• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

36. HIN ÓNDA MÓÐIRIN

 

Uppskrift úr Skálavík

Ein maður hevði verið burtur í kríggj; men tá ið hann kom heim aftur, vildi konan ikki vita av honum; tí at hann var vorðin brekaður í krígnum. Hon rýmdi tí frá honum og hevði sonin við sær.

Drongurin var ikki mentur at fylgja mommuni, men fann eitt dvørgabelti á vegnum, og tá ið hann hevði bundið tað um seg, megnaðist hann so ógvuliga og gekk nú so nógv sterkari enn hon.

Tey koma til ein risa, sum stríðist við at fáa ein klett burtur, ið liggur fyri hellisdurunum og forðar honum gongdina; men ikki er hann mentur at fáa klettin burtur einsamallur. Drongurin hjálpir honum, og nú gongur so lætt. Risin fær við tað sama tokka til drongin og býður báðum at vera hjá sær.

Mamman fær brátt tokka til risan og kann ikki torga sonin longur. Hon leggur seg sjúka og sigur, at hon grøðist ikki, uttan hon fær bjarnarmjólk; hon heldur tað vera víst, at bjørnin skræðir drongin sundur, um hann kemur at mjólka henni. Men risin fær honum eitt gullker at hava við sær til at mjólka í, og nú bjørnin sær hetta skínandi gullið, verður hon so blíð, at hon lyftir lærið og letur drongin mjólka sær.

Tá ið hann kemur aftur við mjólkini, finnur hin gamla tað til ráðs, at hon grøðist ikki, uttan hon fær leyvumjólk. Drongurin avstað aftur við gullkerinum, og tað gongst honum á sama hátt við leyvuni sum við bjørnini.

Hin gamla finnur nú tað til triðja ráðið, at epli frá risunum, brøðrum til henda risan (sjey eru teir í tali), er tað einasta, ið kann grøða hana; undan teimum sleppur drongurin ikki við lívinum, hugsar hon. Men bjørnin og leyvan eru góðar við tann neyðar drong og fylgja honum, hvar ið hann fer.

Tá ið hann kemur til hellið, sum risarnir eru, beitir hann bjørnina og leyvuna á teir, og tær skræða teir allar sundur.

Ein kongadóttir er har, sum risarnir hava stolið; men hon vil ikki fara úr hellinum; so tekur drongurin eplini og fer heim við til mommuna.

Hon biður hann lata seg síggja beltið, ið hann hevur um miðjuna; men tað fyrsta ið hon fær tað í hond, spennir hon tað um miðjuna á sær sjálvari og er nú ment yvir sonin.

So rívur hon kálk í eyguni á honum og ger hann steinblindan. Hann stumlar aftur í hellið, neyðardýrið, til kongadóttrina og verður verandi har hjá henni.

Nú kemur eitt skip av Onglandi hagar; kongurin hevði sent menn út í tí til at leita eftir sínari horvnu dóttur, og nú raka teir við bæði har í hellinum.

Teir føra so bæði hana og hin blinda drongin heim aftur við sær. Men nú ið kongadóttirin er heimkomin, legst hon sjúk av trá til hansara; hon sigur pápanum frá, men hann er so óndur um hetta, at hann letur flyta bæði aftur í hellið. Tá eru bjørnin og leyvan har enn og taka aftur at fylgja dronginum.

Ein morgun, sum kongadóttirin er úti at ganga, sær hon ein hjørt koma rullandi oman úr einum fjalli og at einum vatni; tá ið hann hevur verið í vatninum, býður hann til at ganga aftur, tó illa.

Annan morgunin sær hon tað sama; tá gongur hjørturin betur. Triðja morgunin gongur hann reiðuliga, sum einki hevði baggað.

So leiðir hon drongin til vatnið og vaskar honum um eyguni; hetta ger hon fýra morgnar upp í slag; fyrsta morgunin glimmar dagur hjá honum, annan morgunin sær hann nakað, men einki til muns; triðja morgunin hevur hann hilling á at lesa ein brævlepa, ið hon fær honum, og hin fjórða lesur hann reiðuliga brævið.

Nú ið hann er grøddur, fer hann til at vitja móður sína; tá liggur hon og svevur og hevur átt barn við risanum. Drongurin verður varur við dvørgabeltið, at hon hevur bundið tað um songarstokkin; hann tekur tað og bindur aftur um miðjuna á sær sjálvum.

Nú ið mamman vaknar, saknar hon beltið og krevur tað av soninum; men hann sýtir henni og beinir so fyri báðum, henni og risanum, við bjørnini og leyvuni, sum hjálpa honum. Hann banaði teimum, tí annars høvdu tey beint fyri honum.

Síðan livdu tey bæði, kongadóttirin og hann, í risahellinum.

Frásøgn: Marjun í Nýggjubúð, Skálavík

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

 

36 AT 590

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019