• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

80. HULDUGENTAN

 

Frásøgn úr Oyndarfirði

Ein bóndi (tilskilað er: í Noregi ella Íslandi) átti ein son, sum altíð arbeiddi úti um dagin við húskøllunum.

Eina nátt, sum hann svevur í sínum kamari, berst honun fyri í dreymi, at ein genta kemur inn, gongur at songini, heilsar honum og fer so út aftur. Í sama bragdi vaknar hann og sær aftan á gentuna, í tí at hon fer út um dyrnar.

”Hatta var tó ein nasadjørv genta kortini,” hugsar hann: hann hevði ikki sæð hana fyrr.

Dagin eftir fer hann út í báti við húskøllunum; teir koma til ein hólm og fara upp á land at ganga til stuttleika; men bóndasonurin viltist burtur frá hinum, og teir finna hann ikki aftur.

Hann kemur til eina kirkju, fer inn í kirkjudyrnar og hoyrir ein prest prædika. Hulduprestur er hetta. Altargangur er, og kirkjufólkið syngur sálmin: ”Jesu søde ihukommelse.”

Tað fyrsta menniskja, ið kemur út aftur úr kirkjuni, er ein so vøkur genta; hann heldur tað vera somu gentu, ið hann sá hina náttina. Hon tekur í aðra hondina á honun og leiðir hann; nú er tað prestadóttirin.

Hann er í tríggjar dagar hjá hulduprestafólkunum, væl fagnaður, fer so av-stað, og gentan fylgir honum aftur á leið. Við skilnaðin sigur hon við hann, at hann skal koma aftur at vitja tey tann dagin, ið hon ásetir honum. Hann verður at lova henni tað, men hugsar við sær sjálvum, at hann fer ikki kortini.

Tann ásetta vitjingardagin fer hann út at sláa (sláa gras) við húskøllunum.

Sum teir standa og sláa, kemur huldugentan, gongur beinan vegin til hansara og heldur við hann, at hann gjørdi ikki, sum hann lovaði; men hann sigur, at hann kemur ikki aftur til hennara.

Hon svarar, at, kemur hann ikki við góðum, so skal hann noyðast at koma við illum.

Hann ger tá ikki vandari enn, at hann slær hana tvørtur um kroppin við líggjorvinum.

Hesi sløg skal hon minnast honum, sigur hon og lovar at leggja slíka sjúku á hann, at hann skal ikki sleppa av songini aftur í sínari lívstíð.

So varð: hann legðist á songina ógvuliga ringur; men pápi gentuna, huldupresturin, ið visti um hetta, kom til hansara og segðist vilja grøða hann. Presturin var forharmaður: gentan var eitt ólukkudýr, segði hann, tó at hon var hans egna dóttir.

Hann avloysti (bírættaði) tann sjúka, gav honun ein seðil og bað hann goyma hann væl: tí hon sjálv var vís at koma.

Tað var, sum huldupresturin segði: eina náttina kom hon, reiv seðilin frá honum, og hann var tá lika ringur sum fyrr.

Presturin kom aftur, avloysti hann og læt hann fáa ein annan seðil.

Hon kemur og rívur seðilin frá honum aðra ferð, og sama neyðin er aftur á honum.

Presturin kemur triðju ferð til hansara; men hon helmar ikki, fær uppaftur rivið seðilin til sín og tveitir hann í eldin.

Tá sigur presturin við dóttrina, at nú skal hon síggja, at drongurin fær heilsubót: men hvat ið av henni verður, leggur hann einki lag í.

So gevur presturin dronginum at drekka úr einun kálki (huldukálkur var tað), sum svartur prikkur var í botninum á.

Tá ið tann sjúki hevði drukkið, small gentan deyð niður, men sjálvur var hann frískur í somu stund.

Síðan sá drongurin ikki hulduprestin aftur.

 

Frásøgn: Anna Sofía Joensen, Oyndarfirði

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

                                            

80 Einki AT-nummar

 

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019