• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Heimsins vænasta rósa

Tað var ein mikil drotning, í hvørjar urtagarði funnust tær vænastu blómur fyri hvørja av ársins tíðum og úr øllum heimsins londum, men fram um allar vóru ta rósurnar, sum hon elskaði, og tí hevði hon av teimum tey mest ymiskháttaðu sløg, alt frá tí villvaksandi blómgarði við teim apalangandi grønu bløðum til Provences fagrastu rósu, og tær vuksu upp eftir borgarmúrunum, ringdust um súlurnar og gluggasprossarnar, inn í gangirnar og inn eftir loftunum í øllum sølum; og rósurnar brugðu í anga, vakstrarlagi og liti.

Men sorg og tregi búðu her inni, drotningin lá á sóttarsong síni, og læknarnir kunngjørdu, at hon mátti doyggja.

”Tað er tó heilræði fyri henni”, segði tann vísasti teirra. “Heinta henni heimsins vænastu rósu, hana, ið er avmynd av tí hægsta og reinasta kærleika; kemur hon henni fyri eygu, áður tey bresta, tá skal hon ikki doyggja”.

Og ung og gomul í námindu komu við rósum, teim vænastu, ið blómaðu í hvørjum urtagarði, men tær rósur vóru tað ikki; úr kærleikans blómgarði mátti blóman heintast; men hvør rósan var har avmynd av tí hægsta og reinasta kærleika?

Og skaldini kvóðu um heimsins vænastu rósu; hvør nevndi sína. Og boð gingu víða um landið til hvørt hjarta, ið sló í kærleika, og boðini gingu til hvørt yrkislag og hvønn aldur.

”Eingin hevur enn nevnt blómuna!” segði hin vísi. ”Eingin hevur bent á tann stað, hvar hon spratt í síni dýrd: Ikki eru tað rósurnar frá kistu Romeos og Juliu ella frá leiði Valbjargar, hóast tær rósur vilja altíð anga gjøgnum sagnir og kvæði, tað eru ei rósurnar, sum spruttu fram frá Winkelrieds blóðigu spjótum, frá blóðinum, ið heilagt vellur úr kappans brósti í deyðanum fyri móðurlandinum, hóast eingin deyði er søtari, eingin rósa reyðari enn tað blóðið, ið tá flýtur.

Ei heldur er tað hin undurblóman, fyri hvørjar alan maður ár og dag í longum svøvnleysum náttum gevur sítt fríska lív, vitskaparins rúnveldis rósa.”

”Eg veit, hvar hon blómar”, segði eydnurík móðir, sum við sínum lítla kindi kom at legu drotningarinnar. ”Eg veit, hvar heimsins vænasta rósa finst! Tann rósan, ið er avmynd av tí hægsta og reinasta kærleika. Hon blómar á teim roðandi kinnunum á mínum søta barni, tá tað styrkt svøvninum letur eyguni upp og lær ímóti mær við sínum fulla kærleika.”

”Vøn er tann rósan, men ein enn vænari finst” segði tann vísi.

”Ja langt enn fagrari!” segði ein av kvinnunum. ”Eg havi sæð hana; ein meira háleit heilag rósa blómar ikki, men hon var bleik eins og bløð terósunnar; á kinnum drotningarinnar sá eg hana; hon hevði lagt frá sær sína tignar krúnu og gekk sjálv í teirri longu sorgsomu nátt við sínum sjúka barni, græt yvir tí, kysti tað og bað til Gud eina bøn fyri tí, eins og ein móðir biður í tí angistfulla tíma.”

”Heilag og undurfull í sínum veldi er sorgarinnar hvíta rósa, enn tó er tað ikki hon”.

”Nei, heimsins vænastu rósu sá eg framman fyri Harrans altari!” segði tann gamli gudlýdni biskupurin.

”Eg sá hana ljóma eins og ásjón eins eingils sýndi seg. Tær ungu moyggjarnar gingu at njóta hin vígda verðin, tóku upp sín skírnarsáttmála, og har blómaðu rósur, og har bliknaðu rósur á teim frísku kinnunum; ein ungmoy stóð har, hon leit við tí fulla sálarreinleika og kærleika upp móti sínum Gudi; tað var avmynd av tí hægsta og reinasta kærleika.”

”Signað veri hon!” segði tann vísi, ”tó eingin tykkara hevur enn nevnt heimsins vænastu rósu.”

Tá trein innar í stovuna eitt barn, lítli sonur drotningarinnar; tárini stóðu í eygum hans og á kinnunum; hann bar eina stóra uppsligna bók, perma hennara var av floyali og við stórum silvurspennum.

”Móðir!” segði tann lítli, ”oh hoyr tó, hvat eg havi lisið!” og barnið setti seg við songina og las úr bókini um hann, ið gav seg sjálvan til krossins deyða at bjarga menniskjunum, sjálvt teim óføddu ættum. ”Størri kærleiki gevst ikki!”

Og tá fór ein rósuglæma yvir kinnar drotningarinnar, eygu hennara gjørdust so stór, so bjørt, tí hon sá upp úr bløðunum í bókini hevja seg heimsins vænastu rósu, mynd av teirri, sum spratt fram av blóði Krists á krossins træi.

”Eg síggi hana!” segði hon, ”aldri doyr tann, sum sær ta rósu, ta vænastu á foldini.”

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Verdens dejligste rose”, ”Folkekalender for Danmark”, 1852.

Christoffur Lützen (1891-1981) týddi. H.C. Andersen: ”14 ævintýr”, Egið forlag 1953.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019