• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Hin ódælli smádrongurin

Hin ódælli smádrongurin

Einusinni var eitt gamalt skald, av tí góða, gamla slagnum. Eitt kvøldið, hann sat inni hjá sær sjálvum, kom so ræðuligt illveður; regnið dundi niður, men inni við ovnin sat hitt gamla skaldið flótt; eldurin logaði so fýrisliga, og sjóðið frá súreplunum, hann steikti, hoyrdist langan veg.

”Tað verður ikki tráðurin turrur á teimum neyðardýrum, ið úti eru í hesum illveðrinum!” segði hann, hann var eitt so frálíkt skald.

”O, lat mær upp! eg eri bæði kaldur og vátur!” rópti eitt smábarn úti fyri durum. Tað græt og bardi á hurðina, meðan regnið dundi niður, og vindurin rykti og skrykti í vindeygum.

”Armingin!” segði gamla skaldið og fór uttar at lata upp. Har stóð ein lítil smádrongur, hann var spilnakin, og regnið rann úr langa gula hári hansara. Hann nøtraði av kulda, hevði hann ikki sloppið inn, hevði hann verið útideyður.

”Armingin!” segði gamla skaldið og leiddi hann innar í stovuna. ”Kom til mín, so skal eg fjálga um teg, og tú skalt fáa vín og súrepli, tí tú ert ein so ógvuliga fittur smádrongur!”

Hann var tað eisini. Eygu hansara vóru eins og tvær klárar stjørnur, og enntá vatnið rann úr hári hansara, var tað vakurt og purlut.

Hann var eins og eitt lítið, fitt einglabarn, men var kolbláur í kulda og nøtraði um allan kroppin. Hann hevði ein frálíkan boga í hondini; men hann var heilt spiltur av regninum; allir litirnir á teimum vøkru pílunum vóru av vætuni vavdir hvør um annan.

Hitt gamla skaldið setti seg við ovnin og setti seg undir smádreingin, kroysti vatnið úr hári hansara, vermdi hendur hansara í sínum og kókaði honum søtt vín: tá ernaðist hann aftur, rodnaði um kinnarnar og leyp á gólvið og fór at dansa kring um skaldið.

”Tú ert ein kátur drongur,” segði hin gamli. ”Hvussu eitur tú?” ”Eg eiti Amor!” svaraði drongurin, ”kennir tú meg ikki? Har liggur bogi mín! tú kanst ætla, eg dugi væl at skjóta við honum! Hygg! nú blíðkar veðrið, og mánin fer at skína!”

”Ja, men bogi tín er spiltur!” segði hitt gamla skaldið. ”Tað var illa!” segði hin lítli smádrongurin og tók og hugdi at honum. ”O, nei, hann er longu turrur og als ikki spiltur! strongurin er heilt spentur! Lat okkum gera eina roynd!” Og spenti hann so bogan, legði pílin á streingin, siktaði og skeyt hitt góða, gamla skaldið beint í hjartað: ”Har sært tú, bogi mín er ikki spiltur!” segði hann, og hjartaliga læandi streyk hann av durunum. Jassur hansara! at skjóta hitt gamla skaldið, ið hevði tikið hann inn í heitu stovu sína og gjørt alt gott móti honum, givið honum hitt frálíka vínið og tað størsta súreplið.

Hitt góða skaldið lá á gólvinum og græt, hann var skotin so beint í hjartað, og hann segði: ”Nei, sum hesin Amor tó er ein herviliga ódællur smádrongur, tað skal eg siga fyri øllum góðum børnum, so tey kunna vara seg fyri honum og hansara skálkabrøgdum!”

Øll tey góðu børnini, bæði gentur og dreingir royndu at verja seg fyri tí herviliga jassinum, Amor; men hann narraði tey kortini, tí hann er listilærdur! Tá studentarnir hava verið og lurtað eftir fyrilestri, otar hann seg upp undir liðina á teimum við eini bók undir hondini og er í einum svørtum kjóla. Teir kunna als ikki kenna hann, halda tað vera ein annan student og taka so undir armin á honum og leiða hann, og so trýstir hann pílin inn í hjarta teirra.

Tá genturnar fara frá aftur presti, og tá tær standa á kirkjugólvinum, við tað sama er hann har eftir teimum.

Ja, fólk fær ongastaðni frið fyri honum. Í sjónleikarhøllini situr hann uppi í ljósakrúnuni og er at síggja sum ein allogandi eldur, so at fólk halda tað vera eina lampu; men tey fáa brátt annað at føla. Hann tuskar í urtagarði kongs og á virkisgarði Keypmannahavnar.

Ja, einaferð hevur hann skotið mammu og pápa tín líka heilt inn í hjartað. Far bara og spyr tey, so fært tú at hoyra, hvat tey siga. Jú, hann er ein illavorðin drongur, hasin Amor, hann skalt tú ikki koma tær í holt við! Hann roynir at raka øll fólk. Nú skalt tú hoyra, hvussu herviligur hann er, sjálvt hina gomlu ommu tína hevur hann einaferð skotið; men tað er nú so langt síðani, so tað er afturjavnað, men kortini gloymir hon tað aldri.

Ja, Amor er ljótur drongur! Men nú kennir tú hann og veitst, hvussu ódællur hann er.

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Den uartige dreng”,”Eventyr, fortalte for børn. Første samling. Andet hefte”, 1835.

Poul Olsen (1896-1933) týddi. ”Sáttmálin mikli II”, Oddmar á Steig savnaði. Føroya Lærarafelag 1969.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019