• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Hoppararnir

Loppan, ongsprettan og springgásin ætlaðu einaferð at royna, hvør av teimum, ið hægst kundi hoppa, og so bjóðaðu tær allari verðini og annars øllum, sum høvdu hug at koma, at vera við sum áskoðarar til kappingina, og hetta vóru tríggir dúgligir hopparar, sum møttust inni í stovuni.

”Ja,” segði kongurin, ”tí, sum ger hægsta lopið, gevi eg dóttur mína, tí eg haldi, tað ber ikki til, at teir skulu fara at kapphoppa um onki.”

Loppan kom fyrst inn, og hon dugdi so væl at bera seg at og heilsaði øllum, ið inni vóru, tí hon hevði frøkunblóð í sær og var von við at vera millum fólk, og tað hevur eisini nógv at siga.

So kom ongsprettan. Hon var nógv størri á at líta, men hon dugdi eisini at bera seg at og var í grønum eyðkennisbúna, og hann var viðføddur. So segði hon eisini frá, at hon hevði ætt sína frá ógvuliga gomlum døgum í Egyptalandi, og her heima var hon eisini nógv vird. Hon var tikin beinleiðis úr haganum og sett í eitt korthús, sum var gjørt í trimum hæddum, alt gjørt av harrafólkum, sum vendu myndasíðuna inneftir.

Har vóru bæði hurðar og vindeygur, sum vóru gjørd um miðjuna av hjartarfrúgv. ”Eg syngi, so at sekstan veggjasmiðir, sum hava hvinið, síðani teir dugdu at ganga, og kortini ikki fingið korthús, eru vorðnir so avindsjúkir, at teir eru hjánaðir burtur í onki!”

Hesar báðar, bæði loppan og ongsprettan, duldu ikki fyri, hvørjar tær vóru, og tær roknaðu avgjørt við, at tær fóru at fáa prinsessuna.

Springgásin segði onki, men sagt var um hana, at hon hugsaði so mikið meir, og táið hovhundurin hevði tevjað at henni, váttaði hann, at hon var av góðum fólki. Tann gamli tingmaðurin, sum hevði fingið tríggjar riddarakrossar fyri ikki at klúgva í tvey, segði, at hann væl visti, at springgásin dugdi at spáa. Tað sást á bakinum á henni, antin veturin fór at vera góður ella ringur, og tað sært tú ikki á bakinum á honum, sum ger álmanakkan.

”Ja, eg sigi nú onki,” segði gamli kongurin, ”men eg gangi altíð og hugsi mítt!”

Og so skuldu lopini koma fyri. Loppan leyp so høgt, at ongin sá tað, og so søgdu tey, at hon als ikki hevði lopið, og tað var illavorðið sagt av teimum.

Ongsprettan leyp ikki til helvtar móti loppuni, men hon leyp upp í andlitið á kongi, og tað helt hann vera andstyggiligt.

Springgásin stóð leingi og ivaðist, og so hildu tey, at hon als ikki fór at leypa.

”Bara hon ikki er vorðin sjúk,” segði hovhundurin og fór aftur yvir at snodda at henni, men hopp! so leyp hon eitt lítið lop á skáki upp í fangið á prinsessuni, sum sat og heyk á einum gullskamli.

Tá segði kongurin: ”Hægsta lop, sum leypast kann, er upp til dóttur mína, tí tað er tað fína við tí, men slíkt skal høvur til at finna uppá, og springgásin hevur víst, at hon hevur høvur. Hon hevur bein í nøsini!”

Og so fekk hon prinsessuna.

”Eg leyp hægst kortini!” segði loppan. ”Men sama ger. Lat hana bara hava hatta gásaræðið! Eg leyp hægst kortini, men í hesari verð skal kroppur til, fyri at tey skulu síggja teg!”

Og so gav loppan seg í fremmanda hertænastu, og tað sigst, at hon har fall á vígvøllum.

Ongsprettan setti seg út í veggrøvina at hugsa, hvussu tað lagaði seg her í verðini, og hon segði eisini: ”Kroppur skal til!” og so sang hon sína syndarligu vísu, og tað er frá henni, at vit hava fingið søguna, sum kortini væl kann vera ósonn, sjálvt um hon er komin upp á prent.

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Springfyrene”, ”Nye eventyr, Første bind, Tredie samling”, 1845

Marius Johannesen (1905-1986) týddi. H.C. Andersen: ”10 ævintýr”, Bókaforlagið Grønalíð 1980.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019