær tú svinnsótt og kemur teg aldri aftur. Men á tí svarta stólinum situr tú óskalaður. Her gevi eg tær eisini ein silkikodda, legg hann undir ormin, ið skríður á salsgólvinum. Og fram um alt - et ikki av tí, tær verður boðið, tí so er úti við tær, og eg síggi teg aldri meir.”

Kongssonurin takkar unnustu síni fyri hesi góðu ráð, sigur henni farvæl og fer avstað.

Einki er mær sagt um ferðina, fyrr enn kongssonurin kemur til tveir menn, sum fáast við træskurð. Teir eru illa útgjørdir, hava bara ein knív, eitt morlijarn, sum einki nyttar. Kongssoninum kemur nú í hug, tað Singorra segði við hann, og gevur træskurðarmonnunum knívarnar báðar.

Hann fer nú haðani. Tá ið hann hevur gingið nakað, kemur hann til tveir viðahøggarar. Men arbeiðið gongur vánaliga; tí teir hava bara eina træøksi. Kongssonurin tekur nú báðar sínar øksir og gevur viðahøggarunum hvør sína. Hann fer nú longur fram á vegin og kemur til tveir kvarnkallar, sum stóðu har við breytina og mólu korn. Tað var kalt í veðrinum, og teir vóru hattleysir, so teir vóru illa komnir av kulda. Kongssoninum rennur í hug tað, sum unnustan segði við hann, og gevur kvarnkallunum hvør sína húgvu. Aftur gongur kongssonurin og kemur til tað stóra slottið, sum systir havfrúnna búði í. Men fyri borgarliðanum koma ein bjørn og ein úlvur stunandi ímóti honum, og tey leikaðu í, so hann ógvaðist við. Men kongssonurin var ikki ráðleysur, hann tekur annað breyðið, blakar villdýrunum hvørt sína helvt av tí. Tey leggjast nú at eta, og hann sleppur snikkaleysur inn um grindina.

Hann fer síðani inn á slottið og trínur fram fyri havdrotningina, ber heilsu frá systrini, havfrúnni, sigur síni ørindi. Hann verður hábærsliga móttikin, og havdrotningin lovar at fáa brúðarstásið til vega. Hon tekur tann hvíta stólin og býður honum sess. Kann vera neyðugt at hvíla seg eftir so langa ferð. Men kongssonurin minnist tað, Singorra segði við hann, og setir seg ikki. Tá ber hon fram tann reyða stólin, men kongssonurin sigur, at hann virðir einki at standa. Nú ber hon fram tann bláa stólin. Kongssonurin vil heldur ikki seta seg í hann. Síðani tekur hon tann gula. Tað er í sama navn, hann setti seg ikki. Tá tók havdrotningin tann svarta stólin. Jú, nú tók kongssonurin av og helt fyri: »Tað kundi verið ein hvíld at bukkað beinini eina løtu.”

Havdrotningin varnaðist, at kongssonurin var varin. Tað dámdi henni lítið. Hon tekur nú eitt lítið ílát við mati og býður: ”Tað er neyðugt at eta aftan á so langa ferð.” Kongssonurin bar seg undan og segði, hann var ikki svangur. Men tað batti eingin umbering, eta mátti hann, um hann vildi ella ei. Havdrotningin fer nú at fáa brúðarstásið saman. Áðrenn hon fer, sigur hon við ormin, sum skríður á gólvinum:

”Ormur mín

ansa eftir honum!”

Tá ið kongssonurin nú sær ormin skríða, fer hann og leggur silkikoddan, hann fekk frá unnustu síni, undir høvdið á honum. Hetta dámdi honum væl, og hann legði seg við frið at sova. Kongssonurin fer nú og setir matílátið í ein krók, leggur ein kveistur útyvir, setir seg so aftur á tann svarta stólin. Tá ið havdrotningin kom aftur, spurdi hon, um hann hevði etið. - Jú, hann hevði, takkaði fyri.

Nú sigur havdrotningin:

”Matílát mítt!

hvar er tú nú?”

Ílátið svarar:

”Undir kveistrinum her,

undir kveistrinum her.”

Havdrotningin varð firtin, tók matílátið og setti í fangið á kongssoninum og segði, at hann skuldi eta upp, áðrenn hon kom aftur. So sigur hon við ormin - í tí hon fer út:

“Ormur mín

ansa eftir honum!”

Meðan havdrotningin er úti, hugsar kongssonurin seg um, hvar hann skal fjala matílátið. Jú, hann ger ikki vandari, stappar ílátið upp undir troyggjuna. Havdrotningin kemur aftur og spyr kongssonin, um hann hevur etið. - Jú, hann hevur, takkar fyri matin.

Havdrotningin sigur:

”Matílát mítt!

Hvar er tú nú?”

Matílátið svarar:

”Her í barminum,

her í barminum.”

Tá er havdrotningin nøgd og sigur:

”Er tú í barminum,

endar tú drúgvast í tarmunum.”

Kongssonurin fær nú eskjuna við brúðarstásinum, sigur farvæl, takkar fyri seg og fer av stað. Hann er ikki meir enn komin út í tún, nú fer at skotrast uppi undir troyggjuni. Tá er tað matílátið, sum er vorðið livandi, hevur umskapt seg til ein dreka, sum breiðir út veingirnar og fer á flog. Hann sær hann ikki aftur. Tá ógvaðist kongssonurin við og skundaði sær, alt hann orkaði, burtur haðani.

Tá ið hann kemur til borgarliðað, rópar havdrotningin:

”Bjørn mín,

rív hann sundur!”

Beinanvegin leyp bjørnin fram og skuldi jarðleggja hann. Men kongssonurin tók hitt breyðið og gav henni helvtina. Tá segði bjørnin:

”Gorhungrað var eg.

Nú fekk eg mettuna.”

Kongssonurin skundaði sær av stað. Men nú kom hann til vargin. Tá rópti havdrotningin:

”Úlvur mín,

rív hann sundur!”

Úlvinum var ikki at eggja; hann leyp fram við gapandi kjafti. Men kongssonurin tók hina helvtina av breyðinum og gav honum. Tá bant úlvurin frið og segði:

”Gorhungraður var eg.

Nú fekk eg mettuna.”

Kongssonurin gongur longri og kemur til teir báðar kvarnkallarnar, sum standa og mala við gøtuna. Tá rópar havdrotningin:

”Kvarnkallar tvá,

leypið nú á!”

Men tá ið kvarnkallarnir sóu, hvør ið kom, lupu teir ikki á, lótu kongssonin fara í frið og náðum og søgdu:

”Hann gav okkum húgvu,

vit gera honum einki ilt.”

Kongssonurin skundar sær nú longur fram á vegin og kemur til viðahøggararnar. Tá rópar havdrotningin:

”Viðahøggarar tvá,

leypið nú á!”

Men tá ið viðahøggararnir sóu, hvør ið kom, lupu teir ikki á, men søgdu:

”Hann gav okkum øksi,

vit gera honum einki ilt.”

Aftur gongur kongssonurin sína leið og kemur til træskurðarmenninar. Havdrotningin rópar:

”Træskurðarmenn tvá,

leypið nú á!”

Men tá ið træskurðarmenninir sóu, hvør tað var, ið kom, lupu teir ikki á, men søgdu:

”Hann gav okkum knív,

vit gera honum einki ilt.”

Kongssonurin gongur nú ótálmaður sína leið, líka til hann kemur heim. Tá fer hann inn fyri havfrúnna við brúðarstásinum og sigur, at nú hevur hann røkt tey ørindi, hon hevði sent hann.

Tá varð havfrúgvin so ørg, at hon beit á kampi; men segði einki. Tað sást á øllum brøgdum, at hon hevði ilt í huga.

Um kvøldið, tá ið fólk skal til songar, kemur tann vakra Singorra til kongssonin og sigur:

”Væl afturkomin, vinur mín! Men nú er havfrúgvin ill; so hava vit lív okkara kært, mugu vit sleppa okkum til rýmingar í nátt.”

”Tað man vera lættari sagt enn gjørt at rýma hiðani,” sigur kongssonurin, ”uttan so havfrúgvin sleppur okkum avstað.”

Singorra biður kongssonin hava gott mót. ”Bara tú lovar at verða trúfastur móti mær, so skal eg finna upp á ráð.”

Hann vissar hana í, at hann aldri sítt lív skal ynda aðra gentu enn hana.

Tá sigur Singorra: ”Far oman í stallin, legg gullsaðilin á tann svarta hestin, og silvursaðilin á ta svørtu ryssuna.” Sjálv fer hon í moynnasalin og bjórar tríggjar dukkur saman. Eina setir hon við songina, aðra á miðjum gólvinum og triðju á gáttini. Síðani sker hon seg í fingurin, letur ein blóðdropa drepa á hvørja dukkuna og sigur við tær:

”Svarið tit nú fyri meg, tá ið eg eri farin.”

Um midnáttarleitið fóru bæði kongabørnini ljódliga oman í rossastallin, stigu á bak og riðu út av borgini. Tað hvørki goyði ella gól eftir teimum, og tey riðu í frið og náðum alla náttina. Eingin varnaðist um, at tey vóru farin av stað.

Men tá ið hanarnir fóru at gala út móti morgni, vaknaði havfrúgvin í høgalofti og rópti:

”Singorra mín,

svevur tú enn?”

Dukkan við songina svarar:

”Nei, mín frú,

eg vaki nú.”

Eina løtu seinni rópar havfrúgvin aftur:

”Singorra mín,

hvat ger tú nú?”

Dukkan á miðjum gólvi svarar:

”Hoyr, mín frú,

eg kyki nú.”

Aftur gongur ein løta. Havfrúgvin rópar triðju ferð:

”Singorra mín,

er kykað nú?”

Dukkan á gáttini svarar:

”Ja, mín frúa,

nú ornar grúva.”

Men tá ið leið út á morgunin, kom havfrúgvin sjálv inn í moynnasalin at síggja, hvussu vorðið er. Tá sær hon, kongsdóttirin er burtur; bara tær tríggjar dukkurnar standa har og glana. Hon grunar, hvat áfatt er, og skundar sær oman í rossastallin. Tá eru tey svørtu rossini bæði horvin. So var gitin gáta: Kongabørnini vóru rýmd á hestbaki. Havfrúgvin verður ovursint og lovar hevnd. Hetta skal vera minniligt, at tey hava vunnið henni hesa neis. Hon rópar á ein av dreingjum sínum og sigur:

”Skunda tær, saðla tann havurin,

sum tekur hundrað míl í einum lopi,

ríð av stað og tak bæði stórt og smátt!”

Drongurin var ikki seinur, leyp á bak og so av stað sum eitt fok.

Tá ið Singorra hoyrdi dunini aftan fyri tey, skilti hon, at nú var vandi á ferð. Hon sigur tá við kongssonin: ”Hoyrir tú gangin? Hatta er havurin hjá havfrúnni, sum er úti og gantast. Nú ræður um at vera varin.”

Hon skapti seg nú um til eina rottu og kongssonin til tvær rottur, sum gingu og spældu sær á gøtuni. Hetta var ikki meir enn gjørt, nú kemur havurin sum ein hvirluvindur stunandi, eldgrøvin stóð eftir honum, hann kom.

Tá ið nú drongurin sær tær tríggjar rotturnar, sum spæla sær við gøtuna, hugsar hann við sær: ”Tað man ikki vera hasar meinaleysu skapningarnar, havfrúgvin ætlaði, at eg skuldi taka.” Hann reið nú vegin fram, men einki hann fann. Mátti so venda heim aftur við sín gráin tøkk.

Tá ið hann kemur til garðs, stendur havfrúgvin uttanfyri og bíðar. ”Nú, fekk tú tey?” spyr hon.

”Nei,” sigur drongurin, ”eg sá bara tríggjar rottur, ið spældu á gøtuni.”

Tá segði havfrúgvin og var ógvuliga ill:

”Tær skuldi tú tikið.

Far avstað aftur og tak bæði stórt og smátt.”

Drongurin steig aftur á bak og helt av stað, sum eitt skot. Men tá ið Singorra hoyrir dunini, sigur hon við kongssonin:

”Hoyrir tú gangin? Nú mugu vit vera varin, tí nú er havurin hjá havfrúnni úti og gantast.”

Hon skapar tey bæði um til tveir smáfuglar, ið flagsa í luftini.

Í tí sama kemur havurin stunandi, tað er ikki eiti á ferð, hann hevur. Tá ið drongurin nú sær hesar báðar fuglarnar, hugsar hann við sær: Hasir meinaleysu smáfuglarnir kann tað ikki vera, havfrúgvin hevur ætlað, eg skuldi taka. Hann ríður nú vegin fram, finnur einki og vendir heimaftur við sín gráin tøkk.

Tá ið hann kemur aftur til garðs, stendur havfrúgvin fyri honum og bíðar: ”Nú sá tú tey?” spyr hon.

”Nei,” svaraði drongurin, ”eg sá einki uttan tveir smáfuglar, sum flagsaðu í luftini.”

Havfrúgvin sigur, illa við:

”Tað var teir, tú skuldi tikið.

Far avstað aftur og tak bæði stórt og smátt.”

Aftur helt drongurin av stað við havrinum. Hann fór so skjótt sum hugin.

Tá ið Singorra hoyrir dunini aftan fyri tey, sigur hon við kongssonin: “Hoyrir tú gangin? Nú mugu vit vara okkum. Havurin hjá havfrúnni er úti og gantast.” Nú skapar hon seg og unnasta sín um til tvey trø, sum standa við gøtuna.

Tað var alt í einum, drongurin var har á havrinum. Hann fór sum eitt hvin gjøgnum luftina.

Tá ið hann nú sær tey bæði trøini standa við gøtuna, hugsar hann við sær: Hasi neyðars trøini, har standa, kann tað ikki vera, havfrúgvin vildi hava meg at taka. Hann reið nú vegin fram, men fann einki og reið heim aftur við sín gráin tøkk.

Tá ið hann kemur til garðs, stendur havfrúgvin fyri honum og bíðar: ”Nú, fann tú tey?” spyr hon.

”Nei,” svarar drongurin, ”eg sá bara tvey trø, sum stóðu við gøtuna.” Tá sigur havfrúgvin grim í huga:

”Rætt tey skuldi tú tikið.

Segði eg ikki, tú skuldi taka

bæði stórt og smátt?”

So helt havfrúgvin sjálv av stað á havri sínum. Nú skuldu kongabørnini týna. Men gakk! Tá ið hon kemur vegin fram, eru tey komin um mark inn í eitt annað ríki, sum hon hevði einki vald á. Hon mátti so heim aftur við sítt gráin skinn.

Kongabørnini ferðast nú víðari og koma upp úr sjónum nærindis kongsgarðinum. Tá ið kongssonurin sær sín faðirs garð aftur, leingist honum eftir at frætta, hvussu vorðið er, um faðir og móðir eru á lívi enn. Singorra setir seg ímóti, at hann skal fara inn á slottið. Hon var ikki álvilig fyri, hvat ið tá fór at henda. Men kongssonurin vildi so fegin fara. Hann bað og bønaði unnustu sína um at sleppa av stað. Jú, so læt hon sær siga. Men hann skuldi vera skjótur aftur. Hon skuldi seta seg at bíða eftir honum. Og so sigur hon við hann:

”Eitt má tú lova mær: Sig einki við nakran, tá tú kemur í faðirs garð. Ver málleysur til vit hittast aftur; tí annars gloymir tú meg og tað lyfti, tú hevur givið mær.”

Kongssonurin játtaði sum Grimmar kongur, at hann skuldi ikki fella orð, fyrr enn hann hevði hitt hana aftur. So fer hann av stað. Singorra verður sitandi eftir. Hon grætur, tí tað berst henni fyri, at nú fór hann frá henni við alla.

Ája, kongssonurin ríður nú heim. Og tit kunna ætla, at frøin var stór. Men hann var løgin, hildu øll á borgini; tí hann segði ikki eitt orð. Hann heilsaði tigandi foreldrum sínum og gjørdi seg so til at fara av stað aftur. Øll hildu tað var nógv fyri, hann skuldi fara so skjótt. Men tað bar ikki til at forða honum.

Tá ið kongssonurin nú kemur út aftur um borgarliðað, kemur hundurin so glaður smágoyggjandi ímóti honum. Tá gloymir hann sítt lyfti og fer at pjátra fyri hundinum. Í somu løtu var hann ein heilt annar maður og gloymdi unnustu sína. Alt, sum hent var, tóktist honum, var ein ringur dreymur. Hann vendi nú inn aftur og var sum hini. Faðir og móðir tóku glað og fró ímóti honum, og alt var gott. Alt ríkið gleddist, tí kongur nú hevði fingið son sín, sum so leingi hevði verið burtur, heilan heim.

Meðan alt hetta hendir, situr Singorra og bíðar. Hon bíðar og bíðar; men eingin kongssonur spyrst aftur. Tá skilir hon, at alt, hon ræddist fyri, er hent; hon hevur mist unnasta sín. Tað var henni ein tung sorg at bera. Hon sleppir sær burtur úr fólkaeygum og setir seg við eina lítla keldu at gráta. Tá ið náttin kom, fór hon upp í eitt træ, sum stóð og lútaði út yvir kelduna, og setti seg at sova.

Tíðliga um morgunin, tá ið sólin kom upp, kemur ein ung genta til kelduna eftir vatni. Tá ið hon bukkar seg niður at taka vatnið, sær hon andlitið á tí vøkru Singorru spegla sær í kelduni, og heldur tað vera sítt egna andlit, hon sær. Glað og ovfarin slær hon hendurnar saman og sigur:

”Eri eg vorðin so vøkur, hóskar tað ikki longur at vera heima og síggja blinda faðir mínum til góðar.”

Við hesum orðum blakaði hon vatnílátið frá sær og rýmdi. Men Singorra fór niður úr trænum, tók vatn í byttuna og fór heim í smáttuna til tann blinda mannin. Hon varð so góð við hann, sum var tað hennara egni faðir. Hesin gamli helt heldur ikki annað, enn at hetta var hansara egna dóttir, hóast hon alt í einum var vorðin heilt øðrvísi í medferð og sinnalag.

Tað vardi ikki leingi, fyrr enn tað spurdist, at tann gamli, blindi maðurin átti eina dóttur, sum var so vøkur, so vøkur, at eingin var hennara líki. Hetta fingu hovmenninir eisini at hoyra. Teir seta sær nú fyri at fáa at vita, um tað var satt, at henda gentan eisini var líka so stolt, sum hon var vøkur. Teir gera nú av, at teir ein og ein skulu fara til hana, hildu um enn teir fingu durafjórðingin í fyrstani, mýldist hon av umsíðir.

Ein tíð líður. So fer fyrsti hovmaðurin at vitja Singorru. Hann kemur inn í smáttuna, setir seg at tala við gentuna og ganga henni til handa í hennara húsarbeiði. Tá ið leggingartíð kemur, vil hovmaðurin ikki fara av stað aftur, men biður um at sleppa at vera har um náttina. Singorra lætst at honka eftir. Men best sum er, sigur hon fyri munni sínum:

”Rætt var tað, nú gloymdi eg at lata úthúshurðina aftur.”

”Tað skal eg gera fyri teg,” er hovmaðurin so bráður at svara.

Gentan er glað við og takkar fyri. Heldur við hovmannin, hann fer út:

”Sig mær, tá ið tú hevur fingið í úthúshurðina.”

”Jú, nú haldi eg í úthúshurðina,” rópar hann.

Tá rópar Singorra:

”Hurð haldi kalli, kallur haldi hurð,

til tann alljósa morgun.”

Hóvmaðurin verður nú fastur í hurðini. Tað nyttar einki, hvussu hann rykkir og skrykkir, har má hann standa til tann ljósa morgun. Tá ið ljóst er, sleppur hann umsíðir leysur og smýgur sær heim til kongsgarðin sum flongdur hundur. Vit kunna ætla, at hann duldi fyri hinum, hvussu illa honum hevði gingist.

Kvøldið eftir fer annar av hovmonnunum at vita, hvussu fer. Hann kemur í smáttuna og setir seg at tala við gentuna, tekur hond í við henni við húsarbeiðinum. Tá ið leggingartíð kemur, røkist einki fyri, at hann fer av stað aftur, men rekur fram undir at vera har í nátt.

Singorra segði ikki nei, var fryntlig. Best sum er, sigur hon fyri munni sínum:

”Rætt var tað. Nú gloymdi eg at taka eitt plagg inn, eg legði á klettin uttanfyri.”

”Tað skal eg gera,” er hovmaðurin so bráður at svara.

Gentan er glað við og takkar fyri, heldur við hovmannin, hann fer út: ”Sig mær, tá ið tú hevur fingið í klettin.”

”Ja, nú haldi eg í klettin,” rópar hann.

Tá rópar Singorra:

”Klettur haldi kalli, kallur haldi kletti

til tann alljósa morgun.”

Har verður so hovmaðurin standandi fastur til morgunin eftir. Tá ið alljóst er, losnar hann og smýgur sær heim aftur til kongsgarðin, líka smoykin sum hin fyrri.

Kvøldið eftir fer triði hovmaðurin at vita, hvussu fer.

Tað gongur sum hjá hinum báðum; hann situr í smáttuni og talar blítt við gentuna, vil fegin hjálpa við tí, hon hevst at í húsinum. Biður sleppa sær at vera har um náttina.

Singorra játtar. Tá ið songartíð er, sigur gentan fyri munni sínum:

”Rætt er tað, nú gloymdi eg at lata kálvin inn. Tað noyðist eg at gera.”

Nei, hann skuldi fara, sigur hovmaðurin beinanvegin. Hon takkar fyri beinasemið og sigur við hovmannin: ”Kálvurin er eitt sindur styggur. Sig mær, tá ið tú hevur fingið hendur á hann.”

”Nú havi eg hann,” rópar hovmaðurin og heldur í halan á kálvinum.

Tá rópar Singorra:

”Kálvur haldi kalli, kallur haldi kálvi.

Ríðið so og rennið yvir dalar og fjøll

til tann ljósa morgun.”

Tað var ikki lagaboð, kálvurin helt av stað við hovmanninum hangandi í halanum. Soleiðis tuskaðust teir báðir ta líðilongu nátt. Tá ið alljóst var morgunin eftir, og hovmaðurin slapp leysur, var hann so deyðgivin og illa farin, at tað var nóg illa, hann knógvaði heim aftur á kongsgarðin.

Meðan hetta hendir, ganga kongur og drotning heima á borgini og tingast um at fáa sonin giftan. Hann letur sær siga, fer burtur í eitt annað land at biðja um eina kongsdóttur.

Síðani verður gjørt til brúdleyp, og alt er gleði og gaman á kongsgarðinum.

Men nú ein dagin ber tað so til, at kongssonurin er úti og koyrir við síni ungu brúður. Tey koma fram við tí lítla húsinum, har Singorra býr saman við tí blinda manninum. Í tí sama fáa rossini ein hvøkk, verða ólátað, bróta og leggja undan. Har standa so kongssonurin og hans unga brúður farleys. Tey spyrja teir tríggjar hovmenninar, sum við eru, hvat nú er at gera. Teir samráddust sínámillum bæði væl og leingi. So siga teir við kongssonin, at í hesum lítla húsinum búði ein genta, sum hevði kunnað hjálpt teimum - um hon bara hevði viljað.

”Farið inn og spyrjið,” býður kongssonurin. Teir tríggir hovmenninir fara nú inn í smáttuna. Tann fyrsti biður læna sær úthúshurðina til akfjøl. Tann næsti biður læna sær plaggið, á klettinum lá, til ábreiði, og tann triði biður læna sær kálvin til at spenna fyri.

Hetta lænti hon teimum. Men eina treyt legði hon við: at verða boðin í brúdleypið hjá kongssoninum. Tað var henni játtað.

Hóvmenninir bjarva nú vognin saman sum best, teir kunnu, spenna kálvin fyri, og øll seta seg upp. Men best sum tey seta í gongd, skapast kálvurin um til tveir vala gangarar, ak-fjølin til tann vakrasta akstól av verðini og ábreiðið til tað skærasta silkivogntjald, ið nakar kongur kann ynskja sær. Síðani koyrdi kongssonurin heim til kongsgarðin við síni ungu brúður í øllum góðum.

Tá ið brúdleypsdagurin kom, læt Singorra seg í sítt fagrasta skrúð og fór til kongsgarðin. Hon skein av reyðargulli og dýrum steinum. Sjálv var hon so ovurvøkur, at fólk undraðust og talaðu sínámillum, at hon mátti vera kongsdóttir.

Brúdleypsgestirnir setast til borðs. Men øll hyggja at hesi fremmandu gentu, sum í vakurleika ber av øllum, tey áður hava sætt. Tá ið ein løta er gingin, tekur Singorra eina lítla eskju og letur upp. Úr eskjuni komu tríggir smáfuglar og flugu yvir borðunum fram hagar, ið kongssonurin situr. Tveir av fuglunum høvdu hvør sítt gullkorn í nevinum, men tann triði hevði gloymt sítt gullkorn.

Tá søgdu teir tveir smáfuglarnir við tann triðja:

”Nú hevur tú gloymt títt gullkorn, sum kongssonurin gloymdi Singorru.”

Í somu løtu gekk mest sum eitt ljós upp fyri kongssoninum, og hann mintist alt um, hvussu hann hevði svikið sítt lyfti móti unnustu síni. Hann stígur upp frá borðinum, tekur arm-arnar um Singorru og sigur:

”Tær og ongum øðrum vil eg halda brúdleyp við, tí tú er mín rætta festimoy.”

Tá ið hetta hendi, var mikið tumbul í salinum, og gestirnir vistu ikki, hvat teir skuldu halda. Men tá fór kongssonurin at siga frá øllum, sum hent var, líka frá tí degi havfrúgvin tók hann, og til ta stund Singorra hevði bjargað honum úr øllum vanda og ført hann heilan heim.

Síðani varð tann fremmanda kongsdóttirin førd heim aftur til foreldur síni. Men kongssonurin helt brúdleyp við tí vøkru Singorru, og tað í samfullar tvær vikur. Tá ið gamli kongurin doyði, varð sonurin kongur og Singorra drotning. Tey livdu og ráddu í ríkinum í mong ár, umhildin av øllum íbúgvunum.

 

Úr bókini ”Ævintýr 2”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1964.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019