• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

31. KONGADÓTTURIN, IÐ DULD VAR INNI Í ÁTJAN ÁR

 

Uppskrift úr Sørvági

Einaferð var tað ein kongur, sum átti eina dóttur. Í átjan ár duldi hann hana inni í einun myrkum húsi, hvar einki ljós kom inn, so hon visti ikki, at nakar dagur var til, fyrr enn hon var átjan vetra gomul.

Um somu tíð var ein keisari har um vegir, sum tók moydómin av øllum jomfrúum; fyri honum var tað, at kongurin krógvaði dóttur sína.

Tá ið tey átjan árini vóru umliðin, var ein riva komin í veggin, sum dagur sást ígjøgnum. Kongadóttirin spyr kamarjomfrúurnar, hvat ið hetta er, sum hon sær.

”Hatta er dagur,” siga tær.

”Hvat er tað?” spyr hon.

Nú er teimum illa við, og tær biðja hana vælsignaða tiga og ikki lata pápa hennara vita av, hvat tær hava sagt henni.

”Hví skal eg ikki fáa hetta at vita?” spyr hon.

Tá siga tær henni frá, at ein keisari er, sum tekur moydómin av øllun jomfrúum, og tí hevur pápi hennara goymt hana her.

Fyrstu ferð ið kongurin kemur aftur at vitja dóttur sína, loypur hon í hann at biðja hann lova sær út, men hann noktar. Hon skal væl vita at vara seg fyri keisaranum, sigur hon og bønar pápan so mikið, at hann lovar henni.

Hon út at ganga.

Nú gongur boð til keisaran, at kongur eigur so fagra dóttur. Keisarin saðlar hest sín og ríður í kongsgarð at vitja. Kongadóttirin fagnar honum úti á trappuni.

”Nú skalt tú sova hjá mær í nátt,” sigur keisarin.

”Hví ikki tað?” sigur hon: men so verður hann at lova at fara fyrri upp í songina.

Ja, sigur hann: men so má hon ikki lumpa seg.

Hon reiðir fagra song upp yvir nátthúsið og biður hann so koma. Keisarin stígur upp í songina, men tað er alt í einum, at hann dumsar niður í nátthúsið. Síðan rýmir hann heim so skammfuktaður.

Hann svør hevnd, fer til ein gullsmið og biður hann gera sær eina út av skreytbúna gullkrúnu og so gera tað uppí, at fyrsta menniskja, sum setur hana á seg, verður spitalskt.

Nú ið gullkrúnan er liðug, fer keisarin við henni í kongsgarð. Kongadóttirin stendur fyri honum og fagnar honum. Hann er komin at geva henni eina gullkrúnu, sigur hann. Hon skoytir ikki um gullkrúnu hansara, uttan hon sær, hvussu hon ber á honum fyrst, svarar hon. Tey upp at trætast; hann roynir at seta krúnuna á hana, men hon er knøpp og fær sett hana á hann. Nú er hann spitalskur alt fyri eitt, fer heim og legst í songina. Har verður hann liggjandi - eingin doktari kann grøða hann.

Tá tykir henni synd í keisaranum; hon letur seg í doktaraklæði, at hann skal ikki kenna hana, og fer til hansara. Tá ið hon kemur at portrinum, stendur mamma keisarans úti. Kongadóttirin spyr:

”Hvussu livir keisarin?”

”Ógvuliga illa,” svarar hin gamla.

Kongadóttirin vil síggja hann og fer inn. Í sama sinni sum hon hevur verið hjá honum, batnar hann.

Tað fyrsta hann er mentur at fara út at ganga aftur, fer hann at finna kongadóttrina. Hon kemur út ímóti honum, sum hon er von, og hann sigur við hana, at nú skal hann fáa teir tríggjar ringastu sveinar sínar at sova hjá henni í stalli sínum í nátt. Har gerst einki við, men eina bøn vil hon tó biðja hann um fyrst, sigur hon, og tað er at geva henni átta daga freist til at reinsa stallin, áðrenn teir koma. Tað lovar hann henni.

So reinsar og skúrar hon stallin, skríðir hann upp við gulli og setur hann við edilsteinum, so eingin hevur sæð slíkan stall.

Nú er náttin fyri hond, at sveinarnir skulu koma; hin fyrsti skal koma, tá ið klokkan er tíggju, hin annar, tá ið hon er ellivu, og hin triði, tá ið hon er tólv; so hevur keisarin skipað fyri. Síðan legst keisarin at sova.

Men andvekur er komin á mommu keisarans; hon kann ikki sovna og fer út at ganga. Hon kemur fram við stallinum og sær ljós brenna har inni. Hon fer inn og verður bilsin at síggja kongadóttrina sita har. Situr hon her? spyr keisaramamman.

”Ja, her skal eg sita í nátt,” svarar kongadóttirin, ”men,” leggur hon afturat, ”vilja tygum sita fyri meg her í nátt, skulu tygum eiga alt gullið, ið inni er í stallinum.”

Keisaramamman svarar ja, men biður so kongadóttrina fara at sova hjá soni hennara, keisaranum, í sín stað, tí hon sjálv var altíð von at sova hjá honum. Hvussu vóru tey von at liggja? spurdi kongadóttirin.

”Bak ímóti baki,” segði hin gamla.

Tá ið klokkan er tíggju, kemur hin fyrsti sveinurin; hann sær keisaramommuna sita í stallinum og rýmir avstað aftur. Ein tíma eftir kemur annar sveinurin, sær keisaramommuna og rýmir, og so ger hin triði.

Nú vaknar keisarin og hugsar við sær læandi, at hann skal tó fara i stallin at vita, hvussu til stendur við kongadóttrini og sveinunum. Hann kemur í stallin og sær mommu sína sita har. Nú eru glómur í keisaranun: Situr hon sjálv her? hvar er kongadóttirin? Hin gamla svarar, at kongadóttirin svevur í song við honum. Keisarin er óður og svør hevnd; men nú ið hann kemur inn aftur í svøvnhúsið sítt, er kongadóttirin horvin.

Hann dansar av øði; men tá ið hann er kólnaður aftur, skiftir hann hug: tað hevði verið lagamannin at fáa hesa kongadóttur til konu, hugsar hann, tí hon var so einskila vitug, og eina vituga konu vildi hann hava.

So fer hann í kongsgarðin, fríggjar til kongadóttrina, og hon játtar, um hann vil lova ikki at hevna seg inn á hana og ikki hyggja at øðrum konufólki.

Lagað var tá til brúdleyps, og brúdleypið stóð í kongsgarðinum. Síðan siðaði keisarin seg væl.

Frásøgn: Lovisa Djonesen, Sørvági (eftir Jóhonnu Jógvansdóttur, Kvívík)

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

 

31 AT 883 B

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019