• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

27. ÍMARIN

 

Frásøgn úr Fugloy

Tríggir tjóvar høvdu eina ferð tikið seg saman um at stjala. Teir vistu, at presturin hevði roykt kjøt hangandi í einum skorsteini, og fóru so eina nátt til at stjala tað frá honum.

Men skorsteinurin royndist so trongur, at ikki meira enn ein av teimum, hin minsti og klænsti, kundi sleppa niður ígjøgnum. Hinir báðir lata hann niður í línu; hann tekur roykkjøtið og bindur upp í endan á henni, og teir í erva draga so upp.

Nú ið liðugt er, og hann í neðra vil upp aftur, er illa vorðið, tí hevur tað verið ringt at sleppa niður, verri verður at sleppa upp. Hann letur seg úr klæðunum, at hann kann vera klænri, og sendir so klæðini upp til teirra í erva.

Men nú vilja teir ikki lata línuna niður aftur til hansara, rýma sín veg við kjøtinum og lata hann standa naknan eftir í køkinum hjá presti.

Ongastaðni kann ólukkudýrið sleppa, tí hurðin er stongd, og lúkurnar eru fyri vindeygunum. Hann finnur tá til ráð at íma seg svartan av nøkrum pøttum, í køkinum standa, at hann kann líkjast fjandanum, og tekur so at buldra og gera um seg, at arbeiðskonan vaknar og kemur uttar í køkin til at vita, hvat gangur ið hetta er.

Tá ið hon sær hetta svarta, trýr hon, at tað er fanin, sum komin er í køkin, og loypur við rópan og nístan inn til prestin at siga frá. Presturin fer uttar, tóat ótti er á honum við. Hann tekur at mána hetta svarta spøkilsið; men tað heldur ímóti og vil ikki.

”Jeg maner dig igennem vinduerne,” sigur prestur.

”Ikki at fara,” svarar hetta svarta.

”Jeg maner dig igennem lukte døre,” sigur presturin.

”Luk op de døre!” rópar hetta svarta, og prestur er ikki seinur at lata dyrnar upp.

Tjóvurin smeyg avstað tað kvikasta, hann kundi, og presturin sá hann ikki aftur.

Tjóvurin rann alt í einum til holið, har sum hann visti, at teir vóru vanir at goyma tjóvafola teirra, fann bæði kjøtið og klæðini har og rýmdi so avstað við øllum, sum var.

Hinir báðir sóu hann ongantíð aftur.

Frásøgn: Marianna Hansdóttir, Hattarvík

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

 

27  Einki AT-nr.

 

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018