• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Hin raski skraddarin

 

Eina ferðina er tað ein skraddari, sum situr uppi á borði sínum og seymar. Best sum hann situr, kemur ein kona gjøgnum túnini rópandi: ”Smør, smør, eg havi nýkirnað smør at selja. Hvør vil keypa?”

Skraddarin rættir seg út av vindeyganum og sigur, at honum lystir at keypa. Ája, konan kemur inn, og skraddarin keypir sær ein klíning.

Tá ið konan er farin av stað aftur, hugsar skraddarin við sær, at nú skal hann fáa sær ein góðan bita, so hann kann verða sterkur og hugaður at arbeiða. Hann tekur eitt breyð, sker sær eina flís og smyr tjúkt av smøri uppá. Síðani bítur hann í og leggur flísina niður við sær - fer aftur at seyma at einum plaggi, hann er við at gera liðugt.

Ja, hetta er ein góður biti, situr hann og hugsar. Men nú skuldi hann ikki bíta í aftur, fyrr enn plaggið var liðugt. Hetta dró út, og av tí honum longdist eftir at fáa meir av breyðflísini, gjørdi hann longri og longri millum stingirnar, so hann at endanum bert nestir plaggið saman.

Tá ið flugurnar nú kenna tevin av hesum nýkirnaða smørinum, eru tær ikki seinar at seta seg á breyðflísina. Í fyrstani kveistraði skraddarin tær bert burtur og segði, at tað var ikki teimum, hann hevði ætlað henda góða bitan. Tær fóru, men komu beinanvegin aftur enn fleiri enn áður og settu seg á breyðflísina. Tá kemur ilt í skraddaran. Hann tekur eitt klæði og slær í flokkin. Síðani telur hann hvussu nógvar, ið doyggja. Tær eru sjey. Tá vuksu eyguni í skraddaranum. ”Oho,” sigur hann, ”eri eg ein sovorðin kempa, at eg felli sjey í einum høggi, ja, so má øll bygdin fáa tað at vita - ikki bert bygdin, men øll verðin má fáa tað at vita.”

Nú tekur skraddarin vadmal, sker sær eitt belti og seymar hesi orðini upp í tað:

”Sjey í einum høggi.”

Tá ið hann er liðugur, gyrðir hann seg við beltinum og fer at leita runt í húsunum eftir mati at hava við sær, tí nú lysti honum at fara út í ta víðu verøld. Tað, hann fann, tók hann við sær - eisini ein lítlan ost. Úti fyri durum fekk hann hendur á ein lítlan fugl, sum hann koyrdi í lumman til ostin. Síðani fer hann til gongu niðan brekkuna.

Tá ið skraddarin er komin heilt niðaná, hittir hann ein risa og sigur við hann: ”Tú situr her og hyggur út yvir ta víðu verð. Hagar fari eg nú. Kom heldur við mær.”

Risin hyggur at hesum lítla skraddaranum og spyr: ”Hvør er tú, nyðruvongur?”

”Hvør eg eri?” svarar skraddarin, kneppir skikkjuna upp, vísir beltið og sigur: ”Tað sær tú her svart upp á hvítt.”

Risin lesur - sjey í einum høggi. - Man tað vera sjey menn, hann hevur felt í senn, hugsar hann við sær. Nú fær hann meira virðing fyri skraddaranum. Men best man vera at royna, hvat hann dugir fyrst. Risin tekur nú ein stein og trýstir á, so vatnið rennur úr: ”Ger mær hatta eftir,” sigur hann við skraddaran.

”Er hatta nakað roysni?” svarar skraddarin og tekur ostin upp úr lummanum, ”her havi eg ein størri stein.” So kroystir hann á, so mysan rann úr.

Risin undrast á. Nú tekur hann ein stein og blakar so høgt, at tú valla tekti hann: ”Royn hatta, armingin!”

”Ja, hví ikki tað?” svarar skraddarin, ”tú blakaði høgt; men steinurin kom tó niður aftur.” Nú tekur hann fuglin upp úr lummanum og blakar, men tá kom einki niður aftur, tí fuglurin fleyg glaðiliga burtur. Jú, risin sá tað, at skraddarin blakaði betur.

”Men nú skulu vit royna, hvør betri er undir byrðini,” sigur risin og fer til eitt stórt eikitræ, ið liggur á jørðini. ”Lat okkum bera hetta út úr skóginum.”

Tað helt skraddarin hevði einki at týða: ”Nú fari eg undir tann tjykkra endan. Hann er tyngri.” Risin fer nú undir klótendan, men skraddarin roynir ikki at lyfta greinarnar upp frá, setir seg bert á eina. Risin fer so dragsandi við trænum, meðan skraddarin situr á greinini ómóður og syngur. Tá ið risin hevur borið ein tein, leggur hann av sær og sigur, at hann orkar ikki meir. Tá loypur skraddarin niður av greinini og sigur, at hann er heilt ómóður og kundi borið langt afturat. Risin mátti ásanna, at skraddarin var eisini raskari at bera enn hann.

Ája, nú fylgjast teir báðir. Tá ið teir eru komnir nakað, sigur risin, at nú koma teir til holu hansara - biður skraddaran koma inn og gista hjá sær um náttina. Jú, skraddarin er fegin við. Risin vísir honum eina stóra, stóra song og biður hann leggja seg í hana. Skraddarin leggur seg í songina; men ikki sum vanligt. Hann kreppir seg saman og leggur seg út í eitt hornið. Tá ið farið er um miðjunátt, kemur risin við einari jarnstong í hondini og slær í songina so dygt, at stongin fór niður ígjøgnum botnin. ”Nú er friður av hesum reka-vættinum,” sigur hann fyri munni sínum.

Morgunin eftir fer risin burtur á skógin og hevur heilt gloymt tann deyða skraddaran í songini. Men hvat hendir? Har kemur skraddarin so væl hýrdur og læandi ímóti honum. Tá óttast risin fyri at verða jarðlagdur beinanvegin og tekur til beinini tað dýrasta, hann orkar.

Skraddarin fer nú einsamallur aftur til gongu - bert sum nøsin vendir. Langt um leingi kemur hann til kongsgarðin, setir seg í grasið uttanfyri og sovnar. Meðan hann svevur, koma nakrir av kongins monnum framvið og hyggja at honum, lesa tað, sum stendur á beltinum:

Sjey í einum høggi.

Teir undrast á, hvat henda reysta kempa man vilja higar í friðartíð, men bera kongi tíðindini um tann mikla harra, ið her er komin. Jú, kongur heldur fong vera í at fáa ein so-vorðnan mann til garðs, og tá ið skraddarin er fullsvøvntur, sendir kongur boðsvein sín til hansara at bjóða honum tænastu. Skraddarin sigur ja, áðrenn hálvtalað er orð og sigur, tað er tí, hann er komin, at bjóða kongi sína tænastu.

Skraddarin verður tignarliga móttikin á borgini og fær egnan bústað at vera í.

Men hermonnunum dámar einki henda mann, ið komin er: ”Hvussu skal nú verða við okkum?” spyrja teir, ”koma vit til ilnar við hann, drepur hann sjey av okkum í senn.” Tað er ikki lagaboð, teir fara til kongin og biðja loysa seg úr tænastu: ”Vit hava ikki dirvi til at vera saman við so sterkum manni.”

Kongur verður illa við, kunna tit ætla, at missa allar sínar trúgvu menn fyri henda eina fremmanda, og iðrar seg eftir, at hann hevur boðið honum tænastu. Men vísa honum burtur torir hann ikki. Tí hvør veit, um hann so ger ikki bart á borgini og tekur krúnuna omaná? Betri at fara við snildum. Nú finnur hann upp á tey ráð, at biðja skraddaran gera sær tann beina, at fara í hernað móti tveimum kempum, ið hildu til í einum skógi; tær gjørdu miklan skaða í ríkinum, drópu fólk, settu eld á og rændu allan fenaða. Eingin tordi í holtur við tær. Feldi hann hesar kempur, skuldi hann fáa kongsdóttrina til konu og hálvt ríkið í heimanfylgju - hundrað riddarar skuldi hann fáa til hjálpar.

Jú, skraddaranum var ikki at eggja og helt, at tann, sum feldi sjey í senn, nýtti ikki at óttast tveir, segði, at hann legði einki í at hava teir hundrað riddararnar við.

So fer hann burtur á skógin, leitar bæði langt og leingi, og at endanum finnur hann kempurnar. Tær liggja lið um lið inni í tjúkkasta skóginum og sova. Snorkini eru sum toran, og tær anda so hart, at trøini bogna sum í stormi.

Nú liggur væl fyri, hugsar skraddarin, fyllir sær lummarnar við gróti og klívur upp í eitt træ uppi yvir teimum. So tekur hann at blaka grót í høvdið á aðrari kempuni, ein steinin fyri og annan eftir, til hon vaknar og rópar hvassliga á hina: ”Hví ger tú mær ónáðir, slær meg í høvdið?”

”Eg?” hvessir hin, ”eg havi ikki rørt teg. Tú droymir. Legg teg aftur við frið.”

Teir eru ikki meir enn komnir aftur í tyngd. Nú fær hin kempan ein stóran stein beint millum eyguni. Hon loypur upp ovursint og rykkir í hina. - Hví hon sló? - Nei, hon hevði ikki sligið. Tær mutaðust leingi um hetta, og rópini vóru ræðulig. Men tær vildu so illa sova og samdust um at leggja seg aftur.

Skraddarin fer aftur at kasta, tekur størsta steinin, hann hevur, og blakar beint í eygað á aðrari kempuni. Kempan hvøkkur upp við eitt róp og slær hina við knýttum nevanum. Hin slær aftur, og báðar kempurnar á føtur ovursintar, slíta sær trø upp við rótini og so at berjast. Tá situr skraddarin og hevur bert eitt ynski, at tær skræða ikki træið upp, hann situr í; tí so fær hann eitt ræðuligt bjølgakast. Men tað varir bert eina løtu, so eru báðar kempurnar deyðar.

Skraddarin klívur nú niður úr trænum, tekur svørð sítt í frið og náðum og særir báðar kempurnar eitt sindur í bringuna. Síðani fer hann út av skóginum. Har hittir hann allar teir hundrað riddararnar, sum standa og bíða eftir at frætta, hvussu leikur fór.

”Nú liggja báðar kempurnar við hvítumegin upp. Men tað kundi bert tann gjørt, sum fellir sjey fyri høggið. Seigar vóru tær. Tá ið eg hevði givið teimum ólívssárini, løgdust tær á at skræða trø upp við rótini.”

”Og fekk tú einki sár?” spyrja riddararnir og undrast.

Nei, hann hevði einki sár fingið, læði skraddarin. Riddararnir vildu ikki trúgva honum, at kempurnar vóru deyðar, og riðu inn í skógin. Har funnu teir tær liggjandi háls um háls á vøllinum, og trøini uppslitin uttan um tær. Riddararnir ógvast við og tala sínámillum, at nú mugu teir ansa sær ikki at reita skraddaran, tí so jarðlegði hann teir allar samlar.

Skraddarin fer nú heim aftur á borgina og sigur við kongin, at nú er hann komin at heinta dóttur hansara og hálvt ríkið.

Kongurin er illa við at lata dóttrina til henda mannin, tí hann ræðist hann, hugsar um, hvat hann kann lokka hann til, so hann beinir fyri sær. Nú sigur hann við skraddaran: ”Dótt-rina skal tú fáa, eg havi lovað tær hana. Men hevði tú fyrst bast einum einhyrningi, sum heldur til í einum skógi her skamt í frá og týnir bæði fólk og fæ í ríkinum.”

”Hetta er ikki eftir avgerðini okkara millum,” sigur skraddarin, ”men sum tær lystir, lat meg fara.” Hann tekur eitt boksl í hondina við sær og fer burtur á skógin. Menninar, ið við vóru, bað hann bíða uttanfyri, einhyrningin kundi hann fáa bokslið á sjálvur.

Tá ið hann hevur fingið eyga á dýrið, støðgar hann, fær sær bakið ímóti einum træ. Tað er beinanvegin, tað leggur eftir honum, kemur við tí dúvandi ferð og skal hirða hornið í hann. Hann letur tað koma tætt til, tá loypur hann til viks, og einhyrningurin rennir hornið djúpt inn í træið og verður standandi rimmarfast. Har letur hann tað standa og brótast, til tað orkar ikki meir; so leggur hann bokslið á tað, hjálpir tí leysum úr trænum og leiðir tað heim til kongin.

Upp aftur ræddari verður kongur og roynir enn eina list, sigur við skraddaran: ”Dóttrina skal tú fáa, hana havi eg lovað tær; men eina bøn ger tú mær enn, áðrenn tú fer við henni: Tað gongur eitt so herviligt villsvín á skóginum og ger bæði skomm og skaða í ríkinum. Fá mær lívið av tí. - Allir mínir veiðimenn skulu hjálpa tær.”

Hetta heldur skraddarin hevur lítið at týða fyri seg at gera, fer aftur á skógin og letur veiðimenninar bíða uttanfyri. Teir eru glaðir við, tí allir ræðast teir villsvínið.

Beinanvegin ódjórið sær henda lítla mannin koma, leggur tað eftir honum. Hann undan, tað snarasta, hann kann, rívur hurðina upp á einum húsi, har stendur, og inn. Svínið er í hølunum á honum og turnar eisini inn í húsið. Men skraddarin er sum eitt fok út aftur gjøgnum eitt lítið vindeyga uppi yvir durunum og ripar hurðina aftur, fær sláina fyri. Svínið er eisini á vindeyganum, men tað slapp ikki út ígjøgnum. Har sat so tað. Skraddarin fer nú út til veiðimenninar, sigur teimum, hvussu vorðið ið er, og síðani heim til kong, sigur við hann, at svínið hevur hann fingið, nú vil hann eisini hava prinsessuna.

Ja, ja, tað mátti so verða, hann mátti fáa kongsdóttrina, men tað var við ringum tannabiti, kongur læt hana. Tí hann ræddist skraddaran. Tað var ikki rætt fatt, at ein so lítil og visasligur maður skuldi kunna útinna alt hetta, sum hesin fremmandi hevði gjørt. Her mátti vera gandur uppií, og lata dóttrina til ein gandakall dámdi kongi illa.

Men nú verður hildið brúdleyp, bæði við skart og skreyt, bæði væl og leingi – um enn gleðin var eingin. - Og skraddarin verður kongur.

So gongur ein tíð. Ein morgun kemur prinsessan til faðir sín, gamla kongin og sigur:

”Vorðin maður, tú hevur givið mær, ein vesala skraddari. Eg havi hoyrt hann siga frá øllum í dreymi í nátt. Eg, sum ynskti mær ein prins.”

”Legg tú einki í tað,” sigur tann gamli kongurin, ”set bert dyrnar óstongdar í nátt, so skal eg fáa mínar menn at drepa hann í svøvni.”

Hetta dámdi henni væl.

Men millum hermenninar, sum verða bidnir at drepa skraddaran, er ein, sum er vorðin vinmaður við henda fremmanda mannin. Hann fer beinanvegin til hann og sigur frá, hvat kongurin ætlar.

Um kvøldið fer skraddarin til songar vanliga tíð og ger seg at sovna beinanvegin. Nú hoyrir hann, at prinsessan fer upp, gloppar dyrnar og leggur seg so aftur.

Tá letist hann at tala í svøvni: ”Eg havi felt sjey í einum høggi, dripið tvær kempur, veitt ein einhyrning og eitt villsvín. Halda tit, at eg ræðist hasar menninar, ið standa uttan fyri dyrnar her í nátt?”

Tá ið hermenninir hoyra hetta, blaka teir vápnini frá sær og halda til beins. Ikki ein av øllum hættaði sær at koma í holtur við skraddaran. Í tí skili varð hann verandi kongur í ríkinum allar sínar dagar.

 

Úr bókini ”Ævintýr 2”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1964.

Upprunaheiti: ”Den tapre skrædder”. C. Molbech: ”Udvalgte eventyr”, Hagerups Forlag, København 1942.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019