• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Hjartasorg

Tað er av røttum ein søga í tveimum pørtum, vit her koma við; fyrri partur kundi fyri alt tað verið burturtikin, men hann gevur framíhjákunnleika, og hann er hentur at hava.

Vit gistu inni í landinum á einum harragarði, og so bar tað so á, at húsbóndafólkið har fór út at ferðast einar tveir dagar. Tá kom úr næsta keypstaði ein madamma, hon hevði mopsin hjá sær við og kom, sum hon segði, fyri at tey skuldu taka partabrøv í skinnaraverkstaðinum hjá henni. Skjøl síni hevði hon við, og vit mæltu henni til at leggja ein brævbjálva um tey og uttaná at skriva húsbóndans navn:

”Generalkrígskommiserur, riddari etcetera”.

Hon lurtaði eftir okkum, hon tók pennin, steðgaði og bað okkum um at taka útskriftina uppaftur, men greiniliga. Vit so gjørdu, og hon skrivaði; men miðskeiðis í ”Generalkrígs” stóð hon føst, suffaði og segði: ”Eg eri bara eitt konufólk!” Mopsin hevði hon sett á gólvið, meðan hon skrivaði, og hann grenjaði; hann var jú eisini farin við fyri stuttleika og fyri heilsuna, og tá skal ein ikki verða settur á gólvið. Kappsnákur og bøllubulur vóru eyðkenni hansara.

”Hann bítur ikki!” segði madamman, ”hann hevur ongar tenn. Hann er sum eitt húsfólk, trúgvur og argur í sær, men hetta er hann gjørdur til av ommubørnum mínum; tey spæla brúdleyp, og so vilja tey hava hann at vera brúðkonu, og tað tekur honum so dygt, tað gamla skinnið!” Og hon læt skjøl síni frá sær og tók mopsin upp á armin.

Tað er fyrri partur, ið gjarna kundi verið spardur!

”Mopsurin doyði!” tað er annar partur.

Tað var einar átta dagar seinni; vit komu til keypstaðin og fingu okkum innivist á gistingarhúsinum. Vindeygu okkara vendu út ímóti garðinum, ið var skildur sundur í tvey rúm av einum træverki; í øðrum hingu her skinn og húðir, ráar og barkaðar, har lá alt tilfar til ein skinnaraverkstað, og var hetta hjá einkjuni. - Mopsurin var deyður henda sama morgun og grivin her í garðinum; ommubørnini hjá einkjuni, at siga hjá skinnaraeinkjuni, tí mopsurin hevði ikki verið giftur, slættaðu grøvina afturumaftur, og tað var ein vøn grøv, tað mátti verið vorðið sum at liggja har.

Grøvin var gird við pottabrotum og stroydd við sandi: ovast á henni høvdu tey sett eina hálva ølfløsku við hálsinum uppeftir, og tað var slættis ikki allegoriskt.

Børnini dansaðu rundan um grøvina, og tann elsti drongurin, ein framligur sjey ára gamal unglingi, skeyt upp, at tey skuldu halda framsýning av grøvini hjá mopsinum og tað fyri øllum úr strætinum; atgongan skuldi verða goldin við einum selaknappi, tað var sovorðið, sum hvør drongur átti, og hann kundi lata fyri smágenturnar við; og tað uppskotið varð einmælt viðtikið.

Og øll børnini úr strætinum og smoguni við komu og lótu sín knapp; har vóru mangir, ið noyddust at ganga við einum sela seinnapartin tann dagin, men so høvdu tey sæð grøvina hjá mopsinum, og tað var fult so mikið vert.

Men uttan fyri skinnaragarðin tætt upp at liðanum har stóð eitt lítið kloddafyl, so yndisliga skapt við tí vænasta purluta hári og eygum so bláum og klárum, at tað var ein lystur; hon segði ikki eitt orð, hon græt heldur ikki, men toygdi seg so langt hon kundi, hvørja ferð liðin varð upplatin. Hon átti ikki ein knapp, visti hon, og varð tí nipin standandi uttanfyri, stóð har til, at øll høvdu hugt seg liðug, og øll vóru farin av stað; tá setti hon seg niður, helt tær smáu brúnu hendurnar upp fyri eyguni og fór at gráta; hon av øllum hevði ikki sæð grøvina hjá mopsinum. Tað var hjartasorg og stór, sum hon tíðan kann vera tað hjá vaksnum fólki við.

Vit sóu tað omanífrá - og sædd omanífrá - henda sum so mangar av okkara og annars mans sorgum – ja, so kunnu vit læa at teimum! - tað er søgan, og hann, ið ikki skilir hana, kann taka partabrøv í skinnaragarðinum hjá einkjuni.

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Hjertesorg”, ”Historier. Anden samling”, 1853.

Christoffur Lützen (1891-1981) týddi. H.C. Andersen: ”14 ævintýr”, Egið forlag 1953.

 

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019