• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Klokkan

Um kvøldini í teim trongu gøtum í tí stóra staði, tá sólin fór til viða, og skýggini skinu sum gull uppi millum skorsteinarnar, hoyrdi ofta og títt nú ein nú annar eitt undarligt ljóð, eins og ljómin av eini kirkjuklokku, men tað var bert sum eitt bragd, at tað skiltist, tí har var slíkt rumbul av vognum og slíkt mannamál, og tað ger óljóð. ”Nú ringir aftanklokkan!” søgdu tey, ”nú fer sólin í kav!”

Tey, ið fóru út um býarmarkið, hvar húsini stóðu ótættari við urtagørðum og smáum trøum, sóu kvøldhimin meira glitrandi og hoyrdu nógv skilligari ljómin av klokkuni; tað var, eins og ljóðið kom frá eini kirkju djúpt inni í tí stillu angandi skóg, og fólk litu har yvir og vórðu heilt hugtikin. -

Nú liðu langar tíðir, tey søgdu hvørt við annað: ”Man har vera ein kirkja inni í skóginum? Handan klokkan hevur tó ein undarligan, vakran ljóm; skuldu vit ikki farið inn hagar at kanna eftir henni?” Og tey ríku fólkini tey óku, og tey fátæku tey fóru til gongu, men leiðin gjørdist teimum so undarliga long, og tá ið tey komu til eina rúgvu av runnum, ið vuksu í skógarbrúnini, so settu tey seg har og hugdu upp í tær longu greinar og hildu seg rætt vera komin í tað grøna; køkubakarin úr býnum kom út og setti tjaldbúð sína upp, og so kom ein køkubakari afturat, og hann hongdi eina klokku uppi yvir tjaldbúð sína, og tað eina klokku, ið var brædd fyri at kunna tola regn, og kúlvur var eingin. Tá ið so fólk fóru heimaftur til hús, søgdu tey, at tað hevði verið so romantiskt, og tað merkir nakað heilt uttan fyri tevatn. Trý søgdu fyri víst at hava hildið áfram inn í skógin, líka til hann helt uppat, og alla tíðina høvdu tey hoyrt tann undarliga klokkuljóm, men tað tóktist teimum, eins og hann kom innan úr býnum; ein teirra yrkti eitt heilt kvæði um hetta og segði, klokkan ljómaði eins og móðurrødd til eitt kært, klókt barn, einki tónalag var fagrari enn hesin ljómur.

Landsins keisari varð eisini varur við hetta og lovaði, at hann, ið rætt kundi útgreiða, hvaðani ljóðið kom, skuldi fáa heiðursnavnið ”heimsins klokkari”, og tað sjálvt um eingin klokka var.

Nú løgdu nógv ferðina til skógin vegna tann góða vinnuvegin, men bert ein kom aftur við eini frágreiðing at kalla; eingin hevði verið nóg djúpt inni, og hann fyri alt tað heldur ikki; men hann segði tó, at klokkuljóðið kom frá einari ógvuliga stórari uglu í einum innantómum træ; tað var ein sovorðin vísdómsugla, sum íðuliga sló knokkin móti trænum, men um ljóðið kom úr knokkinum á henni ella úr tí tóma viðarbulinum, tað var hann enn ikki full- vísur í, og so varð hann settur at vera heimsins klokkari og skrivaði á hvørjum ári eina lítla grein um ugluna; men líka mikið vistu tey.

Nú var tað júst ein konfirmatiónsdag, prestur hevði talað so vakurt og hugvekjandi; konfirmantarnir høvdu verið so hugtiknir, tað var ein týdningarmikil dagur fyri teir, frá børnum vórðu teir alt í einum til vaksin fólk, barnasálin skuldi nú eins og flúgva yvir í ein skynsamari persón. Tað var tað glitrandi sólskin, konfirmantarnir fóru út úr býnum, og úr skóginum ljómaði merkiliga dragandi tann stóra, ókenda klokkan. Tey fingu við tað sama ein slíkan hug til at fara hagar, øll uttan trý, eitt teirra skuldi fara heim at passa veitslukjóla sín, tí tað var júst tann kjólin og tann veitslan, ið var atvoldin í, at hon var sloppin fyri prest hesa ferð, tí annars var hon ikki komin við; annað var ein fátækur drongur, ið hevði lænt konfirmatiónsbúnan og stivlarnar frá soni húsbónda síns, og tað skuldi latast aftur til ásettan klokkutíma; hitt triðja segði, at hann fór aldri nakrastaðni burtur, uttan at foreldur hansara vóru við, og at hann altíð hevði aktað væl, og tað ætlaði hann at halda á við eisini sum konfirmantur, og slíkt skal ein ikki halda fyri háð! - men tað gjørdu tey.

Trý fóru so ikki við; hini fóru til gongu; sólin skein, og fuglarnir sungu, og konfirmantarnir sungu við og hildu hvønn annan í hendurnar, tí teir høvdu jú ikki fingið embæti enn og vóru allir konfirmantar fyri Várharra.

Men skjótt lúgvaðust tveir teir minstu, og so vendu teir aftur til býin; tvær smágentur settu seg at binda kransar, tær komu til viðarunnarnar, hvar køkubakarin búði, so søgdu tey: ”So, nú komu vit higar út; klokkan er jú ikki nakað, ið er til, hon er bara nakað, tey hava funnið uppá!”

Tá ljóðaði í sama bili djúpt í skóginum klokkan so søtt og hugtakandi, at eini fýra, fimm settu sær fyri tó at fara nakað longur inn í skógin. - Hann var so tættur, so leyvríkur, har var reiðiliga illgongt, skógmerki og anemonur vuksu næstan ov høgt, blómandi konvolvoli og bromberjarunnar hingu í longum leyvbogum úr træi í træ, hvar náttgalin sang og sólglottar leiktu; á, tað var so vælsignað, men har var ikki gangandi fyri gentur, tær vóru vorðnar bæði rivnar og skræddar. Har lógu stórir klettar, mosavaksnir í øllum litum, tað fríska kelduvatnið spratt upp, og undarliga læt í tí eins og ”klukk, klukk!”

”Hatta skuldi væl ikki verið klokkan?” segði ein av konfirmantunum og legði seg at lurta. ”Tað má rannsakast bæði væl og virðiliga!” og so støðaðist hann og læt hinar fara.

Teir komu til eitt hús av nævur og greinum, eitt stórt træ við villum súreplum horvdi ímóti tí, eins og tað vildi stroya alt sítt ríkidømi yvir tekjuna, ið blómaði við rósum; tær longu greinarnar lógu heilt inn at galvinum, og á honum hekk ein lítil klokka. Skuldi tað verið hana, tey høvdu hoyrt? Jú, harum vóru allir á einum máli, uttan ein; hann segði, at handan klokkan var ov lítil og fín til at hoyrast so langt burtur, sum tey høvdu hoyrt hana, og at tað vóru heilt aðrir tónar, ið soleiðis bóru við eitt mannahjarta; hann, ið talaði, var kongssonur, og so søgdu hinir: ”Ein slíkur vil nú altíð vera klókari.”

So lótu teir hann fara einsamallan, og alt sum hann gekk, varð barmur hansara meira og meira fyltur av skógareinseminum; men enn hoyrdi hann ta lítlu klokkuna, sum hinir stuttleikaðu sær yvir, og stundum, tá ið lotið bar frá køkubakaranum, hoyrdi hann eisini, hvussu har varð sungið til tevatn; men tey djúpu klokkusløgini ljóðaðu tó sterkari, tað var, eins og ein urga leikaði, ljóðið kom vinstrumegin frá, frá tí síðu, hvar hjartað er.

Nú skróvaði í runnunum, og har stóð ein lítil drongur fyri kongssoninum, ein drongur á tuflum og í eini troyggju so stuttari, at tað var sjónligt, hvussu langar skøvningar hann hevði. Teir kendust, drongurin var júst tann av konfirmantunum, ið ikki kundi koma við, tí at hann mátti fara heim at lata búna og stivlar aftur til húsbóndans; tað hevði hann gjørt og var nú á tuflum og í sínum fátæksligu klæðum farin einsamallur av stað, tí klokkan ljómaði so dragandi, so djúpt; hann mátti av stað.

”So kunnu vit jú fylgjast!” segði kongssonurin. Men tann fátæki konfirmanturin á tuflunum smæddist, hann toygdi tær stuttu troyggjuermar og segði, at hann óttaðist fyri, at hann orkaði ikki at ganga so skjótt, og annars helt hann, at klokkan mátti vera at finna høgrumegin, tí á teirri leið fanst alt stórt og vakurt.

”Ja, so hittast vit ikki aftur!” segði kongssonurin og nikkaði til tann fátæka dreingin, ið fór inn í tann myrkasta, tættasta partin av skóginum, hvar tornirnar skræddu hansara fátæksligu klæðir sundur, og andlit, hendur og føtur í sár. Kongssonurin fekk eisini nakrar ordans skøvur, men sólin skein tó á hansara leið, og honum vilja vit nú fylgja, tí ein raskur piltur var hann.

”Klokkuna skal og má eg finna!” segði hann, ”um eg so skal reika um allan heimin!”

Tær andstyggiligu apurnar sótu uppi í trøunum og glettu við øllum tonnunum. ”Skulu vit díkja hann!” søgdu tær, ”skulu vit díkja hann; hann er kongssonur!”

Men, hann fór óræddur djúpari og djúpari inn í skógin, hvar tær sjaldsamastu blómur vuksu; har stóðu hvítar stjørnuliljur við blóðreyðum sáðberum, himnabláar tulipanir, ið glampaðu í lotinum, og apaldar, hvar fruktirnar vóru meinlíkar stórum skínandi sápubløðrum; at hugsa sær, hvussu tey trøini máttu glitra í sólskininum. Rundan um tær fagrastu grønu eingir, hvar hjørtur og hind leiktu í grasinum, vuksu veglig eiki- og bókatrø, og var eitt træ sprotnað í børkinum, so vuksu har grøs og langir runnar í rivuni, har vóru eisini stórar viðafløtur við stillum vøtnum, hvar hvítir svanir svumu og slógu við veingjunum. Kongssonurin stóð ofta og títt stillur og lurtaði, summar tíðir helt hann, at tað var úr hesum djúpu vøtnum, klokkan ljómaði upp til hansara, men hann kendi á sær, at tað var ikki haðani, men enn djúpari inni í skóginum, at klokkan ljómaði.

Nú fór sólin í kav, loftið skein reytt sum eldur, tað var so stilt, so stilt í skóginum, og hann fell á síni knæ, sang sín aftansálm og segði: ”Aldri finni eg, hvat eg søki! nú fer sólin niður, nú kemur náttin, hin myrka náttin; tó eina ferð enn kundi tað eydnast mær at síggja ta rundu, reyðu sól, áðrenn hon heilt søkkur aftur undir jørðina; eg vil fara upp á hasar klettarnar, ið hevja seg javnhøgar við tey hægstu trøini.”

Og hann treiv í runnar og røtur, kleiv upp eftir teim slavnu hellunum, hvar vatnormarnir ringdu seg, hvar hvekkpaddan eins og goyði eftir honum; - men uppá kom hann, áðrenn sólin var heilt farin undir, sæð frá hesi hædd; á, ein slík dýrd! Havið, tað stóra, máttmikla havið, ið breyt í síðum aldum móti strondini, breiddi seg út framman fyri honum, og sólin stóð sum eitt stórt skínandi altar har úti, hvar hav og himin møttust, alt brá saman í gløðandi litir, skógurin sang, havið sang, og hjarta hansara sang við, náttúran øll var ein stór, heilag kirkja, hvar trø og sveimandi skýggj vóru súlurnar, blómur og grøs tann vovni floyalsdúkur, himinin sjálvur tað stóra hválv; har uppi sløktust teir reyðu litir, í tí bili sólin hvarv; men milliónir av stjørnum tendraðust, milliónir av diamantlampum skinu tá, og kongssonurin rætti armar sínar móti himninum, móti havinum og skóginum, - og í sama bili kom frá tí høgru gøtuni tann fátæki konfirmanturin við teim stuttu ermunum og á tuflunum; hann var komin líka skjótt fram, komin eftir síni leið, og teir runnu hvør øðrum ímóti og hildu hvør annan í hond í náttúrunnar og kenslulagsins vígdu kirkju, og yvir teim ljómaði tann ósjónliga, heilaga klokka, sælir andar tróðu dansin um hana við frøiligum halleluja.

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Klokken”, ”Maanedsskrift for Børn ved H.V. Kaalund og Julius Chr. Gerson. 1. Bind, 3. Hæfte”, 1845. Seinni prentað í ”Eventyr”, 1850.

Christoffur Lützen (1891-1981) týddi. H.C. Andersen: ”14 ævintýr”, Egið forlag 1953.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019