• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Kolbrúni


Eina ferðina vóru tað eini rík hjún; tey áttu tólv synir. Tað er so skjótt, tey síggja, at tann yngsti trívst ikki heima, so skjótt hann er vaksin, vil hann sleppa út at royna seg.

Foreldrini hildu, at hann hevði tað væl, og søgdu, at hann kundi verða hjá teimum við alla. Men tað var eingin friður yvir honum, hann skuldi av stað. So góvu tey gomlu eftir, og hann fór.

Tá ið hann hevur gingið bæði langt og leingi, kemur hann til kongsgarðin og biður sær tænastu har. Tað fær hann.

Nú var soleiðis statt har, at kongur átti bara eitt barn, eina prinsessu; hana hevði eitt trøll bergtikið, og har sat hon. Tí gekk kongur og alt fólkið og syrgdi. Lýst var um øll ríkir og lond, at tann, sum var maður fyri at loysa prinsessuna úr aftur berginum, skuldi fáa hana til konu og hartil ríkið hálvt. Men enn hevði eingin magnað hetta, hóast mangir vóru teir, sum høvdu boðið seg fram at royna.

Tá ið drongurin nú hevur verið á kongsgarðinum eitt ársskeiðið ella so, lystir honum at fara heim aftur at vitja foreldrini. Men tá ið hann kemur, eru tey deyð, og brøðurnir hava býtt alt, tey áttu, ímillum sín.

”Ja, men skal eg einki fáa eftir foreldur míni?” spyr drongurin og er illa við.

”Hvussu kundu vit vita, at tú kom nakrantíð aftur, tú, sum hevur strokið so um,” søgdu brøðurnir, ”men tað kann vera tað sama, vit eiga tólv ryssur gangandi uppi í brekkunum, tær eru óbýttar, vil tú eiga tær í tín part, so tak tær.”

Hetta dámdi dreinginum væl, og hann fer beinanvegin niðan at síggja tær. Jú har ganga tær allar á beiti, hvør við sínum fyli. Men eitt av fylunum er so nógv vakrast og størst av teimum øllum. Hann fer til tað og sigur:

“Nei, sum tú er vakurt, lítla fylið mítt.”

“Ja, men tak tú og drep øll hini fylini, so eg fái einsamalt mjólkina undan øllum ryssunum eitt ár, so skal tú fáa at síggja, hvussu stórt og vakurt eg verði,” svaraði fylið.

Drongurin so ger, hann drepur øll hini fylini, og so fer hann heim.

Tá ið hann kemur aftur næsta ár at síggja fylið, var tað so feitt so feitt, at egg kundi liggja á rygginum á tí, sum tikið verður til, glansurin stóð av, og tað var so stórt, at drongurin kundi nóg illa kljúgva upp á ryggin á tí. Ryssurnar gingu aftur hvør við sínum fyli.

“Ja, tú hevur trivist væl av allari mjólkini, tú hevur sogið,” sigur drongurin, “men nú hugsi eg, tú er nóg stórt til at koma við mær.”

“Nei, eg vil heldur ganga her eitt ár afturat,” sigur fylið, sum nú er vorðið ungross, “tak tú nú og drep øll hini fylini, so eg fái mjólkina frá øllum ryssunum eitt ár afturat, so skal tú fáa at síggja, hvussu stórt og vakurt eg verði, tá ið tú kemur aftur.”

Drongurin so ger, hann drepur øll fylini, og so fer hann heim.

Árið eftir fer hann niðan aftur at síggja ungrossið hjá sær. Tá ganga ryssurnar aftur hvør við sínum fyli. Men nú skuldu tit sætt ungrossið! Tað var vorðið so stórt, at drongurin rakk ikki upp á bakið at handla tað, og glansurin stóð av tí.

“Stórt og vakurt var tú í fjør,” sigur drongurin, “men nú ber av, soppa mín, sovorðið ross er ikki eingang í kongsgarðinum, so nú haldi eg, at tú fer at koma við mær.”

“Nei,” sigur ungrossið, sum nú er vorðið ein ungur hestur, “eg vil ganga her eitt ár enn. Drep tú nú øll tey tólv fylini, so eg kann súgva allar ryssurnar eitt ár afturat, so skal tú síggja meg næsta summar.”

Drongurin drepur nú øll fylini og fer aftur at húsum.

Men tá ið hann næsta árið kemur aftur at hyggja til rossini, er hann heilt ovfarin av at síggja hestin hjá sær, tí aldri hevði hann hugsað sær, at nakað ross kundi vera so stórt og so ramligt, ja, hann var so stórur, at hann mátti leggja seg á øll fýra, skuldi drongurin sleppa upp á hann, og so var hann so spegilsblankur á skinninum.

“Ja, nú er tú vaksin, soppa mín,” sigur drongurin, “nú skal tú koma við mær, og Kolbrúni skal tú eita.”

Nú var hesturin til dystin fús at fara við.

Drongurin fer nú á bak og ríður heim. Tá ið hann kemur at húsum, standa brøðurnir og bæði gapa og gløða, sovorðnan hest hava teir hvørki sætt ella hoyrt um áður.

Drongurin sigur nú við brøðurnar: “Fáið tit mær so góð hóvjørn, so gott meil og saðil, sum fáast kann, so skulu tit eiga allar tær tólv ryssurnar, sum ganga hvør við sínum fyli uppi í brekkunum.”

Tað vildu brøðurnir fegin, og drongurin fekk nú so gott upp á hestin, sum hugsast kundi, sólin glæsti á gullspenni og silvurdrignar reimar, tá ið hann reið av stað.

“Nú ríða vit til kongsgarðin,” sigur Kolbrúni, “men minst nú til at biðja kongin geva mær gott rúm í stallinum og gott at eta.”

Tað lovaði drongurin.

Tað er eitt, tvey, so er hann í kongsgarðinum; tað kunnu vit ætla, skjótt at ríða á sovorðnum hesti!

Kongur stóð sjálvur úti fyri durum, tá ið drongurin kom ríðandi. Tað mátti hann siga, aldri sínar lívføddu dagar hevði hann sætt so vakran og stóran hest, helt kongur og gavst ikki at hyggja og rósa. Og tá ið drongurin bað um tænastu, var ja, áðrenn hálvtalað var orð. Kongurin var so fegin, at hann dansaði á túninum.

“Men eitt fari eg at biðja um,” sigur drongurin, “at lata hestin fáa tað rúmsátt í stallinum og gott at eta.”

“Ja, ja, hann skal fáa besta bøhoyggj og havra so nógv, hann kann koyra í seg,” segði kongur; og so beyð hann, at hini rossini skuldu koyrast út, so Kolbrúni kundi hava stallin fyri seg sjálvan.

Men tað var so skjótt, at hinir á kongsgarðinum fóru at vera avundsjúkir á drongin, tí alt vignaðist so væl fyri honum, og tað var eingin endi á øllum tí illa, teir vildu gera honum.

Einaferð, nú fara teir til kong og siga við hann, at drongurin gongur og reypar av, at hann kann loysa prinsessuna úr trøllabølinum, um bara hann vil.

Kongur kallar beinanvegin dreingin fyri seg og sigur við hann hetta, hann hevur frætt: “Og tá ið tú gongur og sigur sovorðið, so má tú gera tað, ella skal tú lata lív. Men er tú førur fyri tí, so veit tú lyftið, eg havi givið, at tann, sum hetta ger, skal fáa prinsessuna til konu og hartil hálvt ríkið.”

Drongurin sigur hjartkiptur, at hann hevur ikki talað hetta, tað eru øvundsmenn, ið hava spunnið tað í.

Men nei, nei, kongur setti knyklar í brýr og segði, at hann vildi onga undanførslu hoyra, annaðhvørt skuldi hann loysa prinsessuna úr berginum, ella skuldi hann verða hongdur.

Drongurin mátti so til at royna. Men tungur er hann í huga, kunnu tit ætla, og veit sær eingi lívsins ráð - fer oman í stallin, stendur har í einum króki, heilt fyri ongum.

Nú spyr Kolbrúni dreingin, hví hann er so niðurfyrikomin.

“Skal eg ikki vera stúrin? Kongur hevur álagt mær at fáa sær prinsessuna aftur, ella skal eg verða hongdur, og eg veit mær eingi livandi ráð.”

“Miss nú ikki mótið so korti,” sigur Kolbrúni, “kanska tað er ikki ógjørligt. Eg skal hjálpa tær. Men eg má vera betur skøddur. Bið geva tær tjúgu pund av jarni og tólv pund av stáli, fá so ein smið at leggja mær tað upp undir hógvarnar.”

Hetta fekk drongurin, tað var ikki at siga - og smið eisini, sum legði bæði jarnið og stálið upp undir iljarnar á Kolbrúna, so nú var hann væl skøddur til ferðar.

Teir ríða so út av kongsgarðinum báðir, drongurin og Kolbrúni, so eyrrokið stendur frá.

Tá ið teir koma niðan undir fjallið, har prinsessan er innistongd, ráddi um at sleppa upp um ein høgan hamara fyri at koma at inngongdini til risabølið. Men tað var lættari sagt enn gjørt, tí her var so ræðuliga bratt og alt tann blanka hella. Fyrstu ferð Kolbrúni legði á, kom hann nakað upp, men so misti hann fótafestið og gleið niðuraftur, so tað gól í kroppinum. Aðru ferð tók hann sær longri renningarlop og kom væl longri upp, men so var hann aftur áhaldsin og turnaði líka oman aftur á slætt við einum heilum omanlopi av eyri uttan um teir. Men teir góvust ikki, Kolbrúni tók sær uppaftur longri renningarlop og brendi á aftur av øllum alvi. Tá komu teir uppá. Og so heldigir vóru teir, hellisdyrnar stóðu upp á víðan vegg, tað skein, so tað skar í eyguni av gulli og silvuri har inni, og kongsdóttirin sást gjøgnum hellismunnan, har hon sat og spann gulltráð og visti av ongum. Drongurin og Kolbrúni gjørdu ikki vandari, tvísporaðu við somu ferðini inn í risahellið, riptu kongsdóttrina upp á saðilknappin og so av stað aftur, so eyrrokið stóð undan hóvnum. Og so skjótt hendi hetta, at trøllið skjøttaði ikki um, fyrr enn teir vóru farnir.

Tá ið drongurin kemur aftur í kongsgarðin, er kongurin ógviliga glaður yvir at hava fingið dóttrina aftur. Men hvussu nú var og ikki, høvdu øvundarmenninir sussað so fyri honum, at hann hevði einki eiri í dreinginum. Takkaði jánkasliga fyri hjálpina og gekk sín veg við dóttrini.

Drongurin stendur ovfarin eftir, rópar aftan á honum: “Nú er jú prinsessan líkavæl mín sum tín, kongur er væl ikki orðloysingur?”

“Ja, ja,” svarar kongurin, “fáa hana skal tú, síðani eg havi lovað tað. Men fyrst skal tú javna mær hatta fjallið niður, sum stendur og skuggar fyri sólini her í kongsgarðinum.”

“Einki mundi standa um fjallið í avtaluni okkara millum,” sigur drongurin, “men tað man einki nytta mær at muta ímóti, má heldur royna at gera tað, eg kann, tí prinsessuna vil eg hava.”

Hann fer nú oman aftur til Kolbrúna og sigur: “Nú er verri enn nakrantíð: Kongur áleggur mær at javna fjallið niður sunnan fyri garðin. Tað er ógjørligt, so nú verði eg hongdur.”

“Miss nú ikki mótið so,” sigur Kolbrúni, “onkur ráðini eru. Eg skal hjálpa tær. Men eg má vera betri skøddur til ferðina. Far og bið um tjúgu pund av jarni og tólv pund av stáli aftur at tí, sum er frammanundan, og ein smið at leggja tað uppundir.”

Drongurin fer, og tað er ikki at siga, hann fær tað beinanvegin og ein smið, sum leggur hetta undir hógvarnar aftur at tí, sum er frammanundan.

Hetta vóru skógvar, ið dugdu, og drongurin reið av stað út til fjallið og uppá. So Kolbrúni at trampa í jørðina. Fyri hvørt trampið søkkur fjallið sjey favnar, og soleiðis trampar hann, til alt er so slætt, at tað sæst ikki hóllur á.

Tá ið drongurin kemur aftur í kongsgarðin, spyr hann kongin, um hann fær ikki prinsessuna nú, “tí fjallið er burtur, og sólin sær so fagurliga á kongsgarðin?”

“Jú,” sigur kongur. “Eg havi nú altíð ætlað, at tú skuldi fáa hana, tí tað havi eg lovað; men fyrst skal tú fáa henni ein líka prúðan brúðarhest, sum tú hevur brúðgómshest.”

Drongurin svarar: “Einki mundi standa um hetta í avtaluni okkara millum; men tað man lítið nytta mær at muta ímóti, heldur royna tað, eg kann, tí prinsessuna vil eg hava.”

Drongurin fer oman aftur til Kolbrúna og sigur: “Nú er verri enn nakrantíð! Kongur áleggur mær at finna ein hest, sum er líka prúður sum tú, og javnlíki tín er jú ikki í allari verðini, so nú verði eg hongdur beinanvegin.”

“Miss nú ikki mótið so,” sigur Kolbrúni. “Ja ein hestur er mín líki, men hann er langt, langt burtur á heiðinskógi, og har er torført at fara, men tað gerst. Far tú nú til kongin og krev tjúgu pund av jarni og tólv pund av stáli afturat og tveir smiðir at smíða mær tað uppundir. Hartil skal tú biðja um tólv tunnur av rug og tólv tunnur av bygg, tólv oksakroppar og allar tólv oksahúðirnar við tólvhundrað seymum í hvørjari. Alt hetta skal tú klyvja á meg og eitt tjøruílat við tólv tunnum av tjøru í.”

Drongurin fer nú til kongin og biður um alt hetta. Jú, tað er ikki at siga, hann fær tað uttan nakað kjak og hartil tveir smiðir, sum leggja jarnið og stálið upp undir hógvarnar á Kolbrúna afturat, so nú er hann væl skøddur til ferðar.

Tá ið alt er liðugt, ríða drongurin og Kolbrúni av stað, og tað so hart, at tað brakaði í borgum. Ája, teir ríða og ríða eitt langt og sjey breitt yvir dalar og fjøll, yvir mýrar og víðar fløtur. - Nú spyr Kolbrúni: “Hoyrir tú nakað?”

“Ja,” svarar drongurin, “tað dunar og súsar í luftini uttan um okkum allastaðni, so eg eri farin at óttast.”

“Tað eru allir fuglarnir á skóginum, sum koma fljúgvandi at forða okkum í at vinna fram. Tak og ger hol á kornposarnar, so fáa teir so nógv at stákast við, at teir gloyma okkum,” sigur Kolbrúni.

Drongurin so ger, hann sker hol á posarnar, so rugurin og byggið ryður út til báðar síður. Og so nógvur fuglur kom, at tað sortnaði fyri sólini, og hann læt, so tað hoyrdist ikki mannamál. Men tá ið hann sá kornið, legði hann í tað at pikka í seg, rivust og skræddust sínámillum, so hann heilt gloymdi dreingin og Kolbrúna, sum komu ferðandi.

Nú ríða teir aftur bæði langt og leingi, gjøgnum grønar líðir og brúnar blotar yvir døkkar heygar og grá reyn. So spyr Kolbrúni aftur: “Hoyrir tú nakað?”

“Jú,” svarar drongurin, “eg hoyri buldur og brak allastaðni, trokan og skoran millum trøini uttan um okkum.”

“Tað eru øll villinidýrini á skóginum. Nú koma tey at forða okkum, so vit skulu ikki sleppa longri. Men tveit teimum bara tey tólv oksakrovini, so hava tey tað at takast við,” sigur Kol-brúni.

Drongurin blakar nú oksakrovini. Beinanvegin koma bæði bjørn og úlvur, leyva og øll onnur rovdýr, á skóginum eru, og leggjast at ríva í seg, berjast og bítast, so blóðið rennur, og tey gloyma heilt drongin og Kolbrúna, sum koma ferðandi.

Aftur ríða teir um fjarbláar sýnir, langt og meira enn langt, tí skjótt sporaði hesin vala gangarin. Tá spyr Kolbrúni aftur: “Hoyrir tú nakað?”

“Jú, eg hoyri eitt fyl gneggja langt burturi,” svarar drongurin.

“Hatta fylið man fara at roynast okkum vaksnari, enn tú heldur, tá ið vit koma longri fram á vegnum,” svarar Kolbrúni.

Aftur leggja teir eina fjarbláa sýn afturum. Kolbrúni spyr: “Hoyrir tú nakað nú?”

“Ja, nú harðnar ljóðið, er sum í vaksnum rossi,” svarar drongurin.

“Vit skulu ríða ein góðan tein afturat, so skal tú hoyra, at hann er rættiliga reystur á málinum,” heldur Kolbrúni.

Teir ríða aftur. Gangarin loypur sum fuglur í ský. Á triðja sinni spyr Kolbrúni: “Hoyrir tú nakað nú?”

Men áðrenn drongurin fekk svarað, neggjaði so harðliga burtur á heiðini, at tað skalv bæði grót og grund. “Nú er hesturin her,” sigur Kolbrúni, “skunda tær og breið oksahúðirnar við seyminum í oman yvir meg, tjøruílatið blakar tú á vøllin. Klúgv so upp í hasa stóru grannina har. Tá ið hann kemur, stendur eimrokið úr nasunum á honum, og eldur kemur í tjøruna. Legg tá til merkis: Fer login upp í veðrið, vinni eg, fer hann lágt frameftir, tapi eg.”

Rætt sum drongurin hevði breitt húðirnar við seymunum í yvir Kolbrúna, sett tjøruílatið á vøllin og var komin at sita uppi í trænum, kom villhesturin stunandi, eldrokið úr granunum, og skjótt stóð tjøran í ljósum loga. Tað var ikki lagaboð, villhesturin og Kolbrúni ruku saman at berjast, so grótrokið stóð høgt í veðrið; teir bitu, og teir slógu bæði við afturbeinum og frambeinum.

Drongurin situr stívur uppi í trænum og hyggur eftir, hvussu leikur fer. Í fyrstani stóð býggj um býggj millum báðar; men so fór login í tjørutunnuni at standa í veðrið, og Kolbrúni stóð til vinningar, tí hvar villhesturin beit, og hvar hann sló, møtti hann húðunum við seyminum í, og so noyddist hann at gevast. Nú var drongurin ikki seinur niður úr trænum og fekk blakað meilið á hann. Tá var hann beinanvegin so tamur, at tú kundi leitt hann í einum hosnatráð. Hesin hesturin var eisini brúnur og í einum og øllum so meinlíkur Kolbrúna, at teir kendust ikki at.

Síðani setur drongurin seg á villhestin og ríður heim. Kolbrúni rennur berbakaður undir liðini á honum. Nú teir koma í kongsgarðin, stendur kongurin úti á túninum fyri teimum.

“Kom nú og sig mær,” sigur drongurin, “hvønn hest eg havi fangað, og hvønn eg hevði frammanundan. Kann tú ikki tað, haldi eg dóttir tín er mín.”

Kongur fer at hyggja, gongur uttan um báðar hestarnar og skoðar bæði aftan og framman, uppi og niðri, men nei, har er eingin munur at síggja.

“Nei, tað má eg viðganga,” sigur kongur, “ikki kenni eg teir at, og síðani tú hevur fingið dóttur míni ein so góðan brúðarhest, so skal tú hava hana. Men eitt skulu vit royna fyrst: Um tað er tykkum lagað at koma saman.

Nú skal hon fyrst goyma seg tvær ferðir, og tú síðani goyma teg tvær ferðir. Kann tú finna hana báðar ferðirnar, hon krógvar seg, og hon hvørga ferðina finna teg, tá ið tú krógvar teg, er tað tykkum lagað at koma saman, og tú skal fáa dóttur mína.”

Tá sigur drongurin: “Ikki haldi eg, hetta var við í tí avtaluni okkara millum; men tað man einki nytta, at eg øvi mær ímóti. - Lat hana krógva seg.”

Prinsessan skapar seg nú um til eina dunnu, sum liggur og svimur í ánni tætt við kongsgarðin. Drongurin fer bara oman í stallin og spyr Kolbrúna: “Hvat man hon hava gjørt av sær?”

“Á, tak tú bara byrsuna og far oman at ánni, sikta so á eina dunnu, har svimur, so man hon drúgvast fara at gera vart við seg.”

Drongurin loypur eftir byrsuni og gongur oman at ánni: “Hasari dunnuni lystir meg at geva eitt skot,” heldur hann fyri munni sínum, hevur byrsuna upp fyri kjálkan og siktar.

“Nei, nei, gott í teg, skjót ikki, tað eri eg!” rópar nú kongsdóttirin av miklari neyð. So hevði hann funnið hana ta ferðina.

Aðru ferðina skapar hon seg um til eitt breyð og leggur seg á borðið millum fýra onnur, sum øll eru meinlík. Men drongurin fer bara oman í stallin og spyr Kolbrúna: “Hvat heldur tú, prinsessan man hava gjørt av sær hesa ferð?”

“Á, far tú og brýn tær ein dúgligan knív,” sigur Kolbrúni, “og lætst, sum tú vil skera tær ein bita av einum breyði, ið liggur triðja frá vinstru av fimm á køksborðinum í kongsgarðinum. So man hon drúgvast koma aftur til sjóndar.”

Drongurin fer nú í køkin, braneggjar sær ein stóran knív, tekur breyðið, sum Kolbrúni hevur sagt og setur knívin á, sigur fyri munni sínum: “Eg vil hava mær skálkin av hesum breyðinum.”

“Nei, nei, væl veri tær, sker ikki, tað eri eg,” rópar nú kongsdóttirin av miklari neyð. So hevði drongurin funnið hana báðar ferðirnar.

Nú var tað hann, ið skuldi krógva seg. Men Kolbrúni legði honum so góð ráð, at hann var ikki góður at finna.

Fyrst skapti hann seg um til eina flugu, sum setti seg inn í vinstra nasaglugga á Kolbrúna. Kongsdóttirin gekk og leitaði og kólaði allastaðni, bæði uppi og niðri, bæði úti og inni; so kom hon í stallin og vildi upp á básin hjá Kolbrúna; men tá fór hann at bíta og sláa uttan um seg, so har tordi hon ikki; í tí skili fann hon ikki dreingin.

“Ja, tá ið eg eri ikki før at finna teg, má tú koma fram aftur av tær sjálvum,” rópar hon. Beinanvegin stendur hann á stallgólvinum.

Aðru ferð leggur Kolbrúni aftur ráð, og drongurin skapar seg um til ein moldklump, ið leggur seg millum hógv og hóvjarn undir vinstra framfóti á Kolbrúna. Kongsdóttirin aftur at leita, væl og virðiliga, allastaðni, gevur sær góðar stundir, kemur til síðst inn í stallin, vil upp á básin til hestin. Tá stendur hann stillur, og hon leitar og leitar, trilvar rundan um hann allastaðni. Men undir hógvarnar fór hon ikki, til tess stóð Kolbrúni ov tungliga á teimum. Í tí skili fann hon ikki dreingin.

“Ja, so má tú koma fram av tær sjálvum, síðani eg kann ikki finna teg,” segði kongsdóttirin. Og í somu løtu stóð hann undir liðini á henni á stallgólvinum.

“Nú er tú mín,” segði drongurin við prinsessuna. Og við kongin segði hann: “Nú kann tú sjálvur síggja, at tað er so lagað, at vit skulu koma saman.”

“Ja, er tað so lagað, skal tað so vera!” svarar kongur.

Síðani var gjørt til brúdleyp, og stórt var tikið til, sum vera man.

Drongurin setti seg á Kolbrúna, og prinsessan á villhestin, so kunnu tit ætla, at tey høvdu ikki leingi um at ríða til kirkju og verða vígd.

 

Úr bókini ”Ævintýr 3”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1968.

Upprunaheiti: ”Grimsborken”. Norsk Folkediktning. Eventyr I

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019