• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Hon nyttaði onki

Býfútin stóð framman fyri tí opna vindeyganum. Hann var í manskettskjúrtu við gyltari nál í flesuta bringulíninum og ógvuliga væl rakaður, sjálvgjørt arbeiði. Kortini hevði hann skorið seg eitt sindur, men so hevði hann lagt eitt petti av avíspappíri útyvir.

”Hoyr meg, lítli mín!” rópti hann.

Og tann lítli var ongin annar uttan sonur vaskikonuna. Hann kom júst framvið og tók fólkaliga húgvuna av høvdinum. Túturin var brotin, so at hon skuldi verða liðiligari at stinga í lumman. Í teim fátæku, men reinu og sera væl bøttu klæðunum og í traskituflum stóð drongurin kurteisligur, sum var tað fyri sjálvum kongi, hann stóð.

”Tú ert ein góður drongur!” segði býfútin, ”tú ert ein fólkaligur drongur! Mamma tín vaskar klæðir, veit eg, niðri í ánni. Har oman skalt tú við tí, sum tú hevur í lummanum. Tað er illa vorðið við mammu tíni! Hvussu nógv hevur tú har?”

”Ein hálvpegil!” segði drongurin bangin og skalv á málinum.

”Og í morgun fekk hon tað sama!” helt maðurin fram.

”Nei, í gjár var tað!” svaraði drongurin.

”Tveir hálvir eru ein heilur! - Hon nyttar onki! Tað er syrgiligt við hasum fólkaslagnum! Sig við mammu tína, at hon mátti skammað seg! Og ansa eftir, at tú ikki verður eitt brennivínsbarn, men tað verður tú helst, neyðars barn! — Far nú!”

Og drongurin fór. Húgvuna hevði hann í hondini, og lotið tók í hansara gula hár, so at tað stóð uppfrá í síðum purlum. Hann fór tvørtur um gatuna, inn í skotið, oman til ánna, har mamman stóð úti í vatninum við tóvarastólin og bardi við tóvaratrænum tað tjúkka línklæðið. Har var nógvur áarstreymur, tí slúsurnar til vatnmylluna vóru uppi, toyið fór við streyminum og mundi havt tóvarastólin við sær. Vaskikonan mátti halda sær fast.

”Eg eri um at fara av fótunum!” segði hon, ”tað er fyri neyðini, at tú kemur, tí eg trongi til at fáa ein styrk. Tað er kalt her úti í ánni. Í seks tímar havi eg nú staðið her. Hevur tú nakað til mín?”

Drongurin kom við fløskuni, og mamman setti hana á munnin og fekk sær ein munn.

”Á, sum hatta var gott! Hatta vermir! hetta er líka gott sum heitur matur, og tað er ikki so dýrt! Smakka tær á, sonur mín! Tú sært so bleikur út, tú ert kaldur í hasum tunnu klæðunum! Tað er eisini komið út á heystið. Oh! Vatnið er so kalt! Bara eg ikki gerist sjúk! Men tað verði eg ikki! Gev mær ein dropa aftrat, og fá tær eisini, men bara ein lítlan dropa, tú mást ikki venja teg til tað, mítt neyðars, fátæka barn!”

Og hon fór yvir har, sum drongurin stóð og steig upp á land. Vatnið dreiv úr sevmettuni, sum hon hevði framman fyri sær, og tað rann úr skjúrtinum,

”Eg stríðist og strevi, so at blóðið er um at spríkja út undan naglarótunum! Men sama ger, bara eg kann fáa teg fram upp á hampiligan máta, mítt góða barn!”

Tá kom ein eitt sindur eldri kona, skirvislig bæði í klæðum og upp á kropp, lamin í øðrum beininum og við eini stórari, gjørdari krúllu út yvir annað eygað, sum skeitti. Hetta skuldi fjalast av krúlluni, men hon gjørdi bara verri. Hetta var ein vinkona hjá vaskikonuni. Lavna-Marin við krúlluni kallaðu nábúgvarnir hana.

”Neyðardýrið, tú strevast og stríðist og stendur úti í tí kalda vatninum! Tú trongir sanniliga til okkurt at verma teg av, og kortini øvunda summi tær handa dropan!” Og nú var tað brátt, at vaskikonan fekk alla taluna hjá býfútanum at hoyra, tí Marin hevði hoyrt alt, og hon var ørg um, at hann segði sovorðið um mammuna, meðan sonurin stóð og hoyrdi hvørt orð, og um tann dropan, hon fekk sær, samstundis sum býfútin gjørdi til stóra veitslu við víni í stórari nøgd. ”Fínt vín og sterkt vín! Stíva kenning til tey nógvu! Men tað kalla tey ikki at drekka! Tey nytta, men tú nyttar ikki!”

”So, hann hevur tosað við teg, barn mítt!” segði vaskikonan, og varrarnar á henni skulvu: ”Tú eigur eina mammu, sum nyttar onki! Kann vera, hann hevur rætt. Men ikki átti hann at sagt tað við barnið! Tó, úr hasum húsinum kemur mangt niður yvir meg!”

”Tygum tæntu har í húsinum, táið foreldur býfútans livdu og búðu har. Tað eru nógv ár síðani! Tað eru etnar nógvar skeppur av salti síðani tá, so tað er ikki so løgið, at ein er tystur!” og Marin flenti. ”Har er stórur døgurði í dag hjá býfútanum, tey ætlaðu at geva avboð, men so vóru tey ov sein, og maturin var tilgjørdur. Hatta havi eg hoyrt frá húskallinum. Tað er ein tími síðani, at bræv kom um, at yngri bróðirin er deyður í Keypmannahavn.”

”Deyður!” læt í vaskikonuni, sum gjørdist líkbleik.

”Íðan!” segði Marin, ”taka tygum tað so nær? Ja, tit kendust frá tí, at tygum tæntu har.”

”Er hann deyður! Hann var so góður, eitt vælsignað menniskja! Várharra eigur ikki mangar hansara líkar!” Og tárini runnu niður eftir kjálkunum á henni. ”Á Harra Gud! Tað melur fyri mær! Tað er tí, eg tømdi fløskuna! Eg toldi tað ikki. Eg kenni meg so undarliga!” Og hon helt seg upp at træverkinum.

”Harra mín, tygum eru heilt sjúk, vælsignað!” segði Marin. ”Man tað ikki fara at javna seg! nei, tygum eru rættiliga sjúk, best er, at eg royni at fáa tygum heim.”

”Men toyið!”

”Tí skal eg nokk taka mær av! Takið undir armin á mær. Drongurin kann standa her og ansa eftir, so kann eg koma at vaska tað, sum eftir er, tí tað er so lítið!”

Og vaskikonan sløðraði á beinunum.

”Eg havi staðið ov leingi úti í tí kalda vatninum! Eg havi hvørki fingið vátt ella turt síðani í morgun! Eg havi fepur í kroppinum! Á, Harra Jesus! Hjálpið mær heim! Neyðars barn mítt!” - Og hon græt.

Drongurin sat og græt einsamallur niðri við ánna hjá tí váta toyinum. Tað gekk spakuliga hjá teimum báðum konunum, vaskikonan fór skinklandi gjøgnum skotið, tvørtur um gøtuna, framvið hjá býfútanum, og beint uttan fyri har hoyknaði hon niður í túnið. Har kom fólk til.

Lavna-Marin leyp inn eftir hjálp. Býfútin og gestir hansara hugdu út gjøgnum vindeygað.

”Hatta er vaskikonan!” segði hann, ”hon hevur tikið ov mikið til sín. Hon nyttar onki. Tað er synd í tí fitta dronginum, hon eigur. Eg eri sanniliga góður við barnið, men mamman nyttar onki!”

Tey fingu hana aftur á føtur og leiddu hana heim og fingu hana í songina. Einari skál við heitum øli og sukri og smøri í kom hjálpsama Marin við. Tað var tann heilivágur, sum hon helt vera bestan, og so fór hon yvir til ánna, skolaði vánaliga, men vælmeint, dró í grundini bara toyið upp á land og fekk tað í ein kassa.

Um kvøldið sat hon í teirri fátæksligu stovuni hjá vaskikonuni. Eitt sindur av brúnkaðum eplum og eina flís av feitum svínakjøti hevði hon fingið frá kokkagentuni hjá býfútanum at geva tí sjúku, tað fingu drongurin og Marin. Hon, sum sjúk var, frøddi seg av luktinum, hann mettaði so væl, segði hon.

Og drongurin fór til songar, í somu song, sum mamman lá í, men hann lá tvørturum á fótalagnum við einum gomlum teppi útyvir seg, tað var seymað av reyðum og bláum kloddum.

Eitt sindur frægari var vaskikonan, hon var styrknað av tí heita ølinum og luktinum av tí góða grísakjøtinum.

”Takk, tú vælsignaða menniskja!” segði hon við Marina, ”alt skalt tú fáa at vita, táið drongurin er sovnaður! Eg trúgvi ikki annað, enn at hann longu er sovnaður! Sum hann er vakur og vælsignaður á at líta, nú hann svevur! Hann veit onki um, hvussu mamma hansara hevur tað. Gud lati hann ongantíð koma at royna tað! - Eg tænti hjá kamarráðharranum, foreldrum býfútans; so bar tað so á, at tann yngri sonurin, studenturin, kom heim. Tá var eg ung og vill og gæsut, men skikkilig, tað tori eg at vitna framman fyri andliti Guds,” segði vaskikonan.

”Studenturin var so kátur og glaður, so vælsignaður! Rættskaffin og góður út í fingursnipparnar, betri menniskja hevur ikki gingið á tveimum beinum. Hann var sonur í húsinum, og eg var arbeiðskona, men vit gjørdust góð - í allari sámiligheit. Tað er kortini ongin synd í einum mussi, táið tey eru góð við hvørt annað. Og hann segði mammu síni frá. Hon var sum Várharra fyri honum her á foldum, og hon var klók, eym og elskulig.

Hann fór av stað aftur, og ein gullring setti hann á fingur mín, áðrenn hann fór. Táið hann var farin, kallaði matmóðir meg inn til sín. Álvarsom og kortini mild var hon, málbar seg, sum var hon sjálvur Várharra. Hon greiddi mær frá muninum bæði í anda og sannleika okkara millum, hann og meg. ”Nú hevur hann bara eyga fyri, hvussu vøkur tú ert, men vakurleikin hvørvur. Tú ert ikki útbúgvin sum hann, tit koma ongantíð at standa javnbjóðis í andans ríki, og har er tað, vandin er. Eg havi virðing fyri tí fátæka,” segði hon, ”hjá Gudi kann tað henda, at hann verður í hægri meti enn tann ríki, men her á foldum eiga vit at ansa eftir, hvar ið vit stíga, táið vit byrja okkara ferð í lívinum, tí annars koma vit skeivt fyri, og hjá tykkum fer tað at enda galið. Eg veit, at ein rættskaffin maður, ein handverkari, hevur fríggjað til tín. Tað er Eirikur handskamakari. Hann er einkjumaður og eigur ongi børn, stendur væl í tí, hugsa um hatta.”

Hvørt orð, sum hon segði, fór sum knívur gjøgnum hjarta mítt, men rætt hevði hon. Tað nívdi meg og tyngdi meg. Eg kysti hana á hondina og græt míni mótigu tár og uppaftur meir, táið eg kom inn á kamarið hjá mær og legði meg upp á songina. Tað var ein tung nátt, sum kom. Várharra veit, hvussu eg leið og stríddist.

Sunnudagin fór eg til altars fyri at vita at fáa greiði á mær sjálvum. Tá var tað líka sum ein sending: beint, sum eg kom út úr kirkjuni, møtti eg Eiriki handskamakara. So var ongin ivi longur hjá mær. Vit hóskaðu saman bæði í starvi og korum, ja, hann var enntá ein vælhavandi maður. So fór eg beint yvir til hansara, tók í hondina á honum og segði: ”Hugsar tú við sama lag um meg?” ”Ja, bæði nú og um allar ævir!” segði hann.

”Vilt tú hava eina gentu, sum virðir og ærir teg, men ikki er góð við teg, men tað kann fara at koma!” ”Tað fer at koma,” segði hann, og so góvu vit hvørjum øðrum hondina.

Eg fór heim til matmóður. Gullringin, sum sonur hennara gav mær, bar eg inni á berari bringu, eg kundi ikki hava hann á fingrinum um dagin, bara um kvøldið, táið eg fór til songar. Eg kysti ringin so fast, at varrarnar bløddu, og so gav eg matmóður hann og segði, at í næstu viku fór tað at verða lýst fyri mær og handskamakaranum. Tá tók matmóðir meg í favn og kysti meg - hon segði ikki, at eg nyttaði onki, men tá var eg kann vera eisini betri, enn eg eri nú, tó at eg ikki hevði møtt so stórari mótgongd í verðini. Á kyndilsmessu stóð brúdleypið, og fyrsta árið gekk væl, vit høvdu svein og lærling, og tú, Marin, tænti hjá okkum.”

”Á, tygum vóru ein vælsignað matmóðir!” segði Marin, ”aldri gloymi eg, hvussu mild tygum og maður tygara vóru!”

”Tað var, meðan tey góðu árini vóru, at tú tænti hjá okkum! - Børn fingu vit ongi. - Studentin sá eg ongantíð! - Ja, eg sá hann, men hann sá ikki meg! Hann kom til jarðarferðina hjá mammu síni. Eg sá hann standa við grøvina. Hann var so nábleikur og sá so syrgin út, men tað var um mammuna. Táið so pápin doyði, var hann í útlondunum og kom ikki henda vegin og hevur heldur ikki verið her síðani. Ongantíð gifti hann seg, tað veit eg. Eg haldi, hann var sakførari! Meg hevði hann gloymt, og um hann hevði sæð meg, so hevði hann helst ikki kent meg aftur, so ljót sum eg eri vorðin. Og tað er eisini fyri neyðini!”

Og hon segði frá teim tungu døgunum, táið óeydnan legði seg oman yvir tey. Tey áttu fimm hundrað ríkisdálar, og táið har í gøtuni var eitt hús at fáa til keyps fyri tvey hundrað, og tað kundi loysa seg at keypa tað og skræða tað niður fyri at byggja eitt nýtt á grundini, so keyptu tey húsið. Múrarar og timburmenn gjørdu eina meting, sum segði, at tað fór at kosta eitt túsund og tjúgu ríkisdálar aftrat. Eirikur handskamakari var væl kendur. Pengarnar fekk hann til láns úr Keypmannahavn, men skipið, sum kom við pengunum, gekk burtur, og pengarnir við tí.

”Tá var tað, eg átti mín vælsignaða son, sum svevur á fótalagnum. Maður mín gjørdist sjúkur. Í trý fjerðingár mátti eg lata hann úr og í. Alt gekk aftur á hondina hjá okkum, vit læntu og læntu. Alt toy, sum vit áttu, fór, og so doyði maðurin frá okkum. - Eg havi strítt og strevast, strítt og strevast fyri hansara skyld, vaskað trappur, vaskað klæðir, bæði grov og fín, men Várharra vil helst ikki, at eg skal fáa tað betri. Men eg hopi, at hann fer at lata upp fyri mær og taka sær av dronginum.”

Og so sovnaði hon.

Morgunin eftir kendi hon seg betri til passar og helt seg vera so fræga, at hon kundi fara aftur til arbeiðis. Men hon var ikki meir enn komin út í tað kalda vatnið, fyrr enn hon fekk sovorðnan skjálvta og máttloysi. Hon hevði hendurnar stívar framman fyri sær, meðan hon skinklaði inn móti áarbakkanum. Har datt hon. Høvdið lá uppi á turrum, meðan føturnir vóru úti í ánni. Traskituflurnar, sum hon hevði staðið í, og sum ein nevi av hálmi lá á botninum í hvørjari, fóru omaneftir við áarstreyminum. Har fann Marin hana, táið hon kom við kaffi.

Frá býfútanum hevði onkur verið har heima við boðum um, at hon straks skuldi koma til hansara, tí hann hevði nakað at siga henni. Tá var tað ov seint. Boð varð sent eftir einum hárskera at áralata hana. Men hon var deyð.

”Hon hevur drukkið seg í hel!” segði býfútin.

Í brævinum, sum segði frá deyða bróðurins, var eisini sagt frá, hvatið stóð í testamentinum, og har stóð, at seks hundrað ríkisdálar vóru testamenteraðir til einkjuna eftir handskamakaran, sum einaferð hevði tænt í húsinum hjá foreldrum hansara. Eftir sum tørvur var hildin at vera, skuldu pengarnir latast henni og barninum í størri ella smærri upphæddum.

”Okkurt fjas var millum beiggja mín og hana!” segði býfútin, ”gott at hon er farin. Nú fær drongurin allar pengarnar, og eg skal fáa hann upp í hendurnar á góðum fólki, so at hann verður ein góður hondverkari!” Og í hesi orðini legði Gud signing sína.

Og býfútin rópti drongin til sín, lovaði at taka sær av honum og helt fyri við hann, hvussu gott tað var, at mamma hansara doyði, tí hon nyttaði onki!

Í kirkjugarðin varð hon løgd, kirkjugarðin hjá teimum fátæku. Marin setti eitt lítið rósutræ niður á grøvina, meðan drongurin stóð hjá.

”Góða mamma mín!” segði hann, og tárini runnu so stríð. ”Er tað satt, at hon nyttaði onki?”

”Jú, hon nyttaði!” segði tann gamla gentan og hugdi móti himli. ”Eg veit tað frá nógvum árum og frá seinastu náttini. Eg sigi tær, at hon nyttaði! Og Várharra í himlinum sigur tað eisini, lat so verðina siga, at hon nyttaði onki!”

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Hun duede ikke”, ”Eventyr. Andet bind”, 1855.

Marius Johannesen (1905-1986) týddi. H.C. Andersen: ”11 ævintýr”, Bókaforlagið Grønalíð 1981.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019