• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

49. JÁKUP PIPPILINGUR OG PER STAMIHAKK

 

Uppskrift av Syðradali í Kalsoy

Eina ferð vóru tað tveir menn, ið búðu nær saman; annar æt Jákup Pippilingur og annar Per Stamihakk. Jákup var pinkulítil og kúlutur, og hin stamaði so illa, at bert okkurt orðið fataðist av tí, sum hann tosaði.

Ein dagin fer Jákup burtur í skógin, hoyrir ljóð og dans og gongur eftir ljóðinum. Hann sær nøkur smáfólk dansa; tey kvøða: mánadagur og miðvikudagur og fríggjadagur og sunnudagur. Hann fer til teirra og sigur, at tey kvøða ikki beint: tey leggja burturúr og byrja ikki beint heldur; tey eiga at byrja við sunnudeginum.

So lærir hann tey allar dagarnar í vikuni, fer sjálvur upp í dansin og kvøður, til tey hava lært alt.

Tey spyrja hann, hvat hann nú skal hava í løn afturfyri.

Kunnu tey fáa seg rættan og taka kúluna burtur av sær, so ynskir hann ikki eftir meira, sigur Jákup.

So fara dvørgarnir við honum upp á eitt høgt fjall og lofta honum niðureftir; og tá ið hann er niðri á slættum, er hann heilt rættur. Men høvuðsmaðurin fyri dvørgunum sigur, at so skal hann ikki fara, og flýggjar honum ein pung við gullpeningum.

Nú ið hann kemur heim aftur, tykist eingin kenna hann, tí hann hevur onga kúlu; men hann sigur frá øllum, ið sær hevur tilborist.

Per Stamihakk frættir hetta og fer beinan vegin avstað til at vita, um hann ikki eisini kann njóta nakað gott av hesum dvørgum.

Nú ið hann kemur til plássið, har sum teir dansa, stendur hann upp yvir teimum og hevur einki at læra teir, tí nú kvøða teir beint.

Dvørgarnir spyrja hann, hvat hann vil hava.

Hann stendur og stamar; í endanum gleppur tað út úr honum, at hann vil hava tað, sum hin ikki vildi hava.

So fara teir við honum upp á fjallið og lofta honum niðureftir; komin oman á slætt, fátækadýrið, hevur hann kúluna.

Tá ið hann kom heim til húsa, varð gleimur hildin at honum - tað var alt, ið hann vann.

Frásøgn: Erika K. Johannessen, Syðradali, Kalsoy

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

 

49 AT 503

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019