• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Jákup og Ku havmaðurin

Úti við strondina einastaðni í greivadøminum Clare í Írlandi búði fiskimaðurin Jákup Doherty; pápi hansara og abbi hansara høvdu eisini verið fiskimenn, og sum hann sjálvur høvdu teir búð her við strondina heilt einsamallir við konu síni og í selsama stað. Fólk grundaðu mangan yvir, hví Doherty-menninir vóru so glaðir fyri at búgva her í so oydnum landslag og langt burtur frá øllum menniskjum millum øgiligar klettar og einki annað fyri eygunum uttan tað endaleysa Atlantshavið. Men hesir menninir høvdu sínar egnu orsøkir til tað.

Hetta var einasta stað á øllum hesum partinum av strondini, sum hugsingur var um at búgva. Her var ein hugnalig, væl vard, lítil vík, og ein bátur kundi liggja í henni, sum ein lundi á eggi sínum. Út frá hesari víkini gongur ein skergarður út í havið. Tá ið stormarnir, sum so mangan øsa Atlantshavið upp, leika í, og hann er vestligur í ættini, so verður mangt skipið við dýrum førningi sorlað á boðunum, og tá rekur mangan ørgrynni av ymissum, sum gott er, inn á strondina - stór og fín knýti av bummull og tubbakki, romføt, vínføt, tunnur av konjakki, brennivínsankør úr Hálandi. Henda lítla víkin er eitt rættiligt innløgustað fyri Doherty-menninar.

Tað var ikki tí, hesir menninir vóru bæði vinsamir og manngóðir móti neyðstøddum skipsmonnum, tá ið teir viðhvørt vóru so hepnir at koma livandi á land. Manga ferðina dró Jákup sín lítla bát og dugnaði teimum eina hond, tá ið tað ráddi um at fáa manningina burtur frá einum strandaðum skipi. Men tá ið skipið nú var sorað, og manningin bar kjølin á baki; hvør kundi tá illkenna Jákup fyri, at hann tók hond um tann reka, hann kundi finna.

”Hvønn kann tað skaða?” er hann vanur at hugsa, ”kongin kanska, Gud vælsigni hann! Men hvør maður veit, at hann er longu væl hildin frammanundan, um enn hann fær ikki tað, sum flýtur um høvini.”

Hóast Jákup var einbúgvi, var hann bæði vinsamur og stuttligur maður. Hann var ivaleyst tann einasti, ið hevði kunnað lokkað Biddu til at rýma úr hugnaligu húsum faðirs síns, mið-skeiðis í býnum Ennis, og fara tær mongu mílir burtur at búgva millum klettar, kobbar og másar, sum einastu grannar. Men Bidda visti, at Jákup var rætti maðurin fyri eina gentu, sum ynskti at liva gævuligt og væl allar sínar dagar. Og innløgumaður var Jákup. Út yvir tann fisk, hann fekk, hevði hann nóg mikið at lata til annanhvønn harragarð í greivadøminum, av øllum teimum Guds gávum sum komu inn á ta lítlu víkina. Og Bidda hevði tikið beint, tí einki konufólk át, drakk og svav betur, ella var hábærsligari á at líta av øllum, sum komu í kirkju sunnudagarnar, enn Bidda.

Vit kunnu vera ivaleys í, at Jákup sá manga undarliga sjón og hoyrdi mong undarlig ljóð uttan av havinum; men tað var einki, hann óttaðist fyri. Tað var so langt frá, at hann firnaðist havmenninar, nei, tað var hansara størsta ynski at hitta ein av teimum. Jákup hevði hoyrt, at teir vóru líka klókir sum menniskjuni, og at tað altíð var eydna við at koma í hóslag við teir. Tá ið hann var úti og fleyt og sá onkran av havfólkunum fara eftir vatnskorpuni í teirra tokubúna, so róði hann altíð beint at teimum, tí hann kundi vera allan dagin á sjónum og ongan fisk hava heim aftur við sær. Neyðars tolna Bidda visti einki um, hvat tað var, ið Jákup róði eftir.

Tað var ógviliga óhugaligt fyri Jákup, at hann ongantíð rættiliga fekk eyga á havfólkini, hóast tey, her hann búði, vóru líka tøtt sum hummarar. Tað mest argingarsama var, at bæði pápi hansara og abbi hansara høvdu sætt tey ferð eftir ferð. Jákup mintist enntá, at hann í uppvøkstrinum hevði hoyrt um, hvussu abbi hansara, sum var tann fyrsti av ættini, ið setti seg her í víkini, hevði verið so kendur við ein havmanm, at hann ætlaði at taka hann sum fosturson. Tað, sum gjørdi, at hann tók hann ikki heim sum sítt egna barn, var, at hann visti, prestinum dámdi tað ikki. Men Jákup visti nú ikki rættiliga, um hetta við prestinum var heilt álítandi.

Umsíðir tóktist tó lagnan hava hildið sum so, at Jákup hevði uppiborið at vita líka nógv um havmenn, sum pápin og abbin høvdu vitað. Tí hendi tað ein dagin, Jákup var farin eitt sindur longur norður við strondini, enn hann var vanur og fór um eitt lítið útnes, at hann sá eitt, sum hann aldri hevði sætt áður. Tað sat á einum skeri eitt sindur úti frá. Fyri honum at síggja var tað grønt á liti, og - hóast tað má tykjast ótrúligt - tóktist tað hava tríkantaðan hatt á høvdinum. Ein góðan hálvan tíma stendur Jákup og hyggur at hesum og hugsar um, hvat tað er. Alla hesa tíðina hevði hetta ikki rørt seg. Umsíðir missir Jákup tolið, bríkslaði so hart, hann kundi, og gjørdi eitt gallróp á havmannin, tí ein havmaður mátti hetta vera, hann sá. Nú leyp hetta upp, setti tann tríkantaða hattin á høvdið og stoytti seg út av hesum høga skerinum á sjógvin við bollanum fyri.

Nú var Jákup so forvitin, at hann ráddi sær ikki; eftir henda dag gekk hann støðugt út við strondini, so hann sá út á skerið. Men ikki eydnaðist tað at fáa eyga á aftur havmannin við tí tríkantaða hattinum; tess meir, hann hugsaði um hetta, tess meira vissur var hann í, at hann helst hevur ongantíð sætt nakran havmann, hann hevur bara droymt.

Ein dagin nú er rættiligur brimgangur, óløgini koma høg sum hús og stoyta seg inn yvir strondina. Tá fer Jákup frá húsum, einans við tí í huga at hyggja eftir, um nakar havmaður situr á skerinum. Áður hevur hann altíð valt sær góðveður. Nú sær hann aftur henda undarliga skapningin á skerinum, hann loypur um har úti, heldur seg har, skerið er hægst, loypur á bláman, klívur upp aftur á skerið, rennur umkring, stoytir seg so aftur í havið, soleiðis alla tíðina.

Nú visti Jákup, nær hann skuldi fara at síggja havmannin: Tá ið tað er hálvur stormur, og óløgini leika í, nú kundi hann sita og síggja havmannin so ofta, hann vildi. - Men hetta var honum ikki nóg mikið, meir vil meira hava; hann vildi hitta havmannin, læra hann at kenna.

Hetta eydnaðist eisini. Ein dagin, nú er so øgiligur stormur. Jákup fer frá húsum. Áðrenn hann er komin so langt, at hann sær út á havmannaskerið, er veðrið so ringt, at tað er ikki gangandi, hann leitar inn í eina holu undir berginum at fáa lívd. Tá hvøkkur hann við og stendur stívur, gløir eyguni út úr høvdinum á sær: Beint framman fyri sær sær hann ein undarligan skapning sita á helluni: Grønt hár, langar, grønar tenn, reyða nøs og grísaeygu; hann hevur sporl og bein við skrubbi á, stuttar armar, sum líkjast fitjingum. Eingi klæði á kroppinum, men uppi undir hondini heldur hann ein tríkantaðan hatt. Havmaðurin tykist sita í djúpum hugsanum og geva sær ikki far um tað, sum uttan um hann er.

Hóast sítt mikla dirvi, er Jákup ikki álviligur í løtuni; men hann hugsar sum so: ”Nú havi eg tað høvi, eg leingi havi stundað eftir, at læra ein havmann at kenna, nú má eg taka mær um reiggj, standist hvat av, ið má!” Hann mannar seg upp, gongur nærri at havmanninum og sigur kurteisliga:

”Harri, eg eri tín undirbrotligi tænari.”

”Jákup Doherty!” svarar havmaðurin.

”Hvussu ber tað til, at tygum, høgi harri, kenna mítt navn?” sigur Jákup ovfarin.

”Eitur tú ikki so?” spyr havmaðurin, ”hvussu kann tú spyrja, um eg kenni teg, maður? Eg, sum kendi abba tín, longu áðrenn hann varð giftur við Rudi Regan, ommu tíni. Jákup, Jákup, abba tín helt eg nógv um; hann var mikið umhildin maður í síni tíð. Aldri nakrantíð havi eg, hvørki á sjógv ella landi, hvørki fyrr ella síður, hitt hans líka til at hvølva eina skel av konjakki í seg. Eg vóni, drongur mín,” sigur gamli havmaðurin við góðsligum látri í andlitinum, ”eg vóni, at tú roynist sum fulltakin abbasonur hansara.”

”Óttast ikki fyri tí,” sigur Jákup blíðmæltur, ”hevði mamma mín havt konjakk í bróstunum, mundi eg verið bróstabarn enn, um tað stóð til mín.”

”Hetta dámar mær væl at hoyra, maður,” sigur gamli havmaðurin; ”vit báðir mugu kunna okkum betur hvør við annan, um tað so bert skuldi verið fyri abba tíns skyld. Men pápi tín, Jákup, hann var ikki tann maður, honum gagnaðist vínið ikki.”

”Eg ivist ikki í,” sigur Jákup, ”at tá ið tú skal liva niðri í sjónum, so er tú noyddur til at drekka ríviligt fyri at halda hitanum, har er jú so ræðuliga kalt og ráligt undir vatnskorpuni. Nú havi eg mangan hoyrt um havmenn, ið drukku sum fiskar. Eg fari tí at gera mær dælt og spyrja, hvaðani tú fær allan henda sterka løgin frá?”

”Hvaðani fær tú hann sjálvur, Jákup?” sigur havmaðurin og gníggjar sína reyðu nøs millum tummilin og fremstafingur.

”Hubbubbu!” rópar Jákup, ”nú skilji eg, hvussu vorðið er. Men er ikki eitt sindur um tað, at tú hevur ein fínan, turran kjallara at goyma alt títt góða vín í?”

”Jú, lít á tað, vínkjallaran havi eg góðan,” sigur havmaðurin við einum skemtiligum blunki í vinstra eyga.

”Eg hoyri teg,” sigur Jákup og lær fram fyri seg, ”tann kjallarin er ivaleyst verdur at síggja.”

”Tað skal eg siga tær, Jákup,” sigur gamli havmaðurin, ”og kemur tú higar um sama mundið komandi mánadag, skulu vit avráða nærri um hetta, tú har sigur.”

Jákup og gamli havmaðurin skiljast nú bestu vinir.

Mánadagin eftir hittast teir aftur, og Jákup undrast á, at nú hevur gamli havmaðurin tveir tríkantaðar hattar hjá sær, ein undir hvørjari hondini.

”Hóast eg spyrji so,” heldur Jákup fyri, ”hví kemur tú við tveimum høttum í dag, ætlar tú kanska at geva mær annan til minni um teg?”

”Nei, nei, Jákup,” sigur havmaðurin, ”hesir hattarnir eru ikki so lættvunnir, at teir eru gávugóðs; men eg hugsaði, at tú skuldi koma við mær niður í sjógvin, so vit kunnu eta ein bita til døgurða saman, eg havi tikið hattin við, so tú kann vera undir honum, tá ið vit fara niður og koma upp aftur gjøgnum sjógvin.”

”Gud eigi teg, havmaður,” rópar Jákup ovfarin, ”vil tú, at eg skal, sum einki skuldi verið, koma niður á botn við tær; tað fer ivaleyst at støkka rangt hjá mær, og eg fari at kódna, drukna í vatninum. Og hvat kann so neyðars Bidda gera uttan meg, og hvat vil hon siga?”

”Tað hevur einki at týða, hvat ið hon heldur, tín bloyta; hvør leggur í Biddusar jammurtónar; tað skuldi nógv til, áðrenn abbi tín talaði soleiðis. Hann hevur mangan sett henda sama hattin á høvdið, og uttan himpr kavað niður við mær; vit báðir hava mangan góðan døgurðan etið saman undir sjónum og tømt manga konjakkskelina.”

”Er hatta álvara, tú sigur, skemtar tú ikki við meg?” spyr Jákup. ”Men rámi meg allar landsins ógævur, um eg nú vísi meg minni mann enn abbi; verði nú, sum tað lystir, eg haldi meg ikki aftur. Kom, latum okkum fara, tað standist hvat av, ið má. Tú tekur eingi óráð fyri, havmaður, tað líti eg á!” sigur Jákup.

”Har skal tú síggja!” smálær gamli havmaðurin, ”tú er meinlíkur abbanum. Kom, nú ger tú bert rætt sum eg.”

Teir ganga nú út úr holuni báðir og oman at sjónum, svimja um tað lítla sundið og út á skerið; havmaðurin klívur upp á tað hægsta, og Jákup fylgir honum í hølunum. Út av tí hægsta, á útsíðuni á skerinum, er so slætt sum ein húsaveggur og bládýpi niðurfyri at síggja. Jákup ógvast við; men nú er ikki aftur at venda, so er hann ikki abbans maki.

”Hygg nú, Jákup,” sigur gamli havmaðurin, ”set nú bara hattin á høvdið á tær og ansa eftir at halda eyguni víðopin. Eg loypi fyrst, tú beint í hølunum, tak so beinanvegin í halan á mær og halt; so skal tú síggja!”

Havmaðurin leyp sum ein súla, ið kavar, Jákup í hølunum á honum, aftraði seg ikki. Teir søkka og søkka; Jákup heldur, at teir verða aldri lidnir at søkka; og hann ynskir seg so staðiliga at vera heima aftur við eldin hjá Biddu; men hvat dugdu sovorðin ynski nú, tá ið hann kendi seg vera túsund snørislongdir undir vatnskorpuni í Atlantshavinum? Men her gerst einki annað enn at halda fast í halan á gamla havmanninum, hóast hann er bæði hálur og viggvaksin. - Men áðrenn Jákup veit av, nú koma teir niður úr vatninum á turt land á havbotninum. Teir støðga beint fyri durunum á einum vøkrum húsum, sum eru prýðiliga takt við skeljum. Havmaðurin vendir sær móti Jákupi, lær og býður honum væl komnum.

Jákup fær ikki orðið upp, bæði av tí hann er so ovfarin, og av tí hann kennir seg sum ein ovdrigin longa, var heilt blásin og kikkaði eftir ondini av tí miklu ferð, teir høvdu havt gjøgnum sjógvin. Hann hyggur seg um og sær einki livandi kykt uttan krabbar og rækjur, sum ganga í hópatali á sandinum. Uppiyvir er havið sum ein himmal, og fiskurin svimur har uppi, sum fuglurin flýgur í luftini.

”Nú, tú sigur ikki eitt orð, maður?” heldur gamli havmaðurin, ”eg hugsi, tú hevur ikki grunað, at eg átti eitt sovorðið heimbýli her niðri. Stakk nakað rangt hjá tær niðureftir, druknaði tú av langtan eftir Biddu tíni, ha?” skemtar havmaðurin.

”Nei, tað hevði ikki líkst mær!” sigur Jákup errin og fettir sær á, lær við sterkum, hvítum tonnum upp á gamla havmannin, ”men hvør í allari verøldini hevði trúð, at eg skuldi fáa alt hetta at síggja?”

”Jú, men kom lat okkum síggja, um tað er ikki gjørt okkurt etandi til okkara, vit koma,” sigur havmaðurin,

Jákup er satt at siga heilt svangur. Tað var ikki bara tí, hann sá inn til teir ungu havmenninar, sum matgjørdu í køkinum, tað var eisini so langt síðani, hann fór frá húsum, og hann var eisini so forvitin eftir at vita, hvussu leikur fór, at hann át lítið og einki, áðrenn hann slepti sær avstað.

Havmaðurin býður honum nú inn í húsið. Teir koma inn í ein stóran køk, væl útbúgvin við allari útgerð, sum tørvur er á, tveir ungir eru í holtur við at gera mat. Gamli havmaðurin fer við honum inn í stovuna. Innbúgvið har er nú ikki mætt, hvørki borð ella stólar, einans plankar og stokkar at sita á og at borðreiða á; men á eldstaðnum brennur góður eldur, av væl turrum rekaklótum. Hatta var lystiligt at síggja, helt Jákup.

”Kom nú við, so skal eg vísa tær, hvar eg goymi tað - tú veit,” sigur gamli havmaðurin og smílkar so hulisliga, letur eina lítla hurð upp og leiðir Jákup inn í ein kjallara, sum er fullur av tunnum, føtum og vínkørum av øllum støddum.

”Hvat sigur tú um hetta, Jákup; heldur tú ikki enn, at ein kann hugna sær og liva væl undir sjónum?” sigur havmaðurin.

”Jú, tað er so vist, her er bæði hugni og hovmansligt,” sigur Jákup, hann vil ikki trúgva sínum egnu eygum, ”so rúmt og ríviligt her er hjá tær.”

Teir ganga inn aftur í stovuna. Nú er borðreitt; eingin dúkur er kortini. Men hvat um tað? Jákup hevur heldur ikki altíð dúk á borðinum heima hjá sær. – Døgurðin, ið teir ungu havmannakokkarnir bera fram, hevði ikki gjørt teimum bestu húsunum í greivadøminum fyri skommum ein høgtíðsdag. Her er fyrst og fremst fiskur av besta slag, pinnaflundra, stør, tunga, hummari og tjúgu ymissur skelfiskur verður beinanvegin settur fyri teir. Har er hópur av fremmandum vínum. Gamli havmaðurin fanst at tí víni, sum boðið var, tað var ov kalt, hann toldi tað ikki fyri búkinum.

Jákup át og drakk, til hann var stívur. Omaná tekur hann eina skel av konjakki, hevur á loft og sigur, at nú vil hann drekka eina gævuskál fyri vertinum. ”Men hóast eg sigi so: Vit hava nú verið leingi saman og sita so væl báðir, ikki hevur tú enn sagt mær, hvussu tú eitur.”

”Rætt hevur tú,” sigur havmaðurin, ”men ikki er tað komið mær í hug. Eg eiti Coomara. Tú rópar meg bara Ku, Jákup, ha?”

”Tað er eitt óført navn, havmaður,” sigur Jákup og fær sær eina skel av konjakki afturat: ”Eg drekki tína skál, gamli vinmaður, alt gangist tær væl, gævi tú fekk fimmti gævulig ár afturat.”

”Fimmti ár, sigur tú,” lær gamli havmaðurin, ”eg hevði verið tær takksamur, um tú segði fimm hundrað ár, tá hevði verið høpi í ynskinum.”

”Ja, hatta var eitt mistak av mær, Ku,” sigur Jákup, ”sjálvandi meinti eg fimm hundrað ár. Tit liva jú so leingi her niðri á havbotninum. Tú kendi abba mín, og hann hevur jú verið deyður og jarðaður tey síðstu seksti árini; eingin ivi um, at hetta er eitt frískligt stað at búgva.”

”Ja, tað skal tú líta á,” sigur Ku, ”men fá tær upp í aftur skelina, lat ikki renna av tær.”

Teir tøma skel fyri skel av konjakki báðir; men Jákup undrast á, at tað rennur ikki rættiliga at, alt hann drekkur; hann slúttar sær, at tað er sjógvurin uppiyvir, sum heldur einum høvdið so klárt.

Gamli havmaðurin Ku tykist hugna sær avbera væl, og hann syngur fleiri sangir; men hóast Jákup roynir at leggja seg eftir tí, er hann ikki maður at minnast meir enn hetta brotið:

”Rum fum biddil buh

Rippil dippil nitti dopp

Dunda duddil kuh

Raffil taffil sjitibuh.”

Hetta var niðurlagið til ein av sangunum; men satt at siga hevði Jákup ongantíð skilt hetta, og hann hevði ongantíð hitt nakran mann, sum hevði funnið nakað høpi í tí; men tað er nú einki eindømi kortini, soleiðis er so mangur sangurin nú á okkara døgum.

At endanum sigur Ku: ”Nú, drongur, hevur tú hug at síggja onkrar rárar lutir, eg havi savnað saman í goymslur mínar, so kom við mær.” Hann letur einar dyr upp, og teir koma inn í eitt stórt rúm, har Jákup sær mong ymis brot og petti, sum havmaðurin Ku hevur drigið saman gjøgnum árini; hvat hetta nú skuldi hava at týða. Men tað, sum Jákup serliga gáaði eftir, var ein hópur av onkrum, sum líktist hummarasnerrum. Hetta stóð í longum røðum upp við øllum veggjunum.

”Nú, Jákup,” sigur Ku, ”hvat líkst tær á hetta, tú sær?”

”Tað má eg siga,” sigur Jákup, ”tað er ikki eiti á, sum tú hevur fingið saman; men sig mær, hvat er hatta fyri hummarasnerrur, sum her standa í so stórum tali?”

”Á, hatta, ja, hatta eru sálarbúur.”

”Hvat sigur tú, Ku?”

”Hatta eru búur, sum eg goymi sálir í,” sigur Ku.

”Hvat eru tað fyri sálir?” spyr Jákup og undrast á, ”tað er sagt fyri mær, at fiskur hevur onga sál.”

”Nei, fiskur hevur onga sál,” sigur Ku gamli; ”men tær sálirnar, sum eg havi í búrunum, eru frá druknaðum skipsmonnum.”

”Hann náði meg, Ku,” rópar Jákup og veit ikki, hvat hann skal halda, ”hvussu fær tú hendur á tær?”

”Tað er ikki torført,” sigur Ku, ”nú skal eg siga tær: Tá ið eg síggi, at ein líkinda stormur er við at koma, nýtist eg bert at seta eini tvinni tólvir av hesum búrunum út; tá ið nú sjómenninir drukna, og sálin fer úr likaminum undir vatninum, so er hon illa fyri, tí hon er ikki von við kuldan, leitar so inn í búrini at fáa lívd. Nú lati eg bert búrini aftur fyri teimum, so havi eg tær, beri tær síðani inn og haldi tær í hesum turra, lýggja rúminum. Er her ikki gott at vera, so veit eg ikki, hvat ið gott er.”

Jákup er hamskiftur, so hann veit ikki, hvat hann skal siga, tí tigur hann. Teir ganga aftur í matstovuna og fáa eitt sindur afturat upp í skelina av tí frálíka konjakkinum. Nú kennir Jákup á sær, at tað er nógv fram, og Bidda verður kanska rødd um hann; tí reisir hann seg og sigur, at hann heldur vera tíð at koma sær aftur at húsum.

”Sum tú heldur, Jákup,” sigur havmaðurin Ku, ”men tak tær eina skel av konjakki afturat, áðrenn vit fara, tí uppafturferðin er eitt sindur kølin, veitst tú.”

Jákup dugdi fólkaskikk, hann visti, at tað bar ikki til at kasta eina skilnaðarskál aftur, drekkur og heldur fyri: ”Eg eri ikki vissur í, at eg finni aftur at húsum.”

”Hví skuldi tú ikki tað?” sigur Ku gamli vinsamur, ”tá ið eg vísi tær leiðina upp á skerið.”

Teir ganga nú út av húsinum, og Ku gamli tekur ein av teimum tríkantaðu høttunum og setir Jákupi á høvdið, men nú til uppferðina øvugtan, síðani tekur havmaðurin mannin á herðarnar, so hann fær skotið hann upp í vatnið.

”Soh,” sigur gamli Ku og gevur Jákupi eitt skump upp í sjógvin, ”nú kemur tú upp rætt í sama stað, tú fór niður. Minst so til, Jákup, at tú blakar hattin niður aftur til mín. Og so farvæl, mín vinur, og takk fyri hesa ferð.”

Jákup fer nú sum ein nísa upp gjøgnum sjógvin, tað sjóðar fyri oyrunum av ferðini. Hann kemur upp, sum Ku segði, beint við klettin, har hann fór niður; her finnur hann eitt stað, har hann sleppur upp á land, kastar hattin frá sær, og hann sær, hvussu hann mest sum verður sogin niður aftur í dýpið.

Hetta er eitt sovorðið stilt summarkvøld við spegilsklárum himli. Sólin stendur í havsbrúnni, aldurnar brenna í einum gyltum ljósstreymi, og á luftini sæst ein einslig stjørna, sum blunkar so góðslig í øllum tí bláa. Nú visti Jákup, at tað var liðið langt út á kvøldið, og hann skundaði sær heim. Tá ið hann kemur at húsum, sigur hann ikki eitt orð fyri Biddu um, hvar hann hevur verið um dagin. - Og ikki hon spyr um nakað.

Tær neyðars sálirnar, sum vóru stongdar inni í hummarabúrunum, elvdu Jákupi mikla sorg, og hann hugsaði nógv um, hvussu hann kundi fáa hjálpt teimum út. Tað fyrsta, hann hugsaði um, var at tala við prestin um hetta. Men hvat kundi í grundini prestur gera í hesum máli, og hvat fór gamli havmaðurin Ku at leggja í prest? Nú var Ku eisini eitt sovorðið meinaleyst havmenniskja, at hann kendi seg ikki hava gjørt nakað til sakar, nei, hann helt seg gera væl við sálirnar at lokka tær úr kuldanum inn í vælgerandi hita og turra luft. Jákup hevði samkenslu við havmanninum. Hann hugsaði eisini um seg sjálvan í hesum føri, helt, at tað fór valla at verða honum til gagns, um tað spurdist, at hann át døgurða niðri á havbotninum saman við havmonnum, sum jú vóru ikki kristnir. Nei, hann læt hesa hugsanina um at fáa prestin upp í leikin fara og fann sær eina aðra:

Hann skuldi bjóða vinmanninum Ku heim til sín at eta døgurða, fáa hann fullan - um hann var maður fyri tí - taka tríkantaða hattin frá honum, fara undir hann og stoyta seg niður av havmannaskerinum niður í havmannabølið og sleppa øllum sálunum út. Men skuldi hetta fáast í lag, var tað neyðugt at fáa Biddu burtur onkustaðni ímeðan; tí Jákup var klókari enn so, at hann fór ikki at lata eitt konufólk fáa at vita um hesi loyndarmál.

Jákup verður tí alt í einum so ógvuliga gudrøkin og sigur við Biddu, at hann helt, tað fór at verða ein bati fyri teirra báðar sálir, um hon gjørdi eina ferð til tær halgu keldurnar í sankta John við býin Ennis.

Bidda heldur, at hetta eru hyggiráðini, og hon fer av stað ein góðan morgun í sólarrenningini. Áðrenn hon fer, sigur hon við Jákup, at nú skal hann ansa væl og virðiliga eftir húsinum, meðan hon er burtur.

Bidda er ikki meir enn komin undir fyrstu sýn, nú fer Jákup frá húsum, út á havmannaskerið, tekur ein stein og sleppur niðurfyri. Hetta var avtala teirra millum, um Jákup vildi hitta Ku.

Steinurin er ikki meir enn niðurkomin, nú kemur gamli havmaðurin Ku uppundan.

”Góðan morgun Jákup mín!” rópar hann fródligur og kemur upp á skerið, ”hvat gott sigur tú nú?”

”Á, einki soleiðis,” sigur Jákup, ”skuldi bara spyrja, um tú hevði havt hug at etið døgurða heima hjá mær í dag; hetta er alt, eg vil tær.”

”Jú, verð vissur í tí, Jákup, eg eri glaður við. Eg síggi, tú er einki minni maður enn abbi tín. Nær vil tú so hava meg at koma?”

”Altíð tá ið tað ber tær til, Ku. Skulu vit siga um eitt tíðina; so kann tú verða heima aftur í ljósum, um tær dámar tað betur.”

”Eg skal vera har rættstundis, ivast einki í tí,” sigur Ku havmaðurin og skjýtur seg aftur á bláman av hægsta skerinum.

Jákup fer nú aftur at húsum, reiður eitt hábærsligt fiskaborð og tekur úr goymslum sínum eina nøgd av útlendskum víni, nóg mikið til, at, ið hvussu er, tjúgu mans kunnu drekka seg um koll av tí.

Beint sum klokkan er eitt, kemur Ku gamli við tí tríkantaða hattinum undir hondini. Alt er búgvið at taka ímóti gestinum, og teir seta seg at borðinum beinanvegin. Matarlystin tykist góð, og teir leggja í vaðið, eta og drekka sum rættir menn, Jákup, sum situr og hugsar um tær neyðars innistongdu sálirnar í teimum skarns hummarabúrunum niðri á havbotninum, roynir at fáa Ku at drekka ríviligt av konjakki, í tí vón, at hann skal sovna á gólvið. Men tann góði Jákup gloymir, at her hevur hann ikki havið uppi yvir sær, at svala sær skallan, og tað gongur hvørki verri ella betur, enn at tað verður hann sjálvur, sum sovnar á gólvið og er ikki førur at bragda, meðan gamli havmaðurin er so toygur, at hann fer vinglandi og kvøðandi út aftur á skerið og til botns.

Jákup vaknar ikki við aftur fyrr enn morgunin eftir, og tá er hann meira deyður enn livandi av hundasjúkuni, hugsar við sær: ”Nei, nei, eg eri helst kortini ikki maður móti abbanum, ikki førur at drekka henda trý hundrað ára gamla stavnin, Ku, undir beinkin. Hvussu skal eg tó fáa tær neyðars sálirnar út úr búrunum?” Leingi situr hann við høvdinum framyvir og grundar. Úti á kvøldinum fær hann eitt hugskot: ”Nú veit eg!” rópar hann og slær seg á lørini, ”eg ivist ikki í, at gamli havmaðurin aldri sín dag hevur smakkað ein dropa av heimagjørdum whisky. Hetta skal so satt for tann levandi bjarga teimum innistongdu sálunum. Tað er fyri neyðini, at Bidda kemur ikki aftur fyrr enn um tveir dagar, so eg havi stundir einaferð enn at fáa fatur á gamla Ku.”

Jákup býður nú havmanninum heim aftur til sín, og Ku lær at honum, tí hann tolir so lítið, sigur, at hann langt frá kann javnmeta seg við abban.

”Bíða nú, bíða nú!” sigur Jakup og hevur eitt lítið skálkabrá í øðrum eyganum, ”royn meg einaferð enn, áðrenn tú heilt kolldømir meg; tú skal ikki vera vissur í, at eg ikki, tá ið samanum kemur, bæði kann drekka teg fullan og edrúan aftur.”

”Eg skal gera alt, fyri at títt ynski kann ganga út,” skemtar gamli Ku.

Tá ið teir fóru undir henda døgurðan, ger Jákup allar snildir fyri at sníkja vatn í tað, hann drekkur, so Ku einki varnast. Samstundis gevur hann havmanninum, tað sterkasta konjakki, hann eigur. Soleiðis drekka teir leingi. Nú sigur Jákup: ”Hoyr, Ku, hevur tú nakrantíð fingið heimabryggjað whisky, eg meini rættiligt fjallabryggj?”

”Nei,” sigur havmaðurin og verður forvitin, ”hvat er tað, og hvaðani kemur tað frá?”

”Ja, tað er nú eitt loynimál,” sigur Jákup, ”men tað er tað alra besta, sum hugsast kann av tí, sum gott er. Og tú skal sleppa at rópa meg níðing, um tað er ikki minst fimmti ferðir betri enn bæði konjakk og romm. Bróðir Biddu hevur rætt nú sent mær eina løgg av hesum whisky í býti fyri konjakk, eg havi givið honum; tá ið tú nú er gamal húsvinur her, havi eg goymt eitt sindur eftir at geva tær.”

”Ja, latum okkum leggja tunguna á tað og vita, hvat tað dugir,” sigur gamli Ku kátur.

Whiskyið var av besta slag, hevði tað rætta dundrið í sær. Havmaðurin læt óføra væl at, drakk í stórum og treiv í at syngja: Rumbum buddil buh ferð eftir ferð; hann læði og dans-aði upp um gólvið. Men best sum var, fór hann at vikna, linkaði í knøunum og fór um koll á gólvið, sovnaði sum ein steinur. Jákup, sum hevði ansað væl eftir, ikki at ovdrekka seg, tekur nú tann tríkantaða hattin, loypur út á havmannaskerið, tekur hattin á høvdið, loypur niðurfyri, og beinanvegin kemur hann niður um sjógvin og lendir á botninum, beint fyri durinum hjá Ku.

Alt er so friðarligt sum á einum kirkjugarði, eingin havmaður at síggja. Hann skundar sær inn og letur øll sálarbúrini upp; men hann sær einki petti, hoyrir bert eina lítla pístran í luftini hvørja ferð, hann letur eitt búur upp. Hann er eitt sindur ovfarin av hesum; men nú minnist hann til, hvat prestur hevur sagt honum frá, at einki livandi kykt kann síggja sálir, líka so lítið sum ein kann síggja vindin ella luftina. Tá ið Jákup nú hevur gjørt alt, hann kann, fyri sálirnar, letur hann búrini aftur, lýsir signing yvir tær neyðars sálir fyri at móta tær eitt sindur á ferðini, har tær nú skulu fara.

Hann fer so at hugsa um heimferðina, setur sær tann tríkantaða hattin øvugtan á høvdið, soleiðis sum hann hevði sætt gamla Ku gera. Men nú, hann kemur út fyri dyr, varnast hann, at vatnið er so høgt uppi, at tað eru ikki vegir til at røkka upp í tað, tí nú er Ku ikki at taka hann á herðarnar sum síðst; hann gongur um har og leitar sær eftir einum stiga, men finnur ongan; har er heldur ikki ein steinur, hann kann klíva uppá. At endanum sær hann einastaðni, har vatnið hongur eitt sindur síðari niður enn aðrastaðni; har setur hann sær fyri at royna. Rætt sum hann kemur á staðin, kemur av tilvild ein stórur toskur framyvir og stingur sporlið niður úr vatninum. Jákup er ikki seinur, springur upp, fær um sporlið og heldur. Fiskurin hvakk og brá sær upp gjøgnum vatnið. So skjótt, tann tríkantaði hattur bar við sjógvin, fekk Jákup sovorðna ferð, at tann stóri toskurin orkaði ikki at fylgja við, men var drigin øvugtur uppeftir, tí Jákup gloymdi at sleppa. Tað er beinanvegin, Jákup kemur upp sama stað, sum hann leyp frá, kom á land á skerinum, svam um sundið inn á helluna og leyp sum ein jólhestur til hús, findarglaður yvir ta góðu gerð, hann nú hevði gjørt.

Men tað var nú ikki bara lystiligt at koma heim; tí beint sum Jákup var farin sína sálarhjálparferð, var Bidda komin aftur av sínari sálarbótaferð við ta halgu kelduna. Tá ið hon kemur inn í húsið, sær hon alt í einum ruðuleika á borðinum framman fyri sær: ”Her er eitt ræðuligt skil”, rópar hon ovursint, ”tað er hatta spottið, maðurin - á tann peis, at eg nakrantíð gifti meg við honum! - Nú hevur hann drigið eitt ella annað strokavætti inn higar, hevur sitið og drukkið við tí, meðan eg var burtur og bað fyri hansara sál. Hava kulkað alt tað heimabrenda whiskyið í seg, sum beiggin gav honum, og alt vínið, sum hann skuldi selja til harramenninar.”

Nú hoyrir hon eitt sovorðið undarligt ljóð onkustaðni; hyggur niðurfyri seg. Tá sær hon gamla Ku, sum liggur undir borðinum: ”Á, hjálp mær, hjálp mær, sankta Maria!” rópar hon, ”ja, mín sann hevur hann nú skapt seg sjálvan um til eitt ræðuligt ódýr, ja, tað hevur hann gjørt. Eg havi mangan hoyrt, at ein maður kann verða til ódýr, tá ið hann drekkur ov mikið. - Á, góðasti Jákup, hvat skal eg gera við teg, hvussu kann eg, ein hampilig og rætttrúgvandi kona liva saman við tær soleiðis, sum tú nu er vorðin?”

Við hesum jammurstónanum fer Bidda á dyr og ætlar sær at rýma í stundini, bara rýma, hugsar einki um hvagar. Men í tí sama hoyrir hon Jákups fródligu rødd, hann kemur smákvøðandi og láturmildur at húsinum. Tá verður Bidda so findarglað yvir at síggja hann aftur raskan og kátan, ikki petti umskaptur til ódýr, at hon leyp um hálsin á honum, og alt, hon hevði ímóti honum fyri løtu, var gloymt.

Jákup noyðist nú at siga henni alt, og hóast Bidda helt seg hava áneyðir til at vera firtna á hann, tí hann hevði ikki sagt henni hetta áður, fekk hon seg kortini ikki til tað; tí tað var vist, at hann hevði gjørt teimum neyðars innistongdu sálum eina góða gerð. Tey fara nú inn í húsið bæði, vinarlig sum tveir Guds einglar.

Jákup vekur gamla havmannin, Ku. Tá ið hann sær, at gamli er eitt sindur illa við at hava ligið avdottin á gólvinum, biður hann Ku einki leggja í tað; tí soleiðis hevði tað gingið so mongum góðum manni undan honum: ”Hetta kom alt av, at tú er ikki vanur við heimabryggjað whisky við tí rætta buldrinum í. Nú skal tú bert taka eitt hár av einum hundi, sum beint frammanundan hevur bitið teg, og svølgja tað niður; tað eru bestu ráðini.”

Men Ku gamli vildi einki tosa um heimabryggjað whisky meir, helt seg hava fingið nóg mikið; hann reisti seg, gráur í andliti. Uttan at røkja fyri at halda gamlan fólkaskikk, leyp hann á dyr, segði ikki eitt einasta orð, skundaði sær út eftir helluni, kom sær út á skerið og stoytti seg niður í tað kalda vatnið at fáa svalað á sær, kom aftur á sjóbotnin og drakk sær nakrar javnarar av konjakki, tað var honum longst sum best!

Ku gamli saknaði ongantíð sínar innistongdu sálir.

Jákup og hann vóru alsamt bestu vinir. Eingin man nakrantíð hava kunnað javnmett seg við Jakup at frígera sálir; hann fann sær minst fimmti útvegir til at fara niður í húsið undir havinum, so Ku gamli einki ánaði, læt øll búrini upp, so allar sálirnar kundu sleppa sær til rýmingar. Hann helt tað kortini vera eitt sindur óhugnaligt, ongantíð at síggja ein feril av teimum; men tá ið hann visti, tað skuldi vera so, bar hann tað við toli.

Teir báðir vinmenninir komu alsamt saman í mong ár. Men ein morgun, nú Jákup sum vanligt kastar ein stein niður av havmannaskerinum, fær hann einki svar; hann kastar annan steinin, tann triðja við; men eingin Ku kemur upp. Hann fer tá heim. Kemur aftur dagin eftir, kastar aftur tríggjar steinar; men fekk alsamt einki svar; av tí hann hevði ongan tríkantaðan hatt, kundi hann ikki fara niður at hyggja eftir, hvussu vorðið var við gamla Ku; men hann gitti, at antin var hesin gamli havmaðurin - ella gamli fiskurin - deyður, ella fluttur burtur frá hesum partinum av strondini.

Úr bókini ”Ævintýr 6”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1974.

Upprunaheiti: ”Sjæleburene”. ”Af verdens eventyr”, (Irske eventyr). Flensteds Forlag, Odense.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019